Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 208 - 1. november 2003 Nr. 208 - 1. november 2003 19 UTTAN ÚR HEIMI Kriminellur forseti Forsetin í Litava, Rolandas Paksas, er skuldsettur fyri at hava havt samband við skipaðan altjóða kriminalitet. Litavska ákæruvaldið kunnaði fyrradagin tjóðarting- ið um, at forsetin og fremsti ráðgevi hansara, Remi- gijus Acas, hava havt samband við eitt umstrítt russiskt felag, sum gongur undir heitinum "21. øld". Sambært litavska sjónvarpinum hevur russiska felagið verið uppi í altjóða kriminaliteti, og felagið skal hava víst áhuga fyri at sleppa framat, nú partur av teimum al- mennu tænastunum í Litava skulu einskiljast. Skuldsetingin er sera álvarssom, og formaðurin í tjóðartinginum hevur tí boðsent tingmanningini á fund týsdagin í næstu viku at taka støðu til, hvat gerast skal. Alment hevur Rolandas Paksas ikki gjørt nakrar viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá ákæruvaldinum. Stóra bót fyri russarafisk Norska ákæruvaldið vil vera við, at fyritøkan West Fish hevur snýtt tollvaldið fyri 5,3 milliónir krónur og vil tí hava felagið at rinda peningin umframt tvær milliónir krónur í bót. Málið snýr seg um russarafisk. Ákæruvaldið vil vera við, at West Fish keypti liðugt virkaðar fiskavørur frá russiskum trolarum og seldi tær til ES sum norskan fisk. Á tann hátt slapp felagið bíliga í tolli, tí tollurin á russiskum fiski er nógv hægri enn á norskum fiski. West Fish góðtekur ikki, at felagið skal gjalda tvær milliónir krónur í bót, skrivar Aftenposten, og tí endar málið ivaleyst í rættinum. Umframt sjálva bótina hevur ákæruvaldið eisini stevnt tveimum av stjórunum í West Fish. Vænta lágan oljuprís Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, sig- ur seg bera ótta fyri, at oljuprísurin fer at fella næsta ár. Aðalskrivarin í OPEC, Alvaro Silva, sigur við tíð- indastovuna AP, at prísurin fer at vera støðugur í ár, men næsta ár kemur nógv olja á marknaðin, og tí fer prísurin helst at fella, sigur hann. Síðani OPEC fór undir at regulera framleiðsluna fyri at halda prísinum uppi, hevur oljan kostað ímillum 22 og 28 dollarar fyri tunnuna. Alvaro Silva sigur, at OPEC vil ikki koma í somu støðu sum í 1998, tá prísurin fór heilt niður á 11 dollarar fyri tunnuna. Ta seinastu tíðina hava OPEC-londini framleitt 25,4 milliónir tunnur um dagin, men frá í dag verður fram- leiðslan skerd 900.000 tunnur, og tann 4. desember skulu londini aftur taka støðu til at skerja framleiðsl- una eitt sindur afturat. Samstundis hevur OPEC biðið oljulond uttan fyri felagsskapin so sum Noreg, Mek- siko og Russland halda aftur í framleiðsluni fyri at halda oljuprísinum uppi. Arbeiðsloysið veksur Arbeiðsloysið í Danmark veksur støðugt. Í september vóru 6,3 prosent av teimum arbeiðsføru dønunum ar- beiðsleysir. Í august var talið 6,1 prosent. Tað merkir sambært donsku hagstovuni, at 176.800 fólk vóru arbeiðsleys í september ímóti 170.500 í august. Claus Hjort Frederiksen, arbeiðsmálaráðharri, sigur við Berlingske Tidende, at gongdin er óheppin, men hann leggur afturat, at hon er ikki verri enn tað, sum stjórnin hevði væntað. Hann sigur seg fegnast um, at arbeiðsloysið er ikki vaksið so nógv í seinna hálvárin- um sum í tí fyrra, men broytist tann gongdin, er stjórn- in til reiðar við neyðugum tiltøkum, sigur ráðharrin. Danskir búskaparfrøðingar ivast ikki í, at um stutta tíð fer talið á arbeiðsleysum dønum upp um 180.000. Teir vísa kortini á, at talið er framvegis lutfalsliga lítið samanborið við arbeiðsloysið í kreppuni tíðliga í níti- árunum. Eitt nú vóru 360.000 danir arbeiðsleysir í 1994. Tað heldur leiðarin í altjóða kjarnorkueft- irlitinum, Mohamed ElBaradei. Tí er átroðkandi neyðugt við einum sáttmála ímóti útbreiðslu, sigur hann. KJARNORKUVÁPN Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er í einari samrøðu við franska blaðið Le Monde, at Mohamed ElBaradei kemur við døpru tíðindun- um um, at næstan 40 lond eru før fyri at útvega sær kjarnorkuvápn. – Tann gamli sáttmálin ímóti kjarnorkuútbreiðslu, sum kom í gildi í 1970, dugir ikki longur, tí nú eru tað bæði lond og yvir- gangsfelagsskapir, sum kunnu fáa sær kjarnorku- vápn, sigur ElBaradei við Le Monde. Sjálvur heldur hann, at tað eru millum 35 og 40 lond, sum eru før fyri at gera kjarnorkuvápn. Hann vísir á, at galdandi altjóða reglur banna ikki londum at ríka uran, so tað kann nýtast til kjarnorku- vápn. Tá tey hava fingið nóg mikið av ríkaðum ur- ani, tekur tað bara nakrar fáar mánaðir at gera kjarn- orkuvápnini, sigur hann. – Okkurt má gerast við hetta. Í Norðurkorea standa vit longu á eggini til eina vanlukku, sigur leiðarin í kjarnorkustovninum við franska blaðið. Við nóg stórum og nóg áhaldandi diplomatiskum trýsti høvdu vit kanska sloppið undan krígnum í Irak. Tað sigur trygdarráðgevin hjá Bush, forseta. IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Condoleezza Rice legði ivaleyst brenni á bálið, tá hon fyrrakvøldið segði, at heimurin hevði kanska kunnað sloppið undan krígnum í Irak, um nóg stórt og nóg áhaldandi diplomatiskt trýst bleiv lagt á fyrrverandi stýrið í Bag- dad. – Hernaðarlig tiltøk eru ikki altíð tann besta loysn- in. Í Iran hava vit valt at nýta altjóða trýst og sam- starv. Vit hava sagt iranum, hvat teir skulu gera. Diplomatiskt trýst kann loysa summar kreppur. Høvdu vit nýtt tann háttin ímóti Irak, hevði tað kanska virkað, segði Con- doleezza Rice við tíðinda- fólk í New York hóskvøld- ið. Orð hennara koma iva- leyst væl við hjá teimum, sum finnast at George W. Bush, forseta og stjórnini fyri kríggið í Irak. Eyg- leiðarar í USA siga, at alt fleiri og fleiri amerikanarar eru farnir at stúra fyri, at USA førkar seg longri og longri burtur frá hinum partinum av heiminum. – Vit fara skeivan veg, og verri er, at vit hava ikki ráð til tað. Politikkurin hjá stjórnini at taka altjóða mál í egnar hendur og at velja ósemjur heldur enn sam- gongur er ein stórbroyting í amerikonskum uttanríkis- politikki, sigur Sandy Berger, sum var trygdar- ráðgevi hjá Bill Clinton. Men Condoleezza Rice gjørdi støðuna hjá Bush- stjórnini greiða hóskvøld- ið: – Politikkurin hjá USA er politikkurin hjá USA og ikki nøkrum øðrum, segði hon. 40 lond