leygardagur 1. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 208 - 1. november 2003
Nr. 208 - 1. november 2003
11
Tað kann fyri onkran tykjast sum um, at allir grøn-
lendingar og allir føroyingar arbeiða saman móti einum
felags máli, sum er fullveldi. Soleiðis sum ávísir
politikarar bera hetta málið fram í eitt nú miðlunum.
Vit frætta eisini frá sjálvstýrisráðstevnuni í Grønlandi,
sum um, at hetta er í tráð við føroysku fullveldisætlan-
inar. Er hetta so?
Sjálvstýriskommissiónin, ið varð niðursett í Grønlandi,
hevði til endamáls at kanna sjálvstýri innan fyri ríkis-
felagsskapin. Hetta er ikki komið so týðiliga fram í
føroyska kjakinum, sum tað kanska kundi komið. Hví
hetta generelt er so, skulu vit ikki siga, men kunningin
frá Norðuratlantsbólkinum hevur so ikki lagt dent á
hetta.
Tað er eingin loyna, at Grønland og Føroyar hava nógv
til felags við bæði at verð a undir einari heimastýris-
skipan, men Grønland skal víðka nógv um sitt sjálv-
stýri, áðrenn teir koma líka langt sum føroyingar, og tí
skal man verða varin við at draga beinleiðis paralellar.
Vit kunnu nevna støddina á blokkstuðlinum og støðuna
hjá grønlendska málinum.
Grønlandsposten skrivar í oddagrein tann 21. oktober
um væntandi mandatið hjá teimum, ið ynskja grøn-
landskt fullveldi. Eins og í Føroyum, so tykist eingin
meiriluti verða fyri loysing í Grønlandi. Hans Enoksen,
landsstýrisformaður og partamaður hjá Lars Emil
Johansen, ið situr í Norðuratlantsbólkinum, hevur gjørt
tað púra greitt, at tað grønlendingar tosa um er øktan
sjálvsavgerðarrætt, og ikki fullveldi.
Grønlandsposten nevnir í áðurnevndu oddagrein tað
prinsipiella í, at eitt ynski um Grønlendskt fullveldi,
eigur at koma frá landstýrinum vegna landstingið, og
ikki frá fólkatingslimum, ið eru valdir at taka sær av
grønlendskum áhugamálum í danskari lóggávu.
Tað er áhugavert at fylgja kjakinum í Grønlandi. Við-
víkjandi mandati, so eiga vit eisini í Føroyum at ansa
eftir, at okkara fólkavaldu umboð á danatingi ikki láta
sum um, at tey umboða alt Føroya fólk, tá tey borreiða
við orðum sum imperialistiskt eitur ístaðin fyri blokk-
stuðuli o.s.fr.
Mandat er eitt sera týdningarmikið orð í hesum sam-
bandi. Ein fólkaatkvøða kundi givið eitt loysingar-
mandat, men hendan bleiv, sum vit øll minnast, avlýst.
Tað er eingin ivi um, at føroyingar vilja økt sjálvstýri.
Sjálvt Sambandsflokkurin vil nýskipan. Øll vilja sama
veg, men munurin er bara hvussu skjótt og hvussu
langt. Vónandi eru vit nú komin forbí tað støðið, har
einkultir flokkar látast sum um, at teir einsamallir
umboða føroyska fólkaviljan. Lat okkum nú semjast
um vegin, og byrja at ganga. So kunnu flokkar steðga,
tá teirra mark er rokkið. Alt ella einki hugburðurin hjá
samgongu røkkur ongan veg – tað gongur sjón fyri
søgn.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Norðuratlantsvindar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Livandi vónin
»Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal
liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr
á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?«
Jóhs. 11,23–26.
1. november, Alla halganna dag, verða vit mint á
deyðan og tær álvarsligu avleiðingar, deyðin hevur á
tilveru okkara her í lívinum; deyðin er ein náttúrligur
partur av lívi okkara, vit verða fødd inn í henda heim,
og vit skulu eisini út úr hesum heimi, við tað at deyðin
tekur okkum út úr heiminum.
