Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 208 - 1. november 2003 Nr. 208 - 1. november 2003 5 Nýggj fløga frá Malin FLØGUÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Seinast í hesum mánaðin- um gevur Malin Zachari- assen út nýggja fløgu við heitinum »Eg vil fylgja«. Fyri fýra árum síðani gav hon út fyrstu fløgu sína »Drekk av vatninum«. – Tað nýggjast á fløguni havi eg gjørt á páskum í ár, og tann elsti sangurin varð gjørdur í 1998, sum ikki kom við á hina fløguna, greiðir Malin frá. Alt tilfarið var so at siga klárt fyri hálvum øðrum ári síðani, men so fingu Malin og Jan ein son, so hon bíð- aði við at fara í holt við framleiðsluna av fløguni. Í juli byrjaðu upptøkur- nar so smátt, og tveir mán- aðir seinni var fløgan liðugt upptikin. Bert tað eina lagið vantaði, og tað varð upptikið nú fyri stuttum. Á fløguni eru 12 løg, har Malin hevur gjørt orð og løg til øll sjálv. Fløgan er liðugt mixað og týsdagin og mikudagin í næstu viku skal hon mastrast. Ein partur av fløguni er upptikin í Útvarpi Føroya, men meginparturin er upp- tikin heima hjá Malini og Jan. Tann fyrsti sangurin á fløguni er upptikin heima í køkinum. Fyrra fløgan »Drekk av vatninum« er útseld í sølu- búðunum, men hon verður endurprentað. Tann fløgan varð eisini útgivin á svensk- um. Um tað sama verður gjørt við seinnu fløguni er ikki heilt avgjørt enn, tí tað er als ikki vist, at tað letur seg gera at umseta sangirnar. – Boðskapurin í fløguni er andaligur. Fløgan er ógvuliga fjølbroytt. Har er sálmakendum løgum til popp og stillar balladur, sigur Malin, og greiðir frá, at heitið á fløguni peikar á, at vit hava øll ábyrgd fyri okkara egna lívi. – Tað nyttar onki, hvat hini gera, og vit eiga at velja, hvønn veg vit vilja ganga, meðan vit enn hava tíð til tess. FLØGUÚTGÁVA: Malin Zachariassen gevur síðst í november út fløguna »Eg vil fylgja« Mynd: Jens Kr. Vang Skulu gjalda fyri onga tænastu Íbúgvararnir í Sunda- lagnum hoyra Útvarp Føroya so illa, at Sig- urd Johannesen, sum áður hevur noktað at gjalda útvarpsgjald, umhugsar at nokta enn einaferð. – Tað er bert ein spurningur um tíð, hvussu leingi eg rindi útvarpsgjald, sigur hann HOYRILÍKINDI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo – Tað er heilt ófatiligt, at Rás 2 kann hoyrast so væl, og vit als ikki hoyra Útvarp Føroya, sigur Sigurd Jo- hannesen av Oyrarbakka. Hoyrilíkindini hjá Útvarp Føroya eru so vánalig í Sundalagnum, at Sigurd Johannesen heldur velur at lurta eftir Rás 2. – Tú hoyrir útvarpið, men um ein bilur verður parker- aður beint við húsini, so noyðist tú út at flyta bilin. At lurta í stereo ber als ikki til. So suðar tað bara í tólin- um, greiðir Sigurd Jo- hannesen frá. Klagað fyrr Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Sigurd Johannesen klag- ar um vánaligu hoyrilíkind- ini. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann vart við seg, og noktaði at gjalda út- varpsgjald. Fleiri brøv vórðu send til útvarpið, og hann var eisini í fjølmiðl- unum við hesum málinum. – Eg endaði í rættinum, og varð dømdur til at gjalda útvarpsgjald. Teir pantsettu húsini, og løgreglan hevur eisini verið eftir mær fleiri ferðir. Nú gjaldi eg fult gjald, men eg havi goldið hálvt gjald í eina tíð, greiðir ónøgdi lurtarin frá. Men tað er ikki við góðum vilja, at Sigurd nú rindar útvarpsgjald. – Eg varð noyddur til tað. Myndugleikarnir standa ov sterkir í hasum málinum. Sambært tí, sum Útvarp Føroya sigur, so er tað Telefonverkið, sum stendur fyri sendarunum, og eg haldi, at útvarpsstjórin átti langt síðani at tikið í nakkan á teimum, heldur Sigurd Johannesen. Byrjar aftur Tá Sigurd varð dømdur at gjalda útvarpsgjald, gav hann skarvin yvir orsakað av persónligum ávum. Og enn hevur hann ikki havt orkuna til at taka arbeiðið uppaftur. Men tað ætlar hann sær. Spurningurin er bara nær. – Eg varð noyddur at gjalda útvarpsgjald, so tað ikki gjørdist til eina alt ov stóra upphædd, sum eg skuldi rinda. Men tað er bara ein spurningur um tíð, hvussu leingi eg haldi áfram við at gjalda, sigur Sigurd, sum leggur afturat, at sjónvarpið er blakað út, tí Sjónvarp Føroya sæst eisini alt ov illa. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking til málið frá útvarpsstjóranum, Jógvan Jespersen og frá tekniska leiðaranum á Føroya Tele, Páll Vestur- búð, men hvørgin teirra var at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar. HOYRILÍKINDI: – Tað er bert ein spurningur um tíð, hvussu leingi afturat eg gjaldi útvarpsgjald, sigur ein ónøgdur útvarpslurtari á Oyrarbakka, Sigurd Johannesen C M Y K 5 4