Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 — 24. SEPTEMBER 1997 tíðindablaðið x ? mrs 13 »Hetta kom | væl vi « Fótbóltur: Vit hava verið við í toppinum so at siga á hvørj- um ári, men ongantíð hava vit vunnið gull fyrr enn nú. So hetta kom væl við, sigur Jón Harald Poulsen, venjari KLAKSVIK: Hóast tað ikki var á honum, at tað sást best á, mundi neyvan nakar fegnast so nógv um FM heitið hjá Kl-kvinnunum sum Jón Harald Poulsen Hann venur saman við Sigrid Andreasen Í. kvinnu lið hjá KÍ, og tað hevur hann gjørt nógv ár. Í fjør var hann ikki venjari, men í år gjørdi hann comeback, og umsíðir eydnaðist tað hon um at vinna FM-heitið Hetta kom væl við. Vit hava so at siga á hverjum ári verið millum tey fremstu liðini, men ongantíð hevur tað eydnast okkum at vinna gullið fyrr enn nú, sigur hann » Hetta trongdi til. Kvinn- urnar hava verið ófgerar bædi til venjing og dyst, so tað er væl uppiborið, at tær nú eru føroyameistarar Havnin hevur verið fremst Kappast hevur verið í kvinnudeildini síðani 1985 og flestu árini hava tað verið havnafeløgini, HB og B36. sum eru farin við FM heitinum Í 1990 stakk Skála seg upp ímillum, og tað var byrjanin til 3-ára harradømi hjá Eysturoynni. IF vann FM í 1991 og Skála aftur í 1992 Men síðani 1992 hevur Havnin á hverjum ári átt FM-vinnaran hjá kvinnum, til gullmerkini á fyrsta sinni nú koma til Klaksvíkar Studulsspælarar burtur Kvinnufótbólturin hevur havt tað gott í Klaksvík, og í løtuni tykist hann stórtrív- ast. KÍ hevur vunnið the double í gentudeildini, og umframt FM-heitid, vann 1 kvinnulið silvur í steypa- kappingini Tad var annars ikki líkt til, at hetta skuldi vera árið, tå KI vann FM-heitið. KÍ byrjaði illa í steypakapp ingini, og kom akkurát víð ari frá innleiðandi dystun um. Fyrsti dysturin í lands kappingini endaði við stór tapi í Havn Fleiri av stuðulsspælar- unum frå í fjør vóru burtur, og tað tók sína tíð at finna avloysarar fyri teir tríggjar landsliðsspælararnar Margit Joensen, Báru Skaale og Sólvu Eystberg Sum eftir ánni Men síðani fyrsta dystin hevur gingið sum eftir ánni, og allir uttan ein dystur eru vunnir - Vit hava havt eitt ungt lið, sum hevur víst góðan vilja til at vinna. Tær hava trivist sera væl saman, og hóast vit mangan hava verið afturúr, so hava vit altíð klárað at komið afturíaftur og vunnið, sigur Jón Harald Poulsen — Nógv år hava vit verið óheppin, men í ár hava vit havt marginalarnar við okkum, og tað er tað sum skal til, skalt tú vinna FM- heitið. Askoðarastuðulin, sum vit hava fingið, er uttan sín líka, og hevur verið sera góð hjálp hjá ungu spælaru num ek Kl-kvinnurnar fegnaðust eftir stóra sigurin á Sumba, sum at enda gav klaksvíkingum eitt FM-heitid í kvinnudeildini. Mynd: Jan Miller Elsebeth Jónsson, sum er liðferari á Kl-liðnum, er systur Toda Jónsson. Her er hon NSÍ fær upp- flytingardystin Fótbóltur: NSÍ dróg frá VB og verður næstfremst. Í botn- inum dystast B71 og KÍ um at sleppa upp um strikuna Næstseinasta umfar í 3 deild hjá monnum varð spælt um vikuskiftið óg lítið er eftir av spenningi GÍ hevur tryggjað sær uppflytingina, NSÍ dróg hesaferð frá VB og fær upp- flytingardystin; í botninum hevur Fram tapt stríðið um at sleppa undan niðurflyt- ing Eftir er at avgera hver skal spæla dystin móti næst- besta