leygardagur 1. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 208 - 1. november 2003
Nr. 208 - 1. november 2003
9
P/F Wenzel vent gongdini
Partapeningurin
mistur. Framhaldandi
rakstur er treytaður
av, at kapitalgrundar-
lagið verður styrkt.
Hetta var greiða talan
frá grannskoðaranum
hjá P/F Wenzel um
ársroknskapin 2002.
Petur Petersen, stjóri
á P/F Wenzel, sigur, at
ringa gongdin er
vend, og framtíðin
sær lovandi út
BILAFYRITØKA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Bilasølan P/F Wenzel hevur
verið í rættiliga trongum
skóm. Roknskapurin fyri
2002 er alt annað enn
góður. Fyritøkan hevði eitt
hall á góðar 2. milliónir
krónur.
Talan frá grannskoðara-
virkinum, Rasmussen &
Weihe, er greið: Allur
partapeningurin er mistur,
og skal fyritøkan halda
fram við rakstri fyri eyga,
er bráðneyðugt, at kapital-
grundarlagið undir fyritøk-
uni verður styrkt, og at fyri-
tøkan vendir gongdini.
Grannskoðaravirkið tosar
við stórum bókstavum, og
eftir øllum at døma hevur
tað gjørt mun.
Sambært stjóranum í P/F
Wenzel, Petur Petersen, er
gongdin vend. Við øðrum
orðum er fíggjarliga støðan
hjá elstu bilafyritøkuni í
Føroyum betrað munandi.
Endurmeting
Petur Petersen greiðir frá,
at leiðslan á P/F Wenzel
hevði ein fund í august
mánaði í fjør, har tað bleiv
avrátt, at øll fyritøkan
skuldi endurmetast.
– Høvuðstrupulleikin í
fjør var vantandi likviditet-
ur, og vit settu okkum fyri,
at
fíggjarviðurskiftini
máttu ongantíð ov skjótt fá-
ast upp á pláss. Onnur
viðurskifti hava heldur ikki
riggað til fulnar, men tær
ætlanirnir, vit settu okkum
fyri í fjør, hava eydnast.
Ringa gongdin er tí nú
vend, sigur stjórin á P/F
Wenzel.
Petur Petersen greiðir frá,
at fyritøkan hevur ikki dult
fyri nøkrum, at fíggjarliga
støðan ikki var hin besta.
P/F Wenzel hevur havt tætt
samband við peningastovn-
ar og útvegararnar, sum
hava kunnað fylgt støðuni.
Pluss í ár
Stjórin sigur seg vænta, at
fyritøkan kemur út við
einum yvirskoti í roknskap-
inum í ár.
– Vit hava vent hvørjum
steini, og tað hevur verið
torført. Innanhýsis broyt-
ingar í fyritøkuni hava eis-
ini verið gjørdar, har eg
millum annað kom í stjóra-
sessin. Eg setti mær fyri, at
fyritøkan skuldi hava pluss
á roknskapinum í ár, og tað
sær út til at fara at eydnast.
Vit eru væl fyri aftur, og tað
er at fegnast um, at ætlanir-
nar, vit stungu út í kortið,
hava eydnast, greiðir Petur
Petersen frá.
Stjórin á P/F Wenzel
gevur leiðslubólkinum eitt
stórt herðaklapp fyri sítt
góða arbeiði seinasta árið.
Leiðslubólkurin hevur lagt
nógv fyri, og hevur gjørt
sítt til, at fíggjarviðurskift-
ini eru komin í rætt lag
aftur.
Einasta undirskotið
Sambært
roknskapinum
fyri 2002 hjá teimum stóru
bilafyritøkunum
kring
landið, er P/F Wenzel ein-
asta fyritøkan, ið hevur
reyð tøl at vísa á. Bilasølur-
nar Meinhard Arge, Berg
Motors, Reyni Service og
Ivan Johannesen kunnu
nevnast sum bilafyritøkur,
ið høvdu stórt yvirskot.
Reyni Service var best fyri
við heili 28 mio. krónur í
yvirskoti.