kunnu gera kjarnorkuvápn Kundu kanska sloppið undan krígnum í Irak Condoleezza Rice heldur, at vit kundu kanska sloppið undan krígnum í Irak við nóg stórum og nóg áhaldandi diplomatiskum trýsti. VIÐMERKINGAR Steintór Rasmussen Tað eru ikki øll forlovilsi sum blíva til giftarmál. At ongin sáttmáli varð gjørdur við danska plátu- felagið RecArt hevði sínar grundir. Gamaní var møguleikin at avreiða allan tónleik og rættindi til Danmark, og síðani vóna at okkurt munagott skuldi spyrjast burturúr. Tað kundi hent at so varð. Men tilboðið frá RecArt var orðað soleiðis at tað var frámælt av jurist- um, familju og tónleikar- um. Vit fingu boðið eina upphædd, sum svarar til ein nýggjan bil, fyri innspælda tilfari og rættindi til Brand, men so vildi eisini øll fram- tíðin hjá unga dronginum ligið í fremmandum hond um. Vit takkaðu nei. Eisini tí at vit trúðu at føroyskur tónleikur hevði betri uppi- borið. Hugskotið við NAME var komið í eygað, men sum kunnugt gjørdist hetta ein tungur burður. Tað er ein vakur siður, ikki minst her í Føroyum, at siga farval og fylgja teimum sum ein er góður við. At Dimmalætting og Sosialurin vildu verða hjá- stødd til jarðarferðina av NAME havi eg alla virðing fyri. Men at vera hangandi aftaná ervið er ikki gamalt. Tað eru nógv hugskot sum ikki gerast veruleiki og nógv feløg sum ikki fáa vind í seglini. At Name kvaldist í føðingini er spell. Men har ein hurð verður afturlatin fer oftani ein onnur upp. Kanska eru greinarnar í Dimmu og Sosialinum gott undirhald hjá summum føroyingum, men serliga góður journalistikkur kann tað ikki sigast at vera. At Sonja og Páll eru far- in at partrola eftir gomlum søgum, mugu tey um. Men eitt sindur av fyriliti og morali burdi bløðini kunna borga fyri. Og tað er heldur tíðliga at skriva negrologin yvir Brand og føroyska tón- leikavinnu. Ironiskt nokk havi eg brúkt løtur saman við Brandi, har vit hava tosað um útlendsku pressuna, sum roynir at spinna yvir- skiftir og gølur burturúr barnastjørnum. Hvat so um eitt plátu- felag í Danmark ikki er áhugað í Brandi? Nógv meira áhugavert er tað hví eitt framtaksfeløg og eitt ungt nýstovnað íleggjara- felag ikki sýna einari nýggjari vinnu størri áhuga. Tað hevur verið tosað nógv um nýggjar vinnur í Før- oyum og politisk vildi eitt samtak sum hetta vunnið undirtøku og verið slóð- brótandi innan tónleikin. Men nú fáa vit at síggja! Dagliga síggja vit hvussu føroyingar á tónlistaliga økinum flyta mørk. Vit fylgja Teiti kring knøttin, Guðruni í Danmark og Eivør í Íslandi. Og bæði Dimmalætting og Sosial- urin skulu vera vælkomin at fylgja Brandi Enni í USA í november og í Suður Afrika í februar 2004. Eg skal minna á, at Brandur Enni er einans 14 ára gamal og við teimum royndunum sum eru gjørd- ar í studio og á palli, so eru grundin laðað til eina møguliga framtíð innan tónleikin. Og allatíðini koma nýggir spírar sum vaksa út um bøgarðarnar. Tíbetur hava fleiri sýnt hesum arbeiði ans og eg eri sera takksamur fyri tann stuðul og tað álit feløg, einstaklingar og stovnar hava víst mær og Brandi. Eg havi allar orsøkir at meina at vit eru á rættari leið. At alivinnan hevur mist fleiri hundrað milliónir er ein búskaparligur sorgar- leikur. At Name fer í ommu sína, er hvat tað er. Dreym- urin og hugurin at halda fram er nógv størri enn avtøkan av einum felagi. Henrik Old Í fyrradagin var boðaði Vinnuhúsið frá, at almenna fyrisitingin, tvs landsfyri- sitingin, var vaksin við 104 størvum pr. ár frá 1998 til 2002, við øðrum orðum í einum fimm ára skeiði. Áhugavert hevði verið at samanborið, hvat hetta svarar til í høvuðsvinnuni. At tað eru 104 størv sett fyri hvørt árið, svarar hetta áleið, í einum fimm ára tíðarskeiðið, til talið á størvum í seks av størstu flakavirkjum. Samanbera vit nýggju størvini í fyrisitingini við størv í fiskiflotanum, og býta tey eftir nøkunlunda stødd av veiðuflotanum, síggja vit at, um byrja verð- ur í 1998, so svarar hetta til manning av fimm rækju- trolarum. Í 1999 manning av trimum flakatrolarum. Ár 2000 manning til 16 partrolarar. 2001 manning til sjey stállinuskip (kundi verði sama tal á djúpvatns- trolarum). 2002 heili 26 útróðrarskip av støddini millum 30 og 60 brutto- tons. Samanlagt gevur hetta manningar til 54 skip. Áhugavert hevði verið at vita, hvussu nógvar mió. talið av omanfyrinevndu skipum høvdu fiska fyri hvørt árið síðani 1998, men tað kann vendast aftur til seinni. Man kann spyrja seg sjálvan um tænastan til borgaran er betra í tann mun, hesi 520 størv eru sett í fyrisitingini. Tað kann ikki verða nakar ivi, tá man hoyrir niðurstøðunar hjá løgtingsins umboðsmanni, yvir tænasturnar hjá fyri- sitingini til borgararnar. Eitt er at minnast til afturat, at hesi 520 nýggju størvini eru komin áðrenn nøkur yvirtøka er framd, so ein og hvør kann rokna út hvat talið verður um tað eydnast hjá teimum vill- astu yvirtøkufólkunum at fáa sítt ígjøgnum. Rúni Nielsen formaður Unga Tjóðveldisins Agenda Síðst í farnu øld varð bragdliga lagt til brots við eini økismenningarætlan fyri Føroyar. Fólk vóru at óttast fyri tí fánandi út- jaðaranum, og eisini rædd- ist fólk miðsavnandi meg- ina í Havn. Eitt satt vakuum sat miðskeiðis í Føroyum. Hvussu viðfevnd henda ætlan skuldi vera, vóru fólk ymisk á máli um. Í stórum lopum, um vit fara ígjøg- num nakrar ætlanir, kunnu vit nevna: Fría frakt til út- oyggjar — minnist meg rætt, so varð hetta sett í verk. Eisini hevur verið nevnt, at Føroyar skulu býtast upp í 7 deildir, allar við atliti at gera tær áleið líka stórar. Við hesum skuldi umsiting deilast út á hvørja deild. Hetta er bert fáar av ætlanunum frammi hava verið millum ár og dag. Álit eru skrivað, nevndir og bólkar eru settir og uppaftur onkur annar er vorðin serfrøðingur - men lítið er komið av skafti. Dýrkandi umsiting Føgur orð og álit er ikki tað sum skal til. Stiðtøkan má koma úr økinum sjálvum. Almennu Føroyar kunnu sjálvandi gera karmarnar so góðar og nýtímans, sum til ber. Vegirnar, atløgupláss, munandi vatnveiting og samskiftinet. Tað almenna kann ikki fara at veita stuðul og styrk til fyritøkur fyri at fáa tær at støðast á ymsum plássum. Eitt sum nakað hevur verið gjørt av, er at býta al- menn arbeiðspláss út á so- kallaðu økini. Hetta