Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Le] tíðindablaðið søsialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kGolivant.fo Fótbóltur: Í dag kemur ein norskur millumhandlari til Føroya, at kunna seg um føroyskan fótbólt Kring alt Europa eru tað tolk a a i c1ja eirra ke dag ul Førova Tað er norðmaðurin Trond Are Gjone, sum ar ri eitt norskt felag um annað selur fót bóltsspælarar. Felagið stóð fyri kortum fyri søluni av norðmanninum Tore Andre Flo frá Brann til Chelsea. Í felagnum arbeiða millum- handlarar, sum eru skrásettir hjá FIFA Ætlanin vid vitjanini í Føroyum er at kunna seg um føroyskan fótbólt, mill um annað við at fara til dystir her í vikuskiftinum Eisini fer norðmaðurin at sa við før ysk fótbólts- Ik, og helst verður eisini ein avtala gjørd við Jákup í Stórustovu í Havn um, at hann skal umboða norska felagið í Føroyum Tá vit í gjár fingu fatur á Jákup í Stórustovu, váttaði hann, at so er - í Føroyum Fyri fyrst kemur norð maðurin bara til Føroyar fyri at kunna seg nærri um føroyskan fótbólt, men vit fara at tosa saman og ætl- anin er at gera eina avtalu um samstarv framyvir, sigur hann við Ítróttarsosialin — Eingin skal vera bangin fyri, at allir okkara bestu fótbóltsspælarar fara at flyta av landinum nú. Norski millumhandlarin = kemur fyrst og fremst fyri at síggja stødid í føroyskum fótbólti í mun til norskan og útlend- skan fótbólt annars Trond Are Gjone ætlar sær til dystir í vikuskifti num. Bæði í yngru deild unum leygardagin og í | deild sunnudagin Og mának veldið ætlar hann sær at hyggja eftir unglingadyst inum millum B36a og Kl sum verður í Gundadali Lagt merki til årslitini Fyrr í vikuni skrivaðu vit Julian Johnsson hevði verið í Ítalia pg roynt seg í »num emum deildarfelagi, og seinni í ár skal hann til Noregs at royna seg Tad eru slíkir møgulerkar sum føroyskir spælarar kunnu fáa í framtíðini, um teir verða mettir, at vera nóg góðir Útlendingar hava lagt merki til Føroyar í altjóða dystum. At vit stødugt fáa so góð úrslit halda teir koma av, at vit veruliga hava góð- ar fótbóltsspælarar, og tí venda teir nú eyguni hendan vegin, sigur Jákup í Stóru stovu Norðmenninir eru teir fyrstu, sum fáa sær sær sam starv vid føroying, sum kann umboða teir her á landið Tað var bara spurningur um tíð áðrenn útlendsku millumhandlarnir komu til Føroya. Nú hava teir funnið fram til okkum. og eg eri so komin í samband við teir Serliga ungir spælarar Hóast norðmenn nú fáa sær umboðsmann í Føroyum, skal eingin vænta, at tað fer at seta ferð á søluna av før- oyskum spælarum - Utlendingar halda, at her kunnu vera spælarar, sum kunnu brúkast uttanfyri Føroyar, og tí koma teir hendan vegin. Tað hendir tó neyvan nógv fyrstu tíðina, men møguleikin er avgjørt fyri, at føroyskir spælarar kunnu fáa kjansin í út- lendskum feløgum, sigur Jákup í Stórustovu — Norðmenninir eru ser- liga áhugaðir í ungum spæl- arum, frá 18 til 22 ár, og Trond Are Gjone fær høvi at síggja nakrar av hesum! meðan hann er í Føroyum - Men tað skulu góðir fótbóltsleikir eginleikar til bara fyri yvirhøvur at fáa møguleikan at venja við út lendskum felag. so eingin skal vera bangin fyri, at útlendingar fara avstað við øllum okkara spælarum Við tínum tætta tilknýti til B36, kann hetta ikki føra til ósemjur í B36 ella við onn ur felag? Hetta hevur einki við B36 at gera, og norðmað- urin kemur til Føroya fyri at hyggja eftir føroyskum fotbólti sum heild. Mín framtíð í B36 veldst nógv um, hvat vit koma fram til í vikuskiftinum, sigur