Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mi Hendingarrikur 25. september Oddagrein góðar tvær vikur fara fram hendingar, sum kunnu fáa stóran tydning fyri okkara framtíð. I báðum forum er talan um hendingar úr tveimum av grannalondum okkara HESI grannalondini eru Noreg og Bretland, tvey lond, sum Føroyar gjøgnum øldir hava havt sam- vinnu við so ella so. Her hevur so fyrst og fremst verið talan um fiskivinnusamstarv. Meðan vit hava bygt ein hóp av fiskiskipum í Noregi og haraftrat keypt nógv av tí útgerð, sum fiskiidn- aðurin hevur brúkt gjøgnum árini, so hevur sam- vinnan við Stórabretland meira fevnt um avreið- ingar av fiski NÝGGJAR tíðir hava nýggjar avbjóðingar við sær og tær krevja tí eisini nýggjar avgerðir. Ein kann siga, at viðurskifti okkara við bæði Noreg og Stórabretland eru inni í eini broytingartíð, sum krevur nýggjar tankar, nýggjan hugburð og broyt ingar sum heild AT logmaður um stutta tíð fer á almenna vitjan í Noregi og at nevnd fer til London at samráðast um markið júst um somu tíð sigur kanska heldur ikki so lítið um eitt ávíst rák LOGMAÐUR fer í dognum 24. og 25. september til Noregs at síggja, hvussu frálandavinnan er bygd upp og virkar í dag. Tað er greitt, at soleiðis sum norðmenn hava bygt upp hesa vinnu, so hava vit helst nógv at læra av teimum. Norðmenn 1ava verið sera dugnaligir, men teir hava eisini gjørt mistøk. So hjá okkum er at sleppa undan at gera hesi mistøk aftur og annars at læra av teirra dugnasemi. Eingin ivi er um, at norðmenn við at bjóða løgmanni á vitjan, hugsa bæði taktiskt og handilsligt. Neyvan munnu teir vilja leggja seg út í ta ósemju, sum er millum Føroyar og Bret- land og alið men hinvegin eigur ein ikki at vera blindur fyri, at teir kunnu brúka hesa stoðu millum Feroyar og Bretland til at tæna norskum ídnaði og áhugamálum. Teir vita ella kunnu gita, at soleingi foroyingar uppfata bretska markna- kravið sum heilt órímuligt og imperialistiskt, so vil tað vera so sum so við samvinnu millum føroy- ingar og bretskan oljuídnað. TAÐ er tí ikki sørt av lagnunnar speisemi, at sam- ráðingarnar í London og vitjan logmans í Noregi fella á sama dag. Hetta átti í hvussu er at fingið okkurt gott høvd í Bretlandi at gjørt sær sínar tankar. Tað er so heldur einki dulsmál, at log- maður hevur deponerað eina innbjóðing at vitja í Bretlandi langt niðri í eini skuffu. Hann helgur neyvan tað vera góður politikkur í eini stødu, har ómetalig stór virði standa uppá spæl í eini undirgrundarósemju, at „flirta“ við bretsku stjórnina. Ístaðin hevur hann valt at vísa henni hansara keldu hond TAÐ er greitt, at ein løgmansvitjan í Oljunoregi sama dag, sum bretar og føroyingar sessast við samráðingarborðið at vita, um glið kanst fáast á samráðingarnar, man kennast herkin biti hjá onkrum bretum, ikki minst bretska ídnaðinum, sum í mongum er kappingarneytin hjá norð- monnum. Men kanska glið fer at koma á sam- ráðingarnar og vit - ja hver veit - longu í desember í ár gera eina avtalu við bretar - tá verður málið ikki jólatrell cnn einaferð. Ein heilt annar spurn- ingur er so: hevur tíðin broytt málið soleiðis, at tað kanska als ikki er nøkur góð loysn fyri før- oyingar at skunda sær í samráðingunum. Tað veldst sjálvandi um so nógv. Hvønn áhuga skuldu bretar havt í at sylta samráðingarnar enn meira!!! Spurningarnir eru nógvir. Og kunnu geva ymisk svar. Men eitt stendur greitt, 25. september kann gerast ein týðandi dagur fyri framtíðina hjá okkum ollum . . Søsialurin Jonhard Hammer Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi Jan Múller Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Lýsingar og sola: Áki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, | Dagny Joensen, | Eyðun Klakkstein, Edvard Joensen Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Utgevari, uppseting og prent: Sp/t Sosialurin Bustadur: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Te'efon: 11820 ) Teletax. 