leygardagur 1. november 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 208 - 1. november 2003
Nr. 208 - 1. november 2003
17
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Hanus Thomsen
Syðragøta
andaðist í heiminum týskvøldið 28. oktober,
74 ára gamal.
Farið verður úr heiminum leygardagin kl. 17.30 í
kirkjuna. Jarðarferðin verður sunnudagin
2. november kl. 14.00.
Familjunna vegna
Jóna, Frits og Jóhan
Tey, ið vilja minnast Hanus, kunnu lata eina gávu til
Hina føroysku Sjómansmissiónina.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður,
pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Arnholt Sofus Petersen
doyði og varð jarðaður.
Takk til personalið á deild A á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
sum fjálgaði so væl um hann, tá ið hann lá har.
Takk tit, sum so trúliga vitjaðu hann, og øll tit,
sum hjálptu okkum so væl.
Takk fyri heilsanir, gávur, blómur og uppringingar
her og frá útlandinum.
Takk til prestarnar fyri troystarrík orð og til sangarar,
berarar og tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Esther Petersen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona mín,
mamma, vermóðir og omma okkara
Katrin Amalja Fuglø
Hattarvík
lá sjúk, andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Deild A
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Vegna tey avvarðandi
Leivur, Steingrím, Birgit, Fríðbjørg,
Erling og lítla Katrin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt vístu
samkenslu og hjálptu í stóru sorgini, tá okkara elskaði
Kjartan Hentze
á Sandi
so brádliga varð tikin frá okkum.
Takk fyri skjóta og góða hjálp, tá vanlukkan hendi,
og umsorgan á B8 á Landssjúkrahúsinum.Troyst og
umsorgan á Glostrup Amtssjúkrahúsi og Hotel
Tórshavn.Takk til familju og vinir, ið vóru um børnini
torføru dagarnar heima og í Danmark.Takk øll tit, ið
tóku ímóti honum á flogvøllinum, í Skopun og tit,
ið mintust hann við Meginskúlan.Takk fyri hjálpina
í sambandi við jarðarferð og ervi og til stóra skaran,
ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri forbønir, vitjanir, uppringingar, blómur
og minnisgávur.
Jóhan Petur, Ida og børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu okkum
samkenslu, tá elskaða kona, mamma og omma okkara
Maria Vágstún
Klaksvík
lá sjúk, andaðist og varð jarðað.
Tøkk til deild A á Klaksvíkar sjúkrahúsið,
fyri tryggleika, umsorgan og røkt.
Tøkk til Niels Paula Danielsen prest fyri vøkur orð.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk øll tit, sum hjálptu til í sambandi við
jarðarferðina og ervið, og sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Julian, Heðin, Sigrun
og ommubørnini
Tøkk
Hjartaliga tøkk til tykkum mongu, ið á ymiskan hátt
vístu samkenslu, tá kæra mamma mín
Lena Olsen, f. Andreasen
ættað úr Tjørnuvík
doyði og varð jarðað.
Sunfríða
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Poul í Skorini
ættaður av Eiði, búsitandi í Tórshavn
andaðist hósdagin 30. oktober, 85 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
leygardagin kl. 18.30.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer sunnudagin kl. 14.
Fyri tey avvarðandi
Mia, Ragnhild, Sámal og Róland
Tey, ið vilja minnast Poul, kunnu lata Zarepta eina peningagávu.
Konsert
fyri buss
Bussur á ynskilistanum
Á Eirargarði 16 A býr
Lillian saman við 14
øðrum búfólkum. Tað
hevur enn ikki eydn-
ast stovninum at fing-
ið til vega bussin, tey í
fleiri ár hava søkt um.
Nú hava systkini hjá
Lilliuni, Angela og
Mark, sum bæði fáast
við undirhald, tikið
stig til eina barnakon-
sert, sum hevur til
endamáls at savna
pening til bussin, tey á
Eirargarði ynskja sær
INNSAVNING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Komandi leygardag verður
stór
barnakonsert,
har
kendi danski bólkurin, B-
Boys, fer at syngja. Eisini
føroysk børn fara at fram-
føra á konsertini, sum verð-
ur í Norðurlandahúsinum
klokkan 18.
Tað eru systkini, Angela
Petersen og Mark Joensen,
ið skipa fyri konsertini. Tey
ætla, at yvirskotið skal fara
til ein buss til búfólkini á
Eirargarði, har systir teirra,
Lillian, býr.
– Eg havi í fleiri ár ynskt
at fingið í lag eina barna-
konsert, so føroysk børn
kundu fáa møguleikan at
framføra sang sín á einum
rættiligum palli, og tá tað í
ár er ár teirra brekaðu,
hugsaði eg, at nú skuldi tað
verða, sigur Angela.
