Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 Arbeiðið at gera vegirnir til Vágatunnilin undir land: Arbeiðið at gera vegirnar til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi byrjar í summar. J.& K. Petersen høvdu ikki tað lægsta tilboðið, men fingu arbeiðið kortini útfrá eini heildarmeting, sigur stjórin fyri P/F Vágatunnilin ÁKI BERTHOLDSEN Tað verður Byggifelagið J&K, sum fær arbeiðið at gera vegirnar til undirsjóv- artunnilin undir Vestmanna- sundi. Hetta tykist greitt, nú leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur tikið støðu til tilboð- ini, sum eru komin inn. Eftir at hava granskað tilboðini, hevur leiðslan í Vágatunlinum gjørt av at ur á tilboðunum, sum komu inn, tí tað dýrasta tilboðið var næstan tvær ferðir so høgt sum tað bíligasta. Tilsamans lógu tilboðini úr 22 milliónum upp í 41,5 milliónir fyri alt arbeiðið. Arbeiðið varð boðið út í trimum arbeiðstøkum. Ein arbeiðstøka var at gera vegin í Leynum á Streymoyarlandinum, ein at gera vegin á Vágalandinum og tann triðja arbeiðstøkan var at taka upp og rudda byggiøkið í Leynum aftaná at undirsjóvartunnilin er lið- ugur. Størsta arbeiðið er at gera vegin á Vágalandinum. Tað umfatar at gera veg uppá einar tveir kilometrar úr tunlinum til landsvegin, umframt at fyrireika inn- takið til sjálvan tunnilin. Lægsta tilboðið upp á tað arbeiðið var upp á 16 milli- ónir og hægsta tilboðið var upp á 28,8 milliónir. Ein arbeiðstøka umfataði arbeiðið at gera brúgv um Leynará Streymoyarlandin- um og eina rundkoyring, umframt ein veg uppá einar 300 metrar til tunnilin. Lægsta tilboðið upp á tað arbeiðið var upp á 4,9 milli- ónir og tað dýrasta tilboðið var upp á 10,5 milliónir. Og triðja arbeiðstøkan var arbeiðið at rudda arbeiðs- plássið aftur, aftaná at allur undirsjóvartunnilin er liðugur og tey tilboðini lógu ímillum 1,1 og 2,2 milliónir. Ikki lægsta tilboðið Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum, vil bara upplýsa lægsta og hægsta tilboð upá tær ymsu arbeiðstøkurnar. Hann vil tískil ikki siga, hvussu nógv hvør einstakur arbeiðstakari hevur boðið uppá hvørja av teimum trimum arbeiðstøk- unum. Men tað skilst at tilboðið hjá J&K Petersen var ikki tað tað lægsta. Og tað er fallið byggi- kønum fyri bróstið, at leiðslan í P/F Vágatunlinum ikki hevur tikið av tí lægsta tilboðnum, serliga tá ið ar- beiðið varð boðið út í inn- bodnari lisitatión. –Tað er heilt óvanligt ikki at taka av tí lægsta tilboð- num, tá ið eitt arbeiðið er boðið út í innbodnari lisita- tión, sigur byggikønur Stjorin í P/F Vágatunl- inum váttar, at tilboðið frá J/K Petersen var ikki tað lægsta. –Men tað var ímillum tey lægstu tilboðini, sigur hann. Hann vísir eisini aftur, at tað skal vera so óvanligt ikki at taka av tí lægsta til- boðnum, hóast eitt arbeiðið er boðið út í innbodnari lisi- tatión, – Tað er ikki heilt óvan- ligt, sigur hann. Hann sigur, at tá ið ar- beiðið varð boðið út, til- skilaði nevndin fyri Vága- tunlinum sær rætt til at velja og vraka ímillum tilboðini. – Og tá ið vit hava gjørt av at taka samráðingar upp við J&K Petersen, er tað útfrá eini heildarmeting. Dávur Reinert Hansen sigur, at tað er ikki bara prís- urin, sum er avgerandi. –Men samstundis verða metingar gjørdar av, hvat er tað besta tilboðið sum heild fyri byggiharran. Og tað er útfrá hesi heildarmetingini, at vit hava gjørt av taka