Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 206 - 30. oktober 2003 Nr. 206 - 30. oktober 2003 13 Vestmanna Komm- una hevur fleiri verkætlanir í gongd. 25 nýggj grundstykki verða gjørd byggiklár. Dagstovn verður farið undir fyrsta dagin. Arbeitt verður við ungdómshúsi, um- framt at ferðslu- møguleikarnir hjá fólki verða betraðir um Fossá KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Vestmanna: Tey fyrireika seg til kom- andi ættarliðini í Vest- manna. Útstykkingar og dagstovnar eru stóru post- arnir á fíggjarætlanini í løtuni, sigur borgarstjórin. Uttan fyri Hórará verða 25 grundstykkir gjørd byggibúgvin í løtuni, greið- ir Gunn Joensen, borgar- stjóri í Vestmana Kom- munu, frá. Eini 15-17 teirra eru umbiðin, men hon veit kortini ikki fyri heilt vist, um umbønirnar fara at standa við, tá endaliga lið- ugt er, sigur hon. Borgarstjórin greiðir frá, at Vestmanna Kommuna stendur fyri allari tilgerðini av grundstykkjunum. Tá liðugt er komandi summar, vera tey púra klár at byggj á. Kommunan syrgir fyri planering, at vatn, streymur og kloakkir koma til, eins og kommuna syrgir fyri asfaltering av øllum økin- um. Lyktasteyrar verða settir upp og so framvegis, sigur Gunn Joensen. Stutt sagt: alt verður gjørt tipp topp. Hon sigur, at tað verður felags kloakkskipan til øll grundstykkini í nýggju út- stykkingini. Ein stórur fel- ags rottangi verður til øll. Grundstykkini, sum eru 500 og 600 fermetrar til víddar, fara at kosta umleið 200.000,- krónur hvørt, tá klárt verður at byggja á tey, sigur Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna. Vestmanna Kommuna syrgir eisini fyri teimum yngstu, sum væntandi fara at búgva í nýggja býlingin- um og aðrastaðni í Vest- manna. Kommuna fer at gera dagstovn við 80 pláss- um. Ætlandi skal stovnurin standa klárur at flyta inn í um eitt ár ella so, sigur borgarstjórin. Vestmanna Timburhandil hevur givið eit boð upp á ein lidnan dagstovn við plássi til 80 børn. Talan er bæði um vøggustovu- og barnagarðsbørn, greiðir Gunn Joensen frá. Stovnur- in fer at hava fimm stovur, sigur hon. Tvær verða til vøggustovubørnini, og hin- ar tríggjar til barnagarðs- børnini. Dagstovnurin kostar frá leverandørinum átta milli- ónir krónur, sigur hon. Men so verður roknað við, at kommunan skal gera ymiskt afturat rundan um sjálvan bygningin, so enda- ligi kostnaðurin fer at liggja eitt sindur hægri enn tað. Men til dagstovnurin er liðugur, verður neyðugt at hýsa teimum smáu onkra aðrastaðni. og til tað enda- málið hevur Vestmanna Kommuna keypt eini set- hús, sum nu verða gjørd klár til á taka í móti 20-25 vøggustovubørnum. Hetta arbeiðið verður helst liðugt til jóla, væntar Gunn Joen- sen. Eisini tey eitt sindur eldri, sum kortini eru í yngra endanum, hava okk- urt í væntu í Vestmanna. Arbeitt verður við eini ætlan at gera góðu, gomlu Geilina - ella Goylina, sum tey siga í Vestmanna - í stand aftur. Ætlandi skal húsið so brúkast til ung- dómshús og fríðtíðartil- hald. Men tann ætlanin er enn ikki komin longri enn á tekniborðið, sigur borgar- stjórin. Inni á Firði er nógv tókt pláss, nú ferjulegan ikki verður brúkt. Og okkurt er við at henda har eisini, skilst á borgarstjóranum. Vest Pack hevur biðið um at sleppa at leiga lendið oman frá verandi bygningi. Væntandi við eini ætlaðari útbygging fyri eyga. Hvussu verður við Fiski- vinnuskúlanum, veit Gunn Joensen einki at siga í løtuni. Tað skuldi setast ein arbeiðsbólkur, har Vest- manna Kommuna skuldi hava ein lim. Men komm- unan hevur einki frætt aftur frá Mentamálaráðnum um tað málið, sigur hon. Nýggj gongubrúgv verð- ur løgd um Fossá við síð- una av brúnni beint innan fyri Fossáverkið. Talan er um eina stál- brúgv, sum skal