týsdagur 23. september 1997síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 180 — 23. SEPTEMBER 1997
ítróttar (0)
B36 bumban
brast tvær
ferðir
Fótbóltur: Stóra fjøldin av havnarfólki var leingi á
aldukambinum men noyddist heilt niður í aldudalin, áðr-
enn FM heitið varð fingið innanborða í síðstu løtu
Tað var dramatikkur fyri
allar pengarnar, tá B36 á
Vágseiði vann fyrsta FM
heitið í 35 ár
Ferðin var stór, málmeg
uleikarnir vóru nógvir,
stólpar og tvørtrø vóru í
vegin vidhvørt, málverjarn-
ir báðir stóðu seg væl, fimm
gul kort vóru á lofti, ein
spælari varð sendur undir
brúsuna, áðrenn fyrra um
farið var lidgut spælt, try
mál vórðu skotin, og at enda
var annað liðið føroya-
meistari. Sutt sagt, so var
tað hendingarríkt, spennan
di og dramatískt, tá B36
vann FM
Fótbóltslíkindini á Vágs
eiði vóru góð, og bæði liðini
spældu álopsfótbólt. Vág
bingar, sum ongantíð høvdu
tapt á heimavelli í ár, vóru
fleiri ferðir nær við at fáa
hol á, td. tá bæði Birgir
Jørgensen og Jón Pauli Ol
sen vóru einsamallir við Eg
ini Høgnesen, sum vardi
meistarliga fyri. Og í hinum
endanum vísti Bjarni Johan
sen sitt kynstur, tá Julian
Johnsson var um reppið at
fáa mál. Fyri VB var tað
dyggur smeitur, at Eyðun
Jacobsen, stýrimaðurin í
verjuni, noyddist at fara út
við lúskuskða, tå 36 min-
uttir vóru farnir
Fyrra bumbingin
So var tað, at tað fyrru ferð-
ina så út til, at øll B36
fólkini skuldu fara norður
aftur um Suduroyarfjørd,
uttan at hava fingið sína sek
avgreidda. Tað restaði bara
lítil løta av fyrra umfarin
um, tá spælandi venjarin,
Tomislav Sivic, fyri aðru
ferð í ár upplivdi at verða
eyðmýktur við reyða kort
inum ímóti sínum gomlu
lidfeløgum. Tað fekk hann
fyri at slåa eftir John Eyst-
berg, ið næstan hevði togað
troyggjuna av B36 mann
inum
Nógvir av ábyrgdar-
monnunum í B36 høvdu
heitt á spælandi venjaran,
um at halda seg uttanfyri
tá teir fóru á Vágseið, og í
bakkspeglinum kann tað
ikki sigast annað, enn at teir
høvdu grein í sínum máli
Sivic hevði longu lagt upp
til reyða kortið framman
undan, tá hann sendi ælbog
an uppundir nøsina á Jón
Gærdbo, uttan at dómarin
sá tað
Viljin ber langt, tá fyri
treytirnar annars ikki eru
tær bestu. Tað er so ofta
áður komið til sjóndar, og
soleiðis var tað hjá B36,
sum minuttin aftaná útvís-
ingina legði seg framum
John Petersen smekkaði
fyrst á samankomingina, og
so sneiddi hann fimm mót-
støduspælarar av sær í ein-
um (vágbingarnir bóru seg
í hesum førmmum at sum pilt
ar). fór fram ímóti baklinj
uni í høgru, legði flatt inn
fyri, og Jens Kristian Han
sen stýrdi kúluni í kassan
Hildu tern og lúrdu
Málið var av ógvuliga stór
um týdningi fyri B36. Eftir
stóra kvøkkin, sum tað var
at missa ein mann, høvdu
teir undir hvíldini sinniligt
yvirskot, meðan mótstøðu
menninir so at siga høvdu
mist luftina, og í 2. hálvleiki
var týðuligt, at B36 legði
mest í at verja um tepru
leiðsluna, samstundis sum
teir lúrdu upp á snarálops
møguleikarnar
Tad gekk á báðar endar
Jón Pauli Olsen var tvær
ferðir leysur í B36 brots
teiginum, og í hinum end-
anum vóru Jens Kristian,
John og Julian, sum í minsta
lagi arbeiddi fyri tveir, fleiri
ferðir nær við
Næsta bumbingin
Men tað komu eingi mál,
og tá minuttirnir, sum vøru
eftir at spæla, kundu teljast
á aðrari hondini, kendist tað
hjá B36 fólkunum kring
vøllin, at tað kundi ikki kik-
sa
Hugsjónirnar um at hava
FM heitið norður aftur við
fingu rættiligt skot fyri
bógvin, tá tað restaðu fýra
minuttir. Djóni N. Joensei:
B36 fingu ófera móttsku, tá teir komu aftur
til Havnar. Mynd: Jan Miiller
mundi halda bóltin vera
farnan útav, ella at talan var
um rangstødudém, tá hann
so at siga á baklinjuni tók
bóltin, sum tóktist vera á
veg út av vellinum, vid
hondini. Gult kort til B36
mannin og brotsspark og
mál til VB, sum væl spæl-
andi Pól Thorsteinsson
skoraði
Góða B36 lagið punkt-
eraði, men John Petersen
eksploderaði eina ferð aft-
urat. Tað restaði bara ein
minuttur, tá hann streyk av-
stað í høgru, legði flatt inn-
fyri til Julian Johnsson, sum
hóast at hava stríðst so
nógv, sum tað valla ber til
at hugsa sær, hevði nóg
nógva orku at senda flatt
innum Bjarna Johansen og
aftaná at renna frá viðspæl-
arunum, sum noyddust at
stríðast nógv, áðrenn teir
B36'arnir skrálaðu av
øllum livsins kreftum, tá
teir komu til Havnar
sunnukvøldid. Mynd:
Alvur Haraldsen
John Petersen heldur
Eyðun Kjærbo burtur
frá bóltinum. Alops-
maðurin legði upp til
bæði málini hjá B36.
Mynd: Alvur Haraldsen
ll
su
fingu fatur á málskjúttanum
og í stórari rúgvu kundu
fegnast um FM heitið.
Tað gekk bara ein lítil løt-
a, so bríkslaði Lassin Isak-
sen, sum hevði hildið skil á
tætta og við hvert eitt sindur
harðliga stríðnum, av. Sjálv-
sagt var hýrurin góður á
B36 fólkunum, sum í skun-
di fóru norður á Drelnes og
fagnaðu meistaraliðnum í
góðveðrinum á veg norður
eftir. Og í hevuðsstaðnum
var måttøkan ikki minni
stórsligin.
Ítróttarsosialurin ynskir
B36 hjartaliga tillukku við
FM heitinum. jh