hósdagur 11. september 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 172 — 11. SEPTEMBER 1997
tíðindablaðið
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun k“ olivant.fo
A
|
|
verður í vikuskiftinum
NL
.
Vit fylgja við
Sosialurin hevur fingurin á pulsinum, tá tað snýr seg
um føroyskan ítrótt. Hvønn týsdag hava vit hópin av
ítrótti í bladnum, og eisini gjøgnum alla vikuna kanst
| tú finna ítrótt í her í blaðnum. Í morgin og leygardagin
| ber m.a. til at lesa um Europa-Cup dystirnar hjá VÍF
leygardagin og sunnudagin, og um fótbóltin, sum
= NN
EEN
7
Allan Simonsen sett
spælarar uppå plåss
Fótbóltur: Tað kostaði Inga Rasmus-
sen og Mikkjali Thomasen nógv, at
teir vóru ov seinir til hvíldina áðrenn
dystin móti Kekkia í Prag
Antin 1500 krónur í bót ella
eitt ár burtur frá landslið
num!
So greitt var valið teir
báðir landsliðsspælararnir
Mikkjal Thomassen og Ingi
Rasmussen fingu frá Allan
Simonsen eftir dystin móti
Kekkia 20. august
Og teir valdu hvør sitt
Ingi segði farvæl ul helm
ingin av pengunum, hann
átti ul góðar fyri ferðina til
Kekkia, meðan Mikkjal
Thomassen heldur tók kar
antenuna
Orsøkin ul rumblið var
at teir báðir HB-spælararnir
vóru 10 minuttir ov seinu
til hvíldina, sum var ásett
at vera kl. 14.00 dagin fyri
dystin í Prag
Ingi og Mikkjal høvdu
verið ein túr í bynum, og
ásannað báðir, at teir vóru
ov seinir aftur á gistingar
húsið
Og eftir dystin, sum Før
oyar taptu 2-0, kom Allan
Simonsen til teir bådar
spælararnar og segði, at
hann noyddist at revså teir
Teir fingu so valið millum
1500 krónur í bót ella eitt
ár burtur frá landsliðnum
Revsa teir nýggju
fyri at ávara hinar
Ingi Rasmussen váttar yvir
fyri ítróttarsostalinum, at
hann hevur tíkið við eini
bót, sum Allan Simonsen
hevur givið honum, men
hann vil íkki siga meiri um
hendingina
- Eg fekk eitt val millum
eina bót og karantenu í eitt
ár. Eg valdi bótina, og havi
ikki hug at gera meiri burt
ur úr tí, sigur hann
Mikkjal Thomassen vildi
hinvegin ikki gjalda bótina,
og hann heldur ikki, at hann
hevur fingið réttu viðferð
ina
Eg visti einki um, at vit
kundu vænta hesa revsing
ina, og Allan Simosen vil
helst bara reysa spælarar,
sum eru nýggir á liðnum,
fyri at ávara hinar, sigur
hann vid ltróttarsostalin
- Hevdi tað verið onkrir
av teimum meiri etableradu,
so ivist eg i, um revsingin
hevår verið tann sama
Allan Simonsen vísur
hesum aftur, og sigur, at tað
er als einki um hetta
Tað er líkagyldugt hver
tað var, sum breyt avtaluna
sum vit høvdu gjørt. Eg
kundi ikki síggja millum
fingrarnar, og var noyddur
at reysa spælarar. sigur
hann
Orð móti orði
Mikkjal Thomassen førir
fram. at hann hevæå einki
fingið at vita um, at revs
ingin fyri at verða ov seinur
til hvildin var so hørð
- Eg forsvari ikki, at eg
var ov seinur. Tað var skeivt
av mær, og tað er í fínasta
ordan, at hava eina greiða
linju. Men eg visti bara ikki
um hetta áðrenn. og tá Allan
Simonsen nú sigur, at hann
hevði sagt tað við okkum
tveir tímar áðrenn, so passar
tað ikki, sigur hann
Allan tosaði um kort-
spælið, sum er ein trupul
leiki á landsliðnum, og
einki um bútur og reysingar
fyri at vera ov seinur til
hvíldina
Tað stendur orð móti orði
hesum viðvíkjandi. tí Allan
Simonsen greiður Ítróttar
sostalinum frá, at sama dag,
sum spælararnir vóru ov
seinir ul hvildina, høvdu teir
havt ein fund, har tað var
gjørt greitt, at allar tíðir
skuldu haldast
Og tá so tveir spælarar
bara tveir tímar seinni bróta
avtaluna, sum vit gjørdu,
kann eg ikki finna meg í tí
Eg var noyddur at revsa teir,
og skapa eitt fordømi fyri
hinar spælararnar
Verður hetta nú nakað
sum tú fert at halda fram
við framyvir?