samráðingar upp við J&K Petersen fyrst Dávur Reinert Hansen sigur, at talan var um met- ingar av, hvussu arbeiðið kann fullførast, hvussu ar- beiðið verður samskipað við onnur arbeiði o.s.fr. Hann sigur, at ætlanin er at avgreiða samráðingarnar uppá nakrar fáar vikur og so er ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í summar. –Ætlanin er í fyrstu syftu at gera arbeiðsveg í Vágum til inntakið til tunnilin. –Tað skal vera liðugt seks mánaðir eftir, at tunnilsar- beiðið er byrjað og ætlanin er, at tað skal byrja í august, september í ár. Annars er tað tilfar úr tunlinum, sum skal brúkast til vegirnar, so teir verða gjørdir samstundis, sum vit borað, sigur Dávur Reinert Hansen. Hevði tað lægsta tilboðið: Fara víðari við málinum Byggitek hevði lægsta tilboðið at gera vegirnar í sambandi við undirsjóvar- tunnilin, men sleppur ikki upp í part kortini Hann sigur, at tað er ong- in orsøk til at betala meiri fyri eitt arbeiðið enn neyð- ugt. – Og tá ið eitt arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión, er tað heilt, heilt óvanligt ikki at taka av tí ÁKI BERTHOLDSEN Tað var Byggitek í Havn, sum hevðiu lægsta tilboðið uppá at gera vegirnar í sam- bandi við undirsjóvartunn- ilin undir Vestmannasundi. Men hóast tað, er leiðslan í P/F Vágatunlinum farin at samráðast við J&K Petersen um arbeiðið - sí greinina omanfyri. Tummas Sørensen, stjóri í Byggitek hevur ikki so nógvar viðmerkingar til málið í løtuni. Men hann váttar, at hann hevði lægsta tilboðið upp á vegirnar í sambandi við undirsjóvartunnilin. – So er leiðslan í P/F Vágatunlinum farin at sam- ráðast við J&K Petersen, er hon á heilt skeivari kós, sig- ur hann. lægsta tilboðnum. Hetta kemst av, at tá ið eitt arbeiði verður boðin út í innbodnari lisitatión, verða tær fyritøkurnar, sum verða boðin at verða við í innbjóðingini, mettar og vigaðar, áðrenn tær sleppa upp í part og verða bidnar um at vera við Virkini, sum bjóða, eru tí longu frammanundan góð- tikin av byggiharranum sum fult før fyri at útinna ar- beiðið. Men, eftir hvat skilst, er seinasta orðið ikki sagt enn, tí Byggitek er ikki sinnað at sleppa málinum uttan víðari. Tvørturímóti sigur Tummas Sørensen, at tey arbeiða víðari við málinum, sum hann málber seg. taka samráðingar upp við J&K Petersen sum arbeiðið. Talan er um eitt rættiliga stórt og umfatandi arbeiði. Arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión, men tað var rættiliga stórur mun- Teir hava ikki tað lægsta tilboðið. Men teir fáa arbeiðið eftir eini heildarmeting, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum J & K Petersen fáa arbeiði fyri milliónir Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Aftur dumpaði Strandferðslan So hendi tað aftur. Aftur mikumorgunin dumpaði Strandfaraskip Landins í tæn- astu og upplýsing. Og einaferð afturat má ásannast, at landsstýrið - sum jú hevur ábyrgdina í síðsta enda - er ikki búgvið at umsita tey stóru málsøkini sum Strand- ferðslan, Postverkið og Heilduverkið eru. Eftir tí ferðaætlan, sum Strandfaraskip Landsins hava latið fólki, nú ferju- og farmaskipið Claymore siglir um tann streymharða Suðuroyarfjørð, stendur greitt: Av Drelnesi - Onsdag kl. 7.00. Eingi viðmerking sum t.d. ávísing til vanligu ferðaætlanina hjá Strandferðsluni ávísar dagar. Tað kundi verið sett upp á eyka- ferðaætlanini, sum er útflýggjað fólki. Men