Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 1. november 2003 15 Robert McBirnie kenna føroyingar flestir, tað verið seg sum sangara og tón- leikara, yrkjara ella skemtara og undir- haldara av fyrstu skuffu. Seinnu árini hevur hann búð í Havn, men Vágbingur er hann og saman við øðrum hevur hann í meira enn 35 ár undirhildið til m.a. tiltiknu nýggjárs- haldini í bygdini. Í dag fyllir Robert seksti og her heilsa skemtifelagar honum við nøkrum oðrum við á vegnum FØÐINGARDAGUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Robert McBirnie verður seksti ár í dag. Lærara- prógv tók hann í 1967. Tíðin í Havn var merkt av tíðini í Faroe Boys, ein hin best dámdi bólkur í land- inum nakrantíð. Eftir eitt ár í Klaksvík og eitt í Havn fór Robert suðuraftur til Vágs í 1969 at starvast sum lærari og tað gjørdi hann fram til 1985, tá leiðin aftur gek til Havnar. Virkin á tónleikapallin- um var hann øll árini í Suðuroynni og megnaði - hóast fjart frá miðstaðarøk- inum og tess møguleikum - at halda sær í fremstu røð. Vit minnast t.d. frá hesi tíðini løg sum Harmoniku Sørin og onnur við Robert, Jákup Ólavi og onkra singleplátu við Robert og Jógvan Dahl. Sermerktur er eisini ann- ar táttur í undirhaldslívin- um, nevniliga skemtið. Í 1967 fóru vágbingar undir at skipa fyri nýggjárs- veitslum og seinni kom veðraveitsla og sperla- veitsla í klubbanum. Hesi forum komu skemtarum til góða og síðani 1967 hava Robert, Niels Petur Nolsøe og Petur Dahl Noløe skemt- ast og seinni er eisini Arn- finnur Thomasen komin við í leikin. Vit hava vent okkum til hesar lívslongu skemtarar og biðið teir heilsa Robert, nú skemtað er í meira enn 35 ár á palli og Robert fer um tey seksti: Niels Petur Nolsøe (NePtuN): Tað eru óivað mong sum siga, at álmanakkin lýgur, tá tey hoyra, at Robert er seksti ára gamal. Maðurin sær gott út, ungur av lyndi sum nakar, og hann hevur orku, sum tykist ótømandi. Nú hevi eg kent Robert frá barnsbeini av, og í ein stívan mansaldur hava okur skemtað saman til veitslur og annað her suðuri. Robert er fyrst og fremst ein góður vinur, hann er trúfastur, uppmerksamur, álítandi, hollur og ikki minst stuttligur at vera saman við. Hann hevur bæði beinini á jørðini og hansara avbera góðu listar- ligu evni og víðagitni hava ikki gingið honum til høvd- ið. Sum skemtari er hann drívkraftin, hann er gløggur og sær stuttleikan í smálut- um, sum onnur ikki varn- ast. Hann hevur óvanlig evnir at immitera, hann kann eftirlíkna øllum tosingarlag, úr Sumba til Viðareiðis. Hann dugir sera væl at føra seg á palli og missir ongantíð tráðin. At hava verið í fremstu røð innan tónleik og undir- hald í hálvanannan mans- aldur, sigur alt um dygd- irnar, Robert hevur fingið í vøggugávu. Afturat øllum hesum er hann frálíkt tónaskald og at yrkja liggur eisini væl fyri. Hann er stutt sagt ein úrmælingur á á mongum økjum - og ikki minst í tí lívsstarvi hann valdi sær - ein framúrskarandi lærari. Eg sendi honum bestu heilsanir á seksti ára deg- num, sum hann heldur í suðurlondum, og ynski honum áhaldandi virkis- fýsni og góða heilsu í mong ár, mong ár afturat, sigur Neptum Petur Dahl Nolsøe: Handan navnið Robert, sum er "heimskendur" í Norðurlondum, liggur ein djúpthugsandi menniskja við ótømandi inn- og út- spræningum - av skjótt- fatandi samansetingum, har eitt orð kann blíva til eina samanseting av álvarsligum sum skemtiligum