Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 Jazzurin nærkast Vit liva í eini jazztíð. Hesi kendu orð kunnu føroyingar árliga ásanna, tá Jazzfestivalurin setur dám á summarið. Nú er tann 17. jazzplakatin komin og í august ljóma jazztónarnir fyri 17. ferð. Á skránni eru m.o. Green Gate við limum úr Plúmm, Jørgin Dahl og Lis Sørensen DAGFINN OLSEN Jazzplaktin hevur vunnið sær pláss í huganum á før- oyingum, eins og manga aðrastaðni eisini. Harumframt er hon ársins fasta tekin um summar og jazz. Og nú nú er tann 17. plakatin í røðni komin. Tað er íslendski listamað- urin Tryggvi Olafson, ið hevur gjørt plakatina, ið ber brá av, at listamaðurin hevur vitjað í Føroyum. Eisini ber hon brá av, at listamaðurin, ið býr í Keymannahavn, er jazzfjeppari. Plakatin er einføld og myndar partar av Føroyum og gerandisdagin og jazzin. Og so eru tvær hendur, ið líkasum spæla uppá ein strong, ið gongur yvir Nóls- oynni. Sum eitt slag av nátt- úrustrongi. Tað er siður, at norður- lendskt listafólk ger plakat- ina. Fyrraárið gjørdi før- oyski listamaðurin Kári Svensson plakatina, og hev- ur henda víst seg at vera tann best umtókta av øllum og hevur hon sett sølumet. Árliga verða einar 250 plakatir sendar út til stovnar og onnur. Hesi fáa sjálvsagt eitt ótal av slíkum, men tað hevur víst seg, at føroysku jazzplakatirnar hava vunnið hevd og veruliga verða hongdar upp. Tær hava góðsku og eru tíðarleysar. Samstundis eru plakatir- nar still, men vælvirkandi reklama fyri Jazzfestivalin, Norðurlandahúsið og Før- oyar. Í ár eru so eisini gjørd stór postkort í A5 stødd, ið bera somu mynd, sum plakatin. Hesi eru ókeypis og eru at fáa ymsastaðni í landinum. Jazzurin nærkast Tá plakatin er komn, so er jazzurin føroyingum og summargestum vísur. Hóast skráin fyri Tórs- havnar Jazz-, Fólka-, og Bluesfestival 2000 enn ikki kann sigast at vera heilt endalig, so tykist greitt, at mangt forvitnisligt er fyri oyruni. Festivalurin byrjar miku- dagin 9. august og heldur fram til tann 12. august 2000. Fyrsta kvøldið er t.d. J.S. & Bach á skránni. Hetta er sjálvsagt ikki Jóhan Sebasti- an, men tað eru Jóhannes Andreasen og Stamen Stantchev, ið leika henda tónleik, saman við Arne Forchammer Trio. Forc- hammer er gamal pianistur frá gomlu MontMartre tíð- ini í Keypmannahavn og hevur m.a. spælt saman við Stan Getz og eisini saman við Brandi Øssursson, ið hevur verið jazztónleikari í útlondum á yngri árum. Sama kvøld eru á skránni Hallas Travel úr Íslandi. Hetta eru Bjørn Thoroddsen og sjónleikarin Eygil Ólafs- son. Teir taka gamalt fólka- lag og laga tað til, alt eftir hvar teir eru. Hetta er fram- førsla á høgum støði og við høgum undirhaldsvirði, sig- ur fyrireikarin av festivali- num, Brandur Øssursson. Gospel og tango Hóskvøldið er m.a. Stavan- ger Gospel Choir á skránni. Hetta sigst vera næst eftir Oslo Gospel Choir og tað sigur so mikið, sum at talan er um gospelkór á høgum støði. Kórið hevur júst verið í London, har tað varð sera væl fagnað. Fríggjakvøldið 11. august er føroyskt kvøld. Jassarnir byrja. Síðani er nakað so spenn- andi og forvitnisligt, sum Green Gate. Hetta var fløga við Magnus Johannesen - kendur úr Plúmm, Føstu- fressum og Taxi - og Holger Laumann, ið kom fyri nøkr- um árum síðani. Ikki er ó- hugsandi, at aðrir av mann- ingini í Plúmm verða at hoyra í sambandi ið Green Gate og tað er í sær sjálvum sera lokkandi. Eivør Pálsdóttir er umboð fyri yngra ættarliðið í før- oyskum tónleiki og jazzi. Hon kemur á pall, áðrenn ein av góðu, gomlu, men saknaðu, tónleikarunum trínur á pall. Tað er Jørgin Dahl, ið