Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 180 = 23. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið Amalia í fotasporum Barbu Jørgen-Fantz Jacobsen var ommubeiggi Amalíu Daniel- sen av Velbastað. Tí varð hon biðin at seta framsýningina - »i fótasporum Barbu« í SMS í gjár Mynd: Jens Kristian Vang Amalia Danielsen klipti snórin tá framsýningin >í fótasporum Barbu« varð sett. Litla myndin omanfyri visir ommubeiggjan, 7 åra gamla Jørgen Frantz EIRIKUR LINDENSKOV Hevdi ommubeiggi Am aliu vitað, hvussu nógvur hávi nú verður gjørdur burt ur úr honum, og bók hans- ara, Barbu og Harra Pál Vit kunnu so bara gita okkum til tað, tí tað eru liðin 89 ár síðani, at Jørgen Frantz Jacobsen doyði, og tí kendi Amalia Danielsen ikki ommubeiggjan eins lít- ið og mamma hennara, Sús- anna kendi hann Jørgen Frantz var elstur í barnaflokkinum, og hevði hann fimm yngri systkin ein beiggja og fýra systrar Yngsta systurin er Hella, sum er gift við Dánjal Paula Daneilsen, bónda í Búðini á Velbastað. Jørgen Frantz mátti lúta fyri tuberklunum í 1938 og eftir á lívi eru bert systrarnar báðar tann yngsta og tann elsta, Anna Kathrina, sum er 95 ár og býr á Lágargarði í Havn A torginum í SMS í Havn er í hesum døgum framsýn- ing við lutum og myndum úr filminum, sum verður frumsýndur sunnudagin Framsýningin er nevnd »i fótasporum Barbu<. Tá framsýningin varð sett í gjár klokkan 11, var tað 17 ára gamla Amalia Danielsen, sum klipti snórin Tað ljóðar annars, at film urin um Barbu er av teimum allar bestu í donsku films- søguni. Donsk blød skriva um filmin, at hann er eitt »dampende hedt elskovs- hit«. Tey skriva, at filmurin er um girnd og um líðing um hor, hatur, vón og um sterku urmegina hja før- oysku náttúruni Filmurin hevur kostað 37 milliónir krónur, men tey, ið hava sæð filmin siga, at hann er allar tær 37 milli- ónirnar verdur Mind: Jens Kristian Vang Og den flyvske forfø- rerske - i skikkelse af norsk- e Anneke von der Lippe - skal såmænd nok få spillet skillingerne hjem igen, når hun tumlker lystigt omkuld i alkoven med sin smask forelskede præstemand hr Poul«, skrivadi Ekstrablad- ið í síðstu viku Nils Malmros hevur alla tíðina sagt, at skaldsøgan um Barbu og harra Pål er størsta kærlerksskaldsøgan i Norðurlondum. Fólk, ið hava sæð filmin, siga at hann livur upp til hetta skoðsmálið hjá Malmros Føroyska ferðavinnan væntar sær nógv burtur úr reklamuni, sum filmurin fer at geva Føroyum í utheimi num. So er spurningurin um filmurin kann fáa sama tydning, sum „Brave Heart< hjá Mel Gibson fekk fyri Skotland. Men ein Barbu-effekt sleppa vit vall- a undan, og vit hava longu hoyrt um túrir, við sama heiti sum framsýningin í SMS - í fótasporum Barbu Famtaksgrunnurin skal bjarg- ast - men ikki uttan treytir Floksleiðsla Javnaðarfloksins mælti leygardagin tingmonnunum til at bjarga framtaksgrunninum, men treytir skulu setast. Valskrá og banka- kanningin vóru eisini til viðgerðar EIRIKUR LINDENSKOV - Javnaðarflokkurin er sinn- aður at bjarga Framtaks- grunninum, men tað verður ikki uttan treytir Hetta var nidurstødan av floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum leygar- dagin. Jóannes Eidesgaard, formaður