Vón við undirhald
Umframt dagliga starv sítt,
sum leiðari á einum dag-
stovni, fæst Angela eisini
við undirhald fyri børn.
Tá Angela las til peda-
gok, skipaði flokkurin hjá
henni fyri undirhaldi fyri
børnum fyri at savna pen-
ing til eina námsferð. Tað
var tá, Angela fann út av,
hvussu stuttligt tað er at
undirhalda børnum.
– Tað er ein einastand-
andi uppliving at fáa børn-
ini at flenna, og eg gjørdist
fullkomiliga bitin av tí,
sigur hon.
Barnasendingar hennara
eru sera væl umtóktar, og í
norðurlendskum høpi hevur
hon fingið virðisløn fyri
onkrar av teimum.
Mark starvast dagliga við
at skipa fyri konsertum og
tiltøkum av ymiskum slag.
Hann spældi í sínari tíð við
Mark No Limits og Chase,
og tá sá hann, at tørvur var
á, at onkur kundi skipa fyri
konsertum.
Tí var tað sjálvsagt, at
Angela bað beiggja sín
hjálpa sær at seta konsert-
ina upp.
– Eg hevði als ikki megn-
að at fingið eitt so stórt til-
tak í lag uttan Mark, sigur
hon.
Foreldur teirra, Arngerð
og Sólmundur Joensen,
hava fleiri ferðir spurt
Angelu og Mark, um tey,
nú tey bæði fingust við
undirhald, ikki kundu skipa
fyri onkrum, sum kundi
verða eitt íkast til bussin til
tey á Eirargarði.
Atgongumerkini,
sum
kosta 225 krónur, eru at fáa
á bensinsølum og kunning-
arstovum kring landið.
Búfólkini á Eirargarði
16 A eru at kalla
ómynduggjørd. Tey
hava ikki rætt til
pensjón, men fáa bert
lummapening. Fyri
tann peningin hava
tey ikki ráð at keypa
handikappbussin, tey
í fleiri ár hava søkt
landsstýrið um
EIRARGARÐUR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Hóast tey á Eirargarði 16 A
í fleiri ár hava søkt lands-
stýrið um ein buss til bú-
fólkið, so er als einki hent
enn.
Eirargarður má sigast at
vera tyngsti stovnur hjá ser-
forsorgini við tað, at 11 av
teimum 15 búfólkunum eru
koyristólbrúkarar.
– Vit hava eisini søkt
Hjálpartólamiðstøðina um
motorar til koyristólarnar,
men har siga tey seg ikki
hava skyldu at veita hjálpi-
tól til ein stovn, sigur Bjørg
Mohr, leiðari á Eirargarði.
Ikki kann sigast annað,
enn at búfólkin á Eirargarði
eru illa fyri. Tey hava ikki
rætt til hjálpartól og hava
ongan møguleika at útvega
sær tey sjálvi, tí tey fáa
onga pensjón.
Tann játtan, sum stovnur-
in fær, er ikki nóg mikið til
so stórar íløgur, sum t.d. ein
handikappbuss ella eldrivn-
ar koyristólar.
Savna inn sjálvi
Av tí, at flestu búfólkini eru
í koyristóli, hava starvs-
fólkini ikki møguleikan at
fara út við teimum, uttan at
taka eyka fólk inn til ar-
beiðis.
Tí hevði tað verið ein
øgiligur lætti, um tey
høvdu ein buss, sum hoyrdi
til stovnin.
– Tá høvdu vit havt
møguleikan at farið út við
øllum í senn, sigur Bjørg.
Sum nú er, eru tey bundin
av at biðja um bil frá MBF,
og tað kann við hvørt verða
leingi at bíða, tí tann buss-
urin skal nøkta tørvin hjá
fleiri stovnum.
– Til dømis hevur tað
hent seg, at vit hava bíðað
upp í ein tíma eftir bili aft-
aná eina veitslu inni í Eyst-
uroynni, sigur Bjørg.
Hon sigur, at tað eru ikki
umstøður, vit kunnu bjóða
fólki í dag. Í dag verður bil-
urin ikki roknaður sum
nakað luksus; hann er ein
sjálvfylgja, sum hoyrir til
nærum hvørt húsarhald.
Ein
handikappbussur
kostar um 400 túsund krón-
ur. Í eina tíð hava tey á Eir-
argarði savnað inn fyri
bussin, og eiga tey nú eini
200 túsund krónur.
Og nú verður so skipað
fyri einum tiltaki aftrat til
frama fyri bussin. Tað verð-
ur í Norðurlandahúsinum
komandi leygardag, har
kendi danski ungdóms-
bólkurin, B-Boys, fer at
syngja.
Tað eru Angela Petersen
og Mark Joensen, sum
skipa fyri konsertini.
– Vit eru Angelu og Mark
sera takksom fyri, at tey
vilja gera eitt so stórt tiltak
at stuðla okkum, sigur
Bjørg Mohr at enda.