Tá ið deyðin stígur inn um gáttina í heimum okkara,
er tað líkasum at alt steðgar upp í tilveru okkara, vit
skilja einki av tí, sum hendir okkum í tí løtu; tá er tað
gott at hoyra slík orð sum oman fyri standandi, tað er
Jesus sjálvur, ið sigur tey við Martu í sambandi við at
bróðir hennara Lázarus er deyður; eisini tær báðar
systrarnar Marta og Maria vóru ørkymlaðar av tí, sum
hent var, at bróðir teirra var deyður.
Soleiðis er tað eisini við okkum, tá ið deyðin vitjar
okkara umhvørvi. Vit standa bara spyrjandi, hví skuldi
tað nú raka okkum; vit fáa einki svar upp á okkara
óteljandi spurningar í slíkum førum, tó er tað ein, sum
veit alt um okkara viðurskifti í lívinum, tað er hann, ið
hevur allar træðrir í sín hond; Gud tann altvaldandi á
Himni, hann veit okkara dagatal, so sum skrivað
stendur: Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu
skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn
nakar av teimum var til. Sálm. 139,16.
Tí er tað altumráðandi, at vit eru ferðabúgvin, tá boð
verða eftir okkum, annaðhvørt tað so er í yngri ella
eldri árum; tá ið vit fara higani av foldum, fara vit inn
í ævinleikan; meðan vit eru her, eru vit í náðitíðini,
náðitíðin er givin okkum, fyri at vit ikki skulu glatast,
men at vit skulu eiga eitt ævigt lív heima í Himli
saman við frelsara okkara, og sostatt koma vit at møta
okkara kæru aftur, um vit eiga Jesus sum frelsara okk-
ara her í lívinum.
Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin
einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki
skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Gud
sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men
til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Jóhs.
3,16–17.
Elskaðu tit, sum nú sita vit stórari sorg í hjarta tykk-
ara, lat hetta verða tykkara troyst, at Gud hevur sent
son sín í heimin, til tess at vit ikki skulu glatast, men
hava ævigt lív í honum; og eitt skulu tit vita, at tað eru
mong Guds børn í landi okkara, sum eru í bøn fyri
tykkum, sum mist hava, tað er tann einasti vegurin, vit
hava at ganga, bønarinnar vegur, hann kennir øll forløg
okkara, hann, sum hevur allar træðrir í sínari hond sum
áður sagt, og kennir ta støðu, ið tit eru í, sum mist
hava, og sum nú sita við djúpari sorg og sakni. Góðu
tit! Jesus troysti og styrki tykkum í sorgini og saknin-
um í døgunum, sum liggja fyri framman. Skrivað
stendur: Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum
eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og
ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi
fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í
longum, hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í
hondunum; og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu:
»Frelsan hoyrir Gudi várum til, sum í hásætinum situr,
og lambinum«. Og allir einglarnir stóðu rundan um
hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir
fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Gud
og søgdu: »Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin
og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri
Gudi várum um aldur og allar ævir! Amen«. Og ein av
hinum elstu tók til orða og segði við meg: »Hesir, sum
skrýddir eru í teimum longu, hvítu klæðunum, hvørjir
eru teir, og hvaðan eru teir komnir?« Og eg segði við
hann: »Harri mín, tú veitst tað«. Og hann segði við
meg: »Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini
miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði
lambsins. Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guds
og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann,
sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. Ikki skulu
teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur
tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur
nakar hiti; tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum,
skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og
Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra«. Op. 7,9–17.
Síðani vil eg enda við einum Alla halganna sálmi,
sum eg havi yrkt til Alla halganna dag 2003. Guds
friður veri við minninum um tey, sum farin eru, Guds
friður veri við okkum øllum í Jesu navni.
Alla halganna sálmur
Lag: Mær man leingjast heim til himmalstrendur. Hj. 317.