leggjast leys av verandi brúgv uttan- fyri. Hetta arbeiðið verður gjørt saman við landsverk- frøðinginum. Talan er um eina broytta ætlan í mun til ta upprunaligu, sigur Gunn Joensen. Men Vestmenn- ingar vóru ikki nøgdir við tað, sum upprunalig var av- gjørt, og fyri at fáa tað, sum tey vildu, valdi Vestmanna Kommuna so at átaka sær ein part av kostnaðinum, sigur hon. Teir hava nokk at gera í nýggju smiðjuni hjá Rógva Nielsen í Vestmanna. Teir arbeiða bæði á sjógvi og á landi HANDVERK Edvard Joensen Vestmanna: Í smiðjuni hjá Rógva Nielsen í Vestmanna hava teir tríggir smiðirnir nokk at gera, letur eigarin at. Rógvi Nielsen hevur fyri stuttum keypt eitt fyrrver- andi bilverkstað í Vest- manna, sum hann nú hevur gjørt um til maskinverk- stað. har arbeiða tríggir mans. Tveir maskinsmiðir og ein bilsmiður. Rógvi Nielsne letur at, at nokk er at gera i løtuni. At eitt nú alivinnan ikki ehvur tað so gott, merkja teir einki til, sum er, sigur hann. Tó so, at uppgávur fyri alivinnuna fáa tier at kalla ikki. Men í aðrar mátar er nóg mikið a taka í. Teir arbeiða nógv vvs arbeiði, sigur hann. umframt annað, sum fellur fyri. Nógv arbeiði hava teir við smáum bátum, sigur Rógvi Nielsen, og onkur alibátur er korintin ímillum, treyðugt so. Rætting Í samrøðu við Rógva Nielsen um blóðgimakinu hans- ara, sum stóð í blaðnum í gjár, hava vit gjørt honum og Vestsalmon órætt, tá nevnt varð um nøgdirnar av klori, sum fóru á sjógv. Skrivað varð, at eini átta tons av klori vóru slept á sjógv um vikuna. Her hevur blaðmaðurin bara ikki lisið egin notat nóg væl, tí nøgdin, Rógvi Nielsen nevndi í samrøð- uni, er umleið 800 litrar um vikuna. Vit biða orsakað mistakið. blðm. Vestmenningar trúgva upp á framtíðina Nokk at gera í smiðjuni Rógvi Nielsen hevur keypt eitt fyrrverandi bilverkstað í Vestmanna og hevur nú maskinsmiðju, sum hevur nokk at gera, letur hann at mynd: Jens Kristian Vang Teir eru farnir undir arbeiðið at gera nýggja gongubrúgv um Fossá í Vestmanna Mynd: Jens Kristian Vang Nýggja brúgvin, sum skal leggjast um Fossá, liggur og bíðar á plássinum innan fyri ferjuleguna inni á Firði Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 30. oktober. Absalon. Er navnið á soni Dávids. Bíbilska navnið merkir faðir at friðinum. Prógv sum stýrimenn í 1973 Fyri 30 árum síðan, í juni 1973, fingu átta næmingar prógv sum stýrimenn á Føroya Sjómansskúla. Teir vóru: Per Larsen, Porkeri, Jógvan Olsen, Klaksvík, Trygvi Frimann Thomsen, Sumba, Kári millum Garðarnar, Klaksvík, Freilif M.S. Petersen, Tórshavn, Ellind Danielsen, Fámjin, Rúni Viberg Mortensen, Tvøroyri, Levi Christiansen, Tórshavn. Leygardagin 1. november fyllir Sigrun Nolsøe 70 ár. Hon er fødd 1. november 1933 í Vestmanna, dóttir Jens Paula Danielsen av Stykkinum og Kathrinu f. Olsen av Válinum. Sigrun var gift við Tórálvi Nolsøe av Tvøroyri og fingu tey tvey børn, Jens Pauli og Katarina. Hon tók læraraprógv á Føroya Lær- araskúla í 1958, og hevur verið lærari í Vestmanna skúla 1958-59, Tórshavnar Kommunuskúla 1959-68, og í Venjing- arskúlanum 1968-95. Hon fór úr starvi 1. januar 1996. Sigrun var á skeiði í serundirvísing í 1965 og 1966, pratikk- læraraskeiði í 1968-69, ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya 1981-82 og tók hon serlæraraútbúgving í 1986. Góða mamma, vit ynskja tær hjarta- liga tillukku við føðingardegnum nú leygardagin og mong góð ár framyvir. Børnini Sigrun Nolsøe 70 ár Góða omma. Tað er eitt sindur løgið, nú tú ikki ert millum okkum meira. Tú, sum altíð hevur staðið klár at taka ímóti okkum, tá leiðin skuldi leggjast inn í Eysturoynna. Sum smádreingir mundu tað kanska einamest vera bollarnir hjá ommu, sum drógu inneftir, tí teir vóru so avgjørt