gjáramorgunin, sum í hugaheiminum hjá flestu suðuroyingum og føroyingum var ein vanligur mikudagur, fór Claymore frá bryggju á Drelnesi klokkan 6 - ella ein tíma fyrr enn ásett í útflýggjaðu ferðaætl- anini. Avleiðingin var, at tá fólk komu á Drelnes áðrenn klokkan 7, var eingin Clay- more, tí tá var hann komin norður um Stóru Dímun. Eitt er, at hurlivasi tekur seg upp, tá eitt avloysaraskip verður sett at sigla og ein nýggj ferðaætlan verður sett í gildi. Men eitt annað er, at hetta endurtekur seg nú tríggjar vikur, eftir at avloysaraskipið fór at sigla. Hetta líkist púrasta ongum og slíkt eigur at fáa myndugleikarnar at rann- saka seg sjálvar. Tað veri seg bæði í Vinnumálastýrinum og á Strandfaraskip- um Landsins. Á hesum stað hevur áður verið víst á, at tað er politiski myndugleikin, sum hevur avdúkað sín ódugnaskap í samband við, at avloysaraskip skuldi fást fyri Smyril. Hetta komst av, at málið varð tvinnað saman við eykajáttan til Strandfaraskip Landsins. Men her skal vera víst á, at tað er ikki vanligt, at Strandferðslan søkir um eykajáttan til eitt avloysaraskip fyri t.d. Smyril. Hetta merkir, at ábyrgdin eisini liggur á sjálvum stovninum. Í øllum førum er tað stovnurin, sum ikki veitir nóg góða tæn- astu og upplýsing. So sent sum týsdagin upplýsti Strandferslan, at Claymore sigldi klokkan 7, hóast hann fór klokkan seks. Harafturat skilst, at so seint sum miku- morgunin var upplýsingin á Strandferðsl- uni ikki kunnað um hurlivasan. Hesi við- urskifti má stovnurin fáa upp á pláss, tí slíka tænastu kann ein almennur stovnur ikki bjóða fólki í hesum samskiftistíðum. Viðmerking: Løgreglan farin at klippa nummarplátur EIRIKUR LINDENSKOV Tey, ið enn ikki hava goldið vegskatt, hava kanska ein evarska lítlan møguleika eftir - og tað er, um tey gjalda beinanvegin. Jákup Alberg Berg á pol- itistøðini í Havn sigur, at støðin hevur fingið eina lista frá Gjaldstovuni við út við 100 bilum úr Suðurstreymi, sum ikki hava goldið veg- skatt. Og tá er bara eitt hjá løg- regluni at gera - at klippa pláturnar. Jákup Alberg Berg sigur, at teir helst fara út um nátt- ina, tí tá er lættari at finna bilarnar. Men um so er, at fólk gjalda beinanvegin, so er ein møguleiki at sleppa undan at missa pláturnar. Men tá mugu fólk sjálv boða løg- regluni frá hesum. Verða pláturnar kliptar, mugu fólk gjalda 500 krón- ur eyka fyri at fáa nýggjar plátur frá Bileftirlitinum. Løgreglan fer nú út at klippa nummarplátur av bilum hjá fólki, ið ikki hava goldið vegskatt Mynd: Álvur Haraldsen Tað er ikki minni enn ein gøla, at olju og bensinprís- irnir eru so himmalhøgir - serliga orsaka av einum ris- ahøgum oljuavgjaldi og MVG hjá fullveldissam- gonguni. Brennioljuavgjaldið átti at verið avtikið - sum Sam- bandsflokkurin ætlaði: Sambandsflokkurin legði í vár fram uppskot um at av- taka oljuavgjaldið, tí vit sóu hvønn veg leiðin bar - nevn- iliga drepandi oljuprísir. Vit fingu rætt. Vanligi føroying- urin hevur nú nærum ikki ráð, hvørki at koyra til ar- beiðis ella at hava hitan í egnum húsum. Tað er neyð- ugt, at løgtingið aftur tekur upp spurningin um at taka av oljuavgjaldið í komandi tingsetu. Tí borgarin hevur fyrsta prioritet her á landi - ikki Landskassin, sum sam- gongan tykist halda. Prísirnir skulu niður-nú: Benzinprísirnir fara skjótt at kosta meira enn 10 krónur liturin. Dieselprísirnir eru hækkaðir