leygardagur 20. september 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 20. SEPTEMBER 1997
THEODOR
OLSEN
UMMÆLIR
Stóra havid uttan fyri Norður
landahúsið, ið onkrir sterkir mans
høvdu koppað á bein, var nóg illa
komið upp á pláss aftur, áðrenn
Annika Hoydal bar eitt annað hav
inn í konserthøllina leygarkvøldid
30. august í sambandi við nýút-
komna verk hennara, »Havid«. Ein
útgáva í tí lutfalsligu stóru før
oysku flóðalduni av fløgum, ið
floymir inn á marknaðin í hesum
eftir ollum at døma listaliga virknu
tíðum
Hesar fløgur eru allar tíbetur
ymiskar, men tað munnu vera fáar
førovskar tónleikaútgávur, ið hava
enað at:hildið seg til eitt og
ia tema úr end innan. Um
hetta er nøkur dvgd, 10 tråast skal
ft kann em altíð kjakast um
Met hetta málið n av fyrstu
tíð hevur sett sær
eitt bragd, tá tað eydnast
Havid eg bar við mær. inn um
hugans gátt<, kundu kanska
umyrkt gamla sangin hjá Karsteni
Hoydal, um hesa 53 minuttir longu
ferðina undir kavi við Anniku
Sjálv hevur hon komponerað øll
login, br6dinin, Gunnar Hoydal
hevur hegnisliga yrkt allar sang
irnar, meðan skotski fólkatónleika
bólkurin, >The Mc Calmans« við
lan McCalman á odda, spælir øll
tey akustisku ljóðferini í hesum
tølandi teldutíðum. Og við hesum
spælihátti, ið tó ikki á nakran hátt
kann sigast at ríða á tí næstan
slætnaðu un-plugged-alduni, er tað
djarva og ikk: minst upprunakenda
huglagið longu undirstrikað
At hetta er ein spennandi ferð
vit her eru bjóðað við á, merkja vit
beinanvegin. Ikki ti, at øll løgini
eru so brådfangandi, og kanska
skulu tey mýkjast í oyrunum hjá
teimum flestu nakrar ferðir, áðrenn
tey eins og fliðan súgva seg føst í
sinnið. Men serliga spennandi er
tað, hvussu sjálvt vit oyggjabúgvar
ið síggja sjógv hvønn dag, varnast,
at hetta gerandisfyribrigdið, havið,
kanska bara er vorðin okkum ein
selt sjålvfylgja, hvers dýpi, vit
kanska eru vaksin frá at grunda
um. Tí ikki kann sigast annað, enn
at vit við at læna skaldsliga seiða-
kikaran hjá Gunnari síggja tann
partin av ísfjallinum, ið ongantíð
er opinberaður okkum fyrr
Smáverur
við
Tær fyrstu verurnar í Havinum, vit
sleppa at heilsa upp á, eru Hval-
spýggjan og Taraloppan, hvers
upplivingar og ofta truplu livikor
verða lýst í melodiøsum og stund-
um stuttligum legum. Ein styrki í
hesari fløgu er nevniliga samspæl-
ið millum orð, løg og framførslu,
har tey serligu ljóðferini hjá
skotska bólkinum rigga sera væl
Her er nevniliga talan um lista-
greinir, ið ferðast hond í hond, og
sum eisini er so alneyðugt, um
fólkatónleikur skal hava ta kraft
»g dygd, skal long livitíð vera hon
um lagað. Undirspælið hjá lan Mc
Zalman og hinum er í flestu stød-
im gott - fær ongantíð yvirvåg, er
iltíð stuðlandi og letur røddina, tað
ivgerandi ljóðferið á hesi fløgu,
„=
>
bera sangin. Tad er nevniliga hon,
ið fortelur okkum um hesi hav-
djørini, ið skaldið so væl hevur
eygfarið. Her er talan um smáverur
við sjålvsåliti, ið hava góðtikið og
lært at livad í tí umhvørvi og av-
markingum, tær eru settar í. Meðan
hvalspýggjan ferðast í »våtari
sælu«, veit taraloppan, at »alt ger
mun< - kanska eginleikar, ið tær
lítlu Føroyar áttu at tikid til sín.
