Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. september 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NI 173 1 SEPTEMBER 1997 tiðindablaðið - Ongan tydning, um eg eri dottir påpa min Tað kann ikki vera nakað nýtt, at eg eri dóttir pápa min, sigur ein av føroysku eygleidarunum í bankakanningarnevndini, nú ivi er såddur um hennara habilitet. Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla Dam, fyrrverandi løgmann, sum er ein teirra, ið er avhoyrdur av bankakanningarnevndini EIRIKUR LINDENSKOV Tad kann ikki vera nakað nytt, hverki fyri Føroya fólki ella fyri Føroya Løg tingi, at eg eri dóttir pápa mín. Eg kann ikki taka stød u til, um eg eri gegnig ella ikki gegnig. Men eg kann siga so mikið, at tå eg varð biðin um at taka hetta starv ið upp á meg av teirri sam gonguni, sum tå sat, ivadist eg, um eg skuldi taka av Hetta sigur Helena Dam á Neystabø í viðmerking, nú ivi verður reistur um hana sum eygleiðara Eg visti, at hetta fór at hava nógv arbeiði við sær og fór tí og spurdi allar flokkar, um teir hildu, at eg var tann rætta. Eg fekk pos itivt játtað frá øllum, at tey sum bóðu meg átaka mær starvið, ikki hildu tað vera nakran trupullerka, at eg var dóttir pápa mín Helena Dam á Neystabø vil ikki siga, at málið um gegnið hjá Michael Rekling heldur ikki hevur nakað upp d seg Vildi hava spurningin svaraðan Vit sum eygleiðarar vilja ikki leggja okkum út í tað málið - tí tað eru ikki vit, sum skulu taka stóðu til tað Men vit kunnu sjálvandi harmast. at ivi nú er reistur um bankakanningina, og vit kunnu bert vísa tl løgmálaráðið og lands stýrið Vit bóðu løgmann seta spurningin fram fyri løg málaráðnum. Tað gjørdi løgmadur, og vit hava fingið svarið, har víst verður á, at lagmálaráðið visti av sam bandinum millum Michael Rekling og Den Danske Bank, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur aft urat, at hetta var tann spurn ingurin, sum hon legði størstan dentin á at:fáa svar aðan Tad er ikki spruningur in, um vit eru nøgd við svar ið, ella ikki. Vit skulu bara gera okkara arbeiði, sum er at eygleiða. So er tað upp til landsstýrið, um tað er nøgt við svarið frá løgmål aráðnum ella ikki Eg skal ikki bakka Men er tað hugsandi, at Helena Dam á Neystabo fer at taka Michal Rekling, og siga seg frá sum eygleiðara - fyri at sama stig, sum bjarga trúvirðinum hjá kanningint Eg haldi ikki, at eg skal bakka sjálv, tí tað er einki nýtt komið fram um spurn ingin viðvíkjandi mær. Eg sigi meg ikki frá uttan so, at tann mynduglerkin, sum hevur sett meg, krevur tað Annars hevur Helena Dam á Neystabø ikk: hug at gera viðmerkingar til git ingar um, hvat kann henda víðari í hesum máli, tí so veit hon ikki, hvar hon end- ar Ikki ávirkan á hvussu kanningin fer fram Ég eri biðin um at gera hetta arbeiðið, og tí tryggj- aðaði eg mær framman und an, at allir flokkar kundu góðtaka meg sum eygleið ara. Hetta sum nú kemur Má ikki detta niðurfyri Skeringsdagurin er 17. mars 1998. Er nidurstødan í bankakanningini ikki greið tá, dettur alt málið niðurfyri. Tað hevur als ongan týdning, at Helena Dam á Neystabø er dóttir Atla Dam, sigur Bjarni Djurholm, eygleiðari EIRIKUR LINDENSKON Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar trupul leiki fyri kanningina, at Hel ena Dam á Neystabø er dóttir Atla Dam. Men eg veit ikki, hvussu tað vid tí formella í hesum máli Hetta sigur Bjarni Djur holm, sum er hin føroyski politiski eygleiðararin í bankakanningini Annars vent eg ikkt rætt uliga, hvat eg skal svara men eg minnist, at tå alt hetta byrjaði, tá spurdi eg meg fyri um gegni og o gegni, og fekk týðuliga at vita, at vit sum eygleiðarar hava einki við kanningina at gera Eygleiðararnir sita inni, og hava møguleika at hoyra, hvat vertður sagt, fáa tey skjølini, sum verða fyriløgd og eygleiðararnir hava møguleika at síggja skjala goymsluna Kanningar- nevndin gjørdi okkum greitt beinan vegin, at vit koma ongantíð at vera við á nevndarfundum, so í reali- tetinum Vita vit íkki, hvat kanningarneyndin hugsar og hvat hon ger, tá hon ar beiðir. Tað er kanningar neyndin, sum kannar - vit kanna einki. Okkara frami hjárættur er, at:vit hava hoyrt, hvat fer fram á rætt arfundum og hava møgu leika at sæð tey skjøl, 10 verða legd fram Tv. s. at vit kunnu gera okkum eina mynd av máli num og so kunnu vit siga kanningarneyndini hverji viðurskifti, vit halda áttu at verið betur lýst o. s. fr. Hetta er okkara lutur, sigur Bjarni Djurholm.. Nú nevna ut Helenu Dam á Neystabe. Hennara lutur í bankamálinum et ikki ødrvisi, enn tað eg júst havi sagt. Tí kunnu vit siga a tað púra ongan tydning hevur fyri kanningarurshitid um hon er dóttir Atla Dam ella ikki Michal Rekling er í eimi heilt aðrar stóðu, heldur Bjarni Djurholm. Hann er skrivari hjá nevndini og hevur soleiðis verið við í øllum málinum. — Tað er ein stórur munur, heldur Bjarni Djurholm - Eg kann eitt nú síga, at eg haldi eg veit, hvat úrslitið verður. Men eg havi onga trygd fyri, at so verður, ti eg áni ikki, hvat teir toså um á nevndarfundi. Hetta er út frá tí, eg havi hoyrt og sæð - men tað er eyðsæð, at eg kann taka púra feil, sigur Bjarni Djurholm Tað verður nevndin sum fer at gera niðurstøðu na, sigur hann. Bjarni Djur holm heldur annars, at tað verður ógvuliga ringt at finna fólk, sum ikki hava okkurt småting, ið fingurin kann setast á Jamen vit eru jú sett har sum eygleiðarar fyri at tryggja, at málið eisini verð ur lýst frá føroyskari síðu og frá okkara sjónarmiði, sigur hann Nú var eisini nevnt, at skrivarin hjá neyndini, sum skal kanna áttatrárini er hjá sttari hjá Atla Dam hvønn tydning hevur tað jamen spyr Bjarni Djurholm, sum leggur afturat, at Den Danske Bank sjálvandi hes ur sínar toppprofessionellu løgfrødingar sum sínar hjá sítarar. Myndin er fløktari enn so, sigur Bjarni Djur holm, sum heldur, at ov nógv verður gjørt við smá- lutirnar í hesum måli, held- ur enn at viðgera heildina - og lýsa málið á rættan hátt Viðvíkjandi málinum um Rekling sigur Bjarni Djur- holm. — Hatta er als íkki okkara trupulleiki - lat teir, sum eiga trupulleikan taka sær av honum - legmálaráðið, fyrst og fremst Bjarni Djurholm og hinir báðir eygleiðararnir hava sjálvandi fingið stórt innlit í málið undir viðgerðini Men tey eru øll bundin av Bjarni Djurholm tagnarskyldu, til nidurstød an verdur almannakunn gjørd Men eg vóni bara, at hendan kanningin verður gjørd liðug - tað er eingin meining í at hon skal detta niðurfyri, sigur hann Vit hava ein skerings- dag, sum eitur 17. mars 1998. Tá tann dagurin er farin framvið, er alt málið dottið niður á gólvið Tá verða liðin fimm ár síðan viðgitna handilin, iå føroyingar tóku yvir Føroya Banka frá Den Danske Bank - Hetta er so trupulleikin, og tað eru kanska fleiri sum halda, at hetta hevði verið ófert, men tað haldi eg ikki, sigur Bjarni Djurkolm — Vil tað síga, á! tú trýrt upp á, at førovingar fáa okkurt burturúr kanningini ? Eg gleiði meg at síggja frágreiðingina Nú verður ivi sáddur um gegnið hjá Helenu Dam á Nevstabø, sum er dóttir Atla Dam, fyrrverandi løgmann fram hevur esini verið frammi fyrr, bæði í útvarpi og sjónvarpi Men tú heldur sjálv ikki at tað er nakar trupulleiki, at tú sum eygleiðari skalt fylgja við, tá pápi tín verður } avhoyrdur Nei, vit hava ikki hildið tað vera nakran trupulleika Vit hava onga ávirkan á, hvussu kanningin fer fram Hóast føroysku eygleið ararnir skulu koma við ein um úttalilsi aftan á at kann ingin er liðug, heldur Hel ena Dam á Neystabø fram- vegis ikki, at hetta er nakar trupulleiki Husavørdur Søkt verður eftir húsavorði til bylings- húsini hjá Torshavnar byråd. Arbeiðið fevnir m.a. um * vidlilkahald av bygningum, hitaverki, oki uttanum husini o.a. * hjálpa til á teimum ymisku stovnunum eftir torvi og ansa eftir, at tað er reint og ruddiligt, bæði innan fyri og uttan fyri bygningarnar. * smærri umvælingar. Forleikakrov Umsøkjarin skal hava handverkaraút- búgving ella aðra líknandi útbúgving og koyrikort. Setunarviðurskifti Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður at seta skjótast til ber. Lon sambært sátt- mála við avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita Fyrispurningar um starvið kunnu setast Marius Miller, byggifroðing, ella Janus Isfeldt, lønarfulltrua, tlf. 15160. Umsókn Umsóknir, saman við viðmælum og upp- lýsingum um útbúgving og royndum, skulu verða Tórshavnar býráð, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 29. september 1997. 0) Tórshavnar býráð