nógv og eru met- høgir. Oljuprísir til hús og virkir eru høgir sum ong- antíð áður. Alt orsaka av, at lands- kassin undir Fólkafloksløg- manni og øðrum fullveldis- fólki, onki gera fyri at lækka avgjaldið og byrðuna hjá fólki sum her býr. Upp- skot Sambandsfloksins um at avtaka brennioljuav- gjaldið hevði loyst stóran part av hesum trupulleika. Men samgongan feldi okk- ara uppskot og kom við sínum egna uppskoti, ið tvørturímóti hækkaði av- gjaldið. At teir høvdu hjarta til tað er óskiljandi! Ístaðin fyri at stýra landi- num, so fjasast teir við at loysa. Tann undan valinum lovaði lættin er ein býur í Kina, ímeðan órímiligar dagligar avgjaldshækkingar eru veruleikin fyri føroy- ingin ídag. Borgarin knokkroyttur: Hendan samgonga savnar saman í løgur, við at knokk- royta borgaran við skattum og avgjøldum. Meirvirðis- avgjaldið og brennioljuav- gjaldið eru týðulig dømir um hvussu hækkingarnar raka borgaran beinleiðis. Teir vita at hækkingarnar geva nógv í Landskassan - orsaka av nærum drepandi høgum avgjøldum. Teir vóru bangnir fyri, at olju- prísirnir fóru at hækka og tí fastfrystu teir oljuavgjaldið. Soleiðis tryggjaðu teir, at Landskassin framhaldandi fekk sín alt ov stóra av- gjaldspart øktan - við at tøma enn meira úr lumm- anum á føroyinginum. Diesel og benzin avgjøld eiga eisini at lækkast: Tað er neyðugt, at ein loysn eisini verður funnin, soleið- is at benzin og diesel prís- irnir lækka. Tað einasta vit kunnu gera her á landi, er at lækka landskassa av- gjøldini á hesar vørur, og møguliga eisini seta loft á hámarksvinning hjá olju- feløgunum. Hiti í húsum og akfør neyðug í vælferðarsam- felagnum: Tað er neyðugt hjá fólki at hava bil ídag fyri at koma aftur og fram til arbeiðis, umframt at hava eitt socialt lív eftir arbeiðstíð, keypa inn og líknandi. Bilurin er ein fortreyt fyri vælferðar- samfelagnum, ið setir stórt krav til eitt gott veganet, har ferðslan kann koma skjótt og ótarna fram. Avgjaldspolitikkur lands- týrisins ger, at tað skjótt er óneyðugt at hava nakrar vegir. Tí fáur fer skjótt at hava ráð at fylla benzin í akfar sítt, orsaka av køvandi avgjøldum Landstýrisins eins og illvilja til at gera nakað við at lækka hesi, so ferðslan eftir vegunum kann gerast so bílig sum gjørligt fyri brúkaran og veljaran. Er ætlanin hjá loysingar- samgonguni, at føroyingar aftur skulu til at brenna torv fyri at halda fløvan í egnum húsum? Um onki verður gjørt, verður tað helst tað, ið fleiri borgarar verða noyddir at gera. Føroyingar reisist: Nú er tíð uppá at allir før- oyingar reisast í vreiði og gera vart við sína ónøgd. Tí atkvøðurnar fingu teir við at lumpa veljaran - við at lova avgjaldslækkingar - ið nú eru stórar hækkingar. Ís- taðin fyri at stýra til gagn fyri borgaran, so stýra teir til stóran skaða fyri bæði land og fólk við hækkandi avgjøldum - hækkandi av- gjøldum__. Vit kunnu ikki finna okk- um í meira. Avgjøldini skulu niður - av einari orsøk: Tey eru ov høg. Tað er nóg mikið hjá landskassanum at fáa heimsins hægsta MVG av benzini, diesel og olju. Lætti um hjá føroyingum, heldur enn at koma við fleiri køvandi fullveldishækki- ngum. Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaður Nei, nei, nei, nú er nóg mikið! Løgreglan í Havn hevur fingið boð um at klippa pláturnar av út við hundrað bilum í Surðurstreymoy. Tað kostar fólki 500 krónur at fáa nýggjar plátur