týsdagur 23. september 1997síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
ítróttar
R Á
Nr. 180 — 23. SEPTEMBER 1997
Royn
heldur
fast
2. deild menn:
FSV-Royn 0-3 (0-1)
Hvalbingar halda fast um
oddinum í 2. deild
g um kjansin at sleppa
at spæla um uppflyting í
fórst,
Royn var leygardagin á
tjan í Vágum og vunnu
0 á samansetta vágalið
pláss í
I fyrra hálvleiki legði
Alexander Vukotic Royn
dda. Málið kom eftir
hornaspark, sum jugo
slavin stútaði í málið um
vegis hondina á málver)
anum og tverstongina
Hetta var tá eitt korter
var farið, og Royn hevði
hav fleiri góðar kjansir at
gera mál. Tá teir raktu
nálið stóð Johan á Myr
ini fyri. og annars vóru
teir fleiri ferðir óneyvir
við skotroyndunum
Hvalbingar høvdu
mesta spælid fyrra hålv
leiki, meðan heimaliðið
leyp á við mótálopum
nakrar ferðir
Í seinna hálvleiki legði
Ingi Mortensen Royn
fram um. Ingi kom inn í
hálvleikssteðginum, og
eftir eitt korter skoraði
hann. Royn'arnir tóku
skjótt = innkast, Jákup
Midjord legði innfyri,og
við aftaru stong stútaði
Ingi bóltin í málið
Stutt fyri leiklok skor-
aði Royn til 3-0. U18-
landslidsspælarin Eyd-
stem Jacobsen streyk
avstað, hann hevði bæði
við- og mótspælarar eftir
sær, og tá hann kom inn í
brotsteigin, legði hann
uppá tvørs, men áðrenn
bólturin náddi fram til teir
leysu hvalbingarnar, fekk
FS Vágar verjumaður
tánna á, og bólturin fór í
egið mál.
Við sigrinum hjá Royn
heldur spenningurin um
bronsuna og uppflyting-
ardystin sær til seinasta
umfar, sum verður næsta
vikuskiftið.
(ek)
Helgu og
tær taptu
aftur
FOTBOLTUR: Rødovre,
sum legði harðliga fyri i
bestu donsku kvinnu-
deildini, er fullkomiliga
steðgað upp seinastu um-
førini
Fyri tridju ferð á rað
tapti Rødovre hetta viku-
skiftið
Tær spældu oddadyst
móti HEI, sum eru ver-
andi meistarar, og taptu
2-1.
Rødovre hevur nú 12
stig fyri sjey dystir, með-
an HEI, sum er á odda í
deildini, hevur fult stiga-
tal, 21.
ek
BG68 tryggjaði seg
Fótbóltur: B68
spældi aftur við
10 monnum, men
kláraði at vinna.
Plássið í 1. deild
er nú tryggjað,
meðan B71 enn
er i vanda
1. deild menn:
B71-B68 1-2 (0-0)
Dysturin millum årstalsfel
øgini hevði slíkan tydning,
at stóran part av dystinum
var spælid merkt av, at
hvørk: liðið vildi tapa
Spælt var ikk: utilokandi
varisliga, men spælararnir
lupu ikki fram av, tá teir
fóru í álop. I utgangsstøduni
var javnleikur nóg mikið hjá
B68, meðan B71 royndi at
fáa sigur til høldar á herma-
velli, áðrenn botndystin
móti FS Vágum næsta viku-
skifuð
Og sandingar vóru vón-
brotnir eftir dystin. Teir
spældu seinast hálva tíman
móti 10 monnum, eftir at
B68'ari aftur hesaferð var
útvístur, og teir høvdu síni
tilboð at gera mál
Men B68 skoraði til 2-0,
áðrenn Torbjørn Jensen
móti endanum minkaði, og
toftamenn høvdu so mikið
gott tak á støduni, at sigurin
glapp teimum ikki av hendi
Veteranurin skoraði
Í fyrra hálvleiki gekk spælið
báðar vegir, og kjansir vóru
til bæði liðini. Beinanvegin
hevði B68 góðan møgu-
leika, tá Súni Fríði Johanne-
sen spældi Inga Hansen
leysan mitt fyri. Ingi gjørði
nakað skjótt av og skotið fór
fram við.
B71 kom fleiri ferðir nær
at fáa mál, men tað málið,
sum kundi givið fri á lið-
num, og betri møguleikar at
spæla kontraspæl, kom ikki
Páll á Reynatúgvu stútaði
hornaspark á tvørstongina,
og aðrar ferðir kláraðu
verjumenn og málverjin
Kjartan Nesá í felag at halda
bóltin burtur frá meskunum
Beinanvegin eftir steðgin
fekk heimaliðið vátan vøtt
í andlitið, tá B68 legði seg
fram um 1-0.
Edmund Jacobsen royndi
seg við skoti langt úti frá,
bólturin endaði hjá Súna
Frida, sum dróg uppá tvørs,
men varð feldur. Dómarin
Oddmar Andreasen (sum
dømdi væl) lat fyrimuns-
lógina galda, og so kundi
álopsveteranurin Aksel Høj-
gaard senda upp undir net-
takið.
Avgerðin fall
Eftir málið løgdu sandingar
meiri fyri fram eftir vøll-
inum, meðan B68'arnir
ansaðu væl eftir. Teir løgdu
dentin á verjuspælið, og ser-
liga eftir at Edmund Jacob-
sen, tá hálvur tími var eftir
at spæla, varð sendur av
vellinum eftir næsta gula
korið, ráddi um at halda
tætt
Men B68'arnir hava
fingið so nógva venjing í at
spæla við 10 monnum í ár,
at teir nær um duga tað til
fulnar, og teir kláraðu eisini
at halda tætt í verjuni,
samstundis sum teir søktu
at málinum hjá B71
B71 sendi ofta inn i
brotsteigin og teir royndu
seg móti málinum, men
ongantíð bar til at fáa bóltin
fram við Kjartan Nesá.
