leygardagur 1. november 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Klaksvíkingar skulu
nú vísa, at tað var
venjaranum, sum tað
var galið við, og besti
hátturin at gera hetta
er við sigri á meist-
arunum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Brakið hetta vikuskiftið
tykist vera í Klaksvík, har
VB kemur á vitjan. Eitt er,
at dystirnir millum hesi
bæði liðini ofta eru av tí
heilt undirhaldandi slag-
num. Liðini hava ein spæli-
stíl, sum leggur upp til
skjótt spæl og nógv mót-
álop, og í nógvum førum
seinastu árini hevur tað
givið úrslit í nøkrum av
bestu hondbóltsdystunum í
árinum.
Hartil er støðan eisini
tann, at hetta heilt avgjørt
er møguleikin hjá Stjørnuni
at rætta kósina. Byrjanin
hevur
als
ikki
verið
nøktandi hjá liðnum, og
fyrr í vikuni tók leiðslan í
felagnum avgerð um, at
venjarin skuldi sendast til
hús. Nýggjur venjari er
Rógvi Nielsen, og verður
tað sostatt hansara uppgáva
at venda kósini. Og tað má
næstan gerast alt fyri eitt.
Tapir Stjørnan dystin, so
eru longu nú fimm stig
mist í mun til oddaliðið, og
tó at vit enn bert eru í
grundspælinum, so kann
hetta gerast meira enn tungt
at vinna aftur.
VB hinvegin fer neyvan
til Klaksvíkar at leggja seg
niður soleiðis uttan víðari.
Tó at tær helst framvegis
mugu vera Daivu Toumaite
fyriuttan, so er talan fram-
vegis um eitt sera sterkt lið.
Somikið sterkt, at tær enn
halda rimmarfast um odda-
sessin, og tað er helst eitt
tak, sum tær ikki vilja
sleppa.
Tey næstbestu
Tveir aðrir dystir eru eisini
um vikuskiftið. Í Vest-
manna tekur VÍF ímóti
Neistanum, og í løtuni er
líkt til, at hetta er dysturin
um, hvat liðið skal fylgja í
hølunum á VB. Her tykist
VÍF á pappírinum hava
betru kortini, men enn
hevur Neistin í øllum hildið
fast í sínum, og tó at talan
var um greitt tap fyri júst
VB í fyrsta dystinum á ár-
inum, so hava tær síðani
sýnt góðar taktir. VÍF var
eisini fyri greiðum tapi
ímóti VB, men hóast alt, so
var tað áðrenn nýggi út-
lendski styrkurin var komin
til landið, og hesin kann til
tíðir gera heilt stóran mun.
Seinasti dysturin verður á
Giljanesi, har Søljan tekur
ímóti StÍF. Enn hevur Sølj-
an einki stig fingið, og á
pappírinum er heldur ikki
líkt til, at tey skulu koma í
hesum dystinum. StÍF hev-
ur sum bronsuvinnari frá í
fjør í øllum førum nakað at
liva upp til, men hinvegin
víst Søljan gott treysti í
seinasta
dystinum,
og
kanska fara tær tí at gera
ein vørr hesaferð.
Nr. 208 • leygardagur • 1. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 VB
4
4 - 0 - 0
108
63
45
8
2 VÍF
4
3 - 0 - 1
93
83
10
6
3 Neistin
3
2 - 0 - 1
83
58
25
4
4 Stjørnan
3
1 - 1 - 1
71
60
11
3
5 StÍF
3
1 - 1 - 1
65
71
-6
3
6 Søljan
3
0 - 0 - 3
46
73
-27
0
7 Kyndil
4
0 - 0 - 4
52
110
-58
0
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 Neistin
3
2 - 1 - 0
88
76
12
5
2 Kyndil
3
2 - 1 - 0
87
81
6
5
3 StÍF
3
2 - 0 - 1
73
67
6
4
4 VÍF
3
1 - 0 - 2
73
71
2
2
5 KÍF
3
1 - 0 - 2
75
81
-6
2
6 H71
3
0 - 0 - 3
72
92
-20
0
7 Tjaldur
0
0 - 0 - 0
0
0
0
0
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett stig
1 KÍF
3
3 - 0
9
4
5
6
2 Mjølnir
2
2 - 0
6
0
6
4
3 TB
2
1 - 1
4
3
1
2
4 Fleyr
2
1 - 1
3
5
-2
2
5 Dráttur
3
0 - 3
4
9
-5
0
6 ÍF
2
0 - 2
1
6
-5
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett stig
1 Mjølnir
2
2 - 0
6
0
6
4
2 SÍ
1
1 - 0
3
0
3
2
3 Fram
0
0 - 0
0
0
0
0
4 ÍF
1
0 - 1
0
3
-3
0
5 Fleyr
2
0 - 2
0
6
-6
0
Oddaliðið móti
stjørnunum
Ofta hevur talan verið um
sera undirhaldandi dystir, tá
Stjørnan og VB hava dystast,
og nógv bendir á, at hetta
eisini verður støðan
sunnudagin
21
20
Nr. 208 - 1. november 2003
Hesi orð úr Jóhannesar
evangelium 15:13 eru rist
inn í ein granittkarm, ið er
uttan um eitt bronsurelieff
við inngongdina til kirkj-
una í Skagen.
Relieffið
avmyndar
bjargingarmenn, ið koma
berandi ein illa á holdum
komnan sjómann. Men,
eisini annað er høgt inn í
rammuna, nevniliga nøvn-
ini á 8 bjargingarmonnum,
ið settu lívið í vága í einari
roynd at bjarga manningini
av
svensku
briggini
Daphne, ið var strandað við
Skagen undir einum ódnar-
veðri á jólum í 1862.
Óivað er tað so, at vit
danir
stundum
øvunda
norðmonnum sagnpersónin
Terje Vigen. Men, vit
kunnu tó vísa á Lars Kruse,
sum veruliga í holdi og
blóði settist til róðurs í báti
sínum og helt út á hav til
tess at bjarga skipbrotnum.
Hendan frásøgnin er júst
ein slík.
Henrik Ibsen risti sín
Terje Vigen inn í norskan
skaldskap. Men Holger
Drackmann skrivaði hesar
reglur, sum vórðu ristar inn
í gravsteinin hjá Lars
Kruse,
sum
stendur
í
kirkjugarðinum í Skagen:
Om revlens brus for-
stummed
Så mæler denne sten.
Her bleges under klittens
sand
En modig sømands ben.
Men Skagens rev og revler
Erkender deres pligt
Og synger um Lars Kruses
dåd
Et højlydt heltedigt
Munurin er tann, at undir
steininum í kirkjugarðinum
í Skagen er Lars Kruse
jarðaður, meðan eingin
Terje Vigen liggur undir
obeliskinum í Fjære kirkju-
garði, har hetta navn er
innrist.
Í 1800 talinum var siður,
at
bátaeigarar
bjóðaðu
fiskimonnum í Skagen við
konum og børnum til jóla-
veitslu. Soleiðis var eisini á
jólum í 1862.
Meðan veitslan varð hild-
in 2. jólakvøld, vaks vind-
urin til ódn av útnyrðingi
vestri. Menninir, ið kendu
til mátt havsins, fylgdu
konum og børnum heim og
fóru síðan sjálvir í smáum
hópum oman á strondina at
hyggja eftir, um skip kundu
vera komin ov nær landi og
sostatt vera í vanda fyri at
ganga burtur. Tá í tíðini
høvdu skipini einans segl-
ini at líta á.
Júst, sum dagslýsið breyt
fram 3. jólamorgun, fóru
boðini gjøgnum býin, at eitt
skip var farið á land á
Nordstrand, og at mann-
ingin hevði skorið rigning-
in niður.
Øll, sum vóru á fótum,
fóru til stranda, og hend-
ingarnar tóku beinan vegin
dik á seg, sum so mangan
fyrr. Hesa ferð komu tær tó
at gerast meiri syndarligar
enn tær nakrantíð høvdu
verið áður ella komu at
verða seinni.
Skipið, sum stóð á tveim-
um rivinum, meðan brota-
sjógvarnir løgdu yvir tað og
mastrar og segl flutu uttan
um tað, var briggin Daphne
frá Gøteborg. Skipari um-
borð var A.F. Lindblom, og
var skipið á veg til Gette
við last av timbri.
Ikki vardi leingi, til
bjargingarmenn í sjóklæð-
um komu til bjargingar-
húsið á Nordstrand. Bøndur
komu við hestum, soleiðis,
at tann stóri, reyði bjarging-
arbáturin kundi verða flutt-
ur til stranda.
Við myndugleika leiddi
bátsformaðurin, Jens Chr.
Jensen, fyrireikingarnar til
sjósetingina av bátinum, og
menninir, ið ikki høvdu
fingið blund í eyguni
veitslunáttina, gjørdu seg
til reiðar til ódnartak úti á tí
froðandi havi.
Komnir út til vrakið,
eydnaðist teimum, hóast alt
vrakgóðsið, ið fleyt á sjón-
um, at koma so nær, at ein
sjómaður kundi lorast niður
í bjargingarbátin. Men, tá
hin næsti var til reiðar at
verða loraður niður, breyt
eitt stórt brot inn á síðuna á
bátinum. Báturin legði seg
nógv á liðuna, og ólukku-
tíð, við tað at akker vóru
kastað út bæði aftan og
framman, fekk báturin ikki
lyft sær upp á alduna.
Næsta brotið gjørdi, at bát-
urin holvdist, og fleyt hann
nú við kølinum upp.
Bjargingarmenninir og
sjómaðurin, ið helt, at hann
var bjargaður, sóust eina
løtu at berjast í vónloysi
fyri lívinum. Inni á strond-
ini tóku menn saman hend-
ur og gjørdu eina ketu út á
sjógv, og á henda hátt vórðu
tveir menn bjargaðir í land
á lívi. Tveir drivu til havs,
sjómaðurin og ein bjarging-
armaður, meðan 7 róku
deyðir inn á strondina.
Hesi jól gjørdust 8 kvinn-
ur í Skagen einkjur og 25
ómyndug børn faðirleys.
Millum
fiskimenninar,
sum stóðu rundan um ein
fiskibát, ið var drigin upp á
strondini, ein sokallaðan
róðursbát - ein teirra er
varðveittur sum fornminni í
Skagen – var hin 32 ára
gamli Lars Kruse. Hann var
ikki við í bjargingartænast-
uni hjá statinum. Hóast
hetta hevði hann verið við til
nógvar bjargingarroyndir,
men altíð við einum av
hesum róðursbátum. Hann
hevði ta áskoðan, at hesir
heimabygdu bátar vóru
nógv betur egnaðir í ringum
sjógvi enn teir bjargingar-
bátar, ið vóru bygdir á her-
skipasmiðjuni.
Eftir at manningin á róð-
ursbátinum hevði gjørt eina
roynd at koma hinum skip-
brotnu til hjálpar og var
komin inn aftur uttan úrslit,
umhugsaði Lars Kruse, at
royna at gera tað, ið framm-
anundan var miseydnað og
sum hevði havt so syrgilig-
ar avleiðingar fyri mann-
ingina á bjargingarbátinum.
Eftir stutta ráðagerð, fekk
Lars Kruse 8 menn at koma
við sær í bátinum.
Eina løtu tyktist tað, sum
róðursbáturin eisini var við
at holvast, men lukkutíð
eydnaðist tað honum at
koma aftur til lands við
skiparanum, soni hansara og
einum manni aftrat. Seks
sjómenn vóru nú eftir úti á
vrakinum, sum hvørja løtu
varð hótt við at fara í sor av
stóru brotunum, sum alla
tíðina løgdust yvir skipið.
Men nú var vorðið ov myrkt
til at róð kundi verða út
aftur. Einki kundi gerast,
fyrr enn mánin kom fram,
og fóru tí fiskimenninir
heim fyri at lata seg í turr
klæði.
Teimum
tørvaði
eisini mat og at fáa hvílt seg
eitt sindur.
Um 10-tíðina um kvøldið
hittust Lars Kruse og menn
hansara aftur á strondini,
har skipið var farið á land.
Vindurin var minkaður
nakað og ein bátsmanning
frá Højen var í ferð við at
flota ein bát. Men tá ið teir
sóu Lars Kruse koma,
samdust teir um, at best
mundi vera, at hann fór út
við sínum monnum.
Hesir menn róðu so út á
hitt dunandi, uppøsta havið,
og stutt eftir sást báturin í
vetrarins mánalýsi at seta
kós móti vrakinum, har
lúgvaðu sjómenninir vóru
umborð.
Øll vistu, at Lars Kruse
við fastari hond helt um
stýrisvøl og at harraboð
hansara beinanvegin vórðu
fylgd av monnunum við ár-
arnar og teimum, ið høvdu
ábyrgdina av akkerunum.
