Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 Fríggjadagur 2. juni Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Hvat feilar klaksvíksingum? Ja, eg spyrji bara. Sjálvt eg, sum eri uppvaksin í Klaksvík og sum ikki fái kallað meg annað enn klaksvíksing – enn – noyðist at viðurkenna, at tað er eitt serligt fólkaslag. Hendingarnar sein- astu vikuna hava enn einaferð prógvað, at í Klaksvík kann alt henda. Fólkakirkjan liggur í eljustríði, hóvlig kirkjufólk og víðgongd missiónsfólk rópa og skriva við einum orðalagi, sum sjáld- an er sæð í Føroyum í nýggjari tíð – tá politiskt kjak er undantikið. Smádreingir fingu ein sovibýling á Brekku at minna um Beirut og Boston. Hóast ein skuldi hildið, at Klaksvík mátti verið rætta staðið at havt støð beint nú reint tíðinda- ella undirhaldsliga, so valdi Rás 2 mitt í vikuni at steðga sam- starvinum við Studio Pegasus, sum ann- ars hevði leverað undirhaldandi og for- kunnugt útvarpstilfar fleiri sunnukvøld á rað. Tú skalt elska næst tín Evnið í Fimmaranum var stríðið um, hvørt danskir bispar skuldu sleppa at halda guðstænastu í føroysku kirkjunum á hvítusunnu. Tveir prestar umboðandi báðar síðurnar í stríðnum greiddu frá sínum sjónarmiðum, og síðani fingu fólk kring landið sum vanligt høvi at siga sína hugsan. Ofta haldi eg, at tað er ov nógv grenj og ov lítið veruligt kjak í Fimmaranum, men ikki hesuferð! Hví hesir »ungu spillivipparnir, sum koma her sum kometir og vilja læra okkum at liva« (sitat Rannvá Hansen) hava fingið so ilt í r…, skilji eg ikki. Eg trúi, at kjarnin í kristindóminum var kær- leiki og tolsemi. Tað, sum hesir prestar føra fram í Fimmaranum og í fjølmiðlu- num annars, er beinleiðis og óbeinleiðis fordøming og jagstran av øðrvísi hugs- andi. Hvør verður tann næsti bólkurin, sum við støði í einkultum versum úr Bíbliuni verður kveistraður úr kirkjuni? Teir stórreiðarar, sum fingu skuldarsan- ering í 80unum? Fráskild? Alkoholik- arar? Roykjarar? Javnaðarfólk? Eg spyrji bara. Takk fyri, Rannvá og Asbjørn, fyri at hava sett ordiligt hol á eitt neyðugt kjak um støðuna hjá fólkakirkjuni í Før- oyum í dag. Tað hevur neyvan verið stuttligt hesa vikuna, men onkur noyðist at opna talvið. Eg má samstundis harmast um, at loftmiðlarnir ikki hava fylgt málinum nóg væl upp, enn í hvussu er. Nakrir tíð- indastubbar hava verið um, at fólk savna undirskriftir o.a., men ongin sending um, hvat málið í veruleikanum snýr seg um. Hetta hevði verið sera áhugavert at hoyrt meira um. Tað skuldi ikki verið neyðugt at latið bløðini havt einkarætt at fylgt upp. Næstan ein býur í Amerika?! So hendi tað, sum vit bara hoyra og lesa um í fjølmiðlunum. Nakrir smá- dreingir byrjaðu at skjóta frá hond, mitt millum húsini – í Klaksvík – ikki í USA. Hendan ólukkuliga hending fekk sjálv- sagt nógv pláss í øllum miðlum, og tað stóð ikki á at finna fólk, sum høvdu hug at siga sína hugsan um, hvat hendi og kanska eisini hví. Eg haldi, at onkur innsløg hava verið á kantinum til, hvat sømir seg, fáar tímar ella dagar aftaná eina slíka hending – hugsi serliga um týskvøldið, tá bæði ÚF og SVF tosaðu við sálarfrøðingar um møguligar orsøkir til tilburðin. Hóast tey bæði snúðu sær hampuliga væl undan, so er tað sera óheppið at koma við generaliseringum um orsøkir og viðgerðarmøguleikar í einum ítøkiligum máli, sum ikki er kann- að liðugt enn. Fyrra brotið í Degi og Viku um ólóglig vápn, var hinvegin sera viðkomandi og væl gjørt. Tað er júst her, vit eiga at seta