leygardagur 1. november 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í Evropa kjakast tey í hesum
døgum um eina nýggja ES-
grundlóg. Henda lóg kann fáa
ómetaliga stóran týdning fyri
okkum føroyingar, tí um danir
góðtaka hana, so broytist okk-
ara politiska støða avgerandi.
— Antin mugu vit gera sum
danir, ella mugu vit gera okkurt
heilt annað. — Men tað skal
sum so ikki vera evnið í hesum
lítla stubba ...
Kortini átti komandi grund-
lógin hjá Evropa Samveldinum
at havt okkara áhuga. Tí mikið
klandur hevur tikið seg upp
millum londini, sum annars eru
samd um tað mesta: Tey vilja
øll hava frían marknað;
arbeiðsmegin skal kunna flyta
frítt um landamørk; fleiri hava
longu tikið við einum felags
gjaldoyra; og tað verður tutlað í
krókunum um at gera eitt felags
Evropa her, so man hevur
okkurt at markera seg við; um
ikki yvir fyri amerikumonnum,
so í øllum føri yvir fyri russum.
So tað er ikki har, hundurin
liggur grivin.
Trupulleikin er Várharra. —
Skal Gud nevnast í komandi
grundlógini, ella skal Gud ikki
nevnast? — Katólsku londini
siga ja, tey protestantisku ivast.
— Hvussu skal ein møgulig
allýsing ljóða? Skulu profet-
arnir takast við? Skulu halgi-
mennini? Skal tað standa "Eg
eri", ella skulu tey skriva "Eg
eri vegurin, sannleikin og
lívið", ella hvussu við "Eg
trúgvi á Gud faðir, skapara
himins og jarðar ..." ... ?
Og hvussu við teimum
mongu tilflytarunum, sum ikki
bekenna seg til Hvíta Krist?
Tað er ein góður spurningur.
Kanska skuldu vit bjóða eini
ES sendinevnd henda vegin, tí
vit kundu kanska lært evrope-
ararnar bæði eitt og annað, um
teologiskar spurningar. Tað
finst valla nakað land inni á
meginlandinum, har tey kjakast
líka dúgliga um teir andaligu
spurningarnar, sum hjá okkum.
Longu í barnaskúlanum kjakast
uppvaksandi ættarliðini um sítt
samband uppeftir, og kjakast
verður uttan íhald.
Í Føroyum munnu tey fægstu
ivast í, at Várharra skal nevnast
í einari møguligari grundlóg,
hvat enn hon endar sum ein
samveldissáttmáli, ella um hon
proklamerar republikkina.
Og við slíkum kjølfesti var
tað bara ein spurningur um tíð,
áðrenn tey fyrstu kristnu upp-
dagaðu sítt politiska potentiali.
— Og tað gjørdu tey fyri gott
tjúgu árum síðani.
Men hóast tey í einari handa-
vending fingu forbjóðað ávís-
um bløðum og tíðarritum eftir
reglunum um ósømiligheit, so
gongur heldur striltið við "tí
totala avhaldinum" fyri at sitera
burturúr bók hjá William
Heinesen. Tí føroyingar eru,
sum flest øll onnur fólk um
okkara leiðir, farnir at tosa
meiri frítt um gomlu
tabuevnini.
Ja, fyri tíðina kappast bløðini
beinleiðis við saftigum greinum
um eitt parforhold fyri opnum
skíggja millum ein
VÆLvaksnan danskara, sum
vigar trísiffrað og eina trúgv-
andi føroyska gentu, sum ikki
smæðist við at viðganga, at hon
hevur lagt sær skúm inn í bopp-
urnar. Tað er jú mannasøgn, at
Robert kysti ein sissal og fekk
føroysku kiskuna við sær í
boblubað. Og feminima
fregnartænastan vil vera við, at
hesin Grand Daois brúkar
vulkaniserað gummi í støddini
XXL, sum miðalhampamaðurin
her á landi einans kann gera
sær vónir um at fáa við
umfatandi skurðviðgerðum ella
vakumpumpu. — Sjálvandi
kann hann so bara góðtaka
natúru sína og fara á burgerbarr
ella á vertshús at fáa passandi
støddina, ið til endans førir til
tey trý so vælkendu tje’ini við tí
føroyska manninum: Tjúkkur,
tjeðiligur, tjenning ...
Lat so spurningarnar, um tað
skal vera loyvt tingfólki at kalla
onnur nazistar, ella um ein
ráðharri fyri trivnaði sleppur at
sláa sosialar trupulleikar upp í
glens, ella um flotin kann loyva
sær at flagga út við teirri
grundgeving at føroyskir sjó-
menn eru ov dýrir.
Vit finna nokk eina loysn, tá
ið nýggja ES grundlógin kemur,
ella finnur onkur hana helst fyri
okkum. — Og tað er so deiliga
sissandi.
Á, dett forundarliga lív ...
Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003
3
2
Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Forundarliga lív ...
Bergur Rasmussen skrivar:
UMMÆLI
Sunleif Rasmussen
Tað var gleðiligt at síggja, at so
nógv fólk høvdu leitað sær niðan
í Norðurlandahúsið síðsta sunnu-
dag at lurta eftir Føroya Sym-
foniorkestri. Gleðiligt, serliga tí
konsertin var á so høgum støði.
Havi ikki hoyrt so nógvar kon-
sertir við orkestrinum seinnu
árini, men fólk, ið hava hoyrt
flestu konsertinar, vildu vera við,
at hetta var tann besta nakrantíð.
5. symfoni eftir Tjajkovskij og
Klaverkonsert nr. 2 eftir Sjosta-
kovitj á somu konsert er ikki
hvørsmansføri.