nakað fyri seg. Og ikki at tosa um umstøðurnar heima í køkinum, har bollarnir vórðu etnir. Kanska vóru tað eisini tær, sum góvu besta smakkin. Hugnaligt, deiligt og heimligt. Og ikki minst við tí kærleika, sum bara ein omma kann geva. Tí at kærleikin frá tær var stórur, kann eingin vera í iva um. Sjálvt um tú ikki altíð mundi vera so samd í øllum tí, sum vit tókust við, so var hetta tó ongan tíð nakað, sum fekk teg at taka tey hørðu orðini fram. Góð ráð og vælmeintar rættleiðingar, sjálvandi, men tað var so eisini tað. Tú lat okkum altíð vera teir smádreingirnar, sum vit jú eisini vóru. Tað var markleysur kærleiki, og hendan dugdi tú eisini at sýna øllum okkum ommubørnunum. Og tað var ikki bert sum smádreingir, at vit upplivdu hendan kærleika. Eisini nú í vaksnamannalívinum hevur tú fylgt okkum. Vitjanirnar hava kanska ikki altíð verið eins títtar, og nú seinastu tíðina mundi tú vera meira í Havn enn vit á Glyvrum, men tað kundi vera tær tað sama. Tú royndi framvegis á sama hátt at leiða okkum fram í lívinum, og líkamikið nær seinasta vitjanin hevði verið, so vart tú framvegis eins væl kunnað um tað, sum vit nú einaferð tókust við. Kanska var hetta umhugsni og hesin áhugin sprottin úr lívinum sum sjómanskvinna, ið tú sum so mangar aðrar var tey nógvu árini. Eitt lív, sum fyri tað nógva mundi binda teg at heiminum, men sum tó ikki forðaði fyri, at tú kundi fáa nógv á skaftið. Sjómansheimið, Missiónshúsið og Ellisheimið munnu vera sjónligastu prógvini um hetta, og at tú var avhildin av mongum, var stóra fylgi sunnudagin eisini livandi prógv um. Longu fyri 23 árum síðani bleivst tú einkja, men hóast hetta var ein dyggur stoytur, so latst tú teg ikki merkja av hesum. Í øllum førum ikki mótvegis okkum. Tú hevði jú eisini títt álit á Harran og hansara gerðir, og tó at tað kanska ikki altíð er eins lætt at fylgja, so tóktist tað, sum hevði tú bara góðtikið, at soleiðis skuldi tað nú einaferð verða. Sjálv untist tær so nógv góð ár afturat, og sjálvt um mjødnin argaði nakað leingi, og hóast aðrir lutir eisini vóru farnir at bila, so rakti hetta ongantíð títt ljósa sinni. Langommubørnini fekst tú so eisini loksins fimm av, hóast hetta mátti bíða nakað leingi. Og heldur ikki tey vóru forsmádd fyri tínum gávuríku hondum. Ofta mundi tú taka til, at nú var seinasta plaggið bundið, men onkursvegna kom so altíð okkurt afturat. Tað eru ikki meira enn tríggir mánaðir síðani, at Magni fekk føroysk klæði frá langommuni. Kanska varð meira tíð enn vant nýtt til hesa, men tað sýnir í øllum førum, at tú vildi alt tað, sum stóð í tíni makt, til tess at gleða tíni nærmastu. Og tað gjørdi tú ofta. Framyvir verður tað tó bert talan um minnir í so máta. Góð minni, sum eingin okkara fer at sleppa soleiðis uttan víðari. Tí sjálvt um tær ikki dámdi at gera nakran háva burturúr tær sjálvari, so hevur tú í mangar mátar verið ein fyrimynd fyri okkum. Ein fyrimynd, sum vit altíð framyvir kunnu líta á, um ivamál taka seg upp á lívsleiðini. Sum altíð vil minna okkum á, at vit eiga at handla eftir samvitsku okkara, soleiðis at vit eisini eru klár at taka dystin við tær mótstøður, sum altíð vilja koma. Og at tú var til reiðar, nú seinasti dysturin stóð fyri framman, mundi eingin ivi vera um. Tú visti av, at tín tíð var komin, og tú visti eisini av, at tú einki hevði at óttast, nú Harrin stóð til reiðar at taka teg til sín. Sjálv hevði tú eisini gjørt av, hvørji orð skuldu nýtast til jarðarferðina, og við teimum siga vit tær farvæl. Farvæl góða omma, og takk fyri alt tað, sum tú hevur verið fyri okkum. Martin og Jákup Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur 5. Mós. 31,8 Sanna Vang 12. mars 1916 - 23. oktober 2003 C M Y K 13 12