Tað kann tykjast undrun-
arvert, at P/F Wenzel er
einasta bilafyritøkan við
undirskoti í fjør, tí Ford er
eitt vælumtøkt bilamerki í
Føroyum. Stjórin sigur, at
tað er ikki nøkur eintýdd
frágreiðing um ringu fíggj-
arstøðuna í fjør. Tað vóru
nógv ymisk viðurskiftið, ið
gjørdu seg galdandi, men
tað týdningarmesta er, at
gongdin er vend, og fram-
tíðin sær lovandi út, sigur
Petur Petersen.
Ólóglig lán
Rasmussen & Weihe hartar
eisini P/F Wenzel í rokn-
skaparfrágreiðingini fyri at
vera í stríð við partafelags-
lógina. Partaeigarar í fyri-
tøkuni hava eftir øllum at
døma lánt sær sjálvum
pening úr fyritøkuni, og
hesum loyvir partafelags-
lóggávan ikki. Petur Peter-
sen sigur, at lánini eru nú
avroknað, og tey viðurskift-
ini eru komin í rætt lag.
3-arin og Tutl poppa víðari
Næsta fløgan í Popp-
list røðini er komin í
sølubúðirnar. Á
Popplist 2 eru bæði
vælumtókt løg frá í ár
og gomul hitt. Úr-
valið á fløguni fevnir
breitt, so einki eigur
at verða til hindurs
fyri, at eisini Popplist
2 verður ein av best
umtóktu fløgunum í
ár.
FLØGUÚTGÁVA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Popplist 2 er nú komin í
sølubúðirnar. Seinnapartin
hósdagin var almenn sam-
koma í 3-aranum fyri
nýggjastu føroysku fløgu-
útgávuni. Popplist 2 er ein
savnsfløga við gomlum og
nýggjari føroyskum løgum.
Fyrsta Popplist fløgan av
sínum slagi varð útgivin í
fjør, og sambært Høgna
Zachariassen er ætlanin at
halda á við at geva Popplist
fløgurnar út á hvørjum ári.
Eins og í fjør samstarva
Tutl og 3-arin um fløguút-
gávuna
Popplist var mest selda
fløgan í 3-aranum í fjør, og
útgevarnir vóna, at fløgan
fær somu undirtøku í ár
Breitt úrval
Endamálið við fløguútgáv-
uni er at samantvinna tey
bestu føroysku løgini í árin-
um, saman við gomlum
hittum. Popplist 2 er einki
undantak. Bólkar frá Prix
Føroyum, Guðrun, Teitur
og Brandur eru í millum
tónleikarar, ið eiga løg, ið
eru útkomin íár.
Chase og Plúmm eru
tveir av bólkunum, ið borga
fyri gomlu hittunum við
ávíkavist Fyrstu ferð og
Stjørnuskot. Pláss er eisini
fyri vælumtókta trubadur-
inum, Kára P, so úrvalið á
fløguni fevnir rættiliga
breitt.
Fíggjarliga støðan hjá P/F
Wenzel var alt annað enn
góð í fjør. Elsta bilafyritøka í
landinum hevði eitt undir-
skot á góðar 2.mio. krónur,
og misti allan eginpeningin.
Petur Petersen, stjóri á P/F
Wenzel, sigur, at vend er
komin í, og fyritøkan fer eftir
øllum at døma at hava
yvirskot í ár.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tveir fegnir fløguútgevarar,
f.v Høgni Zachariassen fyri
3-arin og Kristian Blak fyri
Tutl. Popplist 2 hevur breitt
úrval, og hon verður óivað
ein av best umtóktu fløg-
unum aftur í ár.
Mynd: Jens Kr. Vang
Giktafelag Føroya eitt virkið felag:
Blaðútgáva,
jólakort og
fyrilestrar
– Okkara fremsta mál
er at upplýsa, og tað
fara vit at halda fram
við at gera, sigur for-
maðurin í Giktafelag
Føroya, Leila Sol-
munde
UPPLÝSING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Giktafelag Føroya er eitt
rættiliga virkið felag. Av
limafeløgum MBF’s, Meg-
infelag teirra Brekaðu, er
felagið tað einasta, sum
gevur eitt blað út.