Á Himni stórur hvítur skari stendur,
klæddur er í lambsins brúðarlín,
tí tey góvu seg í Harrans hendur;
Jesus frelsti, tók tey heim til sín.
Har tey prísa lambinum sum loysti,
tey frá synd og skuld við sínum blóð;
undurfullan kærleika hann oysti,
tá hann tváaði tey hvít sum snjó.
Tey her hvíldu hvønn dag í hans náði,
lívið teirra var í hansar’ hond;
hann sum hevði alt í sínum ráði,
bjargaði teim heim í lívsins lond.
Stórur er tann frelsti hvíti skari,
við Guds trónu, pálmagrein í hond;
Jesus sjálvur førdi lítla farið,
so tað náddi Himna sælu strond.
Vitnisburður teirra ikki tagnar,
um tey eru okkum farin frá;
øll tey góðu minnir okkum gagnar,
Jesus er teim sjálvur altíð hjá.
Um enn vit við sorg og sakni mega,
liva lívið hesum foldum á;
Gud alvaldi kennir sáran trega,
vit frá honum troyst og ugga fá.
Kjartan Stakksund
Alla halganna dagur
Ósemjan
Spælir bólkurin,
Ósemjan, eisini væl í
Íslandi, Elis?
Sjúrður Hansen,
Gøta
Virgar T. Dalsgaard
Her í heystfrítíðini høvdu
vit útisetar høvi til at hitta
mangan
høvuðrystandi
heimaføroyingin, sum var í
Danmark og ferðaðist. Sum
onkur helt fyri – vit koma
niður at anda! Persónligur
fundur er altíð sera hugalig
variatión frá tí møðisligu og
heldur ikki bíligu telefon-
ini. Tað, sum gongur aftur í
orðalagnum
hjá
flestu
heimafólkum, eg havi prát-
að við, er, at tey næstan utt-
an undantak eru deyðiliga
leidd og hjartaliga troytt av
tí framhaldandi ósømiliga
politiska sjónleikinum í
landsstýrinum, eitt nú polit-
iska
kabarettmanningin
leggur frá sær. Lagt kann
vera afturat, at tað avgjørt
ikki bara eru andstøðufólk,
eg havi skift orð við!
Sosiala niðurpíningin er
ógvuliga týðulig nú – sama
er við fíggjarliga likviditet-
inum, hóast henda sam-
gonga hevur etið upp hálva-
aðru milliard, sum teir
fingu til gávis frá dønum í
sambandi við eina so-
nevnda bankakreppu. Um-
siting og viðlíkahald av
landsins
framleiðsluam-
boðum, skipum og bygn-
ingum er ein katastrofa.
Um ikki olju- og bensin-
gjaldið, hevði verið so nógv
fallið, tí amerikanski doll-
arin til alla lukku er mun-
andi viknaður, hevði vet-
urin blivið strævin og bít-
andi kaldur at syfta hjá van-
ligum lønmóttakarum.
Hóast flestøll eru greið
yvir, at tað fíggjarliga
skvampar og brýtur í bæði
borð nú, tá ið fyrst danski
blokkurin er skerdur, høv-
uðsvinnan er í neyðstøðu,
útflutningurin minkar og
sosialt omanlop hóttir tey
ringast staddu, ja, so sita
teir ábyrgdarleysu tinga-
neslókarnir sum kátir smá-
dreingir og spæla sær við
dýrum yvirtøkum, leita eft-
ir nýggjum trætumálum við
Danmark um onkur hálv-
fjákut mikroskopisk for-
malia ella fuska við óreal-
istiskum spøkilsisprojekt-
um, sum ikki sakliga kunnu
fíggjast. Hetta er sum at
spæla violin, meðan Róma-
borg brennir í øsku, eins og
keisarin Nero gjørdi á
sinni.