Øll koma av og á ov
seint, tað geri eg eisini, og
framyvir fara vit at meta um
hvert einstakt dómi. Ég
haldi bara, at hendingin í
Prag var so grov, tí vit
høvdu beint frammanundan
avtala, at allar tíðir skuldu
haldast. Og annar av spæl-
arunum heyði áðrenn hann
fór i býin spurt liðferaran
um hann kundi fara, fekk
eitt nei, og fór hóast tað
Ikki at fara ov langt.
Í Ekstrablaðnum leygardag-
in er stór samrøda við Allan
Simonsen um millum annað
hansara landsliðsarbeiðið í
Føroyum
Og har tosar landsliðs
venjarin um hvussu trupult
tað var at byrja í Føroyum,
tí spælararnir hildu ikki tíð
irnar. Hetta er vorðið nógv
betri við tíðini, og avtalur
nar verða nú hildnar, sigur
hann
Men tað er ein balansu
gongd, ti tú kanst ikki
krevja ov nógv av spælar-
unum, tá teir samstundis
hava eitt arbeiði við síðuna
av, sigur Allan Simonsen
við blaðið
Men landsliðsvenjarin
heldur ikki, at hann er farin
ov langt við at revsa Inga
og Mikkjal so ógvusliga
Nei, tað haldi eg avgjørt
ikki. Ut frá tí, sum vit høvdu
avtalað um at halda tíðirnar,
noyddist eg at gera okkurt,
um míni orð skuldu vera
nakað verd. Hevdi eg lauð
tað gingið, at spælararnir
vóru ov seinir til hvíldina,
so kundu allir gjørt tað sama
næstu ferð, sigur hann
Það krevur nakað av
spælarunum at vera á lands
liðnum, og at orðini hjá All-
=.
Allan Simonsen hevur
givið Mikkjal
Thomassen og Inga
Rasmussen revsing
an Simonsen um at hava ein
profesionellan innstilling
eru meiri enn bert stór orð,
er prågv um nú
Orðini eru vorðin til revs
ing, bót og karantenu!
ek
Vestmenn-
ingar hvíla
og venja
taktiskt
HONDBOLTUR: Dag
urin nærkast, tá VIF skal
spæla Europa-Cup hond
bóit, og í Vestmanna er
spenningurin við at koma
í hæddina nú
Nógv verður prátað um
dystirnar, sum verða leyg
ardagin og sunnudagin, og
væntast kannat høllin fer
at kóka undir dystunum
sum báðir verða spældir
klokkan 17.00
Mótstóðuliðið hjá VÍF
er rumenska Dynamo
Bukarest, sum telist mill
um tey heilt sterku feløg
ini í Europa
Vestmenningar kenna
nakað ul liðið, og teir vita
ið hvussu so er, at talan
verður um typiskar hond
boltsspælarar, tá hugsað
verður um elituna í Eur
opa Þeir eru stórir og
sterkir og spæla skjótan og
góðan hondbólt
Bert tveir av spælarun
um hjá Dynamo Bukarest
eru undir 190 sentimetrar
og fleiri av onkrir rísa upp
um teir tveir metrarnar
Í so máta fer Bukarest
at hava ein fyrimun, men
tað er vanligt tå føroyingar
royna seg móti útlendsk-
um feløgum
Eftir væl eydnaðu ferð-
ina til Danmarkar seinasta
vikuskiftið, gera
menningar ikki so nógv av
í venjingini hesa vikuna
Teir hava vant í langa
tíð, og eru væl fyri. Hesa
vikuna hevur løtt og tak
tisk venjing verið á
skránni, og seinasta venj-
ingin undan dystunum
verður í kveld
Tá dystirnir so koma
fyri leygardagin og sunnu-
dagin skulu VIF-spælarar-
nir verið so væl fyri, sum
tað letur seg gera av ama-
tørspælarum
— Vit hava fyrireikað
okkum væl, og nú fáa vit
at síggja, hvussu langt tað
røkkur einum krútsterkum
útlendskum liði, sigur Ingi
Olsen hjá VIF
Dynamo Bukarest kem-
ur til Føroya fríggjadagin,
teir spæla sínar tveir dyst-
ir, og fara so avstað aftur
VIF hevur fingið fleiri
fyrispurningar um at
spæla annan dystin í
Havn, men teir hava tíkið
avgerð um at spæla í Vest-
manna bæði leygardagin
og sunnudagi, og tann av-
gerðin stendyr við. Báðir
dystirnir verða. klokkan
17.00
Vvesl-
ek