fríggjadagur 2. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 104 - 2. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 104 - 2. juni 2000
Vágsbotnur og
hvør fjøl á flot
Í góðveðrinum leygardagin
var nógv virksemi í Vágs-
botni frá morgunstundini av.
Klokkan 10 løgdu teir 14
bátarnir, ið luttóku í fiski-
kappingini, sum Lions Club
og Tórshavnar bátafelag
skipaðu fyri, frá landi, og
løtu seinni byrjaðu hini
tiltøkini, hjá Lions Club.
Børnini royndu seg sum
reiðfólk, stuttleikaðu sær í
»Hoppiborgini« ella kapp-
aðust í sleggjusláing, meðan
tey vaksnu keyptu sær ein
bíligan og góðan døgurða
av trolarafiski, fingu sær ein
drekkamunn, prátaðu ella
gingu sær ein túr framvið
bryggjukantinum, hugdu at
og mettu um hesar ymisku
stuttleikabátarnar, sum vitj-
aðu henda dagin.
Tá tey frá Lions Club
gjørdu søluna upp um
kvøldið vóru einar 12-
13.000 kr. í kassanum at
gera gott við. Sum Sosial-
urin skilur fer ein góður
nevi av avlopinum hesaferð
til sluppina Westward Ho,
sum tørvar stórar og dýrar
umvælingar.
Klokkan fimm komu bát-
arnir aftur. Hjá bátum, sum
royna við snellu, hevur
fiskiskapurin verið smáligur
um alt landið í seinastuni.
Hetta sást eisini á nøgdini
teir 14 bátarnir høvud, til-
samans var veiðan 339 kg.
ella 24 kg. uppá bátin.
Besti báturin í hesi 145.
fiskikappingini var Tight
Line við Hans P. Glerfoss.
Hann hevði 76,3 kg. Hans
Petur fekk sostatt silvur-
toskin, sum fyrstu ferð var
latin í 1968 í varðveitslu.
Harumframt fekk hann
steyp til ognar.
Nr. 2 var ANFINNUR við
Kára Reynheim og Jóhann-
es Arne Joensen. Teir høvdu
42,5 kg. uppá mannin.
Nr. 3 var Sølvá við Halli
Heinesen. Hann hevði 27
kg. og fekk eins og nr. 1 og
2 styp til ognar.
Fiskurin varð seldur á
uppboðssølu, sum Jóans
Andreassen skikpaði fyri.
Inn komu 5.431 kr. Hesin
peningur fer óskerdur til
Tórshavnar Bátafelag.
Ein av stuttleikasiglarun-
um, sum Sosialurin tosaði
við, ehlt fyri, at Tórshavnar
Bátafelag hevði gjørt eitt
gott arbeiði fyri at tað skal
vera hugnaligt at koma í
Vágsbotn. Nú vóru góð og
nosslig hølir har tú hitti
fólk, telefon, bað og møgu-
leiki at sleppa av við burtur-
kast. Fyri nøkrum árum síð-
ani var hann farin í land av
bátin sínum við tveimum
rustposum, men at sleppa av
við teir var ikki hugsingur
um. Endin var, at hann setti
teir við eina stóra læsta
ruskbingju, sum stóð niðri
á Busatanga. Eitt var, at alt
var so nógv høgligari nú,
men tað taldi eisini til fyri-
munar, at túættiliga merkti,
at í Vágsbotni nú var meira
atmosfera, at her var livandi
umhvørvi, ikki deytt og
sterilt. Tó so! Okkurt lýti er,
t.d. slitna og viðtikna bet-
ongkeiin, og tað at eisini á
bryggjukantinum tykist tað
sum bilar hava framíhjárætt,
framíhjárætt mótvegis bát-
um.
