Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1997síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr Ogvisligt Í Virginia, USA, hava tey tikið lívið av einum manni, sum æt Murphy, og sum sigst hava dripið ein annan mann, ti - so segði útvarpið - hann hevdi lagt ástir saman við konu Murphy. Eftir at hava sitid deydadømdur í seks ár - og tað skuldi verið straff nokk - bleiv tann neyðar Murphy sendur til fedrar sínar »vid einari eitursprænu« Navnorðið 'spræna' er ikki til í féroyskum Svabo er eftirfarandi. Hann hevur 'spræna' sum sagnorð »sprøjte Vand eller andet med Munden«. Harafturímóti hevur hann 'sproyta' við bæði sum navnorð og sagnorð Seinni hava aðrir so roynt at seta 'spræna' í staðin fyri 'sproyta' - uttan at nakar veit hví. Allir føroyingar sproyta við sproytu, tá ið teir hava brúk fyri tí. Eingin sprænir við sprænu. men hetta má so sambært málpolitukkinum vera ein feilur við føroyingum At spræna og at sproyta eru hvert sítt. At spræna er at senda eina tjúkka strålu. Ein sprænur kann td. koma úr blástrinum á einum hvali. At sproyta við einari sproytu er nakað annað. Ein brandmaður kann brúka sína brand sproytu, men tað vanligasta brúkið er, tá ið tann umsorgs fulla sjúkrasystirin gevur einum forpindum patienti eina sproytu fyri pínu. Og tann sproytan er mikron-kløn At siga spræna við sprænu er at spæla við orð, sum ikki eru til. Men ikki bara tað. Hetta er eisini tað, sum vit kunnu kalla ógvisligt málbrúk. Sambært Chr. Matras og M. A. Jacobsen betýðir 'ogvisligur' »voldsom, fremfu sende«. Og tað er júst soleiðis, at vanlig fólk brúka hetta orðið. Vit siga um onkran persón, sum ikki bara er fortur, men sum kanska eisini breggjar og hóreiggjar sær, at hann er ógvísligur Men hetta orðið verður í heilum brúkt synon- ymt við hjáorðið "ógvuliga". sum hevur somu rót, men ein annan tydning: øgiliga, ella sum Matras og Jacobsen síga »frygteligt, forskrækkeligt«. Hetta líkist misbrukinum av orðinum "herviligt'. Hverja ferð illveður er, verður tað til "herviligt ódnarveður' í útvarpinum S'ið í "ógvisligt" er helst eitt pejorativt (niðursetandi) s. sum vit finna nógvaaðrastaðni eisini: bygdasligur er meira niðursetandi enn bygdaligur. Onnur orð av hesum slagi eru klæntrasligur, jánkasligur, neyðarsligur, bundisligt, gomulgentuslig osfr Øl grund er til at føla vid familjuni Murphy og hinum, sum blivu rakt av sorgarleikinum. Har vendist ikki aftur, gjørd gerð fær onga vend, og nú hevur tann neyðar mann- dráparin so fingið frið. Men tað sømir seg ikki væl at umtala hendingina við ógvisligum ella skemtiligum orða- brúki um at leggja saman ástir og avlíva vid sprænu viss ið hj. Tidindaskriv frå Dagtilhaldinum fyri pensjonistar í gi. Føroya Banka Mánadagin 29. september kl. 17 skipar Dagtilhaldið fyri pensjonistar í Gamla Føroya Banka fyri fyrilestri í Læraraskulahøllini á Frælsinum Tað er aðalskrivarin í „Omsorgsorganisationernes Samråd”, Kristian Riss, sum fer at halda fyrilestur um evni hann kallar „Fremtidens ældre, hvilken pleje og omsorg fár de brug for. Hvad kan de ældre tage ansvaret for. Hvilken indflydelse skal de ældre have i samfundet. Fyrilesturin varar Í tíma. 3. september bjóðaði Býráðið øllum pensjonistum í Tórshavnar kommunu til kunnandi fund, at greiða frá nýggja tiltakinum, sum býráðið ætlar at seta í verk. Fjøld av fólki møtti, á fundinum vóru 8 fólk vald í nevnd, sum skuldi skipa seg við 5 nevndarlimum. Á fundi 3.september hevur nevndin skipa seg soleiðis: Jákup Lindenskov, formaður, Hanna Lis- berg, skrivari, Helena Nattestad, Betty Mortensen og Marner Simonsen. Tiltakslimir: Erik Norderø og Jórun Simonsen og Sheila Arnskov. + = 3 = & 2 ÓS IN 3 R | 8 FR LF EH LT HR Le 5 í 2 > £ ER S 3 %) SF N XI x n r N 3 4 LE ai mt pt 1 1 BR Fe REG FR. NINA. BME: SA KROSSORÐAGÁTA Loysnin frá seinastu viku SANGSKRIVARAR er kros áta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn- sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hverja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, må loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blaðnum næsta leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn — og viðmerkið »Krossordagåta nr. ...< á bjålvan. i | | | FR felt + = ER Vinnari: Hans Martin Nielsen, Mýrusnípuvegur 44 100 Tórshavn Loysunar- orðið: Navn Bustadur: Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! Frå BOKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: O Ljósini slókna J Søgur úr Port Janua Q Bíblian í orðum og myndum J Indiånararnir. Søgan um upprunafólkið í Norðuramerika J Mangt er millum himmal og jørd Frá | FØROYA SKULABOKAGRUNNI: J Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið Q Heimssega I J Søgan um hini 2 Liv og gróður 3 Orðaskyn. Mín fyrsta orðabók Bekur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt.