fríggjadagur 2. juni 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 104 - 2. juni 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 104 - 2. juni 2000
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Streymoy
Eysturoy
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 19.
00 – 23.
30
Fríggjadag
kl. 17.
00 – 03.
30
Leygardag
kl. 19.
00 – 03.
30
Sunnudag
kl. 17.
00 – 23.
30
Long drinks
Café
Við gongugøtuna
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Mat-
seðilin
Fríggjadagin 2. juni:
Kotelettir
Leygardagin 3. juni:
Nakkakambur
Mánadagin 5. juni:
Stongt
Týsdagin 6. juni:
Grýturættur
Mikudagin 7. juni:
Bankikjøt
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
EYDNAN
EYDNAN
EYDNAN
EYDNAN
Oyrarbakka
EX-RAYS
sp¾la
EX-RAYS
sp¾la
Dansur verður
leygarkvøldið 3/6
Kaggin
MOONSHOT
MOONSHOT
MOONSHOT
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggjakvøldið
spælir
BLACK JACK
BLACK JACK
BLACK JACK
Leygarkvøldið
spælir
Sosialurin - 311820
Lesið
-tað
loysir
seg
Viðmerking:
Vit undirritaðu, sum í mong
ár hava starvast í heimarøkt-
ini, fóru til Danmarkar at
útbúgva okkum sum heils-
uassistentar, men heimaft-
urkomnar eftir lokna út-
búgving fingu vit at vita frá
leiðsluni fyri Heimarøktini,
at vit bert kundu starvast
sum heimahjálparar, skuldu
vit framvegis hava starv í
Heimarøktini. Eingin heim-
ild var at arbeiða sum heils-
uassistentur sambært lógum
og relgum frá Heilsumála-
stýrinum.
Higartil hava vit roynt at
havt tol viðvíkjandi skerdu
møguleikum okkara at ar-
beiða sum heilsuassistentar,
men nú er tolið farið at
ganga undan, og tí gera vit
hesa roynd við einum opn-
um, almennum brævi til
tygara. Lógin um almanna-
og
heilsuútbúgvingarnar
varð lýst og kom í gildi 1.
august 1999, men syndar-
liga seint gongur at seta
hesa lóg í verk, og heima-
hjálpararnir noyðast at svíða
fyri hetta, tí fleiri teirra
vildu fegnir fingið størri før-
leika og vitan, tí teir hava
sum er lítla ella onga fakliga
útbúgving, og slíkt kann
ikki berast í bøtuflaka fyri
nú á døgum, hvørki so ella
so.
Tað er eitt stórt og gott
arbeiði, sum heimahjálpar-
arnir hava gjørt og fram-
vegis gera, alt síðan henda
skipan varð sett í verk í
1973.
Vit væntaðu, at verandi
støða kundi ikki halda fram
leingi aftrat. Øll vistu, at
almanna- og heilsuskúli fyri
hjálparar og assistentar
skuldi setast á stovn. Hetta
hevur verið í umbúnað í
fleiri Harrans ár, men lítið
røkist fyri, at her hendir
nakað.
Í einum rundskrivi frá
Heilsumálaráðnum
hin
19.1.1999 verða heilsuass-
istentar nevndir sum starvs-
fólk í Heimarøktini, men
hin 21.6. sama ár sendir
Heilsumálastýrið út nýtt
bræv, ið tekur loyvið aftur
at seta heilsuassistentar í
starv
í
Heimarøktini.
Grundgevingin fyri hesum
er, at Heimahjálparafelagið
mótmælti hesum ætlanum,
og at landsstýrismaðurin í
heilsumálum hevði tikið
hetta til eftirtektar. Hetta er
so støðan við sama lag.
Sama
heilsumálastýri
skal seta á stovn skúla, sum
hevur til endamáls at út-
búgva enn fleiri av hesum
somu heilsuassistentum, ið
ikki kunnu brúkast í Heima-
røktini, hóast ein partur av
útbúgvingini hjá hesum
starvsfólkabólki júst er í
Heimarøktini. Skiljið hetta,
hvør ið kann. Vit hava ið
hvussu so er ilt við at skilja
hetta, og enn minni kunnu
vit góðtaka slíka framferð.
Tað skerst ikki burtur, at
mannagongdin hjá Heilsu-
málastýrinum er í stórari
andsøgn við andan í lógini.
Alsamt fleiri sambýli
verða sett á stovn. Við
myndugleikans
signing
verða miðsavnað heilt upp
í 10 gomul og ofta illa sjúk
fólk, sum ikki kunnu vera
heima hjá sær sjálvum, men
starvsfólkið, ið arbeiðir á
hesum sambýlum, hevur
ikki lært grundleggjandi
sjúkrarøkt. Er hetta ikki á-
byrgdarleyst?