Tjajkovskij er størsta romant-
iska tónaskald russa. Hansara
symfoniir eru sera nógv spældar
í dag, men tað var sannilga ikki
so, tá ið tónaskaldið livdi. 5.
symfoni var serliga illa lýdd í
fyrstani. Tað er torført at skilja í
dag, nú hendan helst er mest
spælda symfoniin hjá Tjaj-
kovskij.
Symfoniin byrjar við einum
motivi við homofonum fylgi-
spæli. Hetta motiv fer ígjøgnum
nógvar og umfatandi broytingar.
Tað er syrgið í moll og heroiskt í
dur. Tað valsar. Tað er við øðrum
orðum ílatið alskyns klæði.
Fylgisveinar eru bæði statisk
homofoni og leikandi polyfoni.
Tónaskøld á norðaru hálvkúlu
hava eina serliga trongd og evni
at skapa myrkar klangir, og er
Tjajkovskij einki undantak í
somáta. Fyri at fáa myrka tónan
fram nýtir Tjajkovskij tey væl-
kendu amboðini so sum strúk-
arar, ið spæla á teimum djúpu
streingjunum, og djúpar
messingklangir. Men romantisk
tónaskøld, eitt nú Schumann,
Bravo Føroya Symfoniorkestur!
Mahler, Sibelius og Tjajkovskij,
nýttu eisini tvær klarinettir, ið
spæla unisont í tí lága tónalag-
num. Hetta gyklar fram ein sera
melankolskan klang. Skal hetta
eydnast, krevur tað sera góðar
tónleikarar. Í støðum, har spælt
var piano, komu klarinettspæl-
ararnir væl frá sínum leikluti,
men tá ið spælt varð forte fór
intonatiónin eitt sindur út av lagi.
Páll Sólstein spældi stóru
hornsoloina í 2. satsi sera væl.
Hann hevði skilt hvønn einstak-
an tóna, og fekk alt tað burturúr
nótunum, sum tónaskaldið hevur
ætlað. Vit eiga nógvar framúr
tónleikarar, ið virka uttanlands.
Stutttligt hevði verið at hoyrt
Annu Klett spælt við á slíkari
konsert. Týdningarmikið er at
nýta tað besta vit eiga, og harí-
millum telist hon saman við
øðrum.
Síggja vit burtur frá nøkrum
fáum lýtum, kom orkestrið sum
heild sera væl frá hesum megn-
arverki. Tó skaraðu messing-
blásararnir framúr.
Klaverkonsert nr. 2 eftir
Sjostakovitj er eitt sera lætt og
ikki sørt ungdómskent verk.
Kanska tí, at konsertin er skrivað
til endaligu próvtøkuna hjá 19
ára gamla soni hansara á
konservatoriinum í Moskva.
Jóhannes Andreasen var
solistur, og var hetta ein framúr
góð framførsla. Sera góð rútmu-
kensla í 1. og 3. satsi. Hóast
orkestrið haltaði eitt sindur í 7/8
parts rútmuni í 3. satsi, nervaðist
spælið hjá Jóhannes ikki av
hesum. Fleiri av tónleikarunum
hava helst ongantíð spælt 7/8
part rútmu áður.
2. satsur er sera lýriskur. Her
fekk Jóhannes ein magiskan
stemning fram, við síni stóru
kenslu fyri klangi. Hetta hevur
hann víst so ofta áður. Serliga
legði ein merki til, at hann hevði
lært seg konsertina uttanat. Helst
út frá tankanum um at nótar er
eitt amboð til innlæring. Tá ið
ein hevur lært alt uttanat, kann
arbeiðið við tónleikinum, og
byrja av álvara. Tó hevði Jóhann-
es bert knapt tveir mánaðar at
læra konsertina. Til hetta
arbeiðið nýta solistar úti í stóru
verð millum eitt og tvey ár. Hetta
sigur nógv um umstøðurnar hjá
tónleikarum her heima, ið vilja
vera verandi á høgum listarligum
støði. Tað er alskurin til tón-
leikin, ið drívur verkið. Jóhannes
hevur stóra tøkk uppiborna fyri
stríðið. Úrslitið var ein fragd fyri
oyrað.
Tað eru nógvar umstøður, ið
skulu vera til staðar fyri at skapa
eina góða konsert. Ein treyt er
ein góður orkesturleiðari. Ein
góður orkesturleiðari skal duga
væl at leggja venjingarætlan til
rættis. Hann skal hava drívmegi,
karisma og duga at sláa takt. Tað
síðsta er tað einasta hann kann
læra. Allar hesar eginleikar hevur
Bernharður Wilkinson. Bern-
harður dugir sera væl at fáa
tónleikin at liva og anda. Tað
eydnaðist honum eisini væl at
fáa Jóhannes at spæla frítt, og
fáa orkestrið at fylgja solistinum.
Hetta sýntist lætt, men er tó sera
torført. Hansara drívmegi og
karisma hoyrist aftur í spælinum.
Hann fekk orkestrið til meira enn
bert at spæla nótarnar. Hann fekk
tey at "spæla tónleik".
Tað stóð í skránni, at Bern-
harður bert var komin til Føroya
í eina tíð. Vónandi verður henda
tíðin long, og vónandi fer
Bernharður Wilkinson at verða
tætt knýttur at Føroya
Symfoniorkestri í framtíðini.
Ouvertura: Sjostakovitj
Klaverkonsert nr. 2: Sjostakovitj
Symfoni nr. 5: Tjajkovskij
Solistur: Jóhannes Andreasen
Orkesturleiðari: Bernharður
Wilkinson
C
M
Y
K
25
24