Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Drepandi vápnini eru allastaðni EYÐUN KLAKSTEIN Sunnukvøldið rungaðu rifluskot í Klaksvík. Fýra unglingar skutu eftir bilum, húsum og fólki, og hevur onkur hug at endurtaka kynstrið, verður tað ikki vápnini, tað fer at stranda uppá. Ungfólk, sum vilja hava hendur á eini drepandi riflu, sum kann skjóta deyðiligar kúlur ein kilometur ella meira, nýtast ikki at brúka stóra hugflogið. Tað finst nevniliga eitt ó- tal av ólógligum, drepandi riflum heima hjá privatfólki, og ofta liggja patrónir til riflurnar goymdar nærindis. Skottilburðurin í Klaksvík sunnukvøldið er eitt dømi um, hvat kann henda, tá onkur ger av at nýta hesi vápn móti fólki, bilum og húsum. Sosialurin royndi í gjár at finna onkran, sum liggur inni við ólógligum riflum, og tað var lætt. Í Klaksvík sluppu vit at taka myndir av tveimum riflum, einari salonriflu og einari herriflu, og hetta vóru líknandi riflur, sum tær, ið vórðu nýttar undir skottilburðinum í Klaksvík. Maðurin, ið eigur hesar riflur, sigur, at tað vórðu keyptar í Grønlandi fyri nógvum árum síðani. Hann Tað finst eitt ótal av ólógligum, drepandi riflum í Føroyum. Nógv fólk liggja inni við bæði riflum og lóðri til tær, og skottilburðurin í Klaksvík er eitt dømi um, hvat kann henda, tá onkur ger sær dælt av hesum vápnum brúkar so at siga ikki riflur- nar, men hann hevur heldur onga ætlan um at beina fyri teimum. Vandamiklar riflur Hesin maðurin og onnur fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, eru á einum máli um, at tað finst ein ørgrynna av hesum kraftmiklu vápn- um kring landið. Tað er púra vanligt, at fólk liggja inn við ólóg- ligum riflum, og nógvar av hesum eru komnar til landið við fólki, sum hava siglt í Grønlandi ella New Found- landi. Nógvar av riflunum eru gamlar, men talan er um modell, sum eru bæði vandamikil og álítandi. Ein rifla, sum er vanlig í Før- oyum, er tann, sum kallast Enfield og er frá 1917. Enfield-riflurnar finnast eisini í hóptali í til dømis Grønlandi, har tær verða mett sum tær mest álítandi í kalda veðurlagnum. Og tá nógvar av riflunum, sum finnast í Føroyum, eru keyptar í Grønlandi, eru tí nógvar Enfield eisini ímill- um. – Hesar riflur eru vanda- miklar, og tær verða mettar at verða góðar og álitandi. Tær røkka okkurt um ein kilometur og kunnu drepa mikið, um skeivar patrónir verða brúktar til hesa riflur, tí so kann kúlan sláa bakk. Mugu revsa brotini Løgreglan í Klaksvík vil ikki upplýsa, hvussu nógvar og hvørjar riflur vóru uppi í leikinum sunnukvøldið, men sýslumaðurin í Klaks- vík váttar, at talan er um fleiri enn tvær riflur. Meira vil hann ikki siga. Hetta samsvarar eisin við tey hylki, sum vóru at síggja eftir skottilburðin sunnu- kvøldið. Tað sløddust hylki eftir trý sløg av patrónum kring húsini, haðani skotið varð, og tí hevur talan ið hvussu so er verið um tríggjar ymiskar riflur. Í blaðnum í gjár staðfestu løgreglufólk, at tey kunnu ikki taka ímóti riflum, sum fólk hava hug at sleppa av við, uttan at ein bót sam- stundis verður útskrivað. Orsøkin til hetta er, at tá løgreglan eftir drápið á ein mann í Lorvík fyri nøkrum árum síðani, gav fólki møguleikan at lata skotvápn inn, uttan at tey verður revs- að, góðtók fútin ikki hesa mannagongd. Heimild er ikki í vápna- lógini fyri, at fólk kunnu sleppa undan revsing tá tey lata løgregluni ólógligu vápnini. Í vápnalógini, sum er frá 1969, stendur greitt, at sektin fyri at liggja inni við ólógligum vápnum er í minsta lagi 1000 krónur. Umhugsa at geva fólki ein møguleika Finn Ougaard, varafúti, segði týskvøldið við Dag og Viku, at kanska skuldi tað verið umhugsað at givið fólki ein møguleika at lata ólóglig vápn til løgregluna, uttan at tey vórðu revsað afturfyri. Vit royndu í gjár at fáa fatur á várafútanum fyri at spyrja hann nærri um hesa æltan, men á fútaskrivstov- uni fingu vit at vita, at vara- fútin ikki er at hitta aftur fyrr enn eftir Hvítusunnu, og fútin er burturstaddur í løtuni. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður í lógarmálum, segði í gjár við Sosialin, at tíðin er búgvin til eina nýggja vápnalóg, sum revs- ar brot á hesa lógina harðari. Samstundis helt Høgni Hoydal, at tað skuldi verða við í nýggju lógini, at fólk fingu eina tíðarfreist at lata ólóglig vápn frá sær uttan at fáa revsing afturfyri. Og at tað finnast nógv ó- lóglig vápn kring alt landið, ivast eingin í. Spurningurin er bara, um onkur aftur fer at gera sær dælt av hesum vápnum. Hesar patrónirnar vórðu brúktar undir skottilburðinum í Klaksvík. Tann minsta patrónin er ein .22 til salonriflu, síðani ein 222 og tann størsta er ein 30.06 til tær sera vandamiklu herriflurnar. Tað vóru hesar patrónirnar, sum gjørdu størsta skaðan á bilar og hús sunnukvøldið Í gjár tóku vit myndir av hesum báðum ólógligu riflunum í Klaksvík. Tann minna er ein sonevnd salonrifla, meðan hin er ein herrifla, sum er eitt sera vandamikið vápn. Tað vóru riflur sum hesar, sum vórðu nýttar undir skottil- burðinum í Klaksvík sunnukvøldið fólk upp á langan tein, verð- ur sagt av Marinustøðini í Havn. – Tað kann vera vanda- 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 EDVARD JOENSEN Heri Joensen, prestur, vil ikki hava sitandi á sær, at hann boðar ranglæru. Hann fer at biða leiðsluna í Meinigheitshúsinum um eina umbering og væntar at fáa hana. Heri Joensen, sóknar- prestur í Suðurstreymoyar Vestara Prestagjaldi, sigur, at tað stendur púra fast, at hann er í móti at víga ella signa samkynt paraløg. Tað hevur hann ongantíð gjørt, Tað fer hann ongantíð at gera. Og hann fer ongantíð at loyva, at tað verður gjørt í nakrari kirkju, sum hoyrir til hansara prestagjald. Eingin fær lænt kirkjuna til tílík endamál. Hvørki bisp- ar, prestar ella nakar annar. Heri Joensen sigur, at hann vónar, at hóvlig missi- ónsfólk nú fara at vakna og hugsa um, hvat tað er, sum hendir í rørsluni. Tí hann ivast ikki í, at meirilutin av fólkinum í Heimamissión- ini eru hørm um stríðið, sum nú fer fram í kirkjuni, har missiónin alt meira gerst partur. Heri Joensen sigur, at hann metir orðaskiftið, sum fer fram í løtuni, at vera ógvuliga ósiviliserað. Hetta er ein minniluti av fólki- num, sum vil taka seg sjálv- an til rættis og seta onnur upp á pláss. Tað verða rakað nøkur ávís skriftstøð saman, sum so verða brúkt til egnan fyrimun. Men skal gangast so bók- staviliga eftir Bíbliuni, eig- ur tað at verða gjørt í øllum førum, sigur Heri Joensen, prestur. Og so er tað eisini, sambært Gamla Testamenti, forboðið at eta garnatálg. Tí tað stendur í Gamla Testamenti, at vit eiga ikki at eta fiti av innvøli úr ávís- um kríatúrum. Men soleiðis kunnu vit ikki brúka Bíbliuna, sigur Heri Joensen. Bíblian er fyrst og fremst gleðiboð- skapur, sigur hann. Tað ræð- ur um at finna tann partin, har gleðiboðskapurin er do- minerandi. Várharra liggur ikki sum ein politistur í ein- um totaliterum landi upp á lúr fyri at fanga onkran syndara. -Slíkan Guð kenni eg ikki, sigur prestur. Vit hava ein náðigan Guð, sum sjálv- andi hatar syndina. Men hann elskar syndaran. Tað er ógvuliga umráðandi. Og tí er tað heilt burturvið, at vit, sum ganga her á Jørðini, skulu taka okkum rætt til at fordøma onnur fólk, sigur Heri Joensen. Ætlaði einki at siga Um hendingina, tá hann varð biðin um at halda seg burtur frá Meinigheitshúsi- num, sigur Heri Joensen, at hann ætlaði ikki, at tað skuldi koma út. Men tað kom tað so Prestur fer at biða um umbering Heri Joensen, sóknarprestur, fer at biða leiðsluna í Meinigheitshúsinum í Havn um eina umbering fyri atburðin, víst- ur varð móti honum, tá hann varð biðin um at halda seg burtur frá ungdómsmøti í húsinum kortini, og hann kendi seg aftan á nakað sum ein, sum hevur mist ein kæran. Fólk vistu líkasum ikki, hvussu tey skuldu fyrihalda seg, tá tey møttu honum. Tey hugdu undarliga, og vistu ikki hvat tey skuldu siga. Heri Joensen sigur, at hann varð biðin tíðliga í vár um at halda ein fyrilestur á einum ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn tann 25. mai. Tað játtaði hann, tí