Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 út at koyra MAGNUS GUNNARSSON Fá bilmerkir hava havt so trúgvan kundaskara sum Saab. Møguliga er tað tí, at bilarnir eru tíðarleysir, og teir koyra so leingi við somu modellum. Fyrstu Saab 92, ið komu á marknaðin eftir kríggið, høvdu 2-takt motor. Í 1967 fingu Saab 96 V4 motor frá Ford, og í 1968 kom Saab 99 við einum 4 syl. Triumph rekkjumotori. Síðan hava teir havt sínar egnu bensinmotorar, og ikki fyrr enn í 1998 fingu teir sín fyrsta dieselmotor. Turbo Injektion Diesel Leiðslan í Saab hevur leingi verið av tí fatan, at diesel- motorar ikki hóska til teirra bilar. Men tíðirnar eru broyttar, og tá Saab 900 í 1998 skifti navn til Saab 9- 3, var ein TiD dieselmotorur við á skránni. TiD stendur fyri (Turbo Injektion Diesel). Hetta er gjørt í samstarvi við GM, sum nú eigur Saab, og er hesin motorur ein sum Opel eisini brúkar. Motorurin hevur fýra ventilar pr. syl- indara, og hevur eina elek- troniska pumpu, ið er gjørd í samstarvi við Bosch, sum Saab fingið fyrsta dieselmotorin Saab 9-3 2.2 TiD Motorurin 4 syl. 16V TiD diesel 115 hk. 0-100 km/t: 10,9 sek. Oljunýtsla: 14,9 km/l Dekkstødd: 195/60-15 stødd og vekt Longd: 462,9 m Breidd: 171,1 m Hædd: 142,8 m Eginvekt 1375 kg Prísur kr 240.000 Søluumboð John P. Vilhelm Sp/f Yviri við Strond 4 FO-110 Tórshavn støvar brennioljuna væl. Motorurin kraftar væl og larmar lítið. Bilurin kom á marknaðin í 1994 sum Saab 900, og er partvíst bygdur yvir ein Op- el Vectra plattform, men er tó sum ein Saab at koyra. Samstundis sum bilurin skifti navn til 9-3 vóru yms- ar aðrar broytingar við t. d. kølaragittara, kúfangara og øðrum. Aktivar nakkapútur og night panel Saab eru kendir fyri at gera nógv burturúr trygdini. Teir vóru t. d. teir fyrstu við at brúka styrktar bjálkar í hurðunum, við rulluseðlum, koyriljósum o.s.v. Saab 9-3 er einki undan- tak. Setrini framman eru betri og tryggari við teimum nýggju aktivu nakkapútu- num hjá Saab, Saab Active Head Restraint (SAHR), ið eru standard útgerð á øllum modellunum. Umframt air- bag framman er eisini síðu- airbag, ið verjir bæði høvd- ið og kroppin annars. Eisini hevur bilurin »Night panel«, sum er ein uppfinning hjá Saab, har tú kanst sløkkja øll ljósini á instrumentborðinum, uttan speedometrið, men tó virka øll ávaringarljósini, tá brúk er fyri teimum. Hetta er gjørt fyri at tað skal vera meira hvílandi fyri eyguni at koyra í myrkri. Vit kunnu bert ásanna, at Tid dieselmotorurin hóskar sera væl til Saab 9-3. Saab eru kendir fyri at gera nógv burturúr trygdini. Teir vóru t. d. teir fyrstu við at brúka styrktar bjálkar í hurðu- num, við rulluseðlum, koyriljósum o.s.v. Myndir: Álvur Haraldsen út at koyra Kia er ogn hjá Hyundai Hyundai eigur kore- ansku Kiabilverksmiðj- una, sum keypir kom- ponentar frá Mazda og hevur keypt rættin til at framleiða Lotus Elan. Kelda: Bilen Motor & Sport Prius ikki til Dan- markar Hybridbilurin hjá Toy- ota, Prius, kemur ikki til Danmarkar vegna tey høgu avgjøldini, sum donsku myndug- leikarnir leggja á hend- an umhvørvisvinarliga og orkusparandi bilin. Kelda : Motor Magasinet Auto- mat- gear til sport Í Japan er Mitsubishi- bilverksmiðjan klár við einum CVT (Contin- ously Variable Trans- mission) gearkassa. Gamla mytan um, at automatgear og sport- ligir koyrieginleikar ikki hoyra saman, verð- ur avlívað, tá hesin gearkassin kemur á marknaðin. Kelda: Motor Magasinet Audibilur úr aluminium MAGNUS GUNNARSSON Audi A2 er heimsins fyrsti hópframleiddi bilur úr alu- minium. Ein bilur til bein- leiðis kapping við Mercedes A-klassan. 15 prosent lættari Bilurin er bygdur upp yvir eina aluminiumsrammu, eins og uttaru penelini eru úr aluminium. Ein triðingur av vektini á bilinum er úr aluminium, ein triðingur er úr stáli, og ein triðingur er úr øðrum kunstevnum. Audi vil vera við, at bil- urin er 15% lættari enn, um hann var gjørdur úr vanlig- um stáli. Í fyrsta umfari verða tveir motorar at velja ímillum, ein 1,4 litur bensinmotorur við 75 hk, og ein 1.4 TDI dieselmotorur við trimum sylindarum og 75 hk. Bilurin er ikki stórur, longdin er 3,83 m breiddin er 1,67 m og hæddin 1.55 m. Langt millum eftirsýnini Audi A2 setur nýggjan standard, hvat viðvíkur við- líkahaldi, har bensinútgávan hevur 30.000 km millum hvørt eftirsýn, og dieselút- gávan hevur 50.000 millum eftirsýnini. Trygdin er innbygd í bil- in. Ramman er úr stívum al- uminium, og karrossaríplát- urnar eru sveisaðar fastar við laser, og øll kabinan er eitt trygdarbúr. Innan er bilurin í vanlig- um Audi stíli, har alt er væl- virkandi og lætt at handfara. Bilurin er góður at koyra, og kennist ikki sum ein lítil bilur, siga tey, sum hava roynt hann. Av trygdarútgerð er t. d. airbag, har ein trygdargard- ina, sum verjir høvdið við ein samanstoyt frá síðuni. Ein spennandi bilur, sum væntandi verður á danska marknaðinum í august mán- aði. Keldur: FDM / Motor og Bilen Motor & Sport Landsfevnandi Arbeitt verður við at broyta bygnaðin á sokallaðu ferð- sluløgregluni. Ferðsluløg- reglan er nú ein eind, sum hoyrir undir Politistøðina í Havn. Skipanin virkar í høvuðsheitum soleiðis, at tær ymsu politistøðirnar boðsenda ferðsluløgregluni at gera kanningar, sum tørv- ur og tíð er. Sum frá líður verður ferðsluløgreglan ein sjálvstøðugari eind, sum frítt kann virka um alt land- ið, skilst á nøkrum teirra, sum dagliga arbeiða innan eindina. Annars er skipanin soleiðis, at um fólk ynskja ferðsluløgregluna á staðið, ber til at seta seg í samband við sýslumann ella politi- støð á staðnum, sum síðani setir seg í samband við ferðsluløgregluna. Djurholm vil hava avgjøldini niður Formaðurin í Løgtingsins fíggjarnevnd, Bjarni Djur- holm, metir, at prísmunurin millum diesel og bensin í Føroyum er vorðin alt ov stórur. Og serliga orsakað av almenna avgjaldspoli- tikkinum er munurin vaks- andi og veksur, hvørja ferð prísurin á altjóða marknað- inum fer upp. Bjarni Djur- holm vil kortini ikki hava dieselprísin upp, men held- ur bensinprísin niður. Prís- økingin nú 29. mai stóðst av dollarkursinum og øðr- um viðurskiftum á altjóða marknaðinum, sum vit onga ávirkan hava á. Eisini held- ur Bjarni Djurholm, at vinn- ingurin hjá oljufeløgunum øktist lítið í mun til prísøk- ingina, sum stendst av al- mennu avgjøldunum, sum lutvíst hækka prosentuelt í mun til søluprísin. Gongdin er vitleys, sigur Bjarni Djur- holm, tí