Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tey trý FFF-ini Oddagrein SO brann hann aftur á - politiskur stormurin í Tinganesi - nú Framtaksgrunnurin aftur er í fokus og hesaferð skal fáa meiri eginpening. FEY trý FFF i føroyskum vinnulivi, sum onkur speiskliga hevur samantvunnið við tey try banni- orðini fyforf hava mangan verið á lofti sein- astu árini, og okkurt bendir á, at hesi fara ikki at verða minni frammi í komandi degum, nú tá ingið skal taka stødu til eitt uppskot frá løgmanni um at kunna konvertera lánspening til egin- pening UMRØDDU FFF standa fyri Fiskavirking, Fiska- søluni og Framtaksgrunninum. Fyrr vóru hetta tríggjar ymsar eindir - í dag eru hesar fyritokur og feløg oll partur av eini og somu fyritøku. At so allar húsast í somu lon yvir við Strond í Havn sigur kanska eisini alt um hetta stóra og fyri Før- ovar so týðandi samtak. Nú er lagna teirra aftur í hondunum á okkara politikarum STÓRUR spenningur hevur tikið seg upp, nú fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann fer helst ikki at taka undir við uppskoti løgmans um at fáa skil á eginpeningin í Framtaksgrunninum. Log- maður sigur við Sosialin í dag, at vil fólkaflokkurin ikki stuðla uppskoti hansara, so fer andstoðan á tingi helst at gera tað, tí eingin kann vera foreintur við, at Framtaksgrunnurin fer fyri bakka NÚ fáa vit so eina viðgerð á tingi um málið, og enn er heilt óvist, hvat andstødan fer at gera. Men ein skilur væl andstøduna, um hon ikki enn eina- ferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin skilur ein eisini løgmann, tá hann sigur, at málið er so ålvarsligt, at flokkarnir á tingi hava ikki loyvi at misbrúka tað politiskt. LØGMAÐUR biðjur um stuðul frá andtøduni og roknar við at fáa hana. Hann vísir til andan í stýrisskipanarlógini. Kann vera at løgmadur hev- ur grein í sínum máli, men tá má hann eisini sjálvur síggja til at liva upp til andan í hesi lóg, tvs. at taka andstøduna meira við og at lurta meira eftir henni, tá hon leggur mál fram. Tú kanst ikki sum løgmadur fyrst krevja av eini andstøðu, at hon skal liva upp til demokratiska og sakliga andan í eina stýrisskipanarlóg ð, og samtíðis seta somu andstødu til viks, tá henda hevur brúk fyri, at løgmadur livir upp til sama demokratiska anda í somu lóg. TAÐ kundi sæð út sum um vit fáa eina styrkiroynd í tinginum og í Tinganesi, nå løgmadur er farin á uttanlandsvitjan. Kann tað hugsast, at løgmaður fer at fáa somu viðferð sum mangir av teimum afrikonsku leiðarunum, tá hesir fara í onnur lond at vitja ella halda summarfrí! Teir verða fråkoyrdir. Spurningurin um eina misálitisváttan á løgmann hevur verið frammi áður. Tað hevur ljóðað, at onkur hevur umhugsað eina slíka, nú meðan hann er undir. Vit ivast tó stórliga i, um tingmenn tora at taka slíkt stig, hóast tað er hetta, sum ikki minst fleiri fólkafloksmenn innast inni ynskja. Men sum ríkisumboðið segði við stats- minstaran: fólkafloksmenninir gera alt fyri at gera H heitt í Tinganesi, men teir fara ongantíð longur enn út á kantin. Og øll vit vita hví. Fólka- flokkurin livir jú av at blása og hava mjøl í munn- inum í senn. Og vit fara at síggja hann aftur hesa- ferð leggja seg fyri føturnar á sambandshøvd- inganum. Spurningurin er, hvussu leingi javnað- arflokkurin og tjóðveldisflokkurin skulu finna seg í at vera stuðlar hjá eini stjórn, sum er so rúkandi ósamd og sum so sjáldan tekur teir við uppá mál! Spurningurin er so, um tað er ábyrdarleyst og meiningsleyst, sum lømgadur målber seg, at lata Se DDI fara fyri bakka i eini slikari »olitiskari styrkiroynd P P politiskari styrkiroynd Sosialurin Jonhard Hammer Blaðstjórnarfulltrúi: Ábyrgdarblaðstjóri: | Jan Múller | Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: | Krisjan Dahi | Blaðfólk: Lýsingar og sela: | | Áki Bertholdsen, | Eirikur Lindenskov, Dagny Joensen, Eyðun Klakkstein, | Edvard Joensen | Ljósmyndari: Jens Krisuan Vang Sverre Midjord skrivar: Utgevari, uppseting og pren Sp/ Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn t: } Telefon: 11820 | Telefax. 14720 | | e-mail: | sosialur 8 post olivant.fo | Útjaðarin hevur krav uppá eina útjavning av almennum arbeiðsplássum Tad tykist sum um løgtings limir nú hava fingið eitt mål at viðgera sum møguliga vil elva til eitt orðaskifti, ikki bara um eitt mál, har egin peningurin hjá Framtaks grunninum verður umrødd ur, men eisini, og tað er tað mest avgerandi, útlíkning av arbeiðsplássum til teir partar av landi okkara, sum eru í arbeiðsloysi partar orsakað av sentralis eringini av øllum almenn um tiltøkum nú eru hótt við arbeiðsloysi. Og hvat vilja so løgtingslimir gera við hetta. Tora teir at seta fing urin á har, sum trupulleik arnir eru! Tað vil sjálvandi verða umrett, hvussu peng arnir, teir almennu, í fram taksgrunninum eru viðfarnir og hverja nyttu teir hava gjørt fyri tað føroyska sam- felagið Tað bleiv í sínari tíð sagt, at eingin aktivur politikari skuldi hava nakra ávirkan í teimum avgerðum, sum tiknar blivu av teimum, sum vóru valdir at umsita grunn- in, men tó vóru tað tveir, sum hava buktina og báðar endarnar, og sum teir ein- og ter Lesarabrøv astu, ið kunna krevja broyt ingar. Tað eru løgmadur fyri okkara part og statsminist arin fyri hin partin og longu her eru vit á skeivari leið, tá sagt verður, at politikk arar ikki skula røra fingurin við hetta mál. Hesir báðir nevndu eru leiðarar av sam gongum og sum slíkir fram trennarar í tí politiska spæl inum. Hetta verður møgu liga nú broytt, men tað er ikki nokk Tad er greitt, at fólka flokkurin nú fær tann møg uleika, sum teir í hvussu so er úteftir hava sagt seg vilja gera brúk av. Teir hava dyrgt eftir hesum, men teimum líkt, fara teir einki at gera. Teir finna undan støkkingar, soleiðis at teir sleppa frå at taka stóðu. Tað er fólkafloksins sterka stóða. Tað minnir ikki lítið um orð danska statsminist- arans Jens Otto Krag, sála »Vit hava eina stødu til vit taka eina aðra< Tí fara teir einki at gera við hetta málið, og tað fær heldur ongar avleiðingar, tí teir arbeiða í einari sam- gongu, sum vit í javnaðar- flokkinum góvu teimum lyklarnar til, og við at sleppa teimum framat hava vit ábyrgd av tí, sum er farið fram og tað, sum framvegis kemur at verða framt. Teir eru ikki lidnir við ætlan sína. Tað eru mål og tiltøk, sum enn liggja á láni, og sum teir vilja fremja. Ein av teirra framstandandi ting- limum segði: > Vit vera sit- andi, tí tað eru mál, sum vit nú kunnu fremja saman við sambandinum, sum vit ikki fáa framt saman við javn adarflokkinum«. So uttan mun til hvat hver einstakur fólkaflokslimur sigur í ein um orðaskifti um misnøgd teirra við framtaksgrunnin so kemur eingin broyting at henda. Teir verða sitandi til seinastu létu, og eg skilji teir væl, tí uttan fyri eina samgongu fær ein einki framt Í sambandi við møguligar broytingar i Framtaks- grunninum verður spurn- ingurin til flokkarnar á løg- tingi: hvussu ætla tit at byrgja fyri fráflytingini frá útjaðaranum til miðstaðar- ekið! Hvat ætla tit at gera við tað tiltakandi arbeiðs loysið út um landið, har bert fiskatilvirking er grundar- lagið undir ulverðuni hjá útjaðaranum! Hverja stóðu hava løgtingslimir til ætl- aninar hjå Framtaksgrunn- inum at útbyggja og nýmót- ansgera fiskavirkid í Tórs- havn! Verður hetta framt og øll framtíðar fiskatilvirking verður á miðstaðargkinum, lá er avtoftingin ein veru- leiki Sverre Midjord Privatisering/liberalisering skal tæna brúkaranum Sitandi samgonga hevur sett sær sum eitt mál at privati- sera nakrar stovnar, sum í dag virka undir almennum regi Vanliga kemur privatiser- ing upp á tal fyri á tann hátt at fáa eina betri tænastu Eina meira liðiliga og til- lagandi tænastu — fyri brúk- aran. Og hetta er vert at hava sær fyri eyga. Enda- málið er at bjóða borgaran- um eina betri tænastu ella somu tænastu fyri minni pening Klárar = privatiseringin ikki at bjóða hetta, so er ikki meining við privatisering Privatisering er kanska ikki eitt vælegnað orð at brúka í hesum samanhangi Tí tú kanst fáa tann tanka, at alt alment virksemi verð- ur nógv betur rikið bert tað er privat. Hetta nýtist ikki at vera so og er tað heldur ikki. Intensi6nin við privati sering er at tá koma nøkur element frá fría marknaðar- búskapinum at hava ávirk- an. Hetta hendir bert um ein ella onnur kappingar- mekanisma fær virkað Hugsa vit okkum ein stovn ella eina tænastu, sum í dag verður ríkin vid al- mennum monopoli. Her manglar kappingarðlement- ið. Skipanin kann gerast stirvin. Síðan verður stovn- urin ella tænastan privati- serað yvir eitt privat mono- pol. Her manglar aftur kappingarelementið. Hetta seinna er privat men ikki liberalt. Tí er tað at síga at privatisering kanska ikki er eitt vælvalt orð at brúka Verður talan um privati- seringar, sum ikki geva brúkaranum ein liberalan veruligan valmøguleika, so mugu vit siga frá. Privatiseringin/liberali- seringin skal tæna brúkar- anum og geva honum ein veruligan valmøguleika Terje Davidsen, legtingsmaður Minnist til haldaragjaldið! i i