hann Tad tekur drågva tid I løtuni eru triggir føroyskir fótbóltsspælarar sáttmála bundnir í útløndum, og teir eru allir at finna í Dann.ark Todi Jónsson telist mill um fremstu álopsspælarar, og spælir í løtum fyri odda- liðið í donsku kappingini, FC Keypmannahavn Jákup Mikkelsen eigur kki fast pláss á Superliga- Í liðnum hjá Herfølge í let Nr. 178 - 19. SEPTEMBER 1997 Vit fylgja við Sosialurin hevur fingurin á pulsinum, tá tað snýr seg um føroyskan ítrótt. Hvønn týsdag hava vit hópin av ítrótti í blaðnum. og eisini gjøgnum alla vikuna kanst tú finna ítrótt í her í blaðnum. Í morgin kanst tú sum vant lesa alt um hvussu feløgini eru fyri til fót- bóltsdystirnar, sum verða í vikuskiftinum. Les Sosi- | sk. so hevur tú eisini fingurin á pulsinum! Venda nú eyguni moti føroyskum fótbólti uni, men hnn hevur áður víst, at dugur er í honum, og hann kappast framvegis fyri at sleppa á liðið Og í Esbjerg spælir Jan Allan Miller í 1. deild- arfelagnum har. Hann hevur staðið seg væl og hevur gjørt nógv mál fyri felagið Í løtuni er hann tó sjúkur, men væntar at koma fyri seg um nakrar vikur Aðrir føroyskir spælarar hava roynt seg í donskum feløgum, og teir vita betri enn nakar annar, hvat skal til fyri at standa seg Todi Jónsson brúkti eitt ár bara um at koma uppá stød hjá dønum, men tá hann hevdi klárað tað, var Utlendskir millumhandl- arar, sum liva av at selja fótbóltsspælarar, hava áhuga í Julian Johnsson, og í dag kemur norð- maður til Feroya at kunna seg um føroyskan fótbólt hann eisini førur fyri at standa seg í bestu deildini í Danmark Spælarar, sum framyvir fáa kjansin í útlendskum feløgum, mugu tí vera til reiðar at gera nógv við tað og vita, at tað tekur tíð, áðr- enn tey stóru årslitini síggj ast aftur ek NSÍ hevur vunnið 2. deild Kvinnurnar hjá NSÍ ætla sær at spæla í 1. deild komandi kappingarár. Í 1995 fluttu tær niður, í fjør var tætt við. at tær vunnu plássið aftur, og í år hava tær gjørt eima nýggja roynd. sum fyri bils hevur eydnast væl Mikukveldið vóru tær í Fuglafirði, har tær vunnu 4-1. Hetta var síðsti dysturin, og longu frammanundan var greitt, at NSI hevði vunnið deildina. Tær hava kapp ast við VB, sum hevur spælt allar átta ferðirnar VB fekk 18 stig, og NSI endaði á 22 stigum Hóast NSÍ hevur vunn- ið 2. deild, so er harvið ikki sagt, at tær fara at spæla í |. deild komandi ár Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í februar varð samtykt, at talið á liðum í bestu deild ini skal lækkast. Gjørt varð av, at aftasta liðið í bestu deildini skal flyta beinleiðis niður í 2. deild. og at næstaftasta liðið í 1. deild skal spæla ímóti vinnaranum í 2. deild um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár Tað resta framvegis tvey umfør at spæla í I deild, og tad vil siga, at NSI skal bida til annan leygardag, áðrenn tað verður greitt, hvørjum tær skulu spæla ímóti. Í løtuni sær tað út til, at talan hjá NSÍ verður um uppgerð við ein granna Sumba er aftast, og tað tykist vera mest sannlíkt, at tær flyta beinleiðis niður í 2. deild. Skála er eitt stig frammanfyri Sumba, og tað er fram- vegis møguleiki fyri, at Skála fer at flyta bein- leiðis niður, men mest sannlíkt er, at tær skulu spæla ímóti NSI A pappírinum er eisini møguleiki fyri, at B68 kann gerast mótsteðulið ið hjá NSI, men so skal vilja ógvuliga illa til hjá toftakvinnum, sum eru fýra stig frammanfyri Skála og harvið tykjast fara at bjarga sær lívinum í bestu deildini Ítróttarsosialurin ynsk ir NSI tillukku við sigr inum í 2. deild jh