leygardagur 1. november 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003
Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003
7
TIL LÁTRAR
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Undir Miðvágsbjørgum:
Nakrir ungir menn gjørdu av, at
nú skuldi gamli siðurin at fara til
látrar takast uppaftur. Lagt varð
til, og ein dýrdardag beint eftir
veturnætur varð farið við báti av
Oyrargjógv og hildið vestur á
Urðina, har látur eru innanfyri,
og kópur liggur tættur í mølini.
Eitt sindur ivasamir vóru
menn, sum løgdu til, um tað nú
var loyvt at drepa kóp. Hildu seg
hava hoyrt okkurt um, at tað bert
mátti gerast við riflu. Og slíka
fær bara tann, sum hevur ali-
loyvi, at nýta til verju á aliring-
unum, har kópur ofta er naskur.
Men eftir at hava spurt seg fyri
hjá rætta myndugleika, fekst
váttað, at eingin avmarking er
fyri at veiða kóp. So lagt varð til
brots eftir gomlum siði við gassa
í hond.
Lagið er gott, tá vit hópast á
Oyrargjógv, har oddamenninir
fyri ferðini hava lagt tveir bátar.
Ein skjóttgangandi bát við eini
jollu afturút. Hon skal brúkast at
seta fólk á land við. Útgerð sum
línur, gassar, matur og brenni-
evni verður skipað inn, og vit
fara í bátin.
Tað gongur skjótt norður við
Vágalandinum. Strúka norður
um Slættanestanga og síggja
vestur við landinum. Av allar-
fagrasta veðri. Sum um summar-
ið og púra kyrt við landið. Látra-
kyrra.
Vit halda eitt sindur út frá
landi. Vilja ikki sigla ov nær fyri
ikki at styggja kópin, sum undir
landi er. Ætla okkum á eitt látur
heimavert í Miðvágsurðini, men
fara á land heilt vesturi í gjøg-
num á Kópamølini, mestsum
vesturi undir Ritunøvini. Her
skal sniðálop til fyri ikki at
styggja alt á sjógv, sum á landi
liggur har heimi.
Gjøgnum urðina
Lagt verður stillisliga inn móti
landi. Motorurin verður sløktur,
og vit glíða heilt spakuliga inn
móti mølini. Komnir so mikið
langt, sum teir halda vera ráði-
ligt, verður ankrað upp, og
menninir taka viðførið við sær
og fara í land við jolluni, sum
verður drigin upp í mølina.
Lagt verður til brots beinanveg
at vita, um nakar kópur er innan-
vert grótrúgvuna. Nakrar sóu vit
fara á sjógv her vesturi, tá vit
nærkaðust. Men á landi var eing-
in vaksin. Bert nakrir hvølpar,
sum vórðu liggjandi.
So er at gera seg til at fara
heim á urðina, har látrið er, vit
ætla okkum at fara á. Men kópur
liggur ivaleyst eisini úti í mølini
uttanfyri, so umráðandi er at fara
varliga fram og helst koma óvart
á teir niðanfyri, so teir ikki
sleppa á sjógv. Gangast skal
gjøgnum urðina, sum vallað er í
erva, so avgjørt verður at halda
okkum so nær berginum sum
gjørligt, meðan vit ganga heim,
og so fara oman har heimi og
koma óvart á teir frá sjósíðuni.
Jú, tað gongur alt væl. Vit
koma heim og síggja oman yvir
mølina, og har er kópur. Ein
stórur liggur beint undir einum
steini, ið eigur at fara at fjala
okkum fyri honum, um vit bera
okkum rætt at. Og longri burtur
liggur ein annar nakað ovari í
urðini. Verður nú rætt atborið,
kunnu vit fáa tveir, vænta vit.
Sum í einum spennandi
indianarafilmi sníkja vit okkum
nú oman gjøgnum urðina.
Steinarnir eru stórir, og onkun-
staðni mugu vit mestsum lesa
okkum niðurfyri. Men allir koma
ljódliga oman at sjóvarmálanum
og sníkja okkum fram at steinin-
um, vit vita, at tann, ið nærri er,
liggur undir. So verður gjørt av,
hvussu skal fram. Tveir taka
hendan, og hinir leggja til brots
gjøgnum mølina eftir hinum,
sum longri burtur er. Har skal
berast skjótt at, tí eingin ivi er
um, at hann sær okkum, fyrsta
vit koma undan steininum, og so
fer hann at skunda sær at sleppa
á sjógv.