floksins sigur, at floksleiðslan samdist um, at grunnurin skal bjargast, men at treytir verða settar - men hverjar treytirnar eru, vil hann bíða við at siga enn - Talan er um eitt sam- gongumål, sum løgmaður kemur í tingið við. Tí far vit fyrst at bíða, og nýta tað uppskotið sum åtgangsstød- i, sigur Jóannes Eidesgaard Í floksleiðsluni hjá Javn- aðaflokkinum eru eini 40 fólk og er floksleiðslan hægsta umboð floksins millum landsfundirnar. Tað er sera gott hjá okk- um tingmonnum, at hava hetta forum at stidja okkum til, sigur Jóannes Eides- gaard. — Á fundinum leyg- ardagin fingu vit at vita, hverja stødu floksins um- boð kring landið hava, og er tað ein liður í floksarbeið- inum hjá okkum, at umboð floksins kring landið eru við at taka avgerðir floksins. Aðalstevnan hjá okkum hevur altid verið, at vit skul- u hava eina demokratiska floksskipan, sigur Jóannes Eidesgaard Størsta málið á fundinum var annars, at flokkurin nú er farin at brynja seg til løg- tingsvalið, sum í seinasta lagi verður í juli næsta ár Jóannes Eidesgaard sigur, at umboðini á fundinum vidgjørdi útkast til floks- skrá, sum starvsnevndin hevur gjørt. Komið varð ikki igjøgnum øll punktini, men tey verða tikin uppaftur til viðgerðar á floksleiðslu- fundi um einar fjúrtan dag- ar — Tað ber ikki til at koma fgjøgnum eitt so stórt mál á einum fundi, men starvs- nevndin hevur nú fingið at vita, hvat floksumboðini halda, og skal til næsta fundi formulera tann partin av skránni, ið viðgjørdur varð leygardagin. Flokkurin hevur annars boðað til eykalandsstevnu, sum verður á Tvøroyri fyrst í november. Á hesi stevnu er ætlanin at samtykkja val- skránna endaliga. — Hetta er sjálvandi treyt- að av, at val ikki verður skrivað út nú í heyst, sigur Jóannes Eidesgaard, nú so nógv rumbul aftur tykist vera í samgonguni. Men formaður Javnaðarfloksins væntar ikki, at samgongan skrædnar, tí flokkarnir tykj- ast samdir um at sita val- skeiðið út. Floksleiðslan vidgjørdi eisini stríðið um banka- kanningina — Her vit øll samd um, at vit skjótt eiga at fáa eitt úrsl- it, so farast kann undir at fáa eina politiska loysn á hesum stóra trupulleika, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur tað íkki vera skilagott nú at fara at tosa um eina démarakanning, tí so verður málið bara drigið enn longur út — Tað er umráðandi at fáa úrslit á borðið sum skjótast, tí annars verður málið ov gamalt, sigur hann. Viðvíkjandi málinum um habilitetin hjá skrivaranum hjá nevndini sigur Jóannes Eidesgaard, at tey í Javn- aðarflokkinum eru eins hørm sum øll onnur um, at ivi á henda hátt er sádaur um bankakanningarnevnd- ini - og harvið úrslitið. Men hann leggur dent å tydn- ingin av at fáa ein loysn, so farast kann undir politiskar samráðingar um eina loysn, sum plaserar ábyrgd og býta fíggjarligu ábyrgdina á teir triggjar partarnar. donsku ríkisstjórnina, fíggjarheimin og á Føroyar Landsstýri. Floksleidsla Javnaðar- floksins er samd um, at vit skulu bíða eftir úrslitinum, sum vónandi skjótt fer at koma, og at nýta tað sum grundarlag fyri politiskum Jóannes Eidesgaard vónar, at bankakanningin skjótt verður liðug, so finnast kann politisk loysn tingum um eina loysn.