Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 1997síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hetta er ein samrøda, ið blaðið "Politiken" hevði við hesi fýra føroysku skúla børn sama dagin, sum tey fóru heim til Førova um kveldið við Tjaldrinum Børnini eru Selma Jacobsen úr Leirvík. Turid Tausen av Eiði, Oda Gárd-Hansen og Poul Eide, bæði úr Havn Politiken byrjar samrød ysku skúlabern m aftur tl Førova ð Tjaldrinum við gvum góðum minnum alt tað. ið teimum hevur verið fyri á ferðini í Dan nørk, men best av øllum Sirkus. Tey komu niður g GKTUI ø SKUT r Keypmanna k te 3 opr + 1 k Ph nur I h spiad | I ja ti rest Menr Far p heim 1 t 5 V rið Nógva ferðslan hugtók Poul Eide MEY borð á fregattini "Jyll anavr ind g í gjár fóru tey s haðani til skilnaðarveitslu í rørovinge elag ið er stovn ið seinrapartin i hinari eidini. Har drukku tey kaffi dansaðu føroyskan dans g kv6du sini aldargomlu æði. Vit stukku inn á við og prátaðu við nøkur av teimum Hvat var so tað mest hug- takandi av øllum ti, tú sá í Danmerk spurdu vit ein drong, Poul Eide úr Havn Tann nógva feråslan tíðindabla Nr. 194 - 11. OKTOBER 1997 Fremst á myndini standa Hans Kristiansen frå Gjógv og Richard Joensen av Langasandi avmyndadir saman vid ødrum føroyskum børn- um á dekkinum á Tjaldrinum, tå føroysk skulabrøn í 1938 vóru á ferð i Danmark Skulabørn í Danmark í 1938 Erling Poulsen í Vági hevur givið út áhugaverda bók um ferðamannaskipið Tjaldrið. Niðanfyri prenta vit brot úr bókini, sum er samrøda, danska blaðið Politiken hevði við nøkur av børnunum í altíð havt stóran ga í ferðslu, og eg ætli mær at vera verkfrødingur, men í Føroyum hava vit ikki so nógva ferðslu, at tú kanst læra nakað av henni. Tí bleiv eg glaður, tá ið mær varð unnað at vera við á hesari ferð. Eg havi lisið eitt sindur um ferðslu í Dan- merk, hvussu hon er skipað, men eg óraði ikki, at hon var soleiðis Hvussu? Havnin lítil, hevur tú sæð Ke vn Heima á landi hava vit bilar, men kortini ikki sum her re . r „á br Vit hava ikki slíkar stórar ferðabilar sum teir, eg sá í Jútlandi. Men eg var enn hugtiknari av jarnbreytar førunum. Guvutokini eru tey bestu, í øllum førum dámar mær tey best. Tey lata royk og guvu upp gjøgnum skorsteinin. Ég hevði aldri ímyndað mær, at eitt tok kundi koyra so skjótt, skjótari enn ein bilur Hvat dámar tær lunna- vognarnar? Teir koyra ov seint Leingist tær heim aftur? Nei, tað er ógvuliga lítið Eg vildi helst verið her Men tú skalt heim aftur at halda fram við skúla- gongdini Ja, eg skal vera studentur fyrst, vit háva okkara egna studentaskúla í Havn, men tá ið eg havi fingið prógvið, komi eg niður aftur. Tað gleði eg meg til Dåmar tær ikki Havnina? Jú, sjálvandi, men tá ið tú hevur sæð Keypmanna- havn, heldur tú, at býurin er so lítil, og tað er hann eisini Soleiðis málbar hesin gløggi drongur úr Havn seg Tå id vit skuldu taka eina mynd av Pouli saman við einari føroyskari gentu, skuldi tað vera Oda úr Havn Hví júst henni? Jú, vit ganga í sama skúla og eru í sama flokki Dámar tær hana? Mær dámar hana væl Samrøda við tríggjar glaðar føroyskar gentur Grótu av longsli Vit settu tríggjar gentur kring um okkum í eina sofu, og tær vóru Oda úr Havn, Selma úr Leirvík og Turid av Eiði. Tær vóru vakrar á at líta í sínum vakra, litfagra búna Hvat halda tit um tað at koma niður higar at vitja okkum? Tað er frálíkt, siga tær, tað er so nógv, ið hevur verið okkum fyri Kundu tit hugsað tykkum at verið her hjá okkum? Nei, vit vilja sleppa heim aftur Hví, heim? Ja, okkum leingist, eitt sindur Eitt kveldið var tað ein genta, segði Oda, sum lá í song sínari og græt, tí henni longdist eftir pápa sínum og mammu sínari, men tað var býtt gjørt av henni, tí tey hoyrdu hana ikki Tit gráta ikki av heim- longsli? Halda tygum, at vit eru býttar? segði Selma leingist tykkum Tjaldrið við bryggju í havn. Á bryggjuni sæst bygningurin hjá Skipafelagnum Føroyar Stauning hevur stórt skegg... Hvat hava tit verið mest hugtiknar av í Danmark? Sirkus, svaraðu allar triggjar, sum við ein munn Tad flúgvandi trapezið, tað var vakurt og hestarnir, slík- ar hava vit ikki í Føroyum Sum teir vóru vakrir og fín- ir Dámar tykkum Keypmannahavn? Ja, djóragarðurin er frá- líkur Hverji djór stuttleikaðu tykkum mest? Apurnar segði Selma Nei, páfuglurin segði Tur- id Nei, papageykarnir segði Oda. O sum teir eru stutt- ligir. Teir tosaðu við okkum Føroyskt? Vit royndu, men teir skilt- u okkum ikki, men teir skilt- u okkum væl, tå id vit mål- bóru okkum á donskum Tað var ógvuliga stuttligt Tá ið vit komu til húsa og fóru til songar, lógu vit og tosaðu um papageykarnar, til svøvnur kom á okkum Í ferðini heim aftur er Sta uning við, kenna tit hann? Ja, hann er forsætisráð harri Hvat vita tit annars um hann? Jú, hann hevur stórt skegg og hevur líka nógv at síga sum kongur, er tað rætt? Tit kunnu spyrja hann, nú tit skulu vera í ferðalag við honum Ja, tað kunnu vita gera segði Oda, og so flentu allar tríggjar so hjartaliga býin