14720 | e-mail: | sosialur epost olivant.fo | Démarakanningin, = sum varð einmælt samtykt av Føroya Løgtingi, var eftir tilmæli frá formanninum í Rættarneyndini og Sam bandsflokkinum broytt til ta kanning, sum vit nú hava havt, og sum er óbrúkilig Og nú verður tilmælt at byrja av nýggjum. Tað er heilt burturvið nú at byrja aftur av nýggjum, serliga nú alt trúvirði er fokið. Tann kanning. sum higartil er farin fram, skuldi eftir ti sum ført varð fram. og sum fekk okkum til at broyta I Mn ta domar anning Men tad er hon ikki, ti nu er komið fram, at danska fólkatingið hevur verið vit andi um, at skrivarin í hesi annars óheftu kanningar nevnd hevur havt og hevur eitt beint í báðum leirum Tað vil siga. at hann situr báðu megin borðið. Hann er vitandi um støðuna hjá kanningarneyndini og hann veit støðuna hjá mótpartin um, tí tað er ein mótpartur Ein kann ikki samstundis vera umboð hjá Den danske Bank og skrivari hjá kann ingarneyndini, sum júst kannar viðurskifti, sum hava við bankan at gera Tad gevur í hvussu so er Den danske Bank møgu leikan at fyrireika seg til tað, sum skuldi komið men sum nú ikki kemur undan kavi, tí veruleikin er helst tann, at tað aftan fyri tey politisku leiktjóldini eru aðrir persónar, sum hava fíggjarlig áhugamál, sum hála í træðrirnar og helst ikki vilja. at nakað skal henda. og soleiðis kemur Føroya Løgting at standa sum svartiper Stødan er so ålvarslig, at hon eftir vanligum viður skiftum skuldi fingið polit iskar avleiðingar, tí tað, sum er hent í kjalarvørrinum av øllum hesum, hevur Føroya fólk merkt so tað forslær Allar tær niðurbindingar sum fylgdu við teimum treytum, sum danska fólka tingið setti til landskassan fyri, at teir skuldu taka yvir og umfíggja skuld føroy inga. Men at tað samstund is er farin ein rossahandil fram, har føroyingar eru villleiddir og harvið hava tikið upp á seg skuld, sum ikki er okkara, tað verður dult sum mansmorð. Her er nakað, sum er ålvarsliga galid. Tad er ein spurningur, um vit í heila ukid kunnu hava álit á donsku rættar trygdina, nú aftur verður roynt at káva út yvir tað sum er farið fram. Tað at løgmadur í skundi er farin til samråd vid Nyrup Ras mussen boðar heldur ikki frå nøkrum góðum, tí tað er greitt, at sjålvt um løgmadur sigur, at tað er ikki henda sakin, hann fer til Dan markar at viðgera, so skulu bæði løgmadur og danski statsministarin vita, at Tør oyingar ikki eru so blå oygdir, at teir ikki vita, at nú brýtur í bæði borð bæði í Tinganesi og á Christians- borg. Tann veruliga stødan er tann, at Føroya fólk ikki longur kann hava álit á danska fólkatinginum og | Kortini mugu á borðið donskum politikarum sum heild, og ti verður ikki talan um at lata nakra kanning ganga umaftur, men heldur at Føroya Løgting einmælt samtykkir a: senda málið til politiid, og er tað so, at tað ikki fæst álit á politinum, ti tað er danskt, so eru aðrir vegir at ganga. Tað er krystallklárt, at:álitið til Danmark og tað, sum danskt er, tað hevur so sanniliga fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er ikki avtalan sum er ímillum Danmark og Føroyar um ta ríkisrættar ligu støðuna, sum hevur á byrgdina, men tað eru po hitíkarar. sum ikki liva upp til tað, sum krevst Føroya fólk er av banka málinum bundið niður av krøvum, sum vórðu sett av donsku stjørnini, nú tað er komið fram, at Føroya fólk er hildið fyri gjøldur av somu persónum sum krøv ini hava sett, eigur danska stjórnin at ganga í seg sjálva og leggja kortini á borðið Hvat er tað, sum verður krógvað fyri Føroya fólki harra statsministari? Hvat er tað, sum verður fjalt við kravi um tagnarskyldu, harra løgmaður Sverri Midjord Sandingar í Havn Hetta hevur verið heitið sum hevur verið í bløðunum at sæð teir seinastu dagarn ar, og haldi eg at hetta er sera spennandi. Vit hava í nógv ár tosað um at gjørt okkurt líknandi, men tað er bara blivid til prát. Men góðu tit, sum nú eru farin í gongd við tiltakinum, eg havi tryggjað mær og mín- um atgongumerkið, og síggi eg, at har hava tit nógv at bjóða, bæði ul tað unga og tað meiri tilkomna fólkið Kvinnuhúsið sum meg, til dømis síggi eg at eisini verður farið upp á gólv. Ju, tað er frálíkt. Og eg vænti at tað verður eitt kveld sum seint verður gloymt. Og onki er at ivast í at lukan verður góð Ég ynski tykkum góða eydnu framhaldandi og vit síggjast tann 27. sept Takk fyri Heilsan eldri maður av Sandi Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvort hóskvold frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUN, Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. Í Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 á morgni. Tað verður kunngjørt verður fyri ætt og vinum at at LENHARD JACOBSEN ættaður úr Sørvågi búsitandi á Argjum andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin. 7. sept ember, 64 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin 10. september kl 18 Jarðarferðin verður úr Argja kirkju hósdagin 11 september klokkan 13 Fyri tey avvardandi Julia Tøkk til tykkum sum mintust meg å 70 åra degn- um vid telefonsamrødum, blómum, gávum og telegramkortum og vitjan inn á gólvið, og tit, sum hjålptu so væl til og gjørdu dagin sera hugnaligan. Takk øll. Heilsan Kina Bech gg rr