Tá so allir eru savnaðir undir
steininum, vit vita, kópurin
liggur hinumegin, verður lopið á.
Tveir fara hvør sínu megin
steinin og manna hann av, meðan
hinir við ferð loypa gjøgnum
mølina at náa honum, ið longri
burtur liggur. Tað varnast hann
beinanveg og leggur til brots at
sleppa sær í havið.
Her við steinin verður eitt
lemjandi kommandoálop
gjøgnumført effektivt. Lopið
verður á báðumegin undan
steininum, og tann fyrri maðurin
slær.
»Bóndin hevði gassan á loft,
sum tá var áður siður, sipaði
hann í kópahøvur, sum fall til
jarðar niður.«
Eitt einasta slag í grúkin, og
kópurin er steindeyður. At
tryggja sær, at eingin ivi er,
verður hann skorin á háls, so
blóðið eisini fæst av honum.
Ætlanin er jú at fáa ein góðan
bita burturúr, og einki er við at
goyma blóð í tvøstinum.
Hinir menninir renna heim
gjøgnum mølina, og kópurin
omaneftir. Vit síggja við steinin
her vesturi, at har er ein annar
kópur, ið teir ikki hava varnast,
beint vestanvert hendan, sum teir
fara eftir. Fremsti maðurin
loypur upp um ein stein og
mestsum stígur á tann seinna
kópin, sum hann ikki veit av.
Hvør ið kløkkari varð, bar ikki
til at siga, men hurlivasin
gjørdist øgiligur, nú menn og
kópar allir endaðu í einum vasa.
Stuttlig hevur støðan tókst
teimum, tí tá av hasaði, stóðu
menninir í mølini í skellilátri, og
báðir kóparnir fóru til havs.
Longur á látur fram
Men her er ikki at steðga. Látrið
er í gjónni innan fyri okkum, so
vit skunda okkum at munnanum,
so kópur, sum møguliga er inni,
ikki skal sleppa út. Og har er
kópur inni, hoyra vit. Tað fýsir
og grenjar innanfyri.
So er at kanna eftir, hvussu
vorðið er har inni. Trongt og lágt
er í munnanum, so krúpast má
inn. Sær tað soleiðis út innanfyri,
verður ikki sligið har. Tað síggja
vit beinanveg.
Kannað verður eftir við lykt,
hvussu út sær innanfyri, og um
fleiri kópar eru inni. Maðurin
kemur aftur og sigur frá, at har
er høgt helli, og minst einir
tríggir vaksnir kópar, umframt
hvølpar, eru inni. Hylur er eisini
innalaga í hellinum, greiðir hann
frá.
Menn eru spentir og heitir.
Lýkkan er sum um summarið, og
allir hava latið seg hvíttklæddar.
Bóndin, sum mestsum steig á
kópin í mølini, gongur á odda.
Og tað er sum hjá Sunnanágarðs-
bóndanum í Mikladali á sinni,
at... »alt hann møtti, stórt og
smátt, tað hendi last og skamm.«
Innkomnir síggja vit, at har
eru fýra vaksnir kópar inni, og
fleiri hvølpar. Teir vaksnu loypa í
hylin inni á botni, men hvølpar-
nir verða liggjandi. Teir fýsa og
glepsa eftir beinunum her í
myrkrinum, so har bjóðast ikki
bøtur. Eingin vil verða bitin, so
teir fáa gassan í grúkin og skilj-
ast lívi frá.
Her flýtur væl av reka í hylin-
um, sum vit skjótt síggja er so
grunnur, at kóparnir sleppa ikki
undir. Teir svimja aftur og fram
inni við bergveggin. Í báðum
endum og her, vit standa, er
hella, teir kunnu sleppa uppá.
Vit fylgja teimum við lyktun-
um, og ein ger mótálop. Vil
troðka seg fram við vegginum út
í ljósið fram við monnunum,
sum manna munnan av.
Men har er ein kvikur og slær,
tá kópurin kemur so nær, og
hann liggur beinanveg.