Rómaborg var sum kunn-
ugt ikki bygt eftir einum
degi og siglarin Sosialurin
tosaði við, helt at enda fyri,
at verða nevndu lýtir beint
burtur og Bátafelagið sam-
an við øðrum, s.t.d. leygar-
dagin saman við Lions
Club, siglir somu kós, sum
seinastu árini, so verður
Vágsbotnur ein kveikjandi
og savnandi miðdepil fyri
báta- og siglihugaði fólk og
Havnin fær eitt umhvørvi,
sum bæði havnafólk og
vitjandi fara at finna fragd í
at vitja.
Axel
Teir tríggir bestu í
fiskikappingini saman við
einum av fyriskiparunum
Aktionarius - alias
Jóannaes Andreassen her í
fínasta galla á
uppboðssøluni í Vágsbotni
leygardagin.
Mong børn og vaksin
høvdu leitað sær oman í
Vágsbotn í góðveðrinum
leygardagin.
Høvi varð esini at ríða í
Vágsbotni leygardagin
Claymore fer ikki at sigla millum Havnina og Klaksvík á norðoyastevnu
FRÓÐ I LØKSÁGARÐ
Tað eru ikki bara suðuroy-
ingar sum merkja sviðan av
at Smyril ikki er tøkur, nú
hann er til umvælingar og
árligt eftirlit. Nú verður
Norðoyarstevnan eisini rakt
av hesum.
Vanligt hevur verið nógv
tey seinastu árini, at Smyril
hevur gjørt ein túr norðoy-
astevnuaftan úr Havn til
Klaksvíkar, og suður aftur
um kvøldið, við róðrarfólki
og stevnugestum. Vanligt
hevur verið at eini átta-
hundrað ferðafólk hava nýtt
henda møguleika.
Í ár vera fleiri av teimum,
ið ætla sær á norðoyastevnu
snýtt fyri henda møguleika,
tí ikki er pláss fyri meiri enn
350 ferðandi umborð á
Dúgvuni, sum skal gera
henda túrin í ár. Tá øll kapp-
róðrarfólkini eru komin um-
borð, verður neyvan pláss
fyri nógvum ferðafólki aft-
urat.
Uttan Smyril tøkan, og
við Claymore, sum hevur
minni kapacitet tá talan er
um ferðafólk enn Dúgvan,
sum avloysaraskipi, hevur
verið neyðugt at ganga
nýggja leiðir hjá Strandfar-
askipum Landsins í ár.
— Vit hava valt at lata
Dúgvuna gera ein túr til
Havnar eftir kappróðrar-
fólki og bátum. Onnur, sum
ætla sær á norðoyarstevnu,
noyðast at ferðast um Leir-
víksfjørð við Ternuni, ella
við Dúgvuni, sum eisini fer
at sigla einstakar túrar um
Leirvíksfjørð, sigur Heri Jo-
Hvørki Smyril ella Clay-
more á norðoyastevnu
Í lýsing í útvarpinum í gjár, frá Strandfaraskipum Landsins, varð sagt, at hvørki Smyril ella
Claymore fara at sigla til Klaksvíkar á norðoyastevnu. Í staðin ger Dúgvan ein túr til Havnar,
eftir róðrarfólki og bátum, og suður aftur um kvøldið. Umframt hetta fer Ternan, við hjálp frá
Dúgvuni, at sigla um Leirvíksfjørð
ensen fólkaflutningsleiðari
á Stradfararskipum Lands-
ins. Heri Joensen vísur sam-
stundis á, at bussambandið
henda dagin verður útbygd
soleiðis, at eingin trupul-
leiki verður at koma aftur
og fram.
Tað eru óivað fleiri sum
undrast á at Strandaraskip
Landsins ikki sendur Clay-
more ein túr til Klaksvíkar.
— Hetta verður fyrst og
fremst gjørt fyri ikki at ó-
rógva suðuroyarleiðina, har
kapaciteturin ikki er alt ov
stórur frammanundan. Um-
framt hetta, so er Dúgvan
góðkend til 350 ferðafólk,
ímeðan Claymore bara hev-
ur loyvi at sigla við 300
ferðafólkum, sigur Heri Jo-
ensen at enda.
Strandferðslan væntar við
hesum broytingum at nøkta
tørvin hjá teimum, sum
hava hug at fara til Klaks-
víkar á norðoyastevnu. So
leingi Ternan siglur um
Leirvíksfjørð, fara Sam og
Ternan I. at røkja ferðasam-
bandið um Vestmannasund.
Vit hava eisini fingið eina
viðmerking frá NFÍ sum eru
við í fyrireikingunum av
norðoyastevnuni. Símun av
Høvdanum sum situr í
nevndini í NFÍ sigur, at teir
slett ikki hava hugsað um
henda trupulleika, og sum
støðan er við skipum hjá
strandferðsluni í løtuni,
haldu teir at hetta var ein
brúkilig loysn. Men tað
harmar teir, um fólk setast
aftur av hesum.
Sum kunnugt hevur stríð
tikið seg upp í kirkju okk-
ara, og kirkjufólkið alt
harmast um at so er.
Vit kunnu øll verða samd
um, at tá gestir koma til
landið, so eiga vit øll – eis-
ini prestarnir - at sýna teim-
um allan blíðskap.
Men tá talan er um ein
gest, sum skal prædika í
kirkju okkara, hava prestar-
nir eina ábyrgd, ið vit onnur
ikki hava. Teir hava skyldu
til at ansa eftir, at eingin fer
á prædikustólin sum lærir í
stríð við Guds orð.
Og tað er júst hetta sum
er hent. Ætlanin var at ein
danskur biskupur - sum
hevur góðtikið at samkynt
paralag kann markerast í
kirkjuni - skuldi prædika.
Hetta er villeiðandi læra
sum eigur at vera bannlýst í
kirkjuni.
Okkara prestar, Niels
Pauli Danielsen og Hans
Eiler Hammer, gjørdu tí tað
sum rætt er, at siga nei til at
hesin biskupurin fekk loyvi
at prædika í Christianskirkj-
uni.
Vit vilja av fullum huga
taka undir við prestum okk-
ara í hesi avgerð, og takka
fyri at tit - saman við kirkj-
uráðnum í Klaksvík - stóðu
stinnir í hesi søk. Eisini skal
ein tøkk ljóða til Bergur De-
bes Joensen og Sverra
Steinhólm fyri tykkara
støðu í hesum máli.
Nevndirnar í Emmaus
KFUM & K Soli
Deo Gloria
Stuðla teim fýra prestunum
Sum ein av teimum mongu
í útlegd havi eg fylgt við,
hvat
fyriferst
innan
kirkjulívið heima á landi.
Og eg gerist - vit eru fleiri
- hørm.
Eg havi lært, ja heilt frá
sunnudagsskúlanum, at tað
er ikki givið okkum at
døma. Matt. 7,1 - Luk. 6,37
- Luk 12,14.
Kirkjan er at fylkjast um,
og hevði eg vónað, nú
Føroyar halda 1.000 ára dag
fyri Kristindómsins komu
til landið, at stríðið, sum
tíverri hevur verið tey
seinastu 10 árini til óbøtandi
skaða fyri kirkjuna, nú var
niðurlagt.
Til tykkum, sum byrja ár
2.000 við at bera brenni til
stíðsbálið, fari eg at siga:
»Bindið frið.«
Alt tað, tit vilja, at menn
skulu gera móti tykkum, tað
skulu tit gera móti teimum,
Bindið frið
tí
hetta
er
lógin
og
profetarnir. Matt. 7,12.
Sonja á Argjaboða
Århus
Lesarabrøv:
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 22
VIKA 22
1 Thomas Cr
1 Thomas Crown Af
own Affæren
en
2 T
2 Teaching Mrs. T
eaching Mrs. Tingle
ingle
3 Deep Blue Sea
3 Deep Blue Sea
4 Generalens datter
4 Generalens datter
5
5 Fight Club
Fight Club
6 She's all that
6 She's all that
7
7 Star W
Star Wars Den usynlige fjende
ars Den usynlige fjende
8 Boondock Saints
8 Boondock Saints
9 American Pie
9 American Pie
10 End of Days
10 End of Days
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Instinct
American Pie