Kortini er ikki bara talan um eyg-
leiðandi hugarensl og nyskapandi
náttúrulýsingar, men eisini um
læntan arv, ið altíð er ein aktuell
og ein ótemandi kelda hjá skap-
andi lístafólki, ið viðhvert vilja
kaga aftur til røturnar. Eitt nú sang-
urin um ta dragandi Kópagentuna,
har tað spennandi guitarfylgispæl-
ið við ikki sért av suðurlendskum
rútmum og heitum og dámi styðjar
ta dramatisku søgugongdina, sum
flest øll munnu kenna. Kanska eitt
bindilid millum tann føroyska og
skotska mentanararvin, ið hóast alt
er upprunin hjá Anniku og musik-
arunum til Havid. I ølum fórum er
søgnin kend har um leiðir og er
eisini nýliga brúkt sum beinagrind
til handrit í filmi, ið kom út fyri
stuttum. Tí sum Annika helt fyri í
útvarpspráti, er havið eftir hennara
tykki ikki nakað, ið skilir, men
heldur nakað, ið knýtir saman lond
(endurgivið eftir mínum minni)
Og kanska er hetta eisini ein
frágreiðing um, at hon í stóðum
fer so vida sum at hætta sær at
eksperimentera við íblástri heilt úr
eysturlondum, hóast >The North
Atlantic is our home and Annika
is a child of that ocean«, sum lan
McCalman målber seg í tí einfalda,
men væl úr hondum greidda hús-
anum, har eg enn ikki havi funnið
eina villu, sum tíverri er vorðið
heldur sjáldsamt í føroyskum
prentlutum
Sild og samtíð
Men umframt endurtulking av eini
gamlari søgn, finna vit eisini vid-
merkingar um okkara egnu øld og
samtíð í Havinum. Til dømis av
arbeiðinum hjá føroyskum vísinda-
manni, sum eitt nú kannaði lívið
og atburðin hjá sildini, ið >Maður-
in sum gekk móti ljósinum< snýr
seg um. Eitt lag, ið ikki beinan-
vegin vinnur sær fótafesti í hugan-
um, men sum við sínum einføldu
og erligu framførslu sigur tað, ið
sigast skal
Eisini við marmennilinum á
ICIS-fundi, fáa samtíðin og tey
aktuellu viðurskiftini sítt, og ber
hetta lagið ikki sért brá av tátti,
sum við speisemi og talumáli av-
dúkar nuancur hjá bæði sangara og
yrkjara
Sangimir, ið eg kortini fyrst tók
til min og mundi murra oftast, vóru
teir báðir nøkulunda í midjuni,
Flida og Dreymahav. Hesir eru
perlur, tú ikki finnur i hvørjari
ostru. Løgini glíða beint inn, sam-
stundis sum tú undrast á, hvussu
nógv ein kann fáa burtur úr einum
skeljadjóri. Her ert talan um gávur
at síggja tað stóra í tí smáa og
síðani enntá skapa úr tí.
Og halda vit fram, verða havsins
heimur og okkara egni spakuliga
flættaðir so saman, at tað er um
reppið at vøgguvisan, Dreymahav,
verður við yvirlutan og fær valdið
á tær. Minnir rættiliga nógv um
teir fittu barnasangirnar hjá Anniku
í sjeytiårunum, ið tey flestu munnu
kenna, teirra millum onkur enntá
er endurtulkaður nú í 90'unum. So
kanska hevði hesin nýggi verið
góður fongur, um barnaútvarpið
ansaði eftir honum!
Tað er tó torført at síla úr Havin-
um, tí eftir at hava hoyrt fløguna
nakrar ferðir rennur alt saman í
eina heild, har hvort stykki hevur
sína uppgávu og stuðlar hinum.
