Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 1997síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 194 — 11. OKTOBER 1997 tíðindablaðið { | 23 Hotta við at boykotta uppflytingardystin 4 Fótbóltur: Tvøråmenn eru í ødini um leikbann hjá TB'aranum Eyðun »Gullok« Svalbard, og hótta við at boykotta uppflytingardystin móti FS Vágum Vandi er fyri, at ætlaði upp flytingardysturin til 1. deild millum FS Vágar og TB, sum skuldi vera í Miðvági í dag, verður av ongum Tvøråmenn umhugsa um teir skulu meta til dystin ella ikki, og á starvsnevndar fundi í felagnum í kveld, verður a-„erð tíkin, um felagið skal boykotta dystin móti FS Vágum ella ikki Alt kemst av, at TB'arin Eyðun >Gullok< Svalbard er raktur av leikbanni, sum hann í roynd og veru ikki eigur 27. september var sein- asta umfar í 2. deild hjá monnum spælt, og tá vann TB 7-1 í Havn móti HB Sum vanligt fingu tvørå- menn eitt avrit av dómara- seðlinum við sær, og Ronni Midjord, sum er liðleiðari hjá liðnum, tók sær av hes- um seðlinum Eg stakk seðilin í lumman og hugsaði ikki um, at nakað skuldi vera galið við honum. Tá eg fyrst í hesi vikuni skuldi fara at gjøgnumganga seðilin, fann eg út av, at einki stóð uppi á mínum avriti. Bert nøvn ini á spælarunum hjá báðum liðunum, men eingi mál einki úrslit, og eingi kort sigur Ronnie Svalbard við Itrttarsosialin Eg bað ti FSF um ett avrit av dómaraseðlanum, og tå så eg beinanvegin, at har var okkurt galið. Ein av okkara spælarunum, sum ikki hevði fingið nakað kort, stóð fyri eitt kort, sum vildi føra við sær leikbann TB setti seg í samband við FSF og dómaran fyrr at fáa rætta mistakið, og dóm arin viðgekk eisini, at ein HB'ari átti kortið, sum Eyð- un >Gullok< Svalbard var skrivaður fyri Tíðarfreistin farin Men eftir kjak aftur og fram fekk TB hóskveldið enda- ligt svar frá kappingar nevndini hjá FSF, sum við ger slík mål, og nevndin er ikki til at vika Hon sigur. at tíðarfreistin fyri at kæran er farin, og tí verður einki broytt við dóm- araseðlanum. Altso: Eyðun »Gullok« heyðu leikbann i dag Kappingarnevndin vísur á grein 27, stk. 5 í kappingar reglunum, sum snýr seg um júst skeivleikar á dómara seðlum. Har stendur: >Kæra um møguligan skeivleika á dómarseðili = skal vera kappingarneyndini í hendi seinast 5 dagar eftir at dystur er leiktur, kæran skal vera skrivlig og frá felag/ dómara sum er partur í mál inum. Og líka so greitt sum tað er, at »Gullok« fekk gult kort, sum hann ikki átti, er tað, at TB ikki helt tíðar freistina, og tí vil kapping arnevndin hjá FSF ikki broyta seðilin I 1995 varð tað samtykt av feløgunum, at:tað skuldi ikki bera til at broyta ein dómaraseðilin eftir eina á vísa tíðarfreist. Hendan broyting í kappingarreglun- um varð gjørd, tí trupulleik- ar høvdu ofta verið við sik- um málum, har feløg vildu hava broytingar í seðlar, sum vóru fleiri mánaðir gamlir Seinastu = árini hevur hendan lógin verið hildin til fulnar, og tað hava verið nógv mál, sum eru afturvíst visandi til tíðarfreistina Démsnevndin uppí I skrivinum til TB sigur kappingarnevndin, at tíðar freistin er vorðin siðvenja, og ti kann nevdin ikki broyta dómaraseðilin Í TB halda teir hetta vera sera fyrkanta, og vilja ikki góðtaka avgerðina hjá kappingarneyndini Tað er púra greitt, at her er eitt mistak gjørt á dóm- araseðlanum, og tað vilja vit hava broytt, sigur Ronnie Svalbard TB hevur kært málið til Dåmsnevndina hjá FSF, sum hevur endaliga orðið at siga í slíkum málum Vit hava fingið tilfarið frá TB og vit ætla okkum at viðgera kæruna áðrenn dystin leygardagin. segði Páll Nielsen, formaður í nevndini, við ltróttarsosi- alin hóskveldið Um Dómsneyndin hjá FSF staðfestir