hevur riggað væl í ávísan mun. Tó so ger hetta gerandisdagin dýrari fyri viðkomandi stovn. Sjálvt um eindirnar eru smáar, skal alt hitt sama til eina lítla eind sum eina stóra: Hiti, húsaleiga, el- orka, reingerð, telduútgerð og samskiftiskostnaður. Kanska einamest hitt síðsta dýrkar umsitingina mun- andi. Minni kostnað, sterkari øki Tað sær út til, at so skjótt ein tosar um økismenning, so fylgir meirkostnaður við. Soleiðis nýtis tað ikki at vera. Hvat um vit kundu ført út í lívið eina ætlan, sum merkti bíligari al- menna umsiting og ein mentan útjaðara? Hetta ljóðar óivað sum søtur men ørur tónleikur í oyrunum á teimum flestu. Sannleikin er tann, at hetta ber væl til. Stovnar kunnu býta upp- gávur sínar út á øll økir í landinum. So við so við kunnu stovnarnir minka um skrivstovuvíddina, og at enda bert hava eina sam- skipandi miðfyrisiting í Tórshavn. Veruligu upp- gávurnar vera loystar úti í heimaskrivstovum. So kann málsviðgerðin sita í Kunoy, Víkarbyrgi ella Mykinesi og loysa uppgávuna til fulnar. Ístaðin fyri dýr høli og dýrt víðlíkahald, eru bert teldan og samskiftisnet neyðug fyri at fáa hetta at koyra. Men her finnast ístaðin nakrir sosialir vans- ar. Eitt arbeiðspláss eru jú so nógv meira enn materi- ellir karmar. Fólkini ið myndað arbeiðsplássi er jú stórur partur av trivnaðin- um hjá hinum einstaka. Verður alt vigað upp við fyrimunum og vansum sær henda verkætlan framvegis góð út. Við hesum fáast tvær flugur við eitt smekk, almenni umsitingarkostn- aðurin lækkar og økini mennast. Fyribrigdi við tumlatrillarum hvørvir kanska eisini. Gjøgnum- skygni økist, tí fólk verða mett eftir uppgávunum tey loysa, ikki eftir hvussu væl tey møta upp ella hvussu væl tey rudda sítt skrivara- borð. Skynast má ímillum styrk/studning og menning Tað er eisini keðiligt at viðgerða eitt heilt øki sum ein almanna klient. Ímynda tykkum, at umboð koma úr Havn at læra tykkum at yvirlivað? Ikki einans hevði eg sjálvur tikið hetta sum eina grova spottan, men eisini hevði hetta kanska tikið alla vónina frá mær, tí serfrøðingar siga, at mær er ikki lív lagað. Tað skal vera skott ímillum menning og studning. Vit hava sæð í Grønlandi, at nógvar milli- ónir vera brúktar til at halda óveriligt lív í ymsum økj- um. Hetta júst tað í kann henda í Føroyum. Studn- ingur kann drepa alla stig- takan úr økinum. Júst sum danska ríkisveitingin nær- um fekk lívið av allara føroyskari stigtakan. Fær seyðurin breyð hvønn dag við kjallaradyrnar, so leitar hann sær aldrin í skorðar og líðir eftir tí grøna leskandi grasinum, hóast hetta er nógv sunnari enn viku- gamalt mogið fransabreyð. Á øllum økjum mugu vit sjálva hyggja upp og møgu- liga bróta slóð á nýggjar leiðir. Hetta er galdandi lokalt og globalt. Hitt al- menna kann byggja okkum keiøkið, vegir og brýr, men hitt almenna kann ikki byggja álit á egna megi og egnan mátt. You name it! Økismenning – miðvís ætlan ella orðaskvaldur 57 nýggjar manningar Ár Manning til 1998 5 rækjutrolarar 1999 3 flakatrolarar 2000 16 partrolarar 2001 7 stállínuskip/djúpvatnstrolarar 2002 26 útróðrarskip 30-60 tons C M Y K 19 18