spurningarnar. Hvussu kundu teir fáa hendur á slíkum vápnum? Hvør kann ella hevur heimild at finna og leggja hald hesi vápn, sum vit øll vita, eru til í hópa- tali í Føroyum? Vónandi vinnur uppskot- ið um fríða legu at lata vápn inn frama, tí tað eru helst nógv, sum hava fingið sær ein ordans skelk, ikki bara smá- dreingirnir í Klaksvík, familjur teirra og fólkini á Brekku. Rás 2 mist flogið Eg hevði beint vant meg við og frøtt Um eina góða viku, 10. juni, verður sjøtul settur á enn eitt endaumfar í europeisku kappingini fyri landslið. Eyðsæð eru Føroyar ikki millum lond- ini, sum eiga umboð í endaspælinum, men kortini er eisini stórur áhugi her hja okkum at fylgja við í kappingini. Dagur og Vika flutt Av teimum 31 dystunum, sum verða leiktir í endaspælinum, sendir Sjónvarp- ið ikki færri enn 27 teirra beinleiðis, og verður hetta gjørt í samstarvið við DR og TV2. Hinar fýra, ber ikki til at senda bein- leiðis, tá tað í hesum førum verða leiktir tveir dystir samstundis, men hyggjar- arnir verða kortini ikki snýttir, tí sent verður forskotið. Stóra talið av beinleiðis sendingum merkir eisini, at Dagur og Vika noyðist at flyta seg fimm ferðir undir endaspæli- EM fepurin hækkar num, tí dystir verða leiktir um vanliga Dag og Viku tíð. Hesar dagar verður tíðindasendingin send í hálvleikssteðgi- num. Kendar røddir Em kappingin fer fyri fyrstu ferð fram í tveimum londum, og eru tað Holland og Belgia, sum í felagsskapi standa fyri hesum. 8 fótbóltsvallir eru tøkir til enda- málið, og verður fyrsti dysturin av hes- um tann millum annað av vertslondu- num, Belgia, og Svøríki. Finalan verður leikt sunnudagin 2. juli. Sæð við føroyskum eygum, er serliga áhugavert, at trý av norðanlondunum hava leikt seg til endaspælið, og spenn- andi verður at vita, um fepurin kemur upp á somu hæddir, sum í Mexico 1986 ella í Svøríki í 1992. Leikt verður so at siga hvønn dag, og eru allir dystirnir settir at verða klokk- meg um at hoyra útvarp sunnukvøld, tað havi eg saknað í nógv ár, tá Rás 2 og Studio Pegasus aftur fóru hvør sína leið. Tað er sera harmiligt, at samstarv- ið longu heldur uppat, tí sendingarnar vóru stuttligar, og senditíðin av tí allar- besta. Forkunnugt var tað eisini at hoyra tíðindir og tónleik aðrastaðni enn úr Havn. Tað ber væl til í hesum tøknitíð- um at sita aðrastaðni enn í miðstaðar- økinum og gera viðkomandi útvarpstilfar. Fyri mær er hetta ein funnin fressur hjá ÚF – gerið eina avtalu við Studio Pega- sus, áðrenn onkur annar ger tað. Klaksvík kalder Norðoyarstevnan verður í vikuskiftinum, so føroyingar sleppa nokk ikki undan at hoyra meira um Klaksvík og klaksvíks- ingar. Vónandi verða tað meira positivar søgur, sum frættast næstu dagarnar. Eg fái tó neyvan nógv við í fjølmiðlunum, tí eg fari á Norðoyarstevnu – live. Annars kann eg vist ikki kalla meg klaksvíksing. SvF hevur gjørt av at vísa allar dystirnar í EM-kapp- ingini, sum stendur fyri framman an 17.00 ella 19.45. Millum teirra, sum fara at gera sínar viðmerking- ar til dystirnar, eru fleiri kendir danir, sum gjøgn- um tíðina hava givið sjónvarpshyggjarunum nógvar ógloymandi løtur. Millum hesar kunnu nevnast Peter Schmei- chel, Flemming Povlsen og danski gullvenjarin, John Faxe Jensen, sum allir vóru við til at vinna gull í EM-endaspælinum í Svøríki fyri átta árum síðani. Annika Joensen, setursskrivari skrivar Peter Schmeichel verður bæði at síggja á vøllinum og at síggja og hoyra á skíggjanum Vár í Ólavsstovu spyr í Dimmalætting