Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

————— Gø————E————————— GG ——e Nr. 175 — 16. SEPTEMBER 1997 Stjórin í Ísbú í Reykjavík: tíðindablaðið Vit ætla at gjalda hvørjum sitt Leiðslan í íslendska felagnum Ísbú í Reykjavik fer fyrsta dagin at fáa skil á tí felagið skyldar fóroyingum, sum hava havt samskifti við Ísbú í Oyndarfirði EDVARD JOENSEN Stjórin í Ísbú í Reykjavík, Jens Valdemarsson, sígur við Sosialin, at teir eru harmir um, at felagið skyld ar fleiri føroyingum pengar Men hetta ætla teir at fáa avgreitt fyrsta dagin, sígur hann Tað hendir ikki tað stóra á Ísbú Føroyum í løtuni sigur Jens Valdemarsson Men um felagið Ísbú í Føroyum verður nidurlagt, vil hann ikki siga. Og Martin Hendriksson er framvegis stjóri í Ísbú í Fer oyum, sigur Jens Valde marsson Jens Valdemarsson váttar. at Ísbú skyldar einar 100.000 krónur í Førovum og leggur dent á, at teir vilja fáa hetta avgreitt sum skjót ast Annað virksemi, sum far ið er fram, eitt nú nýtsla av framleiðaranummarinum hjá Vestsalmon, sigur hann seg einki kenna til Turkað toskarhøvd Ísbú í Føroyum er felag, sum stovnað er í Føroyum við kr. 100.000 í egin peningi Men 100.000 krónur er ps HO OS 2 HED OR ur Keldur vilja vera vid, at håast Oyndarfjardar Kommuna sigur seg hava fingid alt sitt fyri leiguna av fiskavirkinum, er hetta ikki so ov lítð til tað virksemið, sum ætlanin var at fara undir sigur Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík Ein hevuðsframleiðsa í Føroyum, sum Ísbú ætlaði at fara undir, var at:turka toskarhøvd til útflutnings Tad hava islendingar gjørt í eim 20 ár, meðan tað er ókent í Føroyum. Men før- oyingar hava råvøruna, og ti komu teir hendanvegin, sigur Jens Valdemarsson Eisini liggja Føroyar heldur nærri marknaðinum, og tað taldi við Men ein slík framleiðsla krevur iløgur, og roknað varð við, at neyðugt fór at vera við eini ílegu upp á einar tvær milliónir. — Tann peningin hevði Ísbú (Mynd: Jens Kristian Vang) ikki tøkan, sigur Jens Valde- marsson, og royndu teir tí at fáa lænt pengar í Før- oyum. Men tað var so eiða- sért, at nakar trúði upp á teir, so úr Førovum fekst eingin fígging. Og íslendsk- ir peningastovnar vildu ikki fíggja virksemi í Føroyum Men um teir ætlaðu at ar- beiða í Íslandi, var alt í lagi Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, heldur at føroyingar fara ov illa við hesum tilfeingi, sum toskar høvdinni eru. Hann metir tað vera skeivt, at føroy- ingar at kalla rinda pengar fyri at blaka høvdini burtur Hann metir tey vera betri farin sum manna- enn sum djórafgði Stjórin horvin Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, sigur, at hóast Martin Hendriksson framvegis er stjóri á dóttur felagnum í Føroyum, veit leiðslan í Reykjavík ikki hvar hann er staddur. annað enn, at hann er í Gøteborg í Svøriki Men Jens Valdemarsson sigur seg hava skilt, at Martin Hendriksson arbeid- ir vid einumhvørjum, hann ætlar at fara undir i Før oyum Og hetta skal ikki vera nakað nýtt heldur. Sum skilst hevur verið arbeitt við síðuna av virkseminum hjá Ísbú, samstundis, sum Ísbú hevur staðið fyri tí. sum ætlanin var, skuldi henda í Oyndarfirði Og Jens Valdemarsson tekur aftur íaftur, at tað er ikki við teirra vitan í Reykjavik, at Ísbú í Før oyum flytir út fisk vid fram- leiðaranummarinum hjá ødrum virki Jens Valdemarsson, stjóri heldur, at handan søgan við Vestsalmon ljóðar heilt burturvið. Hann hevur líkasum ongan hug at trúgva henni. Men hann fer nú at royna at fáa samband við Martin Hendriksson, stjóra í Ísbú í Føroyum fyri at hoyra hansara søgu Jens Valdemarsson heldur seg hava eitthvert at tosa við hann um Ikki alt rætt Ein kelda hevur vent sær til okkara við viðmerkingum til tað, sum sagt varð um, at Oyndarfjarðar Kommuna hevur fingið sínar pengar fyri leigu av fiskavirkinum Kelda okkara sigur, at tað er ikki heilt rætt, sum upp- lýst er. Kommunan hevur lagt hald á nakrar fiskakass- ar hjá Ísbú, sum nýggir kosta tað, felagið skyldar Men Kommunan skal ikki gera sær vónir at fáa ta upp- hæddina fyri hesar gomlu kassarnar, sigur kelda okk- ara Stjórin í Isbi í Fóroyum: Ætlar sær aftur til Oyndarfjarðar Eitt felag undir stovnan er í samráðingum við eigararnar av fiskavirkinum í Oyndarfirði, sum Ísbú í síni tíð byrjaði í. Ein teirra, sum er í nýggja felag- num, er stjórin í Ísbú í Fóroyum, Martin Hendriksson EDVARD JOENSEN Samráðingar hava verið millum eigararnar av fiska- virkinum í Oyndarfirdi, sum Ísbú byrjaði í, og menn, sum vilja fara undir nýtt virksemi í húsinum Sosialurin veit, at talan er um millum aðrar Martin Hendriksson, sum var stjóri í Ísbú í Føroyum. Saman við honum eru pápi hansara, sum er føroyingur, men nú byr i Svøriki, ein svii og ein norðmaður, sum er tann, sum hevur pengarnar i pro- jektinum. Ætlanin er at fara undir royndarvirksemi fyribils i triggjar månadar. Og byrjast skuldi tann fyrsta septemb- er, men tann ætlanin er út- sett Men tað verður ikki líka lætt sum seinast at koma inn Eigararnir av virkinum hava kravt leiguna goldna frammanundan. Tað er ein føroyingur, sum hevur samráðst fyri hesar menninar, sum nú bjóða seg fram. Men hann hevur ongan hug at gera viðmerkingar til hetta málið. Hann vísir til stjóran og virkisleiðaran í Ísbú, hóast hann samstundis leggur dent á, at tað er ikki Ísbú, sum fer undir nýggja virksemið Samráðingarmaðurin hjá teimum fremmandu monn- unum, sum nú ætla í gongd í Oyndarfirði, sigur, at hann kennir navnið á norðmanni- num, sum hevur pengarnar, men veit einki telefon- nummar. Samban.i) teirra millum hevur verið soleiðis, at norðmaðurin hevur ringt hann upp. Síðan hevur hann tosað við eigararnar av virkinum í Oyndarfirði. Og so hevur norðmaðirum Gamli stjórin í Ísbú ætlar sær aftur til Oy ndarfjaðar, so kanska sleppa hesir at loysa aftur og avreiða í bygdini um ikki so langa tíð ringt aftur, sigur hesin sam- ráðingarmaðurin. Ætlanin var, at menninir, sum vilja leiga í Oyndar- firði, skuldu koma hendan vegin í gjár, men eitthvert óvæntað hevur stungið seg Upp, so teir hava útsett og koma seinni í vikuni, verður sagt. Samráðingarmaðurin, vit hava tosað við, er ikki heilt nøgdur við tað, sum staðið hevur í Sosialinum um virk semið hjá Ísbú í Oyndar- firði. »Har er ikki alt rætt,< sig- ur hann, men vil ikki siga, hvat tað er, sum ikki passar. Hann sigur tó so mikið sum, at vit hava ikki fingið allar upplýsingar frá rætta við- komandi. Her sipar hann til stjóran í Ísbú, sum vit årslitaleyst hava roynt at fingið sam- band við