Hetta er ein sjáldsom kensla at
standa her á látrinum, við hesum
stóru djórunum mannaðum av
innanfyri. Søgur um menn, sum
álopnir vórðu av kópi, ið tók
gassan við kjaftinum, verða
havdar á lofti. Menn eru varnir
og taka eingi óráð fyri, men
sanna skjótt, at kóparnir eru
ræddari fyri okkum, enn vit eru
fyri teimum.
Vit eru nú við yvirlutan og
manna teir so av ein og ein og
fáa teir upp á helluna, har teir
verða slignir.
Tá liðugt er, fara vit út aftur
eftir útgerð at draga teir oman í
fjøruna við. Hon liggur í bátin-
um, vit løgdu eftir har vesturi, so
gangast má vestur aftur gjøgnum
urðina eftir honum.
Men nú eru vit so hepnir, at
her er komin annar bátur við
ungum monnum, ið frætt hava
um ferðina og eru komnir at
forvitnast. Teir flyta so ein mann
vestur aftur eftir okkara báti og
jollu, meðan hinir fara at draga
hvølparnar, vit hava sligið, oman
í fjøruna.
Heimaftur
Tá teir eru afturkomnir við út-
gerðini, verða teir vaksnu kóp-
arnir drignir úr látrinum oman í
fjøruna og síðan stjóraðir um-
borð á báðar bátarnar. Allir verða
tiknir inn, og menninir síðan
fluttir við jolluni umborð.
So verður kósin aftur sett móti
Oyrargjógv. Og nú er lagið gott.
Trivið verður í okkurt ørindi úr
Kópakvæðinum, og ikki er sørt,
at onkur hevur hug at reypa eitt
sindur.
Tosið kemur inn á farnar látra-
túrar, teir vita um, og menn
halda, at vit hava verið minst líka
góðir veiðimenn, sum teir, sum í
gomlum døgum søktu látrini fyri
norðan. Onkur veit um mynd, har
sandavágsmenn eru afturkomnir
av látri í fimtiárunum við bara
einum vaksnum kópi og nøkrum
hvølpum. Og ferðin, sum
Mikkjal á Ryggi skrivaði um í
1914 frá látraferð um veturnætur
árið fyri, gav eisini minni enn
hetta.
Og so rennur onkrum í huga,
at her er eitt samband. Her hava
vit verið til látrar undir Ryggs-
skor á sjálvum føðingardegi
Mikkjals, finna vit útav.
Vit taka okkum heim við
landinum. Veðrið er framvegis av
tí besta. Nú skýmir eitt sindur,
og vit skunda okkum, tað vit
kunnu, fyri at náa sum longst,
meðan ljóst er.
Og hetta frættist víða um lond.
Afturkomnir á Oyrargjógv, eru
menn har, sum hava verið eftir
veðurlombum, ið eftir gingu eftir
fjall. Teir koma at forvitnast.
Men eisini onnur hava ligið
framvið, og skjótt eru bilar
komnir við fólki, ið vil síggja
fongin og taka onkra mynd.
Men her kunnu teir ikki verða
liggjandi, so avrátt verður,
hvussu gerast skal við fletting.
Jú, tað orna teir, bøndurnir, eftir
at kvøldmálið er mjólkað.
Kvøldið eftir er veitsla við
kópabúffum. Óført verður látið
at, at tað roynist. So tann, ið aðra
veitslu er farin í, har borðreitt
verður við góðum, steiktum
seyðakjøti, kennir seg at eiga
okkurt gott á til einaferð seinni.
At fara á kópalátur
Kópaveiða var í gomlum døgum vanlig vinna í Føroyum. Hendan hevur
ikki verið roynd í mong Harrans ár. Seinast í fimtiárunum vóru
sandavágsmenn til látrar í gjáunum norðantil í Vágum. Eftir veturnætur í
ár royndu miðvingar og sandavágsmenn aftur í felag hesa veiðu
»Bóndin hevði gassan á loft,
sum tá var áður siður, sipaði
hann í kópahøvur, sum fall til
jarðar niður.«
Mynd :Edvard Joensen
Skorið verður á háls, eftir at
sligið er. Blóðið má fáast úr
tvøstinum, sum ætlandi skal
gerast til góðar búffar
Mynd :Edvard Joensen
Gjørt verður klárt at
stjóra veiðuna út í
størra bátin, sum bíða
útfyri
Mynd :Edvard Joensen
Samlaða veiðan er komin upp á land á Oyrargjógv
Mynd :Edvard Joensen
C
M
Y
K
29
28