Tá B68 so fór í mótálop
tá 13 minuttir vóru eftir at
spæla, fall avgerðin í dyst-
inum. Súni Fríði Johanne-
sen dróg langan tein, meðan
B71-verjumenninir bíðaðu
við at takla. Teir skermaðu
av, men tá B71-målverjin
kom út ímóti, kláraði Súni
Fríði at lyfta upp um hann
og í málið.
2-0 til B68, og so var sig-
urin heima
Áttu
B71 gav ikki upp, og eisini
seinastu minuttirnar vístu
teir sama góða viljan, sum
teir høvdu vista allan dystin
Torbjørn Jensen minkadi
stutt fyri leiklok, tå hann
fekk fatur á longum bólti
B68-málver:'n bíðaði ov
leingi, og tá hann so kom út
lyfti Torbjørn upp um hann
og stútaði so sjálvur í málið
B7l'arnir áttu í seinna
hálvleiki brotsspark, tá B68
bjargaði roynd frá Kára
Nielsen (kom inn fyri Sím-
un lensen í hálvleikinum)
við hondini. Men hverki
dómarin ella teir flestu
spælararnir sóu hetta, og at
Kári veipaði við ørmunum
gav einki.
B68 manglaði sweeparan
Milosav Bojce, og Eyðfinn
Olsen var noyddur at geva
avboð undan dystinum. Tí
spældi Fróði Benjaminsen
aftastur, meðan Edmund
Jacobsen og Signar Jo-
Súni Fríði Johannesen
skoraði til 2-0, og tá fall
avgerðin í dystinum. B68
er tryggjað í 1. deild,
meðan B71 enn er í
vanda
hannesen vóru uppdekkarar
B71 stillaði við sínum
vanliga liði, og Rúni í Soylu
var eisini komin úr Dan-
mark hesaferð. Seinast fekk
hann mál, men hesaferð eitt
gult kort tað einasta hann
gjørdi um seg við í hagtøl-
unum
B71 ætlaði at tryggjað
sær góða utgangsstødu til
dystin móti FS Vágum
næsta vikuskiftið, men dyst-
urin verður júst so týdning-
armikil, sum hann kann
hugsast. Seinasta útkall hjá
sandingum verður um eina
viku, meðan B68 hevur
tryggjað sítt lið í deildini.
(ek)
HB tok sær um reiggj
Fótbóltur: HB umskipaði liðið í
hálvleikssteðginum og vann trygt
1. deild menn:
HB-FSV 6-2 (1-1)
HB-avrikid fyrra hålvleik
var nakad av ti vånaligast
havnaliðið hevur spælt í år
Teir vóru ómotiveraðir,
sløsadu og settu seg ikki so
trygt á dystin, sum hugsast
kundi.
Teir stillaðu liðið nakað
ødrvisi enn teir vanliga
gera, og tað var viðvirkandi
til, at innsatsurin var vána-
ligur.
HB hevdi triggjar mans i
verjuni, fýra á midvøllinum,
uttan vanligar vongverjar,
og triggjar å toppinum.
Jens Erik Rasmussen sat
uttanfyri fyrra hålvleik, men
hann kom inn i stedginum,
og tå HB samstundis fór
aftur til vanligu uppstilling-
ina, gekk sum eftir ånni.
Gunnar Mohr og Uni
Arge vóru í ålopinum, og
teir gjørdu bart í seinna
hálvleiki. Andrew av Fløtu
var tikin út tá Jens Erik kom
inn, og í tíðliga í seinna
hálvleiki komu Hegga Sam-
uelsen og Hallur Danielsen
inn fyri Inga Rasmussen og
Mikkjal Thomasen.
Javnadu ådrenn
hålvieik
FS Vágar legði seg á odda í
fyrra hálvleiki, tá teir fingu
brotspark, sum varð dømt,
tá Torkil Nielsen var ólóg-
liga steðgaður. Marek
Vierzbicki tók sær av spark-
inum, og hóast Bárður Jo-
hannesen, sum aftur hesa-
ferð stóð í málinum, hevði
hond á, fór bólturin í málið.
HB javnaði fyri hálvleik,
tá Gunnar Mohr tætt inni
við málið fekk rætta eitt
innlegg av.
Í seinna hálvleiki legði
HB harðliga fyri, og teir
settu seg fullkomiliga á
dystin. Allan Mørkøre legði
upp til málið, sum Uni Arge
gjørdi til 2-1, og løtu seinni
skoradi Runi Nolsøe eftir
trunkaspæl.
Gunnar gjørði tað til 4-1,
áðrenn Uni rundadi av vid
tveimum málum afturat.
Uni er klárt á odda á mál-
skjúttaralistanum, og eingin
ivi er um, at tað verður
hann, sum í ár fer við gylta
stivlanum hjá monnum.
FS Vágar fekk eitt mál
afturat, og tað gjørdi hedin
Joensen, tå hann gjørdist
leysur, slapp fram vid mål-
verjanum og sparkadi i
tóma málið.
HB-sigurin stóð í skugg-
anum av FM-sigrinum hjá
grannunum í B36.
HB var undan hesum um-
farinum einasta liði, sum
kundi hótta B36, men tá
B36 vann sín dyst í Vági,
gjørdi tað tað sama hvussu
nógv HB vann — teir kunnu
ikki røkka heilt fram longur.
FS Vágar slapp undan
skæðum og leikbannum til
dystin móti B71, sum vrður
avgerandi fyri hvat lið skal
flyta beinleiðis niður í 2.
deild.
(ek)