VaraHoydal vil ella torir,
sum ein annar Per Gynt,
ikki at síggja sosiala og
fíggjarliga
veruleikan
rundan um seg og flýggjar
tí inn í okkurt óviðkomandi
og líkasælt sandkassamál –
beint nú krokar hann saman
við inhabila pápa sínum, tí
spaklyntu brævrøddini úr
London
aftanfyri
eina
óhugnaliga tjóðveldisjura,
har feðgarnir skiftast um at
byggja ógvisligar hvørvi-
borgir, sum næstan gevur
nógvum veljarum totaliter-
ar associatiónir um ein
komandi føroyskan politi-
stat.
Tann lítillætni sosialreal-
istiski filosoffurin, Páll á
Reynatúgvu hevur í síni
stuttu embætistíð sum ein
barbariskur ríðifúti næstan
fingið sorlað tað sindrið,
sum var eftir av sosialari
vælferð í stórum parti av
landinum, burtursæð frá
sínum egna valdømi.
Serliga barokk er tann
kosmetiska fíggjarætlanin,
sum fyri tað mesta er óreal-
istiskir ynskitankar. Eingin,
heldur ikki fíggjarminist-
arin, Karstin Hansen sjálv-
ur trýr upp á hansara bjart-
skygdu fíggjarlóg. Hann
sigst ikki at hava tikið so
frægt sum komandi játtaðar
lønarhækkingar við í sínum
metingum, so ætlanin er
púra fiktiv og kann bara
greiðast við kontinuerlig-
um stuðuli frá ørgrynni av
eykajáttanum.
Fyri at seta trumf á, vágar
finansráðharrin sær saman
við tí servila landsbanka-
stjóranum at siga upp
danska
fíggjareftirlitið,
sum annars kundi hildið
hesum ævintýrarum eitt
sindur í velið. Hetta er ikki
bara nasadjarvt, men ótrú-
liga ábyrgdarleyst – púra
ófatuligt er, at andstøðu-
flokkarnir
ella
danska
stjórnin lata slíkt um seg
ganga. Tað sær út, sum um
danir heilt hava uppgivið at
tosa fornuft við tað núver-
andi landsstýrið og bara
lata teir sigla sín egna sjógv
sum óflýggjaligir óvitar. Er
tað nakrantíð, at vit hava
havt brúk fyri kønum og
hvøssum donskum fíggjar-
eftirliti, so er tað júst NÚ!
Landsbankastjórin hevði
fingið nakað av virðing
aftur millum manna, um
hann tordi at átala fíggjar-
liga ørskapinum hjá núver-
andi stýri, men fyribils
hevur hann valt at ýla við
teimum
úlvum,
hann
ferðast ímillum. Men tigur
hann,
inntil
skrædlið
kemur, fær hann sín part av
ábyrgdini. Tí átti hann, um
hann skal varðveita nakað
fíggjarligt trúvirði, sum
skjótast at mynstra av tí
kollsiglandi
landsstýris-
skútuni.
Føroyski veljarin verður
hildin fyri spott
Men astronomiska metið í
frekleika setti tó danski
fólkatingslimurin, Tórbjørn
Jacobsen, tá ið hann, sum
hevur ýlt, skríggjað, ja,
beinleiðis níst um fullveldi
og føroyskt sjálvbjargni,
eyðmýkti seg og fór lusk-
andi á knøunum til donsku
stjórnina og biddaði um at
fáa danska statslánið, sum
bjargaði Føroyum á sinni
niður á 0% í rentu, har
føroyingar frammanundan
hava sera góðar treytir við
elalítlum avdrátti. Hetta er
so ósmæðin snultan, so stór
skomm og so mannmink-
andi olmussubiddan fyri
tjóðveldisflokkin, at tað er
einki at undrast á, at fleiri
síðani hava nevnt hann
landsbiddaran, sum fer
burtur í lond at snulta. At
harra T. Jacobsen, MF av
øllum skal troysta sær at
fara
hesa
trælakendu
skammarferð til danir, teir
danir, sum hann annars
næstan hvørja viku harð-
mælt og systematiskt spillir
út!