Vit vita, at heimasjúkra-
systir kemur at vitja í sam-
býlum, men hon hevur nógv
onnur heim at fara í og kann
ikki vera á fleiri støðum í
senn. Eitt samdøgur hevur
sum kunnigt 24 tímar. Vit
eru fleiri, sum spyrja: Hví
skal ein starvsbólkur við út-
búgving haldast burtur frá
heimarøktini
og
sam-
býlunum? Sum nú er tykist
frægast at vera ófaklærdur
til tess at fáa arbeiði í Heim-
arøktini. Er hetta ætlanin í
framtíðini? Var ikki betri
fyri øll, at fakfólk eisini
sluppu framat her, eins og
gjørt verður í øðrum førum
innan heilsurøktina?
Heilsuassistentar eru ein
væl virkandi og væl dámdur
starvsbólkur innan eldra-
røktina í Heimarøktini,
Sjúkrahúsverkinum, í psyk-
iatriini og á bústovnum fyri
brekað og menningartarnað
í Danmark í dag.
Nógv verður uttan hóva-
sták sett í verk her á landi
bert við tí grundgeving, at
soleiðis verður gjørt í Dan-
mark. Omanfyrinevnda út-
búgving kemur úr Dan-
mark, og lógin er umsett og
sett í gildi her á landi, men
ikki er loyvt at seta fólk við
hesi útbúgving í starv í
Heimarøktini. Álvaratos,
her haltar í stórum!
Okkum vitandi hevur ar-
beiðsgevarin leiðslurættin
og ikki fakfeløgini. Um eitt
nú
fíggjarmálaráðharrin
hevði gjørt á sama hátt og í
einum skrivi ásetti, at ávísur
starvsbólkur við útbúgving
ikki skuldi sleppa at arbeiða
innan sítt fakøki, tí okkurt
hissini fakfelag mutaði í-
móti og heldur vildi hava
ófaklært fólk, so hevði stór
gøla verið beinanvegin.
Hetta hevði verið tann øv-
ugta verð, og eingin lands-
stýrismaður við sínum fullu
fimm hevði funnið upp á
slíkt. Vit kunnu so spyrja:
Hvussu ber tað til, at eitt
fakfelag kann stýra lands-
stýrismanninum í almanna-
og heilsumálum? Vit kunnu
eisini freistast til at halda,
at orsøkin kann vera, at tær
báðar, sjálvstýriskvinnan, ið
er formaður í Heimahjálp-
arafelag Føroya, og Helena
Dam á Neystabø, eru polit-
iskar vinkonur, og at lands-
stýrismaðurin í heilsumál-
um arbeiðir fyri egin áhug-
amál ella fyri tey hjá polit-
isku vinkonuni. Hetta líkist
valdsmisnýtslu. Um so er,
heita vit undirritaðu á tyg-
um um at rudda skuffuna —
ongantíð ov skjótt — og
gera skil á hesum álvars-
máli. Latið ikki henda
skammblett verða sitandi á
Heilsumálastýrinum. Vit og
nógvar aðrar bíða ótolnar
eftir at sleppa til verka í
Heimarøktini.
Vinaliga,
Sunneva Tyril, Hervør
Svalbard og Sigrid
Ludvig, heilsuassistentar
Í einari grein herfyri, royndi
onkur at finna útav, hví
javnaðarformaðurin tyktist
heldur stúrin. Eg haldi nú
ikki, at Jóannes er í verri
lag enn flest onnur. Tað er
ivaleyst bert tá talan er um
politikk, at hann tykist held-
ur gronutur. Í øðrum sam-
bandi man hann vera eins
og øll onnur.
At hann er politiskt stúrin,
er einki at siga hann ringan
fyri. Fáur man hava meira
at dragast við, enn júst Jó-
annes.
Javnaðarflokkurin minn-
ur meg oftast mest um eina
ítróttakapping, har nakrir í
fyrstu syftu ikki hava kval-
ificerað seg til endaspurtin.
Hesir plaga at fáa enn ein
møguleika, í einum so-
nevndum uppsamlingsheati.
Teir, sum í dag ídnastir
royna at verja flokkin, eru
slíkir, sum ikki náddu á mál
í fyrstu syftu.
Har eru Hans Pauli, Berg-
ur og Rolf. Hesir nelgdu
flokkin á krossin í Fram-
anum fyri fáum árum síðan.