sketsjum. Hann hevur altíð verið ein vinur. Individuelt vil eg siga, so víðakendur, og tó vinur fyri hvønn einstakan. Hann megnar at hava so nógv jørn í eldum í senn, hann er energiskur og ótømandi. Tað sær ikki út til, at hann, nú hann rundar tey 60 árini 1. november, ætlart leggja nakað av "sær" upp á hillina, tvørturímóti. Við viðring fyri sjófólki er hann eitt sindur í døpur- huga, at flaggað verður í hálvari stong 1. november. Ein maður, hann virdi heilt nógv, vat Kvíggjar- bóndin í Sumba, Niels Jacob við Kvíggjá, sáli, ið hevði verið 78 ár í dag. Tá hann kann syngja "Felic Navidad" á sponsk- um, skal tað ikki undrað meg, at hann tosar flótandi portugisiskt, tá hann kemur aftur. Góði Robert, "Felic 60 uanós Portugésé". Hav ein góðan dag í Portugal, heils- an Pedano. Arnfinn Thomasen sigur um Robert: Hann er kreativur, musi- kalskur, ein stórur sjón- leikari, sjarmerandi, fittur og eygagóður. Robert hevur sans fyri tí skemtiliga, tí komiska, í tilveruni. Hann kann fáa stórt skemt úr lítlum og tað eyðkennir jú ein góðan skemtara. Hendingar og prát úr ger- andisdegnum loftar hann. Hann dugir væl - í sam- starvi við okkum aðrar - at fáa burturúr, tá vit sita sam- an og hava "brainstorm". Hann er góður vinmaður. Og kemiin má eisini passa, um nakað skal fáast burt- urúr á palli. Uppvaksin er hann í um- hvørvinum her suðuri, við originalum og við suður- oyarskemtinum. Hann hev- ur sogið til sín og duga at sitið undir hvørjum orði og eisini fingið við hábrøgd og annað. Hann hevur røtur í suðuroyarskemtinum. Hann hevur framúr musikalskar- og sjónleikara gávur og eg ynski honum alt gott fram- yvir og tillukku við teimum 60 árunum, sigur Arnfinnur Thomasen. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Robert McBirnie 60 ár Leygardagin 1. november fyllir Robert McBirnie í Havn 60 ár. Robert er fødd- ur 1. november 1943 í Sør- vági, sonur Kristinu Han- sen úr Sørvági, og Robert McBirnie, ættaður úr Skot- landi. Hann búði í Sørvági til hann sum sjey ára gamal flutti til Vágs. Í 1963 kom hann til Havnar at ganga á lærara- skúla og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967. Hann var lærari í Klaksvík í 1967-68, í Havn 1968-69, og í Vági frá 1969-85. Í 1985-86 var hann í Århus í lestarørindum. Tá hann kom heim aftur í 1986, arbeiddi hann eitt ár í barnaútvarpinum í Útvarpi Føroya. Síðan 1988 hevur hann verið lærari á Venj- ingarskúlanum. Robert er kendur innan tónleik, undirhald, ítrótt, og fyri sínar útvarpssendingar. Saman við kenda orkestr- inum frá 60-unum Faroe Boys, hevur Robert givið út pláturnar: Heimkoman í 1964, Feelings for you í 1966, og LP plátuna Faroe Boys í 1967. Í 1972 gav hann saman við Jógvani Dahl út single- plátuna Mær dámar bjór og í 1977 saman við Jákupi Thomsen og Ólavi Magn- ussen single-plátuna Traf- fic. Sjálvur gav Robert út LP plátuna Robert 25 ár í 1984. Hann hevur gjørt nógvar undirhaldssendingar í Út- varpi Føroya. Seinnu árini hava vit hoyrt nógv til røddina á Roberti, tá hann lýsir við V4-spælinum. Hann er eisini ítróttar- maður, hann hevur spælt í 1. deild hjá VB og var eisini eitt tíðarskeið formaður í felagnum. Hann hevur eis- ini spælt í 1. deild hjá B36 og spælt nógv flogbólt. Hann svimur nógv og hevur sína dagligu gongd í Svimjihøllina í Havn. Robert er giftur við Arm- garð, f. Hjelm, úr Vági, tey eiga børnini: Jón, f. 1965, Robert, f. 1967, og Sú- sanna, f. 1969. Carsten M. Arnskov: Tøknileiðari í SvF Frá 15. september 2003 til 1. februar 2004 er Carsten M. Arnskov í Havn settur sum tøknileiðari hjá Sjónvarpi Føroya. Carsten hevur arbeitt á stovninum síðan 1. januar 1985, sum teknikari og varaleiðari á teknisku deld. Skemtari, yrkjari og tónleikari seksti Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe og Robert McBirnie 15 14 Nr. 208 - 1. november 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í dag, alla halgannadag, fyllir Marna N. Joensen á Eiði 75 ár. Marna er ættað av Tvøroyri, dóttir Sannulenu og Óla hjá Pola. Einasta systir í einum flokki upp á fýra. Vaksin upp í krígstíð upplivdi hon eisini ófrið á Tvøroyri og fór so eina tíð til ommuna og abban í Sumba at vera. Ein tíð, hon tosar nógv um. Metir líka- sum Sumba at vera sín annan heimstað. Og vit, sum hava upplivað og minnast gamla umhvørvið í Myllu- garðinum, skilja tað væl. Eina tíð arbeiddi hon á Suðuroyar Sjúkrahúsi og var eisini í húsplássi í Reykjavík, áðrenn hon giftist við Jákupi av Eiði. Tey búsettust á Eiði í 1957. Marna hevur øll árini verið húsmóðir burturav. Fiskimannakona nevnir onkur tað. Og mong eru tey, sum hava sitið væl inni hjá henni. Nú tey eru vorðin pensionistar, Marna og Jákup bæði, eru tey framvegis rættiliga virkin. Eru við í pensionistasamkomum. Eru virkin í Norrøna Felag- num á Eiði. Ferðast víða bæði innan- og uttanlands. Taka í móti gestum aftur. Eru til veitslur og samkomur víða um. Okkurt bingokvøld verður tað til av og á. Og so ikki at gloyma hondbóltin. Tó her er tað mest Marna, ið hevur tann heilt stóra áhugan. Jákupi dámar betri fótbólt og føroyskan dans. Hondbóltsáhugin er vaksin saman við døtrunum, sum hava spælt hondbólt á høgum støði. Tann elsta á landsliði onkuntíð. Fyrr varð koyrt út á Skála og til Havnar at hyggja at dystum. Men nú er tað so høgligt. Nú hava tey fingið ítróttarhøll til granna, so tað liggur væl fyri. Kappróðurin er ikki heilt dottin burtur í millum hjá Marnu enn, hóast tað man vera ein hálv øld ella gott tað, síðan hon róði kapp sjálv. Og framvegis eitur hjartabarnið Firvaldur, hóast »hennara« Firvaldur langt síðan hevur mist flogið. Nógv fólk kennir Marna, og nógv kenna hana. Hon er løtt og góð at kenna. Sum ommudóttirin Danmark einaferð tók til: »Omma er ikki júst kend fyri at koyra fólk frá sær.« Fýra eru børnini. Tíggju ommubørn og ein er lang- ommusonurin, sum komin er seinasta árið. Umframt eina rúgvu, sum bara kallar hana »Ommu«. Frá okkum øllum verður tær ynskt hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum. x. Victor Dánjalsson 50 ár Í dag, leygardagin 1. no- vember, fer Victor Dánjals- son í Klaksvík um tey hálvt hundrað. Við síni vinnandi medferð og so skjótur, sum hann er at lofta sær í vend- ingini, hoyrir Victor við til býarmyndina í Klaksvík, har hann hevur búð alla sína tíð. Victor er sonur Karlu og Dánjal Dánjalsson. Mamman er úr Gerðum, dóttur Malvinu og Jákup Joensen, og pápin var sonur Henrikku og Victor Daniel- sen í Fuglafirði. Victor er elstur av seks systkjum. Hann eigur fimm systrar: Malvina býr á Viðareiði, Henrikka í Klaksvík, so eru tað tvíburðarnir Jórun, sum býr í Klaksvík, og Elsba, sum býr á Hafnafirði í Ís- landi og Eydna, sum býr í Norðragøtu. Victor gekk í faðirsins fótasporum og lærdi til blikksmið hjá Erlingi Høgnesen, sum átti Norð- oya Blikksmiðju. Seinni arbeiddi Victor hjá pf. Theodor