hósdagur 30. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 206 - 30. oktober 2003
Nr. 206 - 30. oktober 2003
23
Eivør Pálsdóttir er
ikki longur ein
ókendur songfuglur,
sum føroyingar hava
heilt fyri seg sjálvan.
Íslendingar hava
fingið burturav
henni, og hava tikið
hana til sín sum eina
av teirra egnu. Tað
var týðuligt undir og
eftir útgávukonsert-
ina hjá Eivør í ís-
lendsku operuni týs-
kvøldið
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
runar@sosialurin.fo
Reykjavík:
Dagarnir tá
Eivør Pálsdóttir var ein væl
varðveittur
føroyskur
loynidómur eru taldir. Í
Íslandi er hon nú so væl
umtókt, at handlarnir í
Reykjavík tømdust mest
sum beinanvegin fyri fyrstu
sending av nýggju fløgu
hennara "Krákan". Og á út-
gávukonsertini týskvøldið
vildi standandi fagnaðurin
frá
nærum
fullsettu
áhoyraraplássunum ongan
enda fáa.
Men hóast hon tosar og
syngur íslenskt sum ein
innfødd, hevur Eivør varð-
- Eivør er meira enn
bara ein góður sang-
ari. Hon er eitt heil-
stoypt listafólk, og tí
skal hon koma sær
fram á sín egna hátt
og syngja hennara
egna tónleik, tónleik
úr Føroyum, heldur
Lárus Jóhannesson
frá 12 Tónum, sum
geva útfløguna
"Krákan"
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
runar@sosialurin.fo
Reykjavík: Hendan týs-
dagin hevur Lárus Jó-
hannesson hongt appelsin-
litaða slipsið um hálsin,
uttan at knýta tað í ein
slipsaknút. Tað hevur longu
verið ein harður dagur, tá
vit hitta hann á málið um
eitt-tíðina, beint eftir at ein
take-away døgurði í skundi
er fingin niðurum. Og fram
til klokkan 21, tá útgávu-
konsertin hjá Eivør Páls-
dóttir er sett at byrja, er
nógv sum skal fáast frá
hondum. Ov nógv til at tíð
er til at renna heim eftir
slipsinum og ov nógv til at
tað loysir seg at binda
hendan sveittaframkallandi
klútin um hálsin longu nú.
Lárus er nýklaktur fløgu-
útgevari. Seinastu seks
árini hevur hann fyrireikað
seg og sítt felag, 12 Tónar,
ið hann eigur saman við
Jóannes Ágústssyni, til
hesa hending.
- Felagið varð stovnað
fyri seks árum síðan mill-
um annað við tí endamáli at
útgeva tónleik, men kortini
er hetta tann fyrsta fløgan,
vit útgeva.
Orsøkin til at fyrsta
fløguútgávan hevur bíðað
so leingi er, at Lárus og
Jóannes vildu hava góða tíð
at seta seg inn í tónleika-
vinnuna, bæði í Íslandi og
uttanlands,
áðrenn
teir
kastaðu seg út í sína egnu
útgávu. Hesi seks árini,
síðan felagið byrjaði, hevur
12 Tónar rikið ein plátu-
handil í Reykjavík.
Fyrsta útgávan hjá 12
Tónum kallast "Krákan" og
aftanfyri
hana
stendur
navnframa føroyska sanga-
rinnan Eivør Pálsdóttir.
Nógv tilboð
At kalla øll plátufeløg í
Íslandi, harímillum tað
størsta,
"Skivan",
lógu
framvið at sleppa at útgeva
eina fløgu við Eivør Páls-
dóttir. At føroyska song-
kvinnan valdi júst 12 Tónar
er Lárus meira enn fegin
um.
- Um eg í dag kundi valt
millum
allar
heimsins
fløgur, hevði eg valt hesa
sum fyrstu útgávu hjá
Íslendingar hava fingið burturav Eivør
Eivør skal syngja á føroyskum
felagnum. Eg vil hava allan
heimin at vita um Eivør.
Um orsøkina til at tað
bleiv lítla 12 Tónar, sum
ongantíð hevur givið eina
fløgu út fyrr, heldur enn
okkurt størri og kendari
plátufelag, sum fekk avtalu
í lag við Eivør, kann Lárus
mestsum bara gita um.
- Eg kenni nokkso nógv
til føroyskan tónleik. Tað er
helst ein partur av orsøkini.
Eg kenni eisini allar lim-
irnar í bólki hennara, og so
kundu vit bjóða Eivør eina
avtalu, sum passaði henni
væl. Øll plátufeløgini í
Íslandi vóru áhugað at út-
geva fløguna hjá Eivør,
men tað, ið vit sum eitt lítið
plátufelag kunnu bjóða
framum tey størru, er at vit
geva hesari einu útgávuni
alla okkara tíð og orku,
sigur Lárus.
Onnur plátufeløg høvdu
øðrvísi ætlanir við fløguni.
Eitt nú setti "Skivan" sum
treyt, at øll løgini á fløguni
skuldu syngjast á enskum.
Hetta vildi Eivør ikki.
- Hetta er ikki nøkur stór
fløgumaskina.
Vit
eru
meira sum ein familja og
vit hava veruliga virðing
fyri Eivør sum tónkleikara,
sigur Lárus um felag hans-
ara 12 Tónar.
Hevur alt, sum skal til
Tað er eingin ivi um at Ei-
vør longu hevur gjørt seg
sjálvan til eitt kent navn í
øllum Íslandi. Serliga fram-
førslur hennara í íslendsk-
um sjónvarpi hava vunnið
songkvinnuni úr Gøtu ans.
Men fer hon eisini at taka
land á sama hátt uttanfyri
brøðratjóðina.
- Eg vóni at hon verður
kend um allan heim, og eg
trúgvi at hon hevur alt, sum
skal til fyri at náa hesum.
Hóast Eivør er ung, er hon
sera professionel. Hon ans-
ar væl eftir sínum sanggáv-
um, og tá hon arbeiðir við
tónleiki, er hon ógvuliga
fokuserað. Við hennara
gávum og eginleikum kann
hon koma heilt langt.
Men at koma langt er
einki mál í sær sjálvum,
sambært Lárusi, og hann
sær hvørki MTV ella aðrar
popmiðlar sum ein møgu-
ligan veg fyri Eivør.
- Tað er umráðandi at
skilja, at Eivør er meira enn
bara ein góður sangari. Hon
er eitt heilstoypt listafólk,
og tí skal hon koma sær
fram á sín egna hátt. Eivør
skal syngja hennara egna
tónleik, tónleik úr Føroy-
um. At koma sær fram á
heimspallinum við hesum
slagi av tónleiki er eitt stríð
og tað fer at taka sína tíð.
Tað finst eingin lættur
vegur.
Má halda seg óspilta
Fleiri íslendskir bólkar
royna hendan vegin í løtuni
við rímiliga góðum úrslitið.
Bólkurin Sigur Rós er
longu komin vegin fram, og
so er sjálvandi eisini ís-
lendski stoltleikin, Bjørk,
eitt dømi. Lárus hevur gjørt
sær sínar tankar um hvussu
Eivør skal megna at koma
óspilt fram.
- Hon verður noydd alla-
tíðina at trúgva uppá seg
sjálvan og vera trúgv ímóti
sær sjálvari. Allir teir ís-
lendsku bólkarnir, sum
hava megnað at koma fram
uttanlands, hava megnað
tað av tí at teir altíð hava
verið júst tað teir vildu
vera. Og eg haldi at Eivør
hevur teir eginleikar og ta
trúgv uppá seg sjálva, sum
skal til fyri at koma fram á
hendan hátt.
Og her kemur tað før-
oyska málið inn.
- Eivør er føroysk og
hóast hon er stinn í ís-
lendskum, so er hon nógv
best, tá hon syngur á før-
oyskum. Tað at hon syngur
á føroyskum ger tað meira
krevjandi hjá henni at koma
fram aðrastaðni, men í sær
sjálvum er tað ikki nøkur
forðing. Um tónleikurin er
góður er tað líkamikið á
hvørjum máli hann verður
sungin, sigur Lárus Jó-
hannesson, áðrenn hann má
leypa avstað yvir í operuna,
har hann fyrstu ferð skal
skipa fyri einari útgávu-
konsert.
veitt alt, sum er føroyskt
við henni, og hevur ikki lat-
ið seg í nakran íslendskan
ham.