hann hevur altíð mett seg sum missiónsmann og glett seg um tað, sum í missiónini hendi. Hann er góður við missi- ónina, sigur prestur og hev- ur altíð kent seg væl mill- um vinir. Og hann hevur altíð mett - og metir seg enn - at vera hóvligan missións- mann, soleiðis sum Heima- missiónin fyrr var, sigur Heri Joensen, prestur. Tveir dagar fyri, at hann skuldi halda fyrilesturin í Meinigheitshúsinum, varð hann ringdur upp úr húsi- num og spurdur, um hann mintist avtaluna. Tað játtaði hann. Men meðan hann sat og fyrireikaði seg, tríggjar tímar áðrenn møtið skuldi vera, varð hann ringdur upp og fekk at vita, at hann var óynsktur í meinigheitshúsi- num hetta kvøldið, tí hans- ara nærvera kundi vera ein bági fyri tey nýggju fólkini - tey nýfrelstu, sum tað líka- sum lá í luftini - í Meinig- heitshúsinum. Tað særdi, og hann varð sera harmur um, at hann ikki skuldi sleppa í Meinig- heitshúsið við teirri grund- geving, at hann boðaði ranglæru. Tí hann hevur skrivað undir eitt bræv saman við 15 øðrum før- oyskum prestum. Einkisigandi stríð Heri Joensen sigur, at tað hevur ongantíð verið ætlan hansara at leggja seg út í hetta kirkjustríðið, sum hann metir einkisigandi. Hann hevur verið prestur í eini 11-12 ár, uttan at nakað stríð hevur verið, hvørki í kirkjuráðum ella stýrum fyri meinigheits- ella missiónshús. Tí í Kristusi vóru øll samd. Tað góða sameinir, sigur prestur, og tað hava tey fólk, hann hev- ur samstarvað við, altíð duga at funnið, sigur hann. Tað eiga vit eisini at hava í huga, nú vit um eina viku fara at halda hátíð fyri tí stóra sameiningarandanum, har vit skulu vera eitt fyri Kristusi. William Booth, sum stovnaði Frelsunarherin, segði, at hann las Bíbliuna, sum tá hann át fisk. Hann át fiskin og legði beinini til síðis. Soleiðis eiga vit at finna og brúka tað góða, og lata tað ringa liggja, sigur Heri Joensen. Og hann vísir til kenda Prædikumannin Moody, sum tekur til, at í Bíbliuni er nógv meira, vit kunnu vera samd um, enn tað, vit kunnu vera ósamd um. Guðsbørnini eiga at gleða seg um tað, tey eru samd um, heldur enn at klandrast um tað lítla, tey ikki semjast um. Heri Joensen sigur, at hann ongantíð hevur lagt seg út í nakað stríð í kirkju- ni. Hann hevur satt at siga annað at gera enn at stríðast við fólk. Og so ramsar hann upp, guðstænastur, barna- dópar, brúðarvígslur og jarðarferðir, sum standa í kø. Tað sømir seg ikki Guðs børnum, og allarminst prestum, at stríðast um Vár- harra. Tað hoyrir ongastaðni heima, sigur Heri Joensen. Men rímiligt. Vil ein hava stríð, so fær ein stríð. Tað er einki at ivast í, sigur hann. Hann sigur annars, at hann metir ikki, at tað er nakar, sum kann taka upp fyrsta steinin og tveita nakr- an sum helst veg. Kirkjan eigur, sigur hann, at vera rúmlig. Hon er ein forsaml- ing av meira ella minni ófullkomnum einstakling- um, ella syndarum, ið hava tendensir hin- og handan- vegin. Og vreiði er ofta »projektión« av einum ella øðrum, sum hann ikki vil koma nærri inn á her, sigur prestur. Hóast hann undir ongum umstøðum fer at víga ella vælsignað samkynt paraløg, sigur Heri Joensen, at hann hvørki er ímóti, at hesi fólk- ini finna hvønn annan, ella fordømandi mótvegis teim- um. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum. Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joen- sen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørd- ur. Hjá Harranum er eingin munur. Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forð- ar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur. Tað sømir seg ikki Guðs børnum, og allarminst prestum, at stríðast um Várharra. Tað hoyrir ongastaðni heima, sigur Heri Joensen, sum her er avmyndaður á ársmøti hjá Heimamissiónini í Nesvík um dýrabiðidagshalguna (Mynd: Edvard Joensen) Ungdómsnevndin og Stýrið fyri Meinigheitshúsið í Havn halda Hera Joensen, sóknarprest hava ringa ávirkan á tey, sum ganga á ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum. Prestur varð tí biðin um at halda seg burtur frá Meinigheitshúsinum