við Keldu og hjá Dekkon, sum mammu- beiggin Jógvan Gerðalíð og Dávur Jacobsen áttu. Frá tí at IRF sá dagsins ljós, var Victor í starvi hjá teimum, og teir gjørdu henda álitis- mannin til leiðara í Norð- oyggjum. Nú hevur hann eitt skifti verið í farloyvi frá IRF. Victor arbeiðir nú hjá KBI, sum svágurin Karl Birgir Isaksen eigur. Í størvunum, sum hann hevur røkt, hevur Victor havt nógv við fólk at gera. Tað er hann meistarliga væl egnaður til. Hjartamálini hjá Victori hava verið barnalegurnar í Ástjørn á Norðurlandinum í Íslandi og legurnar í Zarepta. Í 1977 var Victor fyrstu ferð á Ástjørn, og síðani hevur hann verið har yviri mest sum á hvørjum ári og ofta fleiri ferðir um árið. Bæði í Íslandi og í Zarepta hevur Victor dugað so sera væl at skipa fyri ella at vera primus motor, tá ið tað hevur rátt um nýbygg- ing og viðlíkahaldsarbeiði. Hann hevur evnini at draga fólk afturat sær, og teir, sum hava verið í samstarvi við Victor, hava ongantíð kett seg, og nógv er komið burturúr. Hesi seinastu árini hevur Victor lagt til rættis og útgivið álmanakkan Ráð- gevari mín. Í hesum døgum er Ráðgevin fyri 2004 komin. Hetta er 68. árgang- ur. Abbin, Victor Daniel- sen, fór undir hetta tiltakið, og pápin, Dánjal Dánjals- son, tók ábyrgdina eftir pápa sín. Nú hevur triðja liðið ábyrgdina av Ráð- gevaranum, sum hevur eitt orð úr skriftini til hvønn dagin í árinum umframt upplýsingar, sum hoyra til allar álmanakkar. Victor giftist 11. oktober í 1986 við Gunnleyg Kalls- berg úr Klaksvík. Tey eiga tvey børn – Karla og Páll – og tey búgva við Kjalar- vegin. Marna Nolsøe Joensen 75 ár Leygardagin 1. november 2003 hevur Magnus Kjel- næs í Klaksvík arbeitt 50 ár hjá Føroya Bjór. Magnus hevði ikki fylt 14 ár, tá hann byrjaði at arbeiða á bryggjarínum. Hann hevur verið við til allar broyting- arnar upp gjøgnum árini, frá tí at alt arbeiði varð gjørt við hond til tær nýggj- astu og mest framkomnu maskinurnar. Í 1966 varð hann sendur til Danmarkar at seta seg inn í at arbeiða við teimum mest nútímans maskinun- um, sum vóru tá. Hann spældi eisini við í tiltikna 66-fótbóltsliðnum hjá KÍ. Hesa tíðina ar- beiddu ikki minni enn fimm fyrstudeildarspælarar hjá KÍ á Føroya Bjór. Magnus er ein álitis- maður hjá Føroya Bjór, hann var arbeiðsformaður í nógv ár og hevur passað tappimaskinurnar í yvir 30 ár. Eftir egnum ynski varð dagurin hátíðarhildin sam- an við starvsfólkinum fríggjadagin. Magnus Kjelnæs: 50 ára starvsdag hjá Føroya Bjór Andlát 26. oktober Erik Hansen,Klaksvík, vanliga nevndur Erik hjá Simonu, 77 ár Kristina Eysturberg,Hvalba, vanliga nevnd Kristina hjá Heygspaula, 83 ár Jógvan Johannesen, ættaður úr Hvalvík, búsitandi í Tórshavn, andaðist í Keypmannahavn, 84 ár Hannelina Olsen, ættað úr Søldarfirði, búsitandi í Rønne, 81 ár. 27. oktober Anna Maria í Skoráastovu, Havn, 39 ár Mads Winther Hentze, Havn, 62 ár 28. oktober Erling Heinesen, verkfrøðingur, Vestmanna, 93 ár Kirstin Joensen, ættað av Tvøroyri, bús. í Havn, 86 ár Hanus Thomsen, í Syðrugøtu, 74 ár 29. oktober Elsebeth Bech, Lopra, vanliga nevnd Dukkan, 83 ár Judith í Brekkunum, Hósvík, 91 ár 30. oktober Niels Eyðun Mortensen, nevndur Eyðun Mortensen, ættaður av Tvøroyri, bús. í Hundested, 48 ár Óli Sverri Hansen, Havn, Sverri hjá Rubek, 68 ár 75 ár Í dag, 1. november, fyllir Ejler Sørensen, Porkeri, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. C M Y K 14