fríggjadagur 10. oktober 1997síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 11. OKTOBER 1997
MÁLTEIGURIN
Tað forpestaða málið
Nú í vikuni kundi útvarpið kunngera, at tingmenn ætlaðu
»at taka yvir kirkjuna«
"At taka yvir" verður í gerandismáli brúkt í nakað sama
týdningi sum "at loysa av”. Vit kunnu siga, at tá ið Brundt-
land legði frá sær, tók Jagland yvir. Vit hava eisini málisk-
una "taka út yvir" í tydninginum "bera í bøtuflaka fyri"
Men útvarpið meinti nakað heilt annað. Meiningin var
at boða lurtarunum frå, at summir tingmenn nú vilia yvir
taka kirkjuna (frá ríkisumsitingini). Men í tí nýggju mál-
trúnni eru samansett sagnorð og sagnheildir mistonkilig;
har skal forstavilsid ella tað fyrra liðið helst haggast av, og
hevur orðafellið ávirki, so skal tað flytast afturum. Soleið-
is fáa vit stuttlig målblomstur sum: taka yvir kirkjuna,
taka aftur uppskotið, fáa inn hoyggið, taka inn snerið,
geva yvir skarvin
I Kryddinum hjá Dimmalætting fingu vit at vita, at ein
ófantaligur pápi í áravís hevði »pestad lívið< hjá synunum
Nú er einki, sum eitur "at pesta', men við tí nýggja av-
høvdingarlærdominum í huga kann tann gløgg: lesarin
rokna út, at málkryddaríið skuldi forstandast sum 'for-
pesta'. Tann vánaligi pápin hevði forpestað sínum neyðars
børnum lívið
So er spurningurin: hví kubbar blaðmaðurin forstavilsið
av orðinum, so at bara bulurin 'pesta' verður eftir? Er
hetta nymodernistiskur skaldskapur, ella er hetta avhøvd
ing av orðum, sum „líkjast donsum«? Tað man vera tað
seinna. Men um tann skrivandi heldur, at:"for-" er danskt,
so tekur hann feil; fá orð eru so supernorrøn sum forstavils-
ið for-, sum vit hava í orðum sum forfedrar, formaður,
forkoma, forganga og forvinna
Tað verður tómligt og illgongt í féroyskum tekstum, um
vit nú skulu avhøvda øll for-orðini. Vit kunnu so ikki
longur siga forberg og forbiðin og forbrendur. Í staðin fyri
at torfylgja skulu vit bara fylgja, og tann, sum fyrr var
forfardur, verður nú bara fardur. Ein målpjøssari er ikki
longur forherðaður, men bara herðaður, og tann málgóði
lesarin forsyndast ikki longur, hann bara syndast. Tað kann
henda álvarsligur skaði, um vit fara at siga 'svinna' í staðin
fyri 'forsvinna', 'standa' í staðin fyri 'forstanda', 'måa' í
staðin fyri "formáa' ella 'slåa' í staðin fyri 'forslåa', og
"koma" í staðin fyri "forkoma'. Onkur, sum er bangin fyri
at fara á rokfund, kann siga: eg verði etin. Og tað er nakað
annað enn at vera foretin.
At "taka yvir" og 'yvirtaka' eru hvert sítt. Upp á sama
máta sum at 'skumpa undir konuna' og 'skumpa konuna
undir" eru hvørt sítt. Tað fyrra peikar á gott lag: maðurin
hevur hoyrt okkurt stuttligt og gevur konuni tekn við albog-
anum. Men í tí seinna førinum er stødan kriminell: maðurin
hevur forbrotið seg og er í ferð við at fjala óbótagerðina
við spakanum.
Men tað verður snópisligt, tá ið kirkjan skal takast yvir,
C
og forkirkjan må standa eftir.
AS
BEITUHÚKAR í ymiskum støddum við
rustfrium svøvlum. Hava eisini 5 og 7
punds LODD. Tilboð verða givin.
Vinarliga ringið tlf. 75259
A »AKSAKSIU UL
19
KROSSORDAGÅTA
Loysnin frå seinastu viku
Loysunarordid: VEITSLUGÅVAN
*|=| |-|*|
| |=|>| |
=|<|-|-|=| |-|s| |
1 | IV] | Jæfe [salme] Jæ|
zjpjojæ] |z|F|o|=| |<| [mfolæ] |
z
sl jelel fejet | |z|<|=|--|
SEUEOEDE
LIæjsfåjtlæjel
på
>
|< |= tells} Jel-Jefejel<]
s|=|o|-| |-|s|-)>| fej-Jrjeje |
|-|=|--|=-| |
eje]
LI |x| |z|=| Jefjele[n]s]æfo fa]
else] je] Relz|=| |--| |s|
»|o] |-|=|=|s| fæle] |>|*|a|r)u|
eynlejel-jejaf jafel-] |=-|-| |
SÞAGNJANNNOØNADSNN
|s|
B
=|e| |afs|s|*| |s|>|F|<|-|-|s
|=|e|<|<|-| falelu[8læle]ale
| I-|s|*|-|=|=| } Jel-Jæl=] |
“
el
|-Á
|<f*sf=|
SØ
[Aja]
5
Hvenn
er kros áta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hverja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan
Loysunar-
SEE
Navi: 2 eeerereernsee skr ek eee i reed
Bústaður: 20000060 ien er eent eneret
Bygd/bjur: ..ssrssssssssssarran sr nr rrs sr rn sann
Lesið føroyskt — hugsið føroyskt!
Frá
BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
J Ljésini slókna
J Søgur úr Port Janua
Q Bíblian í orðum og myndum
J Indiånararnir. an um upprunafólkið
i a: PP
0 Mangt er millum himmal og jørd
Frá
(* FØROYA
SKULABOKAGRUNNI:
J Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið
J Heimssøga 1
J Søgan um hini
J Liv og gróður
J Ordaskyn. Mín fyrsta orðabók
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.