leygardagur 27. september 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 27. SEPTEMBER 1997
Jan MULLER
Í imn Í Í før
nga Óg 3 Ha
hasku Ah R
bert Gordon University
Hetta eru teir fyrstu sum
búgva seg í Skotlandi eftir
at samarbeiði tók seg upp
millum Fróðskaparsetrið og
skotska undirvisingarstovn
in fyri nøkrum árum síðani
Eftir eitt ár á Fróðskapar
setrinum hava tey so tikið
trý ár í Skotlandi. harav eitt
hevur verið praktikkur
Tey fimm, sum hava fing
ið prógv á Robert Gordon
eru Regin Hammer, Jákup
Fjalsbak, Louisa Fjalsbak,
Birgir Christiansen og
Jógvan Ljósheim. Eftir
lokna útbúgving var rætti
liga nógv gjørt burtur úr við
eitt stórt hátíðarhald í Aber
deen. Fleiri av foreldrunum
hjá føroyingunum vóru við
til hátíðarhaldið
Regin Hammer, sum
valdi at gera høvudsupp
gávuna um eina komandi
føroyska oljuvinnu, her ser
liga við tilknýti til arbeiðs
partin, byrjar |. oktober á
lærda háskúlanum í Dun
dee, har hann í eitt á fer at
lesa orkubúskap
Regin var ein av teimum
umleið 35 fólkunum, sum í
fjør søkti AMG-oljusam
takið um eitt stipendium,
sum varð lýst í føroysku
bløðunum. Hann var ein av
teimum hepnu. Oljufeløgini
rinda allar útreiðslur í sam
bandi við hesa eitt ára
útbúgving
Regin Hammer er saman
við tveimum ødrum føroy
ingum, 10 hava lisið cand
merc. í Danmark, fyrsti før
oyingurin at taka hesa út
búgving. Tey byrja øll trý í
næstu viku. Dundee er ein
asta pláss í verðini við júst
hesi serútbúgvingini
Umframt at lata stipend
rum til Regin Hammer hev
ur AMG-bólkurin, sum
fevnir um Statoil, Mobil og
Enterprice, eisini latið
nøkrum ødrum føroyingum
stipendium
Fribjørg Biskupstød, sum
hevur lisið jarðfræði í Dan
mark hevur fingið ett ara
langt SED ndium
Royal Holly
'
London
at:lesa
College í
skal ser
utbugva seg innan
Hetta er so
Wi
har hor
sedi
mentløg ersini
SEPTEMBER 1997
3 HUVINNUNMAa
har 15. septem
ber. Bæði Regin og Fribiørg
hava í sur
relatera
Hon byrjað
nmar arbeitt hjá
oljufelagnum Enterprice i
London, Regin å buskap
ardeildini og Fribjørg á
jarðfreði- og pro essdetld
ini
AMG-bólkurin = hevur
eisini latið stipendum til
føroyskar verkfrødingar, ið
vilja útbúgva seg víðari eitt
nú innan oljuverkfrødi
Tveir teirra hava verið á
lærda háskúlanum í Sta
vanger
Stóran týdning fyri
allar partar
Halvor Snarvold, samskip-
anarleiðari í AMG-bólk
inum, sigur, at teir hava i
umbúnað at jåtta eini 2-3
stipendiur aftrat i 1998
Hesi verda so lyst leys i
føroysku blødunum
Hann sigur annars, at tað
hevur stóran týdning fyri
Føroyar og fyri oljuvinnuna
sum heild, at føroyingar
útbúgva seg til eina rød av
størvum í eini komandi
oljuvinnu, og her oljuverk-
frødingur og orkubúskap-
arfrødingar av stórum tydn-
ingi
-Tað er als eingin treyt
fyri at fáa stipendium, at
fólkini arbeiða víðari fyri
okkum. Í tann mun tað er
æ
/}
tíðindablað
Útbúgva seg í
Stórabretlandi
gjørligt vilja vit bjóða teim-
um størv, eitt nú í sambandi
við leiting á føroyskum øki,
men tað hevur eftir okkara
tykki eisini stóran týdning,
at vælkvalifiseradir føroy-
ingar kunnu manna hesi
týðandi og krevjandi størv-
ini innan eina føroyska olju-
umsiting
Fleiri velja Skotland
Ahugin millum føroyingar
at fara til Stórabretland at
fáa sær útbúgving tykist
vaksa. I løtuni eru tey um-
leið fimm, sum útbúgva seg
í Aberdeen sum partur av
tí samararbeiði, ið tók seg
upp millum Fróðskapar
setrið og Robert Gordon og
eisini Aberdeen University
fyri nøkrum árum síðani
Eitt nú eru fleiri føroyingar,
ið útbúgva seg innan verk-
fróði á Aberdeen Universi-
ty
Tad eru sjålvandi bædi
fyrimunir og vansar vid at
leita til Bretlands at lesa
heldur enn at fara til Dan-
markar. Fyrimunirnir eru so
teir, at tå fær lært enskt sum
gerandismål og tey, sum
leita til útbúgvingar, sum
hava tilknýti til eina olju-
vinnu, fáa kanska mest burt-
ur úr í nettup Stórabretlandi
- um tey ikki velja at fara til
Noregs
Men ein vansi, sum hevur
verið lutvíst loystur, eru tær
stóru útreiðslurnar, ið eru
knýttar at lestri í td. Aber-
deen. Av tí at Føroyar ikki
eru í ES og heldur ikki hava
eina skipan við ES á út-
búgvingargkinum, mugu
næmingarnir gjalda tað
mesta sjálvir. Og tað kann
verða sera dýrt
Tey fyrstu fimm, sum
fóru til Aberdeen fyri trim-
um árum síðani, hava tó
verið so mikið heppin at fáa
stuðul frá teimum báðum
oljufeløgunum, Shell og BP
Jógvan Mørkøre, sum
hevur havt nógv at gera við
samstarvið millum Fróð-
skaparsetrið og lærdu há-
skúlarnir í Aberdeen, fegn-
ast um, at tey fyrstu hava
tikið prógv og ynskir teim-
um hjartaliga tillukku. Hann
vónar, at møguleikin førfør-
Fi Jákup Fjalsbak og
móðurin Jonna, síðani
Janet og dótturin Louisa
og Lis Hammer og
sonurin Regin
føroyskum lesandi í Skot
landi og Onglandi verður
enn betri í framtíðini, hóast
tað eru fleiri trupulleikar at
fáa bilbukt við
-Vit fara nú av evaluera
alt hetta samarbeiðið og
vita, hvussu vit skulu bera
okkum at í framtíðini
Frá v. Jákup Fjalsbak,
Louisa Fjalsbak og Regin
Hammer uttan fyri Robert
Gordon University í
Aberdeen. Birgir
Christiansen og Jógvan
Ljósheim resta á myndini