Ikki so frægt fult veldi
hevði hann á sær sjálvum,
at hann fataði, hvussu
neyðarslig og hvussu hjálp-
arleys
henda
ónossliga
biddaraferðin var.
Hetta er sanniliga raskur
maður, hann fer grátandi til
danir, tá ið sansar at egnum
trotabúgvi og bønar um
hjálp! Slíkt er suvereni-
tetur! Vorðið sum sjálv-
bjargni! Hvat munnu danir,
sum hann hunddálkar í
fólkatinginum, halda um
sovornan atburð.
Men hetta er ikki einasta
hjálpin, hesin fantastur
hevur biðið um, nei, hann
plagar eisini at leita sær
grønlendkska hjálp! Og tað
er av hansara ávum, at tveir
grønlendskir politikarar eru
farnir at leggja seg út í før-
oyskan heimapolitikk. Hvat
billa teir sær inn? Hvar er
teirra føroyska mandat?
Hvat
hevði
fólka-
tingsTórbjørn hildið um, at
føroyskir
andstøðumenn
løgdu seg út í grønlendsk
heimapolitisk mál? Annars
eru tjóðveldismenn hyster-
iskt erkvisnir, sjálvt tá ið
ein dani sera varisliga kem-
ur við onkrari lítlari við-
merking um føroyskt viður-
skifti.
Men fortíðin spøkir! Í
tredivunum fór Jóannes
Patursson ofta til Noregs
eftir »hjálp« og hann fekk
ultra-reaktionerar
norð-
menn at leggja seg bein-
leiðis út í føroyskan heima-
politikk. Tað var, eisini av
egnu partamonnum hans-
ara, hildið at vera sera
óklæðiligt. Serliga áhuga-
vert er at festa seg við,
hvørjar
menn
Jóannes
Patursson so ofta ráðførdi
seg við í Noreg – tað vóru
t.d. menn á chauvinistiska
málgagninum, Tidens Tegn
– flestu lesarar vita allar-
helst, hvar tað høgrablaðið
stóð, og hvar menninir á tí
blaðnum stóðu politiskt.
Annars var, sum ofta fyrr
nevnt, ein norskur docentur
javnan og vitjaði feðgarnar
Patursson undan krígnum.
Docenturin, sum var kend-
ur danahatari, skuldi leggja
feðgunum lag á, hvussu teir
skuldu fáa loysing frá Dan-
mark. Hetta var eisini, eins
og við grønlendingunum
hjá Tórbirni vamlislig uppí-
legging í føroyskan poli-
tikk. Men líka so nógv teir
harðmæltu
Patursson-
menninir
reypaðu
av
norska docentinum áðrenn
kríggið, líka so steintigandi
vóru teir um norska vin-
mannin eftir kríggið, tí
ólukkutíð
–
loysingar-
docenturin var ein av teim-
um allarfyrstu norðmonn-
um, sum varð dømdur fyri
nazistiskt landasvik í 1945
á Ákershús festningi uttan
fyri Oslo. Tað er altíð bæði
ómansligt og ússaligt at
fara út í onnur lond at fáa
sær hjálp móti dønum ella
egnum landsmonnum.
Køld og beisk tíð fyri
framman
Tað er framvegis ótrúligt, at
kyniskir
tjóðveldismenn
undirvurdera føroyska velj-
aran so grovt, at teir halda,
at tað ber til at krógva fyri
fólki, at landið stýrir stavn-
beint móti álvarsomum
fíggjarligum og socialum
ragnaroki við at kyrra fólk
við nationalum rakstrarróp-
um og við at brandskatta
smábørn og diabetikarar
við primitivum bommtolli.
Men tað er fyri fólkaheils-
una skyld prædikar finans-
geniið, Karstin Hansen.