Blaðið, sum er sera
snotuligt, ber heitið, Gikta-
blaðið, og kemur út tvær
ferðir um árið. Fyrra blaðið
í ár, sum var 36 blaðsíður,
kom í apríl, og seinna blað-
ið kemur nú í november.
Tey, ið taka sær av Gikta-
blaðnum fyri felagið, ar-
beiða ólønt, hóast útgávan
fer við nógvari tíð.
– Blaðútgávan kostar
okkum
einar
30.000-
40.000 krónur um árið, og
tá ið torført er at fáa lýsing-
ar, er greitt, at neyðugt er at
fíggja útgávuna á annan
hátt.
Leila Solmunde, formað-
ur í Giktafelag Føroya, sig-
ur, at felagið brúkar nógva
orku til tess at útvega
pening til arbeiði felagsins.
– Vit halda, at kunning
hevur ógvuliga stóran týdn-
ing í felagsarbeiði, og tað
hevur eisini alstóran týdn-
ing fyri tey giktsjúku, at tey
verða kunnaði við góðum
ráðum og upplýsandi til-
fari, heldur hon.
Jólakort
Leila ásannar, at Giktafel-
agið hevur "ringt" við at
biðja pening, og tí hevur
felagið í nøkur ár selt
jólakort, sum feløg, stovnar
og fyritøkur hava keypt.
Hetta lættir samstundis um
hjá teimum, sum skulu
senda fleiri jólakort út til
nógv viðskiftafólk.
– Við søluni av jólakort-
um fíggja vit okkara blað-
útgávu og harvið okkara
upplýsingararbeiði, sigur
hon.
Í ár hevur Giktafelag
Føroya latið tvey jólakort
prentað. Tað eru føroysk
listafólk, sum lata málning-
ar ókeypis til endamálið, og
í ár er listamaðurin, Archi-
bald Black.
– Tey, sum keypa jóla-
kortini, hava tikið ógvuliga
væl ímóti okkum, og tað
eru vit sera takksom fyri.
Leila Solmunde vísir á, at
almenni
stuðulin
uppá
20.000-25.000, sum felagið
fær umvegis MBF, Megin-
felag teirra Brekaðu, røkk-
ur ikki langt. Hesin fer til
húsaleigu til skrivstovu fel-
agsins, frímerkir og telefon.
Heimasíða
Giktafelag Føroya er eisini
í holt við at gera sær eina
nýggja heimasíðu.
– Hendan verður skjótt
liðug, og heitið á síðuni
verður www.gikt.fo.
Leila leggur dent á, at
Giktafelagið sær tað, sum
eina stóra uppgávu at upp-
lýsa.
– Tað seinasta nýggja í
hesum sambandi er, at vit
hava vitjað økisheimarøkt-
ina við fyrilestrum. Her
hava vit lagt dent á tað at
vera brúkari av eini hjálpar-
skipan.
Hon sigur, at málið hjá
Giktafelagnum við hesum
er at geva heimahjálpunum
góð ráð um hjálpartól og
nýtslu av hesum, um fyri-
byrging av arbeiðsskapum
og øðrum.
– Okkara fremsta mál er
at upplýsa, og tað fara vit at
halda fram við at gera,
sigur formaðurin, Leila
Solmunde.
At enda kunnu vit leggja
aftrat, at Giktafelag Føroya,
sum er stovnað í 1948,
fyllir 55 ár í ár.
Hetta eru jólakortini, sum Giktafelag Føroya hevur latið gera í ár. Listamaðurin er Archibald Black. – Gongst sum ætlað, dettar sølan av jólakortum blaðútgávuna, sigur Leila Solmunde
Giktafelag Føroya sær upplýsing sum eina stóra uppgávu. Formaður felagsins er Leila Solmunde
Mynd: Vimund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8