liðnum í 4. deild um eitt pláss í 3. deild næsta ár KÍ og B71 dystast um at sleppa undan hesum og í løtuni hevur KÍ munin við einum stigi Mest óvæntaða úrslitið hetta umfarið var í Sørvågi, har oddaliðið GI snávaði Getumenn hava, síðani teir hildu seg hava vunnið uppflytingina, ikki mynstra við sterkasta liðnum. Sein- asta vóru teir nær við at missa stig í Klaksvík, og hesaferð ruku try stig SI fekk einasta målid, sum kom í dystinum, og tað var Hilmar Hansen, sum hevur verið burtur nógvu seinastu dystirnar, sum skoraði málið Bæði liðini høvdu kjansir at gera mál, men hóast góð tilboð, kom bert eina málið frå VB Í Klaksvík vann NSÍ trygg- an sigur á Kl. Fyrsta partin av dystinum stóð Kl seg væl, men tå NSI skoradi til 2-0, var einki at gera. Sein asta partin av dystinum øktu runavikingar tríggjar ferðir afturat, og sigurin var uppi- borin VB, sum undan hesum umfarinum hevði eins nóg stig og NSÍ, tapti sín dyst í Fuglafirði IF kom fram um 3-0, áðrennn VB svaraði aftur, men tá vágbingar fingu hol á, fóru teir at trýsta. Hjalmar Jacobsen minkaði til 1-3 tá gott korter var eftir at spæla og Tórður Poulsen gjørði tað stutt aftaná til 2-3 VB trýsti síðani fyri at javna, teir raktu træverkið, og bjargað var á stríkuni Men IF fór við sigrinum tå eingilsmaðurin Chris Knight skoraði til 4-2 Ósigurin hjá VB førdi við sær, at NSÍ eru trý stig frammanfyri = vágbingar undan seinasta umfari, og teir skulu tapa nógv fyri at missa kjansin móti 2. deild- arliðnum B71 spældi javnleik móti Fram, og tað førir við sær, at spenningur er til seinast umfar, um tað skal vera B71 ella KÍ, sum endar næstnið- ast Seinasti dysturin var á Skála, har HB vitjaði, og har kom bert eitt mál. Tað gjørdi Hans Thomassen i seinna hålvleiki, og tad førdi vid sær, at HB vann dystin 1-0 Seinasta umfar i 3. deild verður spælt komandi viku- skiftið, og flestu dystirnir vera spældir leygadagin ek avmyndað saman við mammu síni eftir FM- sigurin sunnudagin. Mynd: Jan Miiller Hagtølini i 3. deild | KÍ.NS 05 (01) re [7 1412 nm 9919 43 | 0-1: Fróði við Rætt 2. NSÍ 17 13-1-3 69-22 40 | 0-2: Bågvi Jacobsen 3. VB 17 12-1-4 62-42 37 0-3: Martin Venned 4. SÍ 17 8-0-9 46-51 24 0-4: Harry Knudsen S. HB 17 8-0-9 59-72 24 0-5: Sigurjón Einarson 6. Skála 17 7-0-10 41-49 21. | 7. ÍF 17 6-3-8 37-S1 24 FRI (1-0) 4 KÍ 17 5-1-11 41-67 16 2-0: Bogi! Lervig 10. Fram 7.- 3212. - 237. Á 3-0: Jan Jacobsen ; 3-1: Hjalmar Jacobsen, br. Málskjúttar 4-2: Chri i Chris Knight så Dani 0 Skåla-HB 0-1 (0-0) nd : Hans Thomasse Fróði við Rætt, NSI årg . Hilmar Hansen, sí een Fram-B71 s.5 (2-2) PU 0-1: Sverrir Kjærbo Jón Nilsen, SÍ.RE TR 207 0-2: Egin Fríði Ørvarodd bn Sigurd ; Leivur Hansen, Gl .….…rr2rmemee 1-2: Karl Johannesen j í 2-2: Sjálvmál ack Jakobsen, 9 GUN 3-3: Egin Fríði Ørvarodd Petur M. ROREER, NSÍ 3-4: Julian Thomsen 4-4: Sonni Djurhuus 4-5: Julian 5-8: Råni Lómstein SÍ-GÍ 1-0 (1-0) 1-0: Hilmar Hansen Dystirnir eftir at spæla: 28/9 KÍ-SÍ 28/9 VB-NSÍ 28/9 HB-ÍF 28/9 B71-Skåla 28/9 GÍ-Fram Mourits Viderø, B71 Henrik Kølleskov, Fram Magni Jacobsen, GÍ ........................ Bjartur Nolsøe, HB... Re Jógvan Martin Hansen, Skála ... Jákup Helgi Egholm, ÍF ere Bogi Nón, ÍF... RER Moran Thomsen, ÍF ... 2 Mikael í Lågabp, VB ….-meemummemenmieieseerenee