Veljarar heima, eins og
her eru ikki bara ovfarnir,
men beinleiðis forargaðir
um, hvussu apatiskir og
steintigandi fjølmiðlarnir
eru um ábyrgdarloysi, ó-
dugnaskapin, hjálparloysið
og tað vitleysa politiska
cirkus, sum bæði varaløg-
maður,
socialministarin,
pengaministarin (tað er
hann við bommunum) og
fólkatingsumboðið skipa
fyri. Hví eru journalistar
okkara so landsstýrislýdnir
– eru teir ræddir ella eru
teir bara ódugnaligir? Hvar
er hitt fjórða valdið, sum
skal avdúka teir populist-
isku makthavararnar? Tað
hevur undrað mangan eyg-
leiðara, at so leingi Ed-
mundur Joensen var løg-
maður, troðkaðust goyggj-
andi miðlamenn á Tinga-
nestrappuni við mikrofon-
ini niðri í hálsinum á Ed-
mundi, so hann illa slapp til
døgurða fyri teimum, sum
teir inkvisitoriskt forhoyrdu
og tráspurdu hann um
næstan alt, og hann skuldi
svara beinanvegin.
Men so skjótt sum full-
veldisgongan kom út í
landsstýrið hevur verið
annað lagið! Tá vórðu
landsstýrismenninir knapp-
liga púra friðaðir og settu
sjálvir dagsskránna um nær
og hvussu, teir vildu spyrj-
ast,
og
Tinganestúnið
gjørdist at kalla eiðasørt
fyri forvitin miðlafólk!
Blaðmenninir eftirlíkaðu
teimum sum lýdnir hundar.
Í dag sæst ikki blaðmaður í
Tinganesi av sínum einting-
um.
Naskir
spurningar
verða ikki stillaðir!
Tað eru sjálvsagt ljósár
millum ódámliga revolv-
arajournalistikkin í Ed-
mundar tíð, og so tann
undirbrotliga
trælasiðin,
sum nú ræður millum før-
oyskar blaðmenn, ið skulu
vera kritiska vaktarliðið
yvirfyri makt- og stýris-
monnum. Men søgan fer
einaferð at fella ein harðan
dóm yvir teir feiku og
talentleysu føroysku jour-
nalistar, sum ikki hava
civile courage og lutvíst
hava skyldina av, at henda
landsstýrisgonga higartil
hevur fingið so lætt spæl,
og fyrst nú verður spaku-
liga avdúkað. Einki varar,
heldur ikki ein tyrannisk
politisk samgonga. Journal-
istar kunnu í tólvta tíma fáa
nakað av sínum søguliga
trúvirði aftur, men tað
hastar hjá teimum!
Kanska eru miðlamenn
so helslignir av føroyska
gerandisveruleikanum, at
teir hvørki vita út ella inn –
eru teir miðskeiðis í eini
fjákutari komediu, ella eru
teir vitni til eina ræðuliga
tragediu? Ja, valið er teirra,
men landspolitikkur kann
kortini ikki loypast um! Teir
áttu at stúrsa líka so nógv
sum vanligi veljarin um, at
tað breggjandi fullveldi er
reducerað til fjaðursárt
klynkandi bommveldi.
Tað er paradoksalt, men
meðan fullveldið í síni tíð
varð lýst sum eitt problem-
frítt túsundársríki við suk-
ursøtum, næstan ævigum
sunnudags-romantikki,
verður tilstundandi bomm-
veldið ikki lýst sum einans
søtur idyllur – og hesu ferð
lýgur landsstýrið tíanverri
ikki – tvørturímóti, nú
stundar
móti
køldum,
svangligum og súrum ger-
andisdegi.
Men
bjartskygd
fólk
kunnu kortini ugga seg við,
at alt hevur sína tíð og várið
kemur aftur, sjálvt eftir
beiskan vetur, sum tikið
verður til í niðurlagnum á
gamla týska schlagaranum:
Es geht alles vorüber
es geht alles vorbei.
Auf jeden dezember
volgt wieder ein Mai.
VIÐMERKINGAR
Frá Fullveldi til bommveldi
C
M
Y
K
11
10