fyri stuttum gav fløgu út, ið kemur til Føroya við Lost Pilgrims. Eitt kvøld, ið væntandi fær heilt ung (Jassarnir), tey ungu (Eivør), tey um 30 ára aldur (Green Gate) og tey, ið eru komin um 40 og 50 ára aldur (Dahl), at leita sær til atgongumerkjalúkuna. Væntandi eitt kvøld, ið savnar ættarliðini um nýtt og gott gamalt. Nostalgi og nýtt sameint eitt fríggja- kvøld í august 2000. Lis Sørensen! Hon er helst kendasta navnið á festivalinum í ár og ein kann ikki lata vera við at hugsa um rimmar konsert- ina í fjør, har Sanne Salo- monsen legði Norðurlanda- húsið fyri sínar føtur. Sam- an við Anne Linnet og Hanne Boel eru Salomon- sen og Sørensen millum tær fremstu donsku songkvinn- urnar. Síðsta kvøldið eigur hon pallin og tað er fyrstu ferð, at Lis Sørnsen vitjar í Før- oyum. Í vetur hava mong gingið til tango dans. Og á festi- valinum verður høvi at upp- liva veruligan argentinskan tongo tónleik. Ein argen- tinskur/týskur tangobólkur kemur at leika: Quinteto Arrabal. Jazz Oasis leika. Ætlandi saman við Anniku Hultin úr Stjórin í Norðurlanda- húsinum Helga Hjörvar og Brandur Øssursson, festival fyrireikari, við 17. jazzplakatini Mynd: Álvur Haraldsen Brandur Øssursson leikti á ungum árum jazz í útlond- um. Sum 15 ára gamal leikti hann saman við Arne Forc- hammer, sum verður við á festivalinum í ár. Á myndini sæst Brandur Øssursson og myndin er tikin í 1961 Finnlandi, men væntandi verður hetta broytt, so tað ístaðin verðir ein finsk songkvinna, ið júst er vald til Miss Summertime í Finnlandi. Hetta hevur sjálvsagt einki við vakur- leikakapping at gera, men heldur tann nakna veru- leika, at eitt tað kendasta standard jazz lagið kallast Summertime. Her heima á klettunum kenna vit tað seinast frá bæði Tangz og Eivør Pálsdóttir. Íslendsku innsløgini á festivalinum koma í sam- starvi við Reykjavíkar Mentabý. Í alt ein forvitnislig skrá, ið hevur okkurt til tey flestu, yngri og eldri. Jazzarar og kórfjepparar og rockarar og popparar. Og skal ein taka boðskap- in á plakatini til eftirtektar, so verður fyri 17. ferð sligið uppá náttúru streingirnar, tá Norðurlandahúsið letur dyrnar upp fyri festivalinum og jazzurin streymar út á Nólsoyarfjørð og frðast við bylgjunum og gevur aftur- ljóð í føroysku fjøllunum. Heykavegur 1 • 100 Tórshavn • Tel. 311400 • Fax 315574 th-dam@post.olivant.fo Sosialurin - 311820 Vit hava eisini: • Urtagarðshegn • Trillubørur • Urtagarðsamboð P-øki Joh. Berg R. C. Effersøesgøta Thomas Dam Havnar Timbur- handil Føroya Tele Poul Hansen Skemman Sláimaskinur Sláimaskinur JAN MÜLLER Richard Hardmann eitur hann. Ein av „the grand old man“ í altjóða oljuvinnu. Hesi seinastu seks árini hev- ur hann uttan íhald víst Før- oyum sum komandi olju- provins alstóran áhuga. Í dag starvast hann sum stjóri fyri øllum leitivirksemi hjá stóra amerikanska oljufel- agnum Amerada Hess. Tá felagið fór at vísa Føroyum ans í 1996 var Richard Hardmann ein av teimum fyrstu oljustjórunum, ið legði leiðina til Føroya. Saman við Sam Laidlaw, sum er ein av oddamonn- unum í oljufelagnum vitjaði Richard Hardmann í Før- oyum fyri at fáa sær eina fatan av samfelagnum og møguleikunum her fyri eini komandi oljuvinnu. Tá var Johan Mortensen umboðs- maður fyri felagið og tók ímóti teimum báðum. Tá The Faroes Partnership bólkurin við Amerada Hess sum operatøri legði inn um- sókn sína um leitiloyvi á og fólkið, og eg meti meg vera sera hepnan at kunna koma til land tykkara í sam- bandi við oljuvirksemi. Richard Hardmann metir 17. mai aum ein sera týð- andi dag fyri framtíðina hjá ikki minst føroyingum. Hann heldur