avgerðina hjá kappingarnevndini, er vandi fyri, at TB ikki metir til dystin í Miðvági í dag. Starvsnevndin hjá TB skudli hava fund um málið í gjårkvøldid, og har skuldi ein avgerð takast um hvussu víðari skuldi farast fram í málinum Loyvir Dómsneyndin hjá FSF Eyðun >Gullok< Sval- bard at spæla er eingin trupulleiki, men verður av gerðin hjá kappingarneynd ini staðfest, er vandi fyri, at TB boykottar dystin í dag ek FÓTBÓLTUR: Heri Nol- søe í Havn er íkki bara spentur til dystin millum Spania og Føroyar í kvold. Meðan føroysku spæl- ararnir fara at stríðast fyri æruni í Gijon, verður Heri við í aðrari kapping Heri er komin við í fin- aluna í kapping at gera slagsang til danska fót- bóltslandsliðið. Tilsam- ans 10 sangir eru valdir burtur úr teimum mongu innsendu sangunum, og teirra millum er sangurin hjá Hera Nolsøe, Dan- mark, du er på vej. Í kvøld verður avgerð tíkin um hvgr skal vinna kappingina. Tað er dan- ska sjónvarpsrásin TV3, sum saman við Sonofon Í kveld verður greitt hvussu Í kvold fellur avgerðin Í og Carlsberg, skipar fyri | kappingini. | TV3 sendir í kveld | HM-dystin millum Grikkaland og Danmark, og tað verður í tí sam- bandinum at vinnarin verður funnin. Hyggjararnir sleppa at vera við í at taka avgerð, og kunnu atkvøda um hvønn sang tey halda vera tann besta. — Eg havi einki hoyrt | frá TV3 um finaluna, men eg fylgi við á rásini og vóni tað besta í kveld, sigur Heri Nolsøe við Ítróttarsostalin. Og øll vit onnur krossa eisini fingrar fyri føroy- ska skaldinum. ek Fólkið ikki til at grava seg niður við Fótbóltur: Allan Simonsen ætlar at dúva uppá møguleikan at fáa møgu- leikar og mál Tað verður røknad við, at umleið 30 túsund fara at hyggja at, tå føroyska fót- bóltslandsliðið í kveld klokkan 20 lokala tíð í Spania, sum er tað sama sum klokkan 19 føroyska tíð, fer at stríðast ímóti Spania. Tað er rúm fyri 35 túsund áskoðarum, men tað verður mett at vera væl, at so mong møta upp at síggja heimaliðið dystast ímóti einari pinkutjóð. Landsliðið vandi tvær ferðir fyrradagin og fyrra- partin í gjár á einum venj- ingarvølli, og tá vóru fleiri hundrað og hugdu at, um- framt at nógv pressufólk fylgdu við, filmaðu, skriv- aðu og brúktu myndatólið. Tað sást, at onkrir av yng- ru føroysku spælarunum vóru eitt sindur nervaðir av, at umstødurnar at fyrireika seg vóru so fremmandar, og tað er einki at ivast í, at nervarnir komu uppaftur meiri til sjóndar í gjårkvøld- ið klokkan 20, tá síðsta venjingin skuldi vera á stad- ion, har dysturin verður spældur í kveld. So er at vóna, at allir vera nóg kaldir í lýkkuni í kveld, soleiðis at hver einstakur, sum verð- ur sendur á vøllin, fer at megna at spæla alt tað, sum hann er mentur Venjarin sterstan áhuga Tá føroyska landsliðið er uttanfyri landoddarnar hev- ur tað mest sum hverja ferð víst seg, at útlendski áhugin er størstur fyri at:tosa við venjaran hjá landsliðnum, og í so máta er ferðin í Spania avgjørt einki undan- tak Allan Simonsen var ein sera avhildin spælari í Bar- celona frá 1979 og fram til 1982. At Barcelona seldi Allan Simonsen komst ikki av, at hann ikki var nóg góð- ur spælari, men tað komst bara av, at formaðurin í fel- agnum so ógvuliga fegin vildi hava fatur á Maradona, sum hevði spælt so væl í HM kappingini, ið sama summarið hevði verið í Spania. Utlendingakvotan var ov stór, og Allan Sim- onsen fekst rættiliga nógv fyri. Men spaniumenn hava ikki gloymt Allan Simon- sen, og hann verður av- myndaður í tíð og ótíð, og tað er týðuligt, at tað líkar spaniumonnum sera væl, at venjarin hjá føroyingum hevur stak gott tak á spans- ka málinum. Í gjár klokkan 13 skuldi vera tíðindafund- ur, og tað varð roknað vid, at áhugin fór at vera sera stórur fyri lítla dananum, sum framvegis verður mett ur høgt í Spania. Fleiri aftur Føroyar fara í kveld at spæl- a ímóti ti fótbóltstjóðini, sum í løtuni verður mett at vera hin 6. besta í øllum heiminum. Í sjálvum sær ljóðar tað púra burturvið, men soleiðis er tað. Tað er sjálvsagt møguleiki fyri, at føroyingar fara at tapa stórt, men tað er ikki víst. Síðani Allan Simonsen gjørdist landslidsvenjari í 1994 hava størstu uppgåv- urnar á útivelli ivaleyst ver- ið tann í mei 1995 ímóti Russlandi í Moskva, og tann í apríl 1996 ímóti Jugo- slavia í Beograd. Báðu ferðirnar varð mett, at tað kundi enda við rætti- ligum skrædli, men báðu ferðirnar gekk betri, enn tað hevði verið roknað við. Í Moskva endaði 3-0, eftir at tað var málleyst alt fyrra umfarið, og í Beograd end aði 3-1, eftir at tað stóð 3-0 eftir fyrra umfarið. Seks spælarar vóru við hesar báðar ferðirnar, og av teimum eru fimm við í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Oli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Mag- ni Jarnskor og Jens Erik Rasmussen. Henning Jarn- skor var við hesar báðar ferðirnar, men hann er íkki við í Spania eða Landsliðsvenjarin sigur ikki so nógv, og tá tú hoyrir hann, so er talan ikki um nógv annað enn um vend- ingar, sum verða sagdar undan hvgrjum stríði á úti- velli. Men tað er greitt, at venj- arin ætlar ikki, at føroysku spælararnir skulu grava se niður og sparka burtur. i omanfyri nevndu torføru dystum i Moskva og i Beo- grad varð dúvað uppá, at okkara menn kundu fáa målmøguleikar í snarálop- um, og tað gekk, sum rokn- að varð við. Í Moskva høvd- u bæði Todi Jónsson og ser- liga Jens Erik Rasmussen møguleika, og í Beograd skoraði John Petersen eitt sera gott mál. Jens Erik er sings að er vert at leggja til merkis, at Jens Erik Rasm- ussen var við ímillum teir fyrstu ellivu bæði í Moskva og í Beograd. Hann spældi væl báðu ferðirnar, og tað hevði ikki verið av leið hjá venjaranum at seta spælar- an, sum júst er farin til Es- bjerg at spæla, inn á mið- vøllin í kveld. Kanska verð- ur hetta av summum mett sum luksus, tá måtstødan er so stór, sum hon verður í kveld, og Allan Simonsen hevur ikki givið Jens Eriki Rasmussen nógva spælitíð síðstu ferðirnar, og tað hev- ur kenst eitt sindur undar- ligt, tí venjarin ætlar sær at fáa føroyingar at spæla og ikki sparka fótbólt. Og skal tann ætlanin setast í verk, so er neyðugt at seta spæl- arar á liðið, sum duga væl at spæla fótbólt. Julian Johnsson er við aft- ur á midvøllinum, og júst tí hesin stríðsmaðurin er við aftur, eru fyritreytirnar betri at seta ein fótbóltsspælara inn, sum kanska ikki verður mettur at hava møguleika fyri at gera so stórar skreytir í verjupartinum. | gjár nevndu vit flestu spælararnar, sum vit rokn- aðu við fóru at manna líðið í kveld. Opni spurningurin var vongverjuplássið í høg- ru, og hetta er framvegis ein opin spurningur Undir venjing hava á- bendingar verið um, at Magni Jarnskor møguliga verður settur á hetta plássið, men tað kann gott vera, at venjarin velur eina aðra loysn. Men møguliga fer liðið at síggja soleiðis út: Jens Martin Knudsen - Magni Jarnskor, Oli Johannesen. Jan Dam, Pól Thorsteins- son, Øssur Hansen - Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmus- sen, John Petersen - Jan All- an Miiller. Hetta eru alt spælarar, sum hava verið nógv i eld- inum undanfarnu landsdyst- ir. Um onkur av nýggjaru monnunum fær møguleikan millum ellivu teir fyrstu, so man Sámal Joensen vera tann, ið bankar mest á landsliðsdyrnar. Hann hev- ur tær ferðirnar, hann í nakr- ar minuttir hevur fingið møguleikan, vist, at tað er dugur í honum. jh