hósdagur 30. oktober 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 30. oktober 2003
25
Vónir og hagfrøði hjá føroyingum í
donsku 1. deild
Liðkappingin í Dan-
mark byrjar 15. nov-
embur, og spennandi
verður at fylgja
gongdini hjá føroysku
útisetunum í donsku
elituni. Í Sosialinum
vera upptakstgreinir
undan hvørjum dysti
í vetur. Fyrsta upp-
taktin lýsir mótstøðu-
liðini, umframt vónir
og mál hjá føroyska
felagnum.
UPPTAKT
Talvfelagið Føroyar í
Keypmannahavn
Talvfelagið
Føroyar
í
Keypmannahavn, sum er
talvfelag fyri føroyskir úti-
setar, bleiv stovnað 14. sep-
tembur 1984. Felagið hevur
líka síðan stovnanina luttik-
ið í donsku liðkappingini.
Fyrstu tíggju árini vann
felagið seg longur og long-
ur upp í lokalu seriunum,
fyri síðani í 1995 at rykkja
upp í donsku 3. deild. Í
triðju deild eru fimm bólk-
ar við átta liðum í hvørjum
bólki. Árini 1995-2003
hevur felagið havt lið í
triðju og aðru deild, sum
hevur tveir bólkar við átta
liðum.
Seinasta
kappingarár
eydnaðist endiliga at røkka
ovastu rók innan danska
liðtelving, tá ið felagið
rykti upp í donsku 1. deild,
har ið bert átta feløg eru
umboðaði.
Vónir og mál
Vónirnar til fyrst árið í
ovastu deildini eru góðar.
Seinasta ár tá ið felagið
vann 2. deild, hevði felagið
valt at styrkja seg við ein-
um sterkum donskum al-
tjóða meistara (IM), Niko-
laj Borge, og tað vísti seg at
geva bonus. Føroysku telv-
ararnir og serliga John Arni
Nilssen telvaðu eisini væl.
Tó varð tað ikki ein tryggur
sigur, liðið fekk í seinasta
kappingarári.
Seinasta
umfar gjørdist sera spenn-
andi, men loksins lógu før-
oyingarnir tíbetur ovast og
ryktu upp í fremstu røð.
Málið fyri fyrsta árið í 1.
deild, er stutt og greitt at
halda seg í deildini. Til tess
er liðið styrkt við norska
stórmeistaranum
Einar
Gausel, sum er næsthægsti
telvarin á norska styrkilist-
anum. Við norska ískoyt-
inum, eigur at verða góðir
møguleiki at halda seg uppi
í 1. deild. Hvør veit, við
sindur av viðvindi kunna
føroyingarnir enda í topp
trý. Møguleikin er als ikki
heilt fjarur.
Føroyska liðið er styrkis-
mett nr. 4 av teimum 8 lið-
unum. Atljóðu ratingtølini
hjá føroyingunum og um-
boðunum á mótstøðuliðun-
um eru nýtt til samanber-
ingar og útrokningar. Sjey
umfør skula telvast, tískil er
møguligt at vinna sær í
mesta lagið 56 stig.
Vangamyndir av
liðunum
Helsinge hevur vunnið
danmarksmeistaraheitið
seinastu trý árini. Liðið
telur tveir stórmeistarar,
Petur Heine Nielsen, ið
eisini er hægst rataði danin,
og Lars Schandorff. Men
tað er í teirra sera sterku
breidd, at teir gera seg
galdandi — ikki færri enn
seks altjóða meistarar eru á
liðnum hjá Helsinge. Tveir
av IM’arunum eru sviar og
koma neyvan at telva ser-
liga nógv talv. Undir øllum
umstøðum er Helsinge sera
sterkt og má metast sum
favorittar at endurvinna
meistaraheitið. Telvararnir
úr Helsinge hava úr 2626
og niður í 2354 í rating.
Næsta liðið er Skolerne
úr Århus. Hetta er eisini eitt
sera sterkt lið við seks
IM’arum. Liðið kláraði seg
sera væl síðsta kappingarár.
Helsinge og Skolerne lógu
javnir í stigum tá ið kapp-
ingin varð lokin, og tískil
mátti umdystur til, sum
Helsinge vann. Av tí at
Helsinge meldaði avboð,
umboðaði Skolerne Dan-
mark við heiðurligum úr-
sliti í Europa Cup, sum
bleiv leikt í septembur.
Telvararnir hjá Skolerne
hava 2510 og niður í 2375 í
rating.
Liðið úr Brønshøj sær út
til at liggja á einum trygg-
um triðja plássi eftir styrk-
ismetingunum. Tvey tey
ovastu borðini eru mannaði
við GM Tiger Hillarp-Pers-
son og IM Kim Pilgaard,
sum báðir eru kendir í før-
oyskum talvhøpi. Brønshøj
var eisini styrkismett sum
nr. 3 seinasta ár, men bleiv
bert nr. 4 við 26_ stigum.
Orsøkin varð helst, at Tiger
bert telvaði trý talv og
sjálvt um hann fekk hálvt-
triðja stig, so varð allarhelst
stórur saknur í honum tey
umførini hann ikki leikti
við. Liðið telur tveir stór-
meistarar og tveir IM’arar.
Telvarnir hava úr 2512 og
niður í 2253 í rating.
Spjaðingin í styrki er eitt
sindur størri á føroyska
liðnum, enn á hinum lið-
unum. Liðið er tvíbýtt, so-
leiðis at ovara helvtin hevur
omanfyri 50% í væntaðu
skoru og niðara helvtin
hevur undir 50% í væntaðu
skoru.
Sjálvt um John Arni hev-
ur meira í rating enn Niko-
laj, so er hann settur aftan-
fyri á triðja borð. Vanligt er,
at borðini verða mannaði
eftir styrki. Orsøkin til hesa
rokering er, at John Arni
sum oftast er eirindarleysur
ímóti veikari telvarum,
meðan Nikolaj ofta hevur
fingið sera góð úrslit ímóti
heilt góðum telvarum. Vón-
andi fær liðið fleiri stig or-
sakað av taktisku broyting-
ini.
Niðara helvt
K41 hevur ein stórmeistara
á fyrsta borði, Henrik Dani-
elsen, sum eisini nakrar
ferðir hevur verið og telvað
í Føroyum. Annars er liðið
javnt sterkt, og sum heild
nakað veikari á pappírinum
enn føroyska liðið. Teir
hava úr 2496 niður í 2157 í
rating.
Liðið úr Århus bleiv sera
yvirraskandi nr. 3 seinasta
ár. Flestu telvararnir á liðn-
um telvaðu yvir evni, men
vónandi gera teir tað ikki
aftur í ár. Tveir IM’arar eru
á liðnum og telvararnir
liggja úr 2403 niður í 2179
í rating.
SK68 er eisini úr Århus
og er mannað við sera javnt
sterkum telvarum. Eingin
IM’ari ella GM´ari og
telvarnir hava úr 2347 niður
í 2235 í rating. Bert áhuga-
leikarar telva við liðnum.
Føroyingurin Jóan Hendrik
Andreassen (2135), sum er
búsitandi í Århus, er limur í
SK68, men hann plagar at
vera við øðrum liði hjá
SK68, sum telvar í 3. deild.
Nørresundby vann 2. deild
vestur seinasta ár og eru tí
fluttir upp saman við føroy-
ingunum, sum vunnu 2.
deild eystur. Liðið er mann-
að við áhugaleikarum uttan
tittultelvarum. Teir hava úr
2376 niður í 2164 í rating.
1-2. umfar
Liðkappingin byrjar sum
kunnugt leygardagin 15.
novembur. Tvey umfør
skulu telvast hetta viku-
skiftið, har øll feløgini í 1.
deild leika undir somu lon.
Leygardagin 15. novembur
hitta føroyingarnir Nørre-
sundby, og sunnudagin 16.
novembur
verður
mót-
støðuliðið SK 68.
Næsta upptaktsgrein fer
at snúgva seg um hesar
dystir, umframt at telvarar-
nir á føroyska liðnum verða
nærri lýstir.
John Arni Nilssen er uttan
iva sterkasta føroyska kortið í
talvkappingini
Styrkismeting av liðunum í donsku 1. deild
2003/2004
Miðal
Væntað
Væntað
rating
skora
skora%
1Helsinge
2440,0
37,68
67,3%
2Skolerne
2415,4
35,68
63,7%
3Brønshøj
2353,3
30,32
54,1%
4Føroyar
2318,3
27,36
48,9%
5K41
2283,1
24,16
43,1%
6Århus
2277,5
23,84
42,6%
7SK68
2271,0
23,28
41,6%
8Nørresundby
2259,0
22,08
39,4%
Føroyska liðið er styrkismett sum nr. 4.
Soleiðis verur liðið mannað (altjóða rating):
Borð
Navn Rating Tittul
Væntað
scora
1 Einar Gausel
2525
GM
4,14
(59%)
2 Nikolaj Borge
2408
IM
3,59
(51%)
3 John Arni Nilssen
2426
FM
4,26
(61%)
4 Flóvin Tór Næs
2337
FM
3,64
(52%)
5 Heini Olsen
2264
FM
3,18
(45%)
6 Eyðun Nolsøe
2227
2,98
(43%)
7 Carl E. N. Samuelsen 2194
2,73
(39%)
8 Heini Danielsen
2165
2,76
(39%)
25
Sandoyingar hava nú
fingið sína almennu
heimasíðu, har tíð-
indi av ymsum slag úr
føroyska fótbólts-
heiminum eru at
frætta
HEIMASÍÐA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
www.b71-sandoy.com.
Soleiðis eitur nýggjasta av
teimum almennu føroysku
fótbóltsheimasíðunum, og
tó at talan er um eitt av
smærru feløgunum í land-
inum, so er hetta als ikki
nakað, sum sæst á heima-
síðuni.
Tvørtur ímóti man talan
vera um eina av teimum
heimasíðunum, sum í út-
sjónd eru ruddiligast og
hentast at ferðast inni á.
Stórur dentur tykist vera
lagdur á tíðindapartin á
síðuni, og tað eru á ongan
hátt bert lokal tiðindi, sum
her eru at lesa. Væl verður
fylgt við í altjóða fótbóltin-
um, einjs og tíðindi úr
øllum tí føroyska fótbólts-
heiminum eru at síggja.
Hartil eru sja´lvandi eis-
ini hópin av upplýsingum
um sjálvt B71. Venjingar-
tíðir, søga, lógir og eisini
dómarabólkar kunnu finn-
ast uttan stórvegis hóva-
sták, og yvirhøvur tykist
vera lætt at fáa fatur í
ábyrgdarpersónunum
í
felagnum.
Yvir høvur ein sera góð
heimasíða, sum í øllum
førum í útsjónd og funktio-
naliteti leggur flestu kapp-
ingarneytarnar afturum við
fleiri bátslongdum.
Nr. 206 • hósdagur • 30. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
B71 á netinum
Heimasíðan hjá B71 telist
uttan iva millum tær allar
snøggastu á netinum
Meistaravenjarin úr
HB hevur skrivað
undir sáttmála við
danska Fremad
Amager
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Danska heimasíðan, fod-
boldland.dk, veit at siga, at
Frank Skytte, sum í ár
leiddi HB til meistara-
heitið, hevur gjørt sáttmála
við
danska
Fremad
Amager.
Frank Skytte, sum nú er
53 ár, skal tó ikki vera
høvuðsvenjari í felagnum.
Hinvegin verður hann mað-
urin, sum framyvir skal
standa fyri menningini av
ungu leikarunum í felagn-
um, soleiðis at hann hevur
ábyrgdina av talent-venj-
ingini og næstbesta liðnum
hjá felagnum, sum í løtuni
spælir í keypmannahavnar-
røðini. Hartil skal Skytte
eisini hava ábyrgdina av
venjaramenningini
í
felagnum.
Umframt Skytte, so eru
tó eisini onnur føroysk
ískoyti í Fremad Amager.
Sum kunnugt, so skrivaði
Jann Ingi Petersen í heyst
undir sáttmála við felagið,
og hartil veit heimasíðan
hjá HB at siga, at Andrew
av Fløtum fyri stuttum
hevur royndarvant við fel-
agnum. Hvørt hetta sein-
asta er ein liður í til-
gongdini av Frank Skytte,
er tó ikki greitt.
Skráin í 1. deild vetrarhálvu 2003/2004 – 5 lið
(dupultkapping)
31.10.03
Tvøroyrar Billardfelag
-
Havnar Klubbi
Kaggin 1
-
Kaggin 2
15.11.03
Tvøroyrar Billardfelag
-
Kaggin 1
Havnar Klubbi
-
Klaksvíkar
Billardfelag
04.12.03
Klaksvíkar Billardfelag -
Tvøroyrar
Billardfelag
Kaggin 2
-
Havnar Klubbi
12.12.03
Kaggin 2
-
Tvøroyrar
Billardfelag
Klaksvíkar
-
Kaggin 1
Billardfelag
09.01.04
Havnar Klubbi
-
Kaggin 1
Kaggin 2
-
Klaksvíkar
Billardfelag
23.01.04
Havnar Klubbi
-
Tvøroyrar
Billardfelag
Kaggin 2
-
Kaggin 1
06.02.04
Kaggin 1
-
Tvøroyrar
Billardfelag
Klaksvíkar Billardfelag -
Havnar Klubbi
20.02.04
Tvøroyrar Billardfelag
-
Klaksvíkar
Billardfelag
Havnar Klubbi
-
Kaggin 2
05.03.04
Tvøroyrar Billardfelag
-
Kaggin 2
Kaggin 1
-
Klaksvíkar
Billardfelag
19.03.04
Kaggin 1
-
Havnar Klubbi
Klaksvíkar Billardfelag -
Kaggin 2
BILLARD
tíðindaskriv
Hetta er tíðin, við kulda og myrk-
uri, tá eisini innandurakappingar-
nar í FM í billard byrja. Kappingin
byrjar longu hetta vikuskiftið.
Liðini í kappingini eru ikki eins
nógv sum undanfarin ár. Hvørki
Fuglafjarðar Billardfelag ella Vágs
Billardfelag eru við hesaferð.
Liðini sum luttaka eru: Klaksvíkar
Klubbi, Tvøroyrar Klubbi, Kaggin
(tvey lið) og Havnar Klubbi. Hetta
vikuskiftið spæla: Kaggaliðini
spæla móti hvørjum øðrum í
Kagganum, og Havnar Klubbi fer
til Tvøroyrar at spæla.
Kappingin í 2. og 3. deild er ikki
endaliga løgd enn.
FM í billard byrjar
Skytte sum talentstjóri
Frank Skytte er nú settur í
starv sum talent-stjóri í
danska Fremad Amager
C
M
Y
K
24