Innihaldið er kortini ymiskt, eins
og tað er ymiskt, hvussu nógv ein
skal leggja í hvønn sang. Men burt
ur úr rúgvuni kann eg ikki lata vera
við at nevna teir báðar Á Havi og
Nú sigla veingir. Hesin sidstnevndi
við einum heiti, ið fær teg at hugsa,
um hetta er fuglur ella fiskur, og
er tað kanska júst spurningurin við
hesi tvørsøgn. Eftir at hava hoyrt
Anniku sungið um lívið í sjónum
varnast vit, at hetta ikk: bert er nak
að, vit liva av, men ersini ein heild
og grundkor, vit hoyra til og eru
partur av. Einasta vissa, er at vit
ferðast, gjøgnum aldandi råimd«
hoyra vit í tí fyrra sanginum, með
an tikið verður saman um í skering
13, Nú sigla veingir: "Eg eri dropi
sjálvur ella alda, í felags streymi
gjøgnum tíð og heim“. Ein kennir
seg lítlan, tá McCalman aftur við
sanginum kinir akkordirnar út á
hugans streymasjógv, ístaðin fyri
at leggja alt ov stóran dent á tekn
iskt fingraspæl. Men í tónleiki skal
ein eisini duga at virða kvirruna
Haldi meg hoyra Regin Dahl ljóma
onkustaðni í hesum lagnum, og ber
tað kanska boð um, at rótfestið enn
er førovskt, hóast teir báðir tóna
smiðirnir. Regin og Annika. størsta
partin á ævimi hava virkað á Flat
iondun
Mitt minsta land
Men kennir ein seg litlan å hesi
ferð undir vatnskorpun!, er kanska
frægast at leita upp á turt aftur. Upp
aftur á klettarnar á Mítt minsta
land. Lagið tey flestu munnu
kenna, av ti at tað varð utgivid
fyrstu ferð á plåtu í 1981 við
donskum teksti og tónleikarum
Sangurin er eisini at finna í Grønu
um enn hann har ber heitið Mítt
lítla land, men sjålvt stigbendingar
kunnu flóta viðhvert
Á hesi somu LP finna vit eisini
Alduna, ið valla fær frið á nakrar
verðsligari samkomu, og sum uttan
iva eisini er tann kendasti sang
urin hjá Anniku. Men hóast nógv
vatn er runnið í havið síðani tá
hevði tað ivaleyst verið fongur hjá
mongum at fingið hana á fløgu
nú Aldan so nógv ár eftir, hon varð
åtgivin, bert er tók á helst upp
seldum vinyli. Kanska eitt >kom
mercielt mistak«, men hinvegin
eigur ein heldur at lata seg tøla av
nýhugsan enn gamlari vælgongd
Sum áður nevnt er Havið ein
fløga við fleiri enn bert tí einu
listagreinini. Hevdi einaferð var-
hugan av, at føroyingar høvdu ta
fatan, at yrkjarar vóru at finna i
bókum, meðan tónleikarar valdu
plátuna ella fløguna sum sín miðil
Stødan var nevniliga tann, at tå als
ikki fann tekstir úr hesum elek-
tronisku søvnum millum onnur
skaldaverk í bókmentayvirlitum, ið
skuldu geva okkum eitt lítið innlit
í føroyska yrkingalist. Stødan er
tó munandi broytt seinastu árini,
og ikki minst kom viðurkenningin
í '95, tá vísusangarin, kári p, fekk
einastu árligu fagurbókmenta-
virðislen í landinum, ið seinni
bleiv ein mentanarprísur
Men fløgan >Havið< er eisini eitt
verk, ið lækkar stikid millum hesi
ymsu listasløgini, og ger henda
samansetingin eisini, at hon røkkur
út til eina størri fjøld, umframt at
hon er umsett til heimsmálið enskt
Hvenn byr hesar fløgur, Havid
og The Ocean, munnu fáa, fer tíðin
at vísa, men vónandi verður steðg-
urin styttri hesaferð millum útgáv-
urnar hjá Anniku. Í øllum førum
er Havið ein vátur varði á leiðini
gjøgnum føroyska fólkatónleika-
søgu
Theodor E. D. Olsen