landskassin fær kortini minni inn í avgjøld- um, tí alt fleiri keypa dies- elbilar, og tá hugsað verður um umhvørvisdálking, so er hetta ein skeiv leið at ganga. Følsk trygd í razzia.dk Razzia.dk er ein internet- tænasta, sum sigur seg til eina og hvørja tíð kunna upplýsa, hvar og nær danska løgreglan ger ferð- kanningar. Nærum 7000 ferðir sigst henda tænasta at hava forpurrað ferðmátingar hjá donsku løgregluni fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Skipanin er nú so væl út- bygd, at bilførarar fyri nakr- ar krónur kunnu melda seg til telefontænastuna hjá razzia.dk og gjøgnum GSM-fartelefonir støðugt fáa upplýst, hvar løgreglan ger kanningar. Men Jan Fossaberg, løgreglumaður í ferðsluløgregluni, segði við Breytina á Rás 2 fríggja- dagin, at føroyingar ikki áttu at lata seg lokka av hes- um, um teir nýttu tænastuna í Danmark, tí talan er um eina falska trygd. Løgreglan var kortini eitt fet framm- anfyri alla tíðina, og skjótt var at blíva snýttur, hóast ein helt væl til standa. Hann sammetir hetta við, at løg- reglan ger ferðmátingar fleiri staðir á sama strekki, og fólk halda seg vera und- ansloppin, tá tey eru komin gjøgnum fyrstu ferðmáting- ina - bara fyri at renna seg inn í ta næstu! Tænastan hjá razzia.dk er annars ikki ó- lóglig, og danska løgmála- ráðið ætlar einki at gera fyri at steðga tænastuni. Løgreglan meira at gera í ferðsluni Nýggja ferðslulógin fer at økja um arbeiðsbyrðuna hjá løgregluni, í øllum førum í fyrstani. T.d. fer helst at ganga eitt langt tíðarskeið, áðrenn øll hava vant seg av við at tosa í handhildnari fartelefon í bili. Eisini skulu øll nú sita í trygdarbelti, eisini tey smæstu, og her verður helst nógv at kanna og hyggja eftir hjá løgregl- uni. Harnæst eru ferðáset- ingarnar í ávísum førum broyttar. Men ferðsluløg- reglan roknar við, at talan bert verður um eitt "tillag- ingartíðarskeið", til fólk hava vant seg við nýggju reglurnar. Nógv fara at falla fyri promilluni Tann 1. juli verður promill- umarkið 0.5 og markið fyri rúsdrekkakoyring 0.8. Í sendingini Breytini á Rás 2 fríggjadagin segði Jan Foss- aberg frá ferðsluløgregluni, at fleiri kunnu væntast at fara at falla fyri promillu- markinum eftir 1. juli. Hann metti, at talan her eisini fór at verða um eitt tillagingar- tíðarskeið, har fólk máttu venja seg við, at nú var altso talan um onga øl - ella í mesta lagi eina og ikki meira - so fall ein fyri pro- millumarkinum. Sjálvur roknaði hann við fleiri frá- dømingum enn vanligt. Ongin trupulleiki um beinini eru ov stutt MAGNUS GUNNARSSON Fólk við stuttum beinum hava ofta havt trupulleikar við at røkka niður til pe- dalirnar á fleiri stórum bilum. Nú allir bilar hava airbag í rættinum, kann tað verða hættisligt at sita ov nær rættinum, um airbag pútan verður útloyst. Frástøðan skal vera minst 25-30 cm millum rættið og bilføraran. Ein fyritøka í USA hevur gjørt pedalir, sum kunnu stillast nærri fótinum, og koma hesar at verða stand- ardútgerð í fleiri amerik- onskum persónbilum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja frástøðuna millum bilføraran og rættið. Kelda: FDM / Motor Stutt tíðindi frá Ferðslutrygd www.rff.fo/rff/index.htm