Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. september 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 172 — 11. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið Kann lættliga aftur enda galið — Stødan í føroyska vinnulivinum líkist alt ov nógv støduni áðrenn kreppuna. Tað tykist. sum um vit fara at gera somu mistøkini enn eina ferð. Men vit eiga at hugsa ødrvisi. — I 19. øld livdu før- oyingar av landbúnaðinum, í på enn fiskivinnuni i EIRIKUR LINDENSKOV Tad kann tykjast eitt sind- ur paradoksalt við Fram- taksgrunninum, sum skuldi seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum, at hann beinleiðis fór aftur í tað gamla. Hann stuðlaði eini fiskasølu, sum fór at pilka rækjur í Kina Tað er ikki beinleiðis at seta nýtt virksemi í gongd, sigur Jógvan Mørkøre, sam- felagsfrødingur Hatta er sjålvandi held- ur banalt sagt, heldur Jógv an Mørkøre. Men hann sig- ur, at kósin ikki er tann rætt- a, soleiðis sum tað gongur í samfelagnum í dag, tá vit spyrja hann, um viðurskift- int viðvíkjandi Framtaks- grunninum, gongdini í før- oysku fiskivinnuni og í samfelagnum sum so Jógvan Mørkøre væntar ikki, at løgtingsmenn fara at taka av Framtaksgrunnin - Tað verður eitt heldur stórt stig at taka, og tá koma politikarar at standa í teirra egna skugga. Og tað verður vónleyst at vita, hvussu við- urskiftini tá fara at hátta seg, eins og tað kundi blivið, fingu vit eina antimonopol lóg á sinni. Tá var onkur politikar ari, sum ávaraði, tí eingin kundi siga, hvussu tað bleiv aftaná, sigur Jógvan Merk øre Hann heldur eisini, at pol- ttkarar uttan iva halda tað vera eitt vánaligt signal at senda út, at nú valdar anar ki. Tí heldur hann, at menn ikki vildu gera eina anti monopollóg, sum beinleiðis varð vend ímóti Fiskavirk- ing Legtingið uttan ávirkan Alt hetta botnar í nøkrum konstruktiónum, sum leg- tingid ikki eigur, heldur Jógvan Mørkøre. — Hvørki Fiskavirking, Framtaks- grunnin ella kvoturnar. Hetta eru viðurskifti, sum komin eru inn á okkum utt- anífrá. Av tí sama eigur hett- a ongan góðan - Talan er um skrivara- borðsloysnir, sum kanska sambært onkra teori eru rættar, men tað, sum verður gloymt er, at loysnirnar skulu hava eitt politiskt grundarlag at byggja á. Hetta sást so væl við kvot- unum. Tað er ikki óvíst, at vit kundu fingið kvotur, utt- an at hetta var kroyst inn á okkum. Var tað hinvegin vinnan, sum kom við hes- um, høvdu vit uttan iva ” kunna funnið onkra loysn, sum vit kundu liva við, heldur samfelagsfrødingur- in Jógvan Mørkøre Politikarar ikki blanda seg — Tað er uppi í tíðini, at politikararnir skulu halda seg uttanfyri. Hetta er tað, sum verður lagt upp til í nýggju stýrisskipanarlógini Teir skulu ikki blanda seg upp í stakstýringina. Hetta er eitt prinsipp, sum er trup ult at gera nakað við. Nógv ir av teimum, sum tosa um at koyra nevndina í Fram taksgrunninum, argument era eisini fyri, at:tingini skulu verða sundurskild - at løgtingid ikki skal blanda seg upp í stakavgerðir - Men tað er nakað ann að, tá grunnurin nærum verður tømdur upp á nøkur fá stór virki. Tá kann tað verða ein spurningur, um hetta er í trá við endamálið, heldur Jógvan Mørkøre Her kunnu vit so tosa um at hava eftirlit við, hvussu grunnurin fer við almennum pengum - og hendan síðan hevur verið illa vard, vísir Jógvan Mørkøre á Hann heldur, at ta kundi borið til hjá løgtinginum at farið til løgmann, og sagt, at hann skuldi fylgt tingsins vilja. Men her sansaði at í vår, tá tað næstan kom til skarpskeringar í málinum viðvíkjandi Fiskavirking Tað hevur víst seg, at løgmadur í heilt nógvum týðandi málum ikki hevur havt samgonguna aftan fyri seg. Men av tf at samgong- an og andstødan ikki hevur kunna samst um nakað ann að, so hevur einki verið at gjørt Hetta kom serliga týð uliga fram í sambandi við Fiskavirking, at tey, sum skuldu bjóða løgmanni av, kundu ikki semjast um nak að annað, men hugsað held- ur, hvat so fór at henda, um Fiskavirking fekk eitt skot fyri bógvin - Tá var m. a. Jóannes Eidesgaard frammi og bað menn sinna seg. Men hann heyði jú eisini virkið á Tvøroyri at hugsa um, og eingin kundi verið vísur í, at just hetta virki fór at koyr- a víðari Avgerðir uttan it eru í eini undarligar fas- u, har tær týðandi avgerðir- nar verða tiknar uttan nakra politiska tilgongd. Hetta ør- kymlar eisini politikararnar og sást væl, tá Richard Mikkelsen rættuliga arro- gant ikki vildi tosa um av- gerðirnar, sigur Jógvan Mørkøre, sum einki legið heldur vera í, at hetta provo- kerar politikarar. — Hetta er ein stórur trup- ulleiki, sum eisini hevur slóðað fyri nógvum av hes- um diktatunum uttanífrá Vit hava ongantíð rættuliga megnað at fáa ein saman- hangandi politikk á hesum økjunum — Tá alt á sinnið skrambl- aði saman hevði verið høvi at stungið fingurin í jørðina, heldur Jógvan Mørkøre, sum vísir á, at tá eisini varð tosað um at skifta út og san era Tá var tosað um at fåa loyst strukturproblemið - vit høvdu ov nógv virki og ov nógv skip. Men stødan í dag er ikki nógv ødrvisi, vit hav a aftur fleiri skip og fleiri virki. Tað er ilt at síggja, at tað kann verða øllum liv lagað, heldur Jógvan Mørk - øre Annar trupulleiki er tað regionala. Her kundi ráð- fiskabýtið verið ein møgu- leiki - vid kvotabyti, ið varð býtt út á skini. Hetta kann verða eitt sindur ringt í dag, nú vit hava knýtt kvoturnar at skipunum Skulu tosa um aðra vinnu Vit hava ongantíð fingið hol á tankarnar um eina diff- erntiering. Hetta má gerast soleiðis, at tað ber til. Vit kunnu ikki lova øllum at arbeiða i fiskivinnuni - tað er tað gamla, og tað er at geva fólki stein fyri breyð Tann gamla karosellin koyrir enn. Vit gera stórt sæð tað sama umaftur og kemur skrædlið aftur, so hava vit prógvað, at:við megnaðu ikki at gera nakað Skal nakað gerast, má tað gerast eftir eini ætlan, vit mugu hava eitt tlætlað mál - og tað er hetta, sum lammar polttiska lívið Eg havi ilt við at síggja veruliga politikkin hjá sam gonguni - hvat skal fara fram á landi og hvat skal fara fram á sjógvi. Vit síggja hvussu teir høgga eftir hverjum ødrum, løgmadur hartar sinar samgongumenn fyri fiskidagarnar, og sam- gongumenn loypa á løg- mann um spurningin um Fiskavirking og Framtaks- grunnin. Har eru størir spenningar og eingin saml aður politikkur í 20. øld av fiskivinnuni. Eingin tykist halda, vit fara at liva av ødrum 21. øld sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrødingur Sama heldur Jógvan Mørkøre er galdandi fyri teir stóru flokkarnar, har eingin greiður politikkur er Tað var einaferð onkur, sum vísti á, at pláss var ikki fyri fleiri enn 25.000 fólk um í Føroyum Nú veit eg ikki, hver týdningur var lagdur í hetta, men hugsa vit um fiskivinn- una, so kundi hendan mynd in verið nýtt upp á hana at hon valla kann breyðfaða fleiri enn 25.000 fólk, sigur Jógvan Mørkøre - Okkum tørvar ein heilt annan hugsunarhátt. Okk- um tørvar eina prosess - eitt politiskt orðaskifti, sum kann færa til, at vit í Før- oyum fara undir aðrar vinn- ur, at vit veruliga gera nakað við hetta, sigur Jógvan Mørkøre. Hann heldur ikki, at vit enn eru komin nakað serligt á leið við hesum, og saknar hetta í stóran mun í politiska kjakinum - og í fjølmidlunum. Hvørjum føroyingar fara Jógvan Mørkøre, sam- felagsfrødingur heldur, at vit hugsa alt ov litid um at taka stig til altern- ativa vinnu - fiskivinnuna at liva av i 21. øld, veit Jógvan Mørkøre ikki at sig a, men hann visir kortini å nakað, sum kann geva høvi til efurtanka I 19. eld livdu føroy- ingar av landbúnaðinum Eingin hevði tá tråd upp á, at føroyingar í 20. eld skuldu liva av fiskivinnuni Men tað hava vit gjørt, og eftir øllum at døma er eing- in, sum roknar við, at vit fara at liva av øðrum, enn fiskivinnuni í 21. eld heldur — Men tað er hetta, sum vit eiga at fyrihalda okkum til í politiska kjakinum, sig- ur Jógvan Mørkøre ístaðin fyri Heia Norge! Nú koma førovingar á vitjan! Flúgv beinleiðis til og úr Noregi á jólum. Eftir áheitan frá okkara landsmonnum í Noregi gevur Atlantic Airways nú tykkara norsku skyldfólkum møguleika at koma heim at vitja á jólum. Somuleidis geva vit tær møguleika at standa á skium í norsku fjøllunum ella eta jóladegverðan saman við norskum vinum ella skyldfólkum. Ferðaætlan Strekkið Fráferð: Koma Kostnaður Afturftram: Einvegis Hósdagin 18. des. Føroyar - Bergen 17.30 19.35 Vaksin: 3.300,- 2200,- Bergen - Føroyar 20.35 20.40 Maki: 1.650,- 1.100,- Sunnudagin 04. jan. Føroyar - Bergen 07.00 09.05 Børn 2-19 år 1650- 1.100 rgen - ar 10.05 10.10 Bern undir 2 ár: 330,- 220- Gevið gætur at tíðirnar eru lokalar Ungdéms/65-sedil 2800,- 1.700,- ” Ferðaavgjald ikki iroknad Ur Feroyum: 120,- (12 ár og eldri) Ur Bergen: 129,- (2 ár og eldri) N : lýsi og bíleggi , A silum ferðaskrivstovum landsins. D Atlantic Airways Tif. 33900 - Fax 33990