leygardagur 1. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 208 - 1. november 2003
Nr. 208 - 1. november 2003
3
Kári Svensson og
dóttirin Ásla Rannvá
Svensson lata sunnu-
dagin upp framsýn-
ing í Ribarhúsi í
Fuglafirði. Tey fara at
sýna fram verk undir
heitinum Hugbirt-
ingar
LIST
Eyðun Klakstein
Hetta er aðru ferð, at Kári
og Ásla Rannvá Svensson
hava framsýning saman, og
meðan fyrra framsýningin
var í høvuðsstaðnum, leita
tey sær nú til Fuglafjarðar
við sínum verkum.
Framsýningin hjá teim-
um letur upp í Ribarhúsi
sunnudagin kl. 15.00, og tá
fara Eyðun á Lakjuni og
dóttirin at spæla. Eini 30
verk verða við á framsýn-
ingini, sum hevur opið til
19. november.
– Verkini á framsýningini
eru upplivingar, sum vit
hava havt, og sum vit síðani
hava roynt at fáa á lørift.
Meðan verkini hjá dóttrini
mest eru tankar, so havi eg
serliga fingið íblástur út
náttúrini, sigur Kári Svens-
son.
– Tað kann vera okkurt,
tú sært, eitt partur av einum
bergi, sum hugtekur teg,
ella okkurt annað. Síðani
ræður tað um at fáa tað úr
høvdinum og niður á lørift-
ið.
Heldur 50 ára dagin
Kári Svensson er ein av
okkara kendastu listar-
monnum. Hann sýnir nógv
fram í útlondum, og hann
livir av listini. Ásla Rannvá
er 24 ára gomul, men hevur
longu verið við á fleiri
framsýningum – eitt nú
Várframsýningini og Ólav-
søkuframsýningini.
Hjá
henni er listin ítrív.
Kári Svensson hevur júst
havt framsýning í Dan-
mark, og nú arbeiðir hann
fram ímóti eini stóra fram-
sýning í Føroyum síðst í
januar.
– Eg verði 50 ár næsta ár,
og í tí sambandi fari eg at
hava eina framsýning á
Listasavninum, har eg fari
at hava bæði málningar og
skulpturar við, sigur hann.
Hendan framsýningin fer
á ferð, eftir at hon hevur
hingið uppi í Føroyum. Í
mars gongur leiðin til
Randers Kunstmuseum, og
ætlanin er at hava framsýn-
ingina aðrastaðni í Norður-
londum eisini.
Men fyrsti møguleikin at
síggja verk hjá Kára Svens-
son, hesaferð saman við
dóttrini, verður í Fuglafirði
komandi tíðina.
Framsýningin er opin
gerandisdagar frá 15.00 til
17.00 og leygardagar frá
11.00 til 13.00.
Hugbirtingar á lørifti
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust
meg 90 ára degnum við blómum,
fjarritum og heilsanum.
Vinaliga
Niels Pauli Djurholm,
Kollafjørður
Kári og Ásla Rannvá
Svensson hava fest
hugbirtingar á lørift, og sýna
hesi verk fram í Fuglafirði
komandi tíðina
Mynd: Jens Kristian Vang
Toskur fyri
10.000 krónur
Heðin Jensen úr Havn
fekk 10.000 krónur
fyri ein tosk, sum
línuskipið Thomas
Nygaard fiskaði
vestan fyri Mykines.
PENGAR FYRI FISK
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eina ferð um árið hevur
Fiskirannsóknarstovan eitt
lutakast um 10.000 krónur.
Hetta lutakastið er millum
teir persónar, sum hava lat-
ið stovuni fiskimerki sein-
asta árið.
Fiskirannsóknarstovnan
merkir javnan fisk, og tá ið
hesi merki verða funnin
aftur
undir
fiskiskapi,
skulu
tey
sendast
Fiskirannsóknarstovuni.
Persónarnir, sum senda
fiskamerki inn, eru síðani
við í lutakastinum um tær
10.000 krónurnar.
Lutakast í Klaksvík
Lutakastið var á kantinuni á
Kósavirkinum í Klaksvík
fyrr í vikuni, og navnið,
sum varð drigið upp úr pos-
anum, var Heðin Jensen úr
Havn. Heðin er við línu-
skipinum Thomas Nygaard,
sum var tað skipið, sum
hevði sent flest fiskamerki
inn.
Tann 25. apríl í ár fekk
Heðin ein merktan tosk,
meðan teir royndu vestan
fyri Mykines. Toskurin var
merktur 25. oktober 2002 á
nærum sama staði, har
hann var fingin.
Toskur við stórum
virði
Toskurin, sum var 70 cm til
longdar, var rak og var ikki
vaksin nakað hesa tíðina.
Hóast hesin toskurin var
eins og flestu aðrir toskar,
fekk hann eitt virði á
10.000 kr. Tað má uttan iva
vera tann virðismesti tosk-
urin, sum er landaður í ár.
Fiskirannsóknarstovan
ynskir Heðini tillukku við
vinninginum og takkar øll-
um, sum lótu fiskamerkir
inn. Eftir ætlan verður luta-
kast aftur um eitt ár.
Heðin Joensen við toskinum, sum gav 10.000 krónur – her saman Peturi Steingrund og Hjalta í
Jákupsstovu á Fiskirannsóknarstovuni
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2