Mótvegis teimum stóð Virg-
ar, sum láturverji hjá Atla.
Í Fuglafirði dundrar tann
ultrakonservativi
sam-
bandsmaðurin Dan. Ímóti
honum stendur Jógvan
Mørkøre,
bygdaráðsfor-
maðurin í Hósvík, við sín-
um greiðu frælsishugsjón-
um.
Jóannes skal eisini látast
at vera væl við Nyrup, hóast
skilagóðir javnaðarmenn
(ikki minst Marita Peter-
sen), fyri langari tíð síðan
hava mist alt álit á manni-
num.
Har er Kristjan, sum skal
verða pensjónstalsmaður.
Einasta loysn hann higartil
hevur víst á, er tá hann sum
landstýrismaður á sinni
legði fram Robin Hood
loysnina, sum segði, at man
átti at taka frá teimum ríku
pensjónistunum og geva til
teir fátækaru. Høgravendari
enn fólkafloksmenn segði
hann eisini, at vit í fram-
tíðini ikki høvdu ráð til pen-
sjonistarnar.
Álvaratos, er tað undar-
ligt, at Jóannes tykist stúrin?
Hann hevur alla grund at
gera tað.
Áðrenn valið í 98 vildu
30% hava hann til løgmann,
og hóast hann situr í and-
støðu, eru bert 15% eftir.
Í fleiri hundrað ár hevur
fólk undrast, hví Mona Lisa
smílist so undrunarfult. At
Jóannes hevur politiska
gron er ikki so undarligt.
Hann veit, at tað einasta,
sum bindir flokk hansara
saman, er tað, sum Katrin
D. Jakobsen kallar Hoydals-
syndromið.
Manne Persson
Hví er Jóannes so stúrin
Opið bræv til landsstýrismannin
Helenu Dam á Neystabø
viðvíkjandi heilsuassistentum í Heimarøktini
Hví kalla seg bíbliutrúg-
van? Tí tað rætta heitið er
fundamentalist.
Hví
pakka tað inn í vatt?
Skammast tit av tykkum
sjálvum? Hesir funda-
mentalistar kalla tað, ið
Paulus hevur skrivað fyri
Guðs Orð. Ein skuldu
trúð, at Paulus var Krist-
us. Fyrst leggja hesir
fundamentalistar á kvinn-
uligar prestar. Guð hjálpi
mær, nú eru tað prestar og
skriftlærd, sum fáa ilt í
reyvina av samkyntum.
Hvørjum skal tað enda
við? Í Iran missir presta-
stýrið tíbetur vald. Í Før-
oyum veksur fundament-
alisman. Tað ber sjálvandi
til at verða muslim ella
kristin og enn hava virð-
ing fyri samkyntum og
kvinnum. Fundamenta-
listarnir virða kvørgi.
Paulus hevði kvinnu- og
homofobi. Tað er altíð
skeivt at gerða missmun.
Paulus var ikki Guð, tess-
vegna er tað, sum hann
hevur skrivað ikki Guðs
orð. Mær vitandi hevur
Jesus ongastaðni umrøtt
samkynt. Jesus segði:
„Ein er leiðbeinari tykk-
ara; Kristus“. Paulus var
ikki Kristus.
Teir sum samlaðu bíbl-
iuna løgdu størri dent á
Paulus enn á Jesus. Tað
sama gerða fundamen-
talistarnir. Paulus hevur
14 brøv í bíbliuni. Tumm-
asar evangelium slapp
ikki gjøgnum nálareygða.
Tað er ringt at døma um,
hvønn hesir fundamenta-
listar byggja á. Jesus
byggja tey í hvussu so er
ikki á. Tí hann dømdi
ongan, heldur ikki sam-
kynt.Tey eru kvørki minni
ella størri syndarar.
Prestar hava altíð valt
sær løtt offur. Tað vóru
prestar, sum østu fólk og
fingu tey, at jakstra jødar.
Hesuferð eru tað sam-
kynd, sum standa fyri
skotum. At enda eini góð
ráð til bisp, blaka hesar
fýra óargaungar úr fólka-
kirkjuni! Prestastýri og
fundamentalisma hoyra
ikki heima í Føroyum.
Um bispur letur standa til,
so endar tað við, at vit fáa
eitt
Afganistan í Norðurat-
lant- arhavinum. Tað er
hetta, sum fundamenta-
listarnir vilja hava. Tað
skal eingin ivi verða um
tað. Kósin er set, einaferð
enn ganga skriftlærd og
Farisearar á odda.
Bárður Olsen
Sandavágur
Fundamentalisma
við nýggjum navni
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo