týsdagur 14. oktober 1997síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 195 — 14. OKTOBER 1997
tíðindablaðið
x tr
19
Ingeborg Vinther, Verkamannafylkingin:
Pensionistarnir
skulu hava frið *
- Kann vera, at eingin kreppa er á midstadarøkinum, har
alt tað almenna heldur til, men úti á utjadaraøkjunum er
stóðan ein onnur, segði Ingeborg Vinther undir
orðaskiftinum um fíggjarlógina
Sagt verður í almennu við
merkingunum til figgjar-
lógaruppskotið, at vanliga
hevur nógv verið gjarað út
á seinastu fíggjarlógini fyri
val, soleiðis verður ikki
hesa ferð
Men hyggur ein at
hvussu tølini síggja út. so
er væl gjarað út á hesum
figgjarlogaruppskoti, ongin
ivi um tað, 43 mill. kr. meira
eru nettoútreiðslurnar fyri
1998 í mun til hetta árið
Fara okur víðari í al
mennu vidmerkingunum
verður sagt, at henda sam
gonga setti sær fyri at spara
á teimum lógarbundnu út
reiðslunum
Sagt plagar at verða, ilt
er at spáa um framtíðina,
men landsstýrismaðurin í
almannamálum veit longu
nú, hvat fer at henda um 20-
30 år, tí høggurhann nú eftir
teimum, ið gjøgnum eitt
langt arbeiðslív hava spart
sær upp til eina eftirløn, ella
spar sær nakrar krónur
saman til teirra eldru dagar
Hetta tolir landsstýris-
maðurin ikki, so nú skal
toppurin skerast av hjá
teimum, ið hava upparbeitt
eina eftirløn, tí honum
vantar 12 mill. kr. her og
nú, 12 mill., sum fyri at
brúka hansara egnu orð,
skulu nýtast til bjálvingar-
stuðul og dement senil fólk,
hesi skulu hava eitt heim
her í Tórshavn
Attað mangla 12 mill. kr
til hesi nevndu endamál er
ein trupulleiki hjá lands-
stýrinum, hví hevur lands-
stýrið ikki funnið henda
pening, áðrenn fíggjarlógar-
uppskotið varð framlagt
Hava okur ráð at brúka 8
mill. til ítróttarstadion, 1,8
mill. meira til ferðavinnuna,
40 mill. kr. í einari játtan,
sum ikki er útgreina til hvar
peningur skal nýtast, so
hava okur eisini ráð til hesar
12 mill. kr. ul tey verku
At landsstýrismaðurin
skal seta ein arbeiðsbólk at
fyrireika nýggja, tvungna
pensiónsuppsparingarskipan
nú flest oll felag í landin
um hava, ella eru í ferð við
at gera sínar egnu pensions
skipanir, er at leggja seg út
í arbeiðsmarknaðin, tað er
ógvuliga smart at seta eima
slíka nevnd, tí tá henda
nevnd kemur við einum
uppskoti um pensionsskip
an, vaskar landsstýrismað
urin hendur og sigur, hatta
eru tit sjålvi komin við, ar
beiðsmarknaðurin = eigur
uppskotið, soleiðis roynir
hann at bóndafanga partar
nar á arbeiðsmarknaðinum
Nú segði landsstýrismaður
in Kristian Magnussen við
útvarpið í gjárkveldið, at
hann hevði politiska upp
bakking fyri sínum upp
skoti, samgongan stóð aft
an fyri. So veit man tað,at
henda samgongan ætlar at
tvinga eina penstónsskipan
á arbeiðsmarknaðin móti
okra vilja
Það, sum eigur at verða
gjørt, er at bóta um tå al
mennu pensionina, ið er í
dag, gerið nakrar batar fyr
tey, ið onga eykapension
hava, og latið tey, ið hava
eykapension og land tey
ið hava spart upp gjøgnum
eitt langt arbeidsliv, fáa frið
at hava sína eftirløn
Tann lógfesta pensions
skipan, ið landsstýrismað
urin Kristian Magnussen
ætlar at seta í verk, skal vera
persónlig, t.v.s. ein fær út
goldið eftir tí viðkomandi
hevur goldið. tá man
mangur pensionistur. ið
hevur arbeitt sum tíma
løntur, fara at stta svangur
á ellisårum, tað arbeiðara-
feløgini fara at gera, er
nevniliga solidarisk, øll
skulu fáa tað sama útgoldið
| pension
So eg vil geva samgong
uni eini góð ráð, haldið
fingrarnar burtur frá pen
sionini, latið arbeiðsmarkn-
aðin fáa frið at gera sínar
eftirlønarskipanir
Undir mentan
samskifti .
og játtaðar 8 mill. til Tórs-
vallar stadion. Tað er heilt
ótrúligt, at man nú á fíggj-
arlógini skal játta 8 mill. kr
til ítróttarstadion, tå vil
longu hava eitt stadion, eg
haldi at pening-urin kann
nýtast ul okkurt meira
átrokandi í samfelagnum
Eg havi onki ímóti at vit
stuðla okkara ítrótti, men
soleiðis sum okkara fíggjar-
stóða er, må ein við ábyrgd
umhugsa, hvussu vit priori
tera tann skattapening, ið
kemur inn. Tað er meira
brúk fyri peningi eitt nú á ti
sostala økinum, og fyri at
nevna eitt dómi, so hava vit
eitt nidurslitid landssjúkra
hús, har ótal av sparingum
eru gjørdar seinastu árini
Vit hava eisini vegir
millum bygdir, ið eru alt
annað enn tryggir at koyra
eftir, serliga á vetrardegi
her hugsi eg um vegin
millum Øravik og Hov, ið
er smalur og vandamikil
Til Strandferðsluna
eru játtaðar 46.000 mill. kr
eimki ul nyføgur, hóast
fleiri av strandfaraskipun
um eru niðurslitin. Hvat
ætlar landsstýrismaðurin í
samferðslumálum at gera á
hesum eki. hverjar ætlanir
fyriliggja?
Tå okur koma til tað sum
eitur jåttan til ferðavinnuna
er játtanin hækkað frá 7
mill. kr. til 8,8 mill. kr. Tað
nyttar lítið, harra lands
styrismaður, at hækka játt
anina til ferðavinnuna vid
ti fyri eyga at menna hesa
vinnu, tá landsstýrismaður-
in samstundis hevur klárað
hesi árini, hann hevur havt
samferðsluna um hendi í
Tinganes, at sett okkum 30
ár aftur í tíðina. Besta
strandfaraskipið, vit høvdu,
Teistin, seldi hann av land-
inum, efur at nógvur
peningur var nýttur at gera
bátin í stand
Skotlandssiglingina fekk
hann eisini saboterað og
Skipafelagið at yvirtaka, so
strandfaraskipini, ið eru við
at verða kaput, eru tey
nakað at bjóða ferðafólki,
ið skal koma til landið, royn
heldur fyrst at fáa hesi
viðurskifti í rættlag og tosa
so um at menna ferðavinn
una
A síðu 160 stendur eitt
punkt, ið eitur Nýggj lóg-
gáva (lógarbundin jåttan),
har eru heilar 40 mill. kr
játtaðar. Kundi verið áhuga
vert at fingið at vitad, hvat
landsstýrið ætlar at stuðla
við heilum 40 mill. kr., visti
ikki betur enn at aðalmálið
var at vinnan skuldi klára
seg uttan stuðul, fríu mark-
naðarkreftirnar skulu jú
virka frítt. hevur verið sagt
Men her hevur landsstýrið
kanska broytt ætlan?
Feroya Studenta og
HF-skeið (lógarjáttan)
3 mill. kr. ul kanningar-
arbeidi, projektering og
keyp av grundøki til bygg-
ing av nyggjum Studenta-
skula
Er tað rætt — nú at fara og
játta pening tl nýggjar
íløgur til skúlar, vanar ikki
annað á skúlagkinum,
áðrenn ein kann fara at tosa
um at projektera nýggjar
skúlar?
Okur hava útbúgvingar,
ið liggja á láni, ið lands-
stýrið hevur játtað at seta á
stovn, her hugsi eg um út-
búgving av heimahjálpar-
um, hvat ætlar landsstýris-
maðurin á hesm øki, soleið
is sum staðan er í dag er als
á ”
7
eingin útbúgving. nær
verður útbúgvingin fyri
heimahjálpararnar sett á
stovn? Kann landsstyris
maðurin í skúlamálum
svara upp á tað, er nakað
játtað á fíggjarlógini tl hesa
útbúgving, eg havi ikki
funnið nakra játtan má eg
siga. Hvat við útbúgving
fyri tey ófaklærdu? Hvat
hugsar landsstýrismaðurin í
skúlamálum um tann
spurningin á hesm økinum?
Eru vit eftirbátar í mun til
onnur lond har nógv
verður gjørt fyri at útbúgva
ta ófaklærdu arbeiðsmeg
ina
Til dagpeninga
skipanina
eru játtaðar 45 mill. kr. fyri
1998 móti 36.320 mill. í
hesum árinum, sagt verður
í viðmerkingunum, at vaks-
andi vinnumøguleikar á ar
beiðsmarknaðinum gera, at
røknast kann við munandi
stórri útgjaldingum fyri
1998. Tað er positivt, at tað
verður játtaður peningur til
sjúkradagpeningaskipanina
Men sum eg vísti á í byrj-
anini, verður sagt i almenn-
um viðmerkingunum til
fíggjarlógaruppskotið, at
samgongan heyði sett sær
fyri at spara á lógarbund-
num útreiðslum???
So fyrikemur tað mær, at
tað er júst tað, sum hendir
nú á økinum, ið eitur sjúkra
dagpeningur
Har hendir neynliga tað,
at arbeiðsfólk, ið verða sjúk
undir arbeiði, og verða
sjúkrameldað, fáa eitt skriv
frá almannastovuni, sum
spyr, um viðkomandi hevur
verið í summarfrí, hava tey
ikki verið í summarfrí, fáa
tey at vita, at dagarnir tey
skuldu hava hildið summar
frí, verða mótroknaðir í
sjúkradagpeninginum, hesi
boð eru komin frá løgfrød
ingi í landsstýrinum fyri
góðum mánaði síðan,
verður upplýst frá almanna
stovuni. Tað verður farið so
langt, at váttan frá arbeiðs-
gevara verður ikki góðkend,
at persónur hevur verið í
summarfrí
Eg fari at spyrja lands
stýrismannin í almannamål
um, um hetta er ein nýggjur
háttur at fremja sparingar á
almannagkinum uppá, ella
er hetta reinur ágangur móti
teimum, ið ikki annað hava
undir sjúku uttan sjúkra
dagpening, tey 80% av tí tey
hava forvunnið seinastu 5
vikurnar áðrenn sjúku. Hesi
hava ongar møguleikar til
fasta løn í 3 mánaðir undir
sjúku, sum aðrir stættir í
samfelagnum
Bjálvingarstuðul
hjá pensionistum, har
verður sagt í viðmerkingun-
um, at nú hevur Bjálving-
arstuðulsgrunnurin hetta
um hendi og verður játtanin
til persónligt ískoyti minni,
kann landsstýrismaðurin í
almannamálum, Kristian
Magnussen, svara uppá, hví
persónliga ískoytið verður
minni?
Samanumtikid kann sig-
ast um hetta fíggjarlógar-
uppskotið, at gjara út har tað
ikki er átrokandi neyðugt
skuldi landsstýrið latið vera
við, hetta fíggjarlógarupp-
skot ber eisini dám av, at
hver landsstýrismaður hev-
ur, hver í sínum lagi, roynt
at fingið so stórar játtanir
sum gjørligt til síni målsøki,
uttan nøkur semja er gjørd
um uppskotið, áðrenn tað er
borið niðan í Løgtingid
Samgongan sær heldur
ikki veruleikan í eyguni
nevniliga at arbeiðsloysið er
nógv stórri enn tey 7%,
sumsagt verður í hagtølun
um, eg havi víst á hetta fyrr,
tølini eru rong, tí tey, ið eru
dottin út úr arbeiðsloysis
skipanini, er ikki við i
nøkrum hagtølum, bert tey
fáu, ið eru komin undir for
sorg, tað eru fleiri hundr
að, ið ikki eru tald við í talið
av arbeiðsleysum, hesi
koma ikki undir tey krøv,
sum verða sett, nevnliga at
neyðin og >elendigheitin<
skal vera so stór, at ein skal
onki eiga ul livsins uppi-
hald, um tað er so, at annar
hjúnafelagin hevur arbeiði
fæst eingin hjálp frá tí al-
menna
So at siga at alt er bert
ljósareytt, og vit eru komin
burtur úr kreppuni, er at
billa fólki nakað inn, ið er
ósatt, kann vera at ongin
kreppa er her í miðstaðar
økinum, hvar allur tann al-
menn sektorurin liggur,
men um farið verður út til
útjaðaragkini, er stødan ein
heilt onnur
Ingeborg Vinther
Suðuroyingar
Marknaðardagur
verður í Ítróttarhollini í Trongisvågi
15. nov. frá kl. 14.00—20.00
Tey, sum hava hug at selja eitthvort, skulu siga frá
á tlf. 72480 millum kl. 10.00 og 12.00 og
kl. 14.00 og 16.00 áðrenn 1. nov.
Suðuroyar Kunningarstova