leygardagur 1. november 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003
9
8
Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003
SAMLEIKI
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Vit síggja við borgarligu
stjórnini eina umfatandi
broyting av donskum politikki,
har alt vit eru von við verður
sett undir trýst og
kjak. Vert er at spyrja,
um hvønn týdning
hetta møguliga í longd-
ini fær fyri Føroyar og
føroysku flokkarnar
framyvir og um hug-
myndafrøðisligu
gjáirnar fara at gerast
djúpari enn tær longu
eru. Danski sosial-
staturin er undir
broyting, ið sjálvandi
skapar eina stóra
ósemju um virði,
samleika og um
nationalismu í dag. Vit
eru von við at
mentunarlig rák eru
komin úr Danmark,
spurningurin er í dag
um (hvar og hvussu
nógv) danski
mentunarbardagin um
m.a. fólkaskúlan, EU
og flóttafólk kemur at
ávirka fólk og mentan í
Føroyum?
Úr Dansk Folkeparti
hoyrdist herfyri frá
prestinum úr Suður-
jútlandi Søren Krarup:
»At vera danskur er at
vera góður við Danmark,
errin av sínum landi,
sínari søgu og danska
málinum. At vera dani eru
viðurskifti, ein kærleiki og ein
vilji og trúfesti til at tæna
landinum«. Hesin høgravendi
intellektuelli hevur givið út
nógvar bøkur um danska og
norðurlendska mentan og kristin-
dóm. Hann heldur, at kjarnin í
danskari mentan er kristindómur-
in og donsk mentan annars, sum
ein mótsetningur til alt hetta er
mentanarradikalisman, ið sam-
felagsmenning og rembingarnar
seinastu 40 árini hava verið eitt
úrslit av. Hetta hava vit sæð
kring Norðurlond, eisini í Føroy-
um. Sum eitt svar til hetta sum
Krarup vanliga hevur at siga,
helt javnaðarmaðurin Henrik
Sass fyri í greinini "Du har tabt
Krarup!" í Berlingske Tidende:
"Kvinnufrígerðingin, frísinnið,
tað kritiska menniskjað og upp-
gerðin við myndugleikar eru
mentunarradikal virði, ið eru
sermerkt donsk og ein partur av
danskheitini. Søren Krarup fær
ongantíð slitið hesar landvinn-
ingarnar hjá mentunarradikal-
ismuni burtur úr tí danska, tí
berjist hann til einkis fyri at
verja síni virðï". Sass nevndi eitt
annað vandamál, ið er, at
mentunarradikalisman er endað
sum mentanarrelativisma, men tó
hava vit tey virði, ið tey
mentunarradikalu komu við. Í
Danmark í dag eru fólk ikki sum
fyrr alt ov lýðin og hava ikki ein
alt ov stóra virðing fyri yvirlær-
arum, stjórum, prestum ella
manninum sum yvirhøvdið í
familiuni. Fólk siga tú og ikki
tygum. Fólk seta spurningar
heima, á arbeiðinum, í skúlum
og alment og fólk vænta eitt
virðiligt svar. Fólk eru opin og
tolssemi valdar. Eingin gerst í
øðini ella sær t.d. samkynd sum
brekað longur. List og bókmentir
verða ikki forboðin. Kvinnan er
frígjørd og menn og kvinnur eru
nógv meiri javnsett enn nakran-
tíð í søguni. Men í dag kemur frá
uttasta høgra og Konservativt
Folkeparti og Venstre ein long
uppgerð við vinstravend virði.
Alt er í broyting og bardagi er á
øllum økjum.
Javnaðarmenn í Danmark vilja
ikki bert standa og hyggja at,
meðan tey borgarligu yvirtaka
danska mentan sum teirra egnu,
ið skal bjargast frá mentunarradi-
kalum virðum. Henrik Sass helt
fyri í einari søguligari grein, at:
"Felagsskapurin í danska sam-
felagnum og sjálvt evnið at fáa
mentanina at hanga saman er ein
umráðandi partur av danskari
mentan. Og her er javnaðar-
flokkurin høvuðsleverandørurin
til danska mentan". Øll vilja
ogna sær mentanina og felags-
skapin í hesum døgum. Í donsk-
um politiskum og mentanarligum
kjaki í dag verða virði og hug-
myndafrøðisligir munir gravaðir
upp aftur. Vit síggja ótrúliga
áhugavert kjak stinga seg upp
millum bólkar. Til týðir er tað tó
alt ov hart og svart og hvítt. Tað
er sum um vit eru komin inn í
eina aðra politiska tíð, har nýggir
sosialir bólkar gera seg galdandi,
har sjálvt kjakið er merkt av
uppbrotið og djúpari reflektión. Í
Føroyum er týðandi kjak um
føroysk virði ongantíð komið í
gongd, tí alt endar sum eitt
endaleyst kjak um fullveldi ella
ikki, við skuldetingum um at
fólk eru sambandsfólk ella tjóð-
veldisfólk. Í veruleikanum hevði
ein bardagi um føroysk virði sagt
nógv meiri enn hetta strandaða
kjak, tí vit hava sum onnur lond
ymiskar bólkar, kristnar, borgar-
ligar, ungdóm, útisetar, kvinnur,
gomul og ikki bert sambands-
menn og loysingarmenn. Meðan
føroyingar slítast og bítast um
hetta, flytur ein tigandi fjøld av
frøðingum og administratorum
danskar skipanir inn í føroyskar
skúlar, stovnar og inn í føroyskan
gerandisdagin. Føroyska sam-
felagið er ótrúliga ávirkað av
danskari mentan. Eingin krún-
prinskur kann trúlova seg uttan at
føroyingar ein heilan dag fylgja
við hesi trúloving.
Okkurt er rotið í Danmark
Eg var og vitjaði vøkru borgina
Kronborg í Helsingør. Henda
vakra dag vóru einstakir menn
við tráðu í hond, men ikki var so
nógv at fáa niðri við borgar-
sandin. Hetta var einar tríggjar
vikur áðrenn hornfiskarnir og
sildin komu, tá øll fjøran vanliga
er avtakin av fólki á seiðabergi,
tí her er nógv at fáa. Kronborg er
einasti bygningur í Danmark, ið
er ein partur av heimsmentanar-
arvinum, og púra friðað øki eins
og vakri sjónleikarbygningurin í
Epidavros á Peloponnes í
Grikkalandi og friðsæla Hadrians
Villa í Rom. Tað var her, á Kron-
borg í Helsingør, Shakespeare
læt leikin um Hamlet, ella kong
Amled, fara fram; hann, ið Saðo,
søguskrivari, sigur frá. Hesin
maðurin, ið er so kendur fyri at
siga: »At okkurt er rotið í Dan-
mark.« Kronborg minnir meg
eisini á, at danir vóru bæði
hástórir og ágangandi, og tá teir
áttu Skána, Halland og Blekinga
kundu teir taka stóran toll frá
øllum skipum, ið komu siglandi
inn eftir Oyrasundi; og varð ikki
goldið, dundu kanónirnar á
Kronborg í Helsingør. Hetta var
einasti vegurin, ella tryggasta
siglingarleiðin, inn í Eystur-
sjógvin, og danir misnýttu sína
støðu.
Føroyingar halda mangan, at
danir ikki eru so tjóðskaparsinn-
aðir, men hetta er ikki so. Danir
hava sínar tjóðskaparkenslur.
Nationalisman hevur havt stóran
týdning í danskari søgu, og hon
vísir enn sítt andlit av og á.
Føroyingar hava mangan torført
við at skilja danska mentan, tí
hon er ikki serliga tjóðskaparlig,
og mangir føroyingar halda
tjóðskap og mentan vera tað
sama. Hetta er púra skeivt, og
sigur bert okkurt um okkum
føroyingar sjálvar. Vit hava skapt
eina mentan við at blása lív í
aftur alt møguligt tilvildarligt, og
tvíhalda síðani um tað.
Lyklaorðini í hesi kon-
struktión er ein ofta
meiningsleys leitan eftir
tí upprunaliga og tí
reina. Leitanin eftir
hesum upprunaliga er
ein longsul aftur í
fyrndina. Ein nostalg-
iskur dreymur um at
finna aftur til okkurt
serføroyskt. Somuleiðis
eru stórir bólkar farnir í
hernað ímóti altjóða-
gerðingini. Hesir royna
at tvíhalda um ein
danskan essens, ella
okkurt, ið er rótdanskt,
serdanskt og uppruna-
ligt. Men hetta upp-
runaliga er oftast
ógjørligt at finna, tí
søgan er á tremur við
»upprunaligum« siðum,
orðum, mentan — ið øll
kemur onkunstaðni frá.
Venda vit aftur til
Danmarkar í dag, so er
tað ikki rætt at siga, at
Danmark er eitt
nationalistiskt land, ella
at nationalisma og
vantandi tolsemi er ein
ráðