hósdagur 18. september 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið
Nr. 177 — 18. SEPTEMBER 1997
Kenneth
Rasmussen av
Skála hevur í
summar verið í
Viet Nam, har
hann hevur ar-
beitt sum ráðgevi
á eini skipa-
smiðju, sum um-
vælir ferjur fyri
Danida pengar
I RD JOENSEN
g Viet Nam hevur
t ging av infrastruktur
3 landi
Høvudsvegurin frå Hanoi
rði og heilt suður í Me
kong oyruna skal endur
gørast
Ein partur av hesum vegi
eru ferjurnar, sum sigla um
ánna har suduri í landinum
Og tað eru donsk virki, sum
i
gera hetta arbeiði
Karstensen skipasmiðjan
í Skagen stendur fyri llum
tí praktiska í samband við
umvælingarnar av hesum
ferjum. Men tí elektriska
sum skal. hava teir
fólk frá El-Service á Skála
at taka sær av
Kenneth Rasmussen av
Skála hevur verið tveir
mánaðar í Viet Nam, har
hann hevur loyst ein annan
skálamann, Dan T. Hansen,
av, meðan hann hevur verið
heima og hildið frí
>Tað vil siga,< sigur
Kenneth Rasmussen, »at
danirnir - og føroyingurin
eru bara ráðgevar, meðan
vietnamesarar gera alt ar
beiðið sjálvir.<
Samstarvið millum Karst-
ensen skipasmiðjuna í
Skagen og Elservice á Skála
er fleiri ára gamalt. Tað
byrjaði í 1992, sigur
Kenneth Rasmussen
Og væl man hava hilnast,
tí teir hildu fram at samar-
beiða. Og umframt hesa
uppgávuna í Viet Nam nú,
hava teir áður samstarvað
um líknandi uppgávur í
fleiri londum. Til dømis í
Tanzania, Ghana, Malawi
og nú í Cambodia umframt
Viet Nam
Men í Cambodia varð so
Ofridaligt, at teir hava tikið
seg aftur fyribils
gerast
Ringur infrastrukturur
Ein fyritreyt fyri, at idnadur
kann mennast í einum landi
er, at infrastruktururin er
nytiligur
»Hann er rættiliga våna
ligur Viet Nam, sum er,«
sigur Kenneth Rasmusen
Havnir vegir, og jarn-
breytir eru í ringum standi
Sama skilið er við vatnveit-
ingum og saniteru viður-
skiftunum í býunum
Sum sagt sigla ferjur um
Mekong ánna. Tað er ein
ordilig á, sum tað tekur eitt
Rannvá og Kenneth ferðaðust
Viet Nam og hugdu at landinum
Ungur skálamaður:
Danida rådgevi
i Viet Nam
korter hjá ferjunum at sigla
um
Ain býtir seg sundur í
níggju greinar á sjálvari
oyruni, áðrennn hon rennur
í havið. Um tvær av hesum
greinum sigla ferjur
Men roknad verður vid,
at um ár 2.002 verður brúgv
gjørd um aðra av hesum
greinunum
Tað verður Australia, sum
fer at standa fyri brúgvar-
gerðini, sum verður eitt
sama slag projekt, sum tað
danska ferjuprojektið
Onnur europeisk lond eru
eisini við í vegaprojektin-
um, sum nú er í gongd
Viet Nam er lítið útbúgv
ið land, og stórur tørvur er
á útgerð, sum brúkast kann
til hetta velduga arbeiðið,
sum nú fer fram. So teir
hava bara gjørt stutt av og
hava bygt bæði betong- og
skervvirki til tess at fáa til
vega tilfar til vegagerðina
Tað er umráðandi, at teir
lokalu gera arbeiðið, men
teir eru ógvuliga glaðir fyri
hjálpina, teir fáa uttaneftir
Danski parturin av út
byggingini av Viet Nam er
at seta ferjurnar um Me-
kong ánna í stand.
Talan er um 10 ferjur, sig-
ur Kenneth Rasmussen
Tær eru í tveimum stedd-
um. 200 tons og 100 tons
Tær eru gamlar, upp í 25
ár, og í rættiliga ringum
standi
Kenneth Rasmussen
greiðir frá, at tvær eru liðugt
umvældar. Og har var mest-
sum talan um um- ella
kanska nýbygging. Alt varð
skrætt innanúr, og í einari
vóru heili 80 tons av stáli
skift út
Tvær ski
Tvær Skipasmiðjur eru í bý-
num Can Tho, har Kenneth
hevur verið. Onnur er al
menn, meðan hin er partvís
privatiserað
>Og tað merkist,< sigur
Kenneth Rasmussen. > Tann
hålvprivata gevur betri løn
og fær eisini betri fólk. <
Kenneth Rasmussen sig-
ur, at fólkið sum heild er
illa útbúgvið, men tey eru
kortini røsk at arbeiða
Hann heldur ikki, at tey
taka tað so tungt, um arbeið-
ið, tey gera, ikki sær so gott
út. Bara tað virkar, sum
brúkast skal, tykjast tey
halda
Og her er so poltitikkurin
hjá Danida at koma inn og
venja tey at arbeiða sum vit
gera vestanfyri
Og primitivt tykist tað
vera, sum gjørt er áður, sig-
ur Kenneth Rasmussen
Sum elektrikari á Skála
kennir hann til sjålvsøgd
ting sum til dømis kadal-
bakkar
»Slikt er púra ókent hjá
teimum har eysturi,< sigur
hann
Ein av uppgávunum, ráð
gevarnir hava, er at gera
skráir til ferjumanningarnar,
sum tey so skulu læra seg
at arbeiða eftir
Annars verða eisini tveir
nýbygningar gjørdir. Tað
eru tvær 200 tons ferjur,
sum verða bygdar í Ho Chi
Minh býnum, sum fyrr æt
Saigon
Hetta eru betraðar útgáv-
ur av teimum gomlu, sum
sigla á Mekong ánni. Og
møguleiki er fyri, at tað
verða fleiri smíðaðar aftur-
at
Tann fyrsti nýbygningur-
in verður væntandi liðugur
um hálvan september.