Angela og Mark saman við
systur teirra, sum er rørslu-
og menningartarnað. Lillian
býr á Eirargarði
Mynd: Jens Kristian Vang
Bjørg Mohr:
Av tí, at flestu búfólkini eru í
koyristóli, hava starvsfólkini
ikki møguleikan at fara út
við øllum í senn. Tí hevði ein
bussur, sum hoyrdi til stovn-
in, verið ein øgligur lætti,
sigur Bjørg Mohr, leiðari á
Eirargarði 16 A
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16
N O R Ð U R L A N D A H Ú S I Ð
Tiltøk
november 2003
Framsýningin »Veiðimentan í Útnorðri« letur upp
27. november í »Den Nordatlantiske Brygge« í Keyp
mannahavn. Fotoframsýningin »Ved Hav« hjá Arvid Sveen
(N), Grete Andrea Kvaal (N) og Maria Gradin (N) er í húsinum
til og við 2. november.
Sunnudagur 2.
kl. 19.30
Opera La Bohéme (Giacomo Puccini)
Leikarar frá Rialto Sjónleikarahúsinum (DK) framføra Turi Olin
Grimstad (Mimi), Sune Rémi Hjerrild (Rodolfo),
Anna
Kathrina Börjeson (Musetta) og Joachim Knop (Marcello)
Anders Ahnfeldt-Rønne (DK) klaver og leikstjóri
Fríggjadagur 7.
kl. 13.00
Ráðstevna Vinnuhúsið (FO) Vinnudagur
Fríggjadagur 07.
kl. 20.00
Føroyskur barnadansur Dansifelagið í Havn (FO) og
Norðurlandahúsið í Føroyum
Leygardagur 8.
kl. 14.00
Fotoframsýningin »Sökandet efter Den Nordiska Gud-
innan« (FIN) letur upp. Myndir: Ilar Gunilla Persson (FIN) og
Patricia Rodas (FIN)
Leygardagur 8.
kl. 18.00
Barna- og Ungdómskonsertin 2003 (FO). M.a. luttaka: B-
Boys (DK), Nósabarnaprixvinnari 2002 og 2003 (FO) o.fl. Frá-
søgufólk er Angela. Innkomni peningurin fer til stuðuls-
arbeiði vegna »Ár teirra brekaðu«
Mikudagur 12.
kl. 20.00
KLIPP Filmsfelag Norðurlandahúsins sýnir filmin »Rem-
brandt« Jannik Johansen, 108 min. (DK 2003). Filmurin er
gjørdur yvir størsta listaránið í Danmark
Fríggjadagur 14.
kl. 20.00
Føroyskur barnadansur Dansifelagið í Havn (FO) og
Norðurlandahúsið í Føroyum
Leygardagur 15.
kl. 15.00
Fyrilestrar Fráhaldsfelag Føroya (FO) skipar fyri
Mikudagur 19.
kl. 19.30
Fyrilestur Turið Sigurðardóttir (FO) um Evu Ström vinnar-
an av bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2003. Nor-
røna Felagið (FO) skipar fyri
Hósdagur 20.
kl. 19.30
Konsert Orfeus Norðurlendsk trio: Marianne Rørholm,
messosopran (DK), Anette Maria Slaatto, fiól (DK) og Anne
Mette Stæhr, klaver (DK). Skrá: Verk eftir Atli Heimir
Sveinsson (ÍS), Sunleif Rasmussen (FO), Anders Brødsgaard
(DK) og Johannes Jansson (S)
Fríggjadagur 21.
kl. 20.00
Føroyskur barnadansur Dansifelagið í Havn (FO) og
Norðurlandahúsið í Føroyum
Leygardagur 22.
kl. 10.00
Norðurlendskur skeljafundur. Fyriskipari Norðlýsið (FO)
Sunnudagur 23.
kl. 16.00
Konsert og fløguútgáva Eivør Pállsdóttir (FO) og orkestur
(ÍS)
Fríggjadagur 28.
kl. 08.00
Føroya Tele Starvsfólkadagur
Fríggjadagur 28.
kl. 20.00
Føroyskur barnadansur Dansifelagið í Havn (FO) og
Norðurlandahúsið í Føroyum
Leygardagur 29.
kl. 18.00
50 ára Jubileumskonsert Kristiliga Sangkórið (FO)
Sunnudagur 30.
kl. 15.00
Bókadagur 2003 Fyriskiparar eru Rithøvundafelag Føroya
(FO) og Norðurlandahúsið í Føroyum
Húsið er opið gerandisdagar kl. 10.00 -17.00
og sunnudagar kl. 14.00-17.00.
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900.Telefax nr. 319790
e-mail:nlh@nlh.fo · www.nlh.fo
Tekstvarp í SvF frá síðu 650