Út á náttina førdi Lars
Kruse restina av teimum
skipbrotnu í land, og við
hesum var ein av alra tor-
førastu bjargingum í dansk-
ari bjargingarsøgu fullførd.
Men fleiri smá heim í
býnum høvdu eisini goldið
ein sera høgan prís.
Tann burturgingni bjarg-
ingarbáturin rak óskaddur
inn á svensku strondina nær
við heimstaðið hjá Daphne,
sum ein døpur áminning
um, hvat bjargingin av
svensku manningini hevði
kostað Skagen. Hann var
síðan sendur aftur til heim-
stað sítt, og tá ið formaður
hansara var sjólátin, gekk
Lars Kruse við til, eftir at
hava fingið nógvar áheitanir
um hetta, at gerast formaður
á bjargingarbátinum.
Í 31 ár var hann leiðari á
bjargingarbátinum, og hesi
árini hevði hann ábyrgdina
av 29 bjargingarroyndum,
har 180 skipbrotnir menn
vórðu bjargaðir. Tað finst
ikki tal á, hvussu mongum
hann bjargaði við egna báti
sínum, áðrenn hann varð
settur í starv hjá bjargingar-
tænastuni,
men
hildið
verður, at hetta tal er umleið
tað sama. Eftir bjargingar-
bragd sítt á jólum í 1862
varð Lars Kruse kosin dane-
brogsmaður, men gingu tó
18 ár, áðrenn hann kundi
seta heiðursmerki kongsins
á frakka sín framman fyri
longu røðini av donskum og
útlendskum heiðursmerkj-
um, ið hann hevði fingið
gjøgnum árini. Men, hetta er
ein long søga, so hon verður
ikki tikin við her.
Seinasti túrurin hjá Lars
Kruse við bjargingarbátin-
um var í einari kavaroksódn
hin 6. mars í 1894, tá
manningin
á
galeaseni
Gesiene frá Bremen var
bjargað.
Tríggjar dagar seinni, tá
hann var til fiskiskap,
holvdist bátur hansara, og
Lars Kruse og ein ungur
hjálparmaður
hansara
druknaðu,
meðan
tveir
aðrir vórðu bjargaðir.
Havið hevði at enda tikið
mannin, sum so treiskur og
óttaleysur hevði bjóðað tess
megi av.
Líkið av Lars Kruse var
borið inn í lítla heim hans-
ara tætt við gistingarhúsið í
Brøndum. Her varð hann
lagdur á eina vakra, hvíta
líkbøru. Kransar bæði av
nærleiðum og fjarleiðum —
eisini frá konginum —
vórðu lagdir inn í stovuna,
har kistan stóð. Tá ið presta-
hjúnini frá Råbjerg (Bojsen
Jensen) trinu inn í lágu
stovuna, sat norski málarin,
Chr. Krogh og teknaði høv-
ur hins deyða. Prestakonan,
skaldið Thyra Jensen, skriv-
ar í bók síni "Fra gamle
præstegårde", at hon kendi
tað, sum stóð hon í eini
verð, har enntá hitt reinasta
og vakrasta huglag gjørdist
til krotusmíð samanborið
við veruleikans stórleika, og
skrivar hon: "Í opnu kistuni
á hvíta koddanum hvíldi hitt
stoltasta høvur, ið eg minn-
ist meg nakrantíð hava sæð.
Eg leit at longu og viljaføstu
munnrípuni og var so sorg-
arbundin um at eg ikki
hevði upplivað at hitt hetta
vituga og vinarliga eygna-
brá. Á veðurbardu høgru
hond hansara var navn hans-
ara tatoverað og longri uppi
Frelsarin á krossinum sam-
an við orðunum: "Trúgv,
vón og kærleiki".
Seinastu orð hansara
vóru: "Harri Jesus, varðveit
sál mína!"
Hetta
greiddu
báðir
bátsfelagar hansara frá, ið
bjargaðir vórðu.
Grein
úr
tíðarritinum
"Redningsbaaden" (nr. 12,
desember 1982), eftir Chr.
Houkjær.
Týtt: J. í Skemmuni.
"Eingin hevur størri kærleika, enn at hann
gevur lív sítt fyri vinir sínar"
Í 1894 druknaði kendi skagenbúgvin Lars Kruse. Michael Ancher málaði í 1896 málningin »Hin druknaði«. Mett verður, at
Ancher kann hava fingið íblástur frá júst tí vanlukkuni, tá Lars Kruse druknaði
C
M
Y
K
20