Sambands- flokkin, um tað er rímiligt, at danska stjórnin ”ikki unn- ir Føroyum tær sømdir, sum Ísland fekk í 1918”? Her kundi verið hóskandi at mint á, at landsstýrismað- urin í sjálvstýrismálum aft- aná seinasta samráðingar- fundin í Keypmannahavn, fyrigyklaði føroyingum, at landsstýrið hevði fingið 90 prosent av øllum tí, sum biðið var um frá donsku stjórnini. Um hetta er rætt, so kunnu vit sanniliga ikki tosa um ein treiskan mótpart. Heldur má sigast, at ambi- tiónsstøðið hjá landsstýri- num má vera ógvuliga lágt. Men kanska hava Vár og øll hini í felagsskapinum Hesuferð nú endiliga skilt, at hesi 90 prosentini eru ”av tí heilt smáa slagnum“, og tí roynir hon nú at spyrja Sambandsflokkin, hvat hann heldur um donsku sømdirnar. Liva ikki í 1918 Tað er nógv sum bendir á, at summi rokna við, at handlast skal framvegis, sum fyri sløkum 100 árum síðani. Heimurin er í hesa longu tíð broyttur sera nógv. Sambandsflokkurin livir og handlar í nútíðini. Vit duga tí ikki at síggja nakra grund til, at danska stjórnin hevur skyldu til at gjalda í langt áramál eftir at loysingin er veruleiki, og føla seg bundna av Íslendsku resept- ini frá 1918. Tíðin er ein onnur, og alt er ørvísi. Tað skal eisini ein heilt serligur hugsunarháttur til fyri at halda, at føroyingar hava størri rætt til blokkstuðul í langt áramál eftir at Føroyar eru farnar úr ríkinum. Men tá tú spyrt, er tað so tí at tú ikki trýrt uppá hasi 90 prosentini hjá Høgna Hoydal? Hann segði jú fyri opnari mikrofon, at hann hevði gjørt kvettið. Eg kundi hugsa mær at fingið eitt greitt svar uppá henda spurningin, tí um tú trýrt Høgna Hoydal, so er einki grundarlag fyri spurningi- num. Men um tú harafturí- móti heldur, at varðaløg- maður sigur ósatt fyri Før- oya fólki, so hevur tað eisini okkara áhuga. Harðar treytir? Síðani verður spurt, hví donsku stjórnini er so um at gera at seta Føroyum so harðar treytir, at umlegging- in frá heimastýri til fullveldi skal vera so tung sum møg- uligt. Aftur her kann eg vísa á, at tað er landsstýrið einsa- malt, sum hevur orðað upp- leggið til samráðingarnar, og av hesum ynskilista sigur varðaløgmaður at danska stjórnin hevur svarað játt- andi til 90 prosent av ynskj- unum. Trúgva tit varðaløg- manni ella ikki ? Eru tað harðar treytir, tá landsstýrið heldur seg fáa næstan alt, sum tað biður um ? Grundarlagið fyri ríkisveitingum Í endanum á greinini verður spurt hvussu tað skal skilj- ast, tá undirritaði segði í Krosskasti, at Danmark hevur nakrar skyldur í Før- oyum, og at tað er einasta orsøkin til ríkisveitingarnar. Í Heimastýrislógina er innbygt, at føroyska heim- astýrið kann yvirtaka máls- øki við teirri fylgju, at heim- astýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. Enn eru stór og kostnað- armikil økir, sum ikki eru yvirtikin, sum til dømis heilsuverkið, almannaverk- ið og skúlaverkið, fyri at nevna tey størstu. Danska stjórnin hevur sostatt nakrar skyldur í Føroyum. Upprunaliga var refu- siónsskipanin galdandi, tá vóru pengarnir oyramerktir. Síðani 1988 er hetta vorið til blokkstuðul, roknað út eftir tí sama, men goldið sum ein posi av pengum sum landsstýrið umsitur og avgerð til hvat. Hetta inn- førdu loysingarflokkarnir saman við Javnaðarflokki- num í setuni 1984 — 88. Venda øllum á høvdið Tað er ringt at síggja sam- anhangin, tá fólk nú seta spurnartekin við, um vit hava rætt til peningaligan stuðul úr Danmark, meðan vit eru í ríkinum, tá somu fólk samtíðis tvíhalda um, at tað er órímiligt at fáa Vár í Ólavstovu setir Í Dimmalætting, vegna fel- agsskapin Hesuferð, undir- ritaða nakrar spurningar. Í innganginum til greinina greiðir hon frá endamáli- num hjá Hesuferð, sum er at hjálpa landsstýrinum við fullveldisætlanini, og kundi eg í tí sambandi hugsað mær at sett henni nakrar spurningar. Tað venda vit aftur til seinni. Vit hava ikki biðið um samráðingar Vár í Ólavstovu pástendur fyrst, at tað einasta, sum felagsskapurin hevur hoyrt frá Sambands- og Javnað- arflokkinum um samráðing- arnar millum Føroya Lands- stýri og donsku stjórnina, eru endurtøkur av sjónar- miðunum hjá donsku stjórn- ini. Í tí sambandi verður spurt um, hvat Sambands- flokkurin og Javnaðarflokk- urin halda um samráðing- arætlanina hjá donsku stjórnini. Eg kann svara fyri Sam- bandsflokkin, at vit hava ongan leiklut í samráðing- unum, og hava heldur ikki biðið um nakrar samráðing- ar. Vit kunnu tí, av góðum grundum bert eigleiða og ásanna tað, sum verður sagt alment, og annars fáa alt tað fram, sum landsstýrið vil dylja fyri føroya fólki. Landsstýrið eigur uppleggið Tað er Føroya Landsstýri, sum hevur kravt samráðing- arnar, og tær verða førdar eftir einum útspæli, sum landsstýrið einsamalt hevur orðað. Tí veit eg ikki, hvat tað er fyri ein samráðingar- ætlan hjá donsku stjórnini, ið Vár tosar um. Vit kenna einki til hesa ætlan, men hava tó alla tíðina verið greið yvir, at tey sum sita hinumegin borðið, sjálvandi eisini hava eina meining um ríkisrættarstøðuna. Hesum hava bæði forsætisráðharrin og formenninir fyri stóru flokkarnar í Danmark al- ment boðað føroyingum frá fyri langari tíð síðani. Til spurningin um við- ferðin, sum landsstýrið hev- ur fingið undir samráðing- unum er rímulig, er at siga, at longu á fyrra samráðing- arfundinum kravdi lands- stýrið av donsku stjórnini, at hon gekk við til, at einki skuldi leka út. Alt skuldi verða í tí dulda. Samráðing- arnar skuldu eftir landsstýr- isins ætlan enda á Jóansøku, uttan at orð varð grett fyri føroya fólki ella øðrum um, hvussu gongdin undir sam- ráðingunum hevði verið, ella hvussu álvarsligar av- leiðingarnar av teimum fóru at verða. Sjálvandi segði danski forsætisráðharrin kortanei til, at lagna føroya fólks varð avgjørd, uttan at fólkið visti av. Her haldi eg, at viðferðin sum Landsstýrið fekk var bæði góð og rímilig fyri før- oya fólk. Hvar er fólkaræðið ? Men tá Vár kallar lands- stýrið fyri ”ein fólkaræðislig stjórn í Føroyum við einum tryggum løgtingsmeiriluta aftan fyri seg”, so haldi eg at omanfyri nevnda dømi júst vísir, at landsstýrið vil sleppa undan fólkaræði- num, har tað er møguligt. Tit vilja kvetta Síðani spyr Vár í Ólavstovu, um Sambandsflokkurin heldur tað vera rímiligt av donsku stjórnini, at eitt meira enn 600 ára gamalt samband verður kvett á stokkinum ? Her kunnu vit fyrst spyrja: - Rímiligt av hvørj- um? Tað er jú landsstýrið, sum vil kvetta á stokkinum, og ikki danska stjórnin. Sambandsflokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin við skildum og rættindum, og hevur ongantíð tikið undir við tankanum um at kvetta á stokkinum. Men álvaratos, er hetta ikki júst Tjóðveldisfloksins politikk- ur? Tað er ikki rímiligt av landsstýrinum at kvetta eitt meira enn 600 ára gamalt samba nd á stokkinum. Men tað er harafturímóti rímiligt av donsku stjórnini at siga, at loysing merkir loysing, og at tað eru føroyingar, sum mugu velja. Men um tit vilja loysa, hví vilja tit so ikki gjalda prísin, sum ein loysing kos- tar? Og um ríkisveitingarnar hava verið so ræðuligar, sum tit vilja gera tær til, hví er tað tá so trupult at sleppa tykkum av við tær ? Vit í Sambandsflokkinum vita, at ein loysing úr ríkis- felagsskapinum er tað sama sum at taka helvtina burtur- úr búskapinum, og at hetta hevði ført okkara samfelag út í eina svára búskapar- kreppu. Vit vita eisini, at loysingin hevði gjørt enda á vælferðarsamfelagnum og ført til fólkafráflyting. Tað fer Sambandsflokkurin ongantíð at góðtaka. (framhald) Svar til Vár í Ólavstovu (1) Svar til Vár í Ólavstovu (2) Viðmerking: stutta skiftistíð, um Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum. Eg kundi tí vent spurn- inginum yvir til Vár og Hes- uferð. Kunnu tit siga mær, hvør heimild er fyri at krevja, at danska stjórnin skal gjalda okkum stuðul í eini skiftistíð aftaná at Før- oyar eru farnar úr ríkisfel- agsskapinum? Ætla tit veruliga at billa fólki inn, at ríkisstuðul er nakað, sum vit bert hava rætt til, um Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum, og at Føroyar ikki hava rætt til hann, um vit verða verandi innanfyri ríkisfelagsskapin? Her svíkur logikkurin álv- arsliga, ella er tað bara sum tað plagar at vera, at ”hen- sigten helliger midlet”. (framhald) Edmund Joensen Í fyrsta svarinum lovaði eg at koma við nøkrum spurn- ingum viðvíkjandi felags- skapinum Hesuferð. Sambært Vár í Ólavs- stovu, so eru nøkur av end- amálunum við hesum fel- agsskapi at reka aftur mýtur um møguleikar og avbjóð- ingar, bæði undir donsku grundlógini, og undir full- veldi. Eisini sigur hon, at felagsskapurin vil lýsa møguleikar, avbjóðingar og avleiðingar av bæði núver- andi statsrættarskipan og fullveldi. Hetta ljóðar næstan sum um at felagsskapurin er ob- jektivur, og vil lýsa støðuna frá øllum sjónarhornum. Nakrir spurningar Eg fari tí at spyrja, um Vár kann vísa á nakað ávíst dømi, hvar ið Hesuferð, al- ment hevur rikið nakra mýtu aftur, sum hevur verið kritiskt vend ímóti verandi ríkisrættarstøðu? Kann hon vísa á nakað dømi, hvar ið Hesuferð, al- ment hevur rikið nakra mýtu aftur, sum hevur talað positivt fyri fullveldinum? Er nakað dømi um, at Hesuferð positivt, hevur lýst teir møguleikar, sum vit hava í verandi statsrættar- skipan? Hevur Hesuferð nakran- tíð alment víst á teir vansar, sum fylgja við einum full- veldi? Eisini vil eg spyrja Vár, um Hesuferð hevur ætlanir um alment at seta samgong- uflokkunum kritiskar spurn- ingar, eins og gjørt verður við andstøðuna ? Ein annar sera áhugaverd- ur spurningur er, hví felags- skapurin Hesuferð, sambært heimasíðuni, hevur so nógvar ætlanir? Hevur tað kanska samband við, at An- finn Kallsberg í Løgtingi- num hevur sagt, at flokkar og fylkingar, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvøð- una kunnu fáa almennan stuðul? Er tað kanska soleiðis, at felagsskapurin tevjar pengar ? Hvørji eru tit? Tá tú luttekur í einum al- mennum kjaki er tað altíð áhugavert at vita hvønn mótparturin umboðar. Eg fari tí at enda við at spyrja Vár í Ólavsstovu, hvørji fólk standa aftanfyri Hesu- ferð? Tað er vanligt, at fel- agsskapir boða frá, hvussu Svar til Vár í Ólavsstovu (3) umboðsfólk teirra eita. Á heimasíðuni hjá Hesuferð verður millum annað sagt: _Okkara áhugi er...“, _Vit reika fyri orðaskifti...”, ”Á heimasíðu Okkara...“ o.s. fr., men eg dugi ikki at síggja hvørji hesi fólk eru. Kanska kundi ein tílíkur navnalisti eisini hjálpt til við at undirbygt objektivitet- in??? Edmund Joensen Edmund Joensen