Kenneth sigur, at tað, tey
hava gjørt har eysturi, er
gjørt liðugt til ásetta tíð. Og
tað merkist væl, sigur hann,
at tey eru errin av ti, tey
hava gjørt
Fátækt fólk
Saman við Kennethi Ras
mussen til Viet Nam fór eis-
ini genta hansara, Rannvá
Troest. Tey ferðaðust nakrar
dagar har yviri, og hugdu
at landinum
Hóast Viet Nam er tridi-
størst: rísútflytari í øllum
heiminumm, er rættiliga få-
tæksligt, sigur Kenneth. Ein
medalløn liggur um 35$ -
umleið 240 krónur -um
mánaðan.
Hungursmarkið er ein US
$ - ella knappar sjey krónur
- um dagin, so tað sigur seg
sjálvt, at har er lítið avlop
Og meira enn helvtin av
fólkinum livir undir hung-
ursmarkinum, sigur
Kenneth
Í landinum búgva tilsam-
ans 79 milliónir fólk. 3,5
Ein av umvældu ferjunum
milliónir fólk eru arbeiðs
leys. Tað er umleið 10% av
samlaðu arbeiðsmegini í
landinum
Ma er kríggið farið við
Viet Nam. Men nú átti at
verið lagað landinum ein
rímulig framtíð. Og ikki
færri enn 39% av landsins
íbúgvum eru fólk undir 15
ár
Býurin Can Tho, har
Kenneth og Rannvá búðu,
er størsti byurin í Mekong
oyrum suðuri í landinum
Hann liggur umleið 140 km
sunnan fyri Ho Chi Minh
býin
Mekong oyran er ríkasta
umráði í landinum. Har eru
gróðrarlíkindi, og
nógvur landbúnaður
Landbúnaður og
vinna standa fyri 34,5% av
landsins = bruttotjóðarinn
tóku
Viet Nam er kommunist
iskt land, og beinanvegin
tå norðurveitnamesar høvdu
vunnið kriggið, royndu teir
seg við kollektivu landbún
aði eisini har suðuri
Men tað gekk ikki. og
longu í 1979 fóru teir undir
at leiga jarðarbrúkini út. Og
veruleikanum fingu tey
marknaðarbúskap við eini
grundlógarbroyting í 1992
góð
Góð útbúgving
Heilsuverkið í landinum er
væl útbygt. Har eru 2694
fólk ul hvønn lækna. Nak
að, sum vit kundu øvunda
teimum her á okkara leið
um. Men hóast so er, eru
sosialu = viðurskiftini hjá
fólkinum ikki serliga góð
Kenneth Rasmussen sig-
ur, at eitt tað fyrsta, ein
leggur merki til, eru allir teir
brekaðu seljararnir, sum
ganga á vegum og umborð
á ferjunum og selja alt mill
um Himmal og Jørð
Tey hava funnið út av, at
ferjurnar eru góður mark
naður. tí har koma útlend-
ingarnir, og so er at vera úti
um seg. Stuðul fáa tey ann
ars ongan, sigur Kenneth
Eisini skúlagongdin er
góð, sum vanligt er í
kommunistiskum londum
80% av fólkinum duga bæði
at lesa og skriva
Kenneth sigur, at tað var
rættiliga stuttligt at síggja,
at tey hava bókstavin ð i
teirra alfabeti
Vietnamesiska alfabetið
hevur ikki tey asiatisku
teknini. sum vit annars
kenna úr Kina og Japan
Tað kemst av, sigur
Kenneth, at skriftmål teirra
er gjørt av einum fronskum
presti. Viet Nam var franskt
hjáland heilt upp at okkara
døgum
Nevnast kann, at
Heindrikkur prinsur er upp
vaksin har eysturi
Vónir til ferðafólkið
Hóast fólkið bæði dugir at
lesa og skriva, eru kortini
fá, sum duga enskt. Tað eru
mest tey, sum arbeiddu fyri
amerikanararnar, meðan teir
vóru har
Kenneth Rasmussen sig
ur, at fólkið er ógvuliga vin
arligt og sera áhugað í út
heiminum. Og teimum, sur
klára seg við fremmandum
máli. dámar væl at tosa við
útlendingarnar, sum eru har
vviri
Viet Nam er 329.466 fer
kilometrar til støddar. Held
ur stórri enn Italia
Tad er eyðsýnt, at teir seta
vónir til, at ferdavinnan fer
at geva teimum nakað av
inntøku komandi árini
Og hon er longu vaks
andi. Sum er koma umleið
400.000 ferðafólk árliga til
Viet Nam, men tey rokna
við, at innan år 2.000 verður
talið uppi á tveimum milli
ónum
Veðurlagið er heitt. Ur 20
upp í 34 stig, er vanligt. Í
Ho Chi Minh býnum er
meðalhitin alt árið 27 stig
Og fólkið er ótrúliga blítt
og fryntligt, sigur Kenneth
Rasmussen
(Mynd: Kenneth Rasmussen)