Og tað er júst hetta, ið
íslendingar tykjast at dáma
við føroysku songkvinnuni.
Á útgávukonsertina vóru
hundraðtals fólk komin at
hoyra Eivør tulka føroysk
skjaldur og syngja sínar
egnu, føroysku, sangir. At
tey ikki skiltu orðini, legði
eftir øllum at døma eingin
nakað í, tí sum fleiri søgdu
aftaná konsertina, so skiltu
tey altíð huglagið í tekstin-
um, sum Eivør sang.
Funnið sín egna stíl
Tað eru liðin fýra á síðan
tann tá 16 ára gamla Eivør
gav sína fyrstu fløgu út,
eina fløgu sum av góðum
grundum enn verður spæld
og sum eisini hevur selt
rættiliga væl í Íslandi, so
hvørt sum songkvinnan er
vorðin alt meira kend.
Við
nýggju
fløguni,
"Krákan", tykist Eivør at
hava funnið sín egna stíl.
Hennara fortíð í jazzi for-
noktar seg ikki, og tað ger
tíðin
sum
progressivur
rockari bestemt heldur ikki.
Sjálv framførslan av løg-
unum er tann berandi
kraftin heldur enn løgini
sjálv ella teksturin, og tað
er kanska orsøkin til at
Eivør sleppur væl frá at
syngja á føroyskum.
Íslendingar
trúgva
í
hvussu er uppá, at tað eisini
er ein framtíð fyri føroysku
songkvinnuna uttan fyri
Ísland.
- Eg eri sannførdur um at
Eivør fer at koma langt.
Hon hevur alt, sum skal til,
fyri at gerast kend um allan
heimin. Og tá hon verður
tað, vænti eg at vit íslend-
ingar fara at vera stoltir av
henni, tí vit kenna at vit
eiga eitt sindur í henni,
hóast hon er føroysk og
syngur á føroyskum, segði
blaðstjórin á tónleikablað-
num "Sánd", eftir at hava
hoyrt Eivør enn einaferð.
Til Japan
Aftaná
konsertina
var
sokallað release-party á
einum náttklubba í ís-
lendska høvuðsstaðnum,
har umboð fyri fjølmiðlar
og onnur innboðin savnað-
ust.
Vikurnar undan útgávuni
hevur Eivør verið ein tann
mest umtalaði persónurin í
íslendskum fjølmiðlum, og
áhugin fylgdi føroysku
songkvinnuni heilt upp á
pallin týskvøldið, har ís-
lendskt sjónvarp tók upp
undir ljóðroyndini fyri at
senda beint undan konsert-
ini.
At fylgja sær tónlistarliga
hevur Eivør seinasta árið
havt tríggjar av frægastu
íslendsku tónleikarunum av
sínum slag. Petur Grétars-
son, ið spælir trummur,
percussion og harmoniku á
fløguni, fekk eina telefon-
uppringing frá Eivør.
Eivør sigur, at hon hevði
hoyrt, at Petur Grétarsson
var tann frægasti trummu-
spælarin í Íslandi og tí
ringdi hon til hansara, tá
hon skuldi savna sær ein
bólk. Afturat sær fekk Petur
Eðvarð Lárusson, guitar, og
Birgir Bragason, bass, og
hesir hava allir fylgt Eivør
hetta seinasta árið.
Í fyrstu atløgu verður
fløgan hjá teimum trimum
og Eivør givin út í Íslandi
og Føroyum. Fyrst í kom-
andi ári fara tey hennara á
konsertferð í Norðurlond-
um við fløguni og so er
ætlanin at royna fjarari
marknaðir, eitt nú eru
ítøkiligar ætlanir um at fara
til Japan.
Eivør og bólkur hennara
hava føroyska útgávu-
konsert í Norðurlanda-
húsinum 23. november.
- Eivør er føroysk og hóast hon er stinn í íslendskum, so er hon nógv best, tá hon syngur á føroyskum, heldur Lárus Jóhannesson
frá plátufelagnum 12 Tónum
Mynd: Rúnar Reistrup
Mynd: Sigurjón Guðjónsson
C
M
Y
K
23
22