tað er sera um- ráðandi við kapping millum oljufeløgini at fáa lut í lis- ensunum. Meðan vit í byrj- anini máttu leita okkum fram so skilja vit í dag und- irgrundina betri. -Her eru nógv góð oljufeløg við og vit vilja sjálvandi gera okk- ara besta. Richard Hardmann er fegin um at hava eitt før- oyskt felag við í bólkinum. Tað er ein partur av stra- tegiini, tí teir leggja dent á samstarv. Tað er tað heitið Partnership skal borga fyri. Endamálið er ikki bert at samstarva við eitt føroyusk felag. Tað er fyrst og fremst at leggja dent á samvinnu við føroyska fólkið. Vit mugu gera alt fyri at varð- veita tann so serstaka før- oyska kulturin. av feløgunum rýmdu, hildu vit fram við leitingini. -Tú ber ikki ótta fyri, at søgan úr Falklandsoyggj- unum skal fara at endur- taka seg her? -Sjálvandi geri eg tað. Hvørja ferð tú risikerar nak- að í nýggjum øki, so mást tú eisini taka tað við, at tú kanst taka feil. Men tað er frá slíkum mistøkum og ringum úrslitum, at vit læra og henda lærdóm brúka vit so aftur í nýggjum økjum aðrastaðni. Vit eru tí sera fegnir um at vera her í Før- oyum, og vit vóna sjálvandi, at myndugleikarnir halda okkum vera áhugaverdar til hesa uppgávu. Richard Hardmann sum er ein gomul rotta í bransj- uni trýr ikki uppá, at øll fel- øgini, sum hava søkt, verða vinnarar. Tað er ein partur av „spælinum“, at onkur verður tapari. Tí er talan um eina torføra uppgávu hjá myndugleikunum. Eitt ann- að, sum man má taka hædd fyri, er, at í einum frontier- øki er man ongantíð heilt vísur í, hvør teigur er bestur. Tí kann tað koma at merkja, at allir fáa ein tjans. Men tað verða vinnarar og tap- arar í slíkum. Tað kemst ikki uttan um. Richard Hardmann sigur seg ikki vita, hvønn arbeiðs- hátt myndugleikarnir fara at velja. Men hyggur man eftir gongdini í t.d. Týskalandi, tá koyrdu teir øll feløgini í eitt felag og bjóðaðu teim- um nógv. Uppá tann mátan kanst tú gera øll nøgd. Um tað er nakað, sum myndug- leikarnir ynskja at gera øll feløg nøgd, so er tað væl tað, sum hendir. Richard Hardmann held- ur sjálvur, at tað skilabesta sum myndugleikarnir kunnu gera er at lata tveir ella tríggjar bólkar av olju- feløgum teir góðu teigarnar heldur enn bara at geva ein- um bólki ella felag alt tað besta. Hvat sigur hann til møgu- leikan at álagt verður fleiri umsøkjarum at arbeiða saman. -Oljufeløgini eru von at arbeiða saman, men ein av reglunum er, at kon- voyin gongur eftir ferðini hjá tí skipinum, sum gongur seinast. Og tað ger, at tú vil ikki hava ov nógvar stórar konvoyir, tí tær tá eru bundnar at skipum, ið sigla spakuliga. Tað merkir, at leitingin verður ikki at fara fram í rætta tempoiinum, og hendir tað, so verða fólk og feløg móð og missa áhuga og fara frá økinum. BP Amoco og hini -Nú er BP Amoco eitt sera stórt felag. Ber tú ótta fyri, at tað vegna sína stødd fer at fáa tann besta bitan? -BP Amoco hevur eina inntøku, sum er størri enn 13. ella 14. ríkasta landið í verðini. Eg haldi tí, at tað má vera upp til føroysku myndugleikarnar at avgera, um tað er ov stórt. Eg havi sjálvur arbeitt fyri bæði BP og Amoco í 21 ár og veit, at tað eru feløg, sum seta sær mál og vilja røkka teimum. Tøkniliga eru tey sera góð men tað eru eisini mong av hinum feløgunum, sum teir kappast við. Eg trúgvi, at tað er upp til føroyskar myndugleikar at gera av, hvat slag av felagsskapi er best fyri Føroyar. -Vildi tað verið rímuligt, um føroyskir myndugleikar áleggja BP Amoco vegna tess stødd at vera saman við onkrum av bólkunum? -Tað er sjálvandi ein av møguleikunum. Sjálvur haldi eg oljumyndugleikar- nir hava eina nóg torføra uppgávu uttan at skula fáa ráð frá mær. -Nú tú hevur verið her so oftani hevur tú ongan- tíð hugsað um, hvørjar negativar avleiðingar ein oljuvinna kann hava á hetta lítla landið? -Tað havi eg sjálvandi. Tað er ein av teimum mest álvarssomu spurningunum. Tað eru altíð plussir og min- ussir við slíkum. Einhvør broyting hevur vágar við sær. Vit hava roynt at minka um tann vágan við fyri tað fyrsta av hava ein føroyskan stjóra í Ben Arabo og har- næst eitt samstarv við før- oyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum. Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting. -Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar. Richard Hardmann held- ur eisini, at tað hevur týdn- ing fyri oljuídnaðin í Bret- landi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Før- oyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið. Richard Hardmann held- ur tí avgjørt, at tað er fram- tíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum Oljufund við Føroyar stóran týdning fyri alt Atlantsmótið kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum. Drúgvur burður Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmað- ur fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðs- monnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroy- um, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og læru- rík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknað- arósemjuni. -Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu, sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar. -Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera innan fyri Skandinavia. -Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheims- borgarar. landgrunninum herfyri, vóru Richard Hardmann og Johan Mortensen við í hóp- inum. Sosialurin nýtti høvi til at tosa við teir báðar, sum hava hildið sambandið síðani. Herfyri var Richard Hardmann settur til at standa fyri altjóða leitingini hjá Amerada Hess og norð- maðurin Jan Evensen varð settur til at standa fyri leit- ingini við Føroyar. Kortini kundi Richard Hardmann ikki lata vera við at vera til steðar søguliga dagin, tá umsóknin varð latin. Vit spurdu Richard Hard- mann, hvussu tað ber til, at hóast hann ikki hevur nakað beinleiðis við Føroyaøkið gera framvegis vísir Før- oyum so stóran áhuga : Dámar at vera her -Tað er helst eldhugurin og gleðin at vera í Føroyum, ið eru orsøkin til, at eg eri her. Mær dámar hetta landið Richard Hardmann held- ur føroyingar skulu vera nøgdir við, at so nógv feløg eru við, tí tað er altíð gott við kapping. Avbjóðingin hjá føroysku myndugleik- unum er nú at velja út tey bestu feløgini. Avbjóðingin hjá oljuídnaðinum er ikki bert at kanna økini nær bretska sektorinum men at kanna víðari og at kunna skilja, hvussu man skal kunna síggja og tulka und- irgrundina undir basaltin- um. Hetta er eingin løtt upp- gáva. Og tað er dýrt. -Vit í Amerada hava gjørt nakað við hetta, og tað er greitt, at okkum nýtist stór felt fyri at kunna tað. Vit hava tí eina dupulta avbjóðing. Fyri tað fyrsta at fáa teigar, og har- næst - fáa vit økið at leita á - at kunna flyta útjaðaran longur vestur - „push back the frontiers“. Hetta er nak- að Amerada Hess er kent fyri. Tað gjørdu vit t.d. vest- an fyri Hetland. Tá flestu Richard Hardmann og Johan Mortensen virknir Ame- rada Hess menn frá fyrst í 90-unum vóru við, tá Partner- ship-bólkurin lat umsóknina inn herfyri. Umboð fyri tey fýra oljufeløgini, Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni uttan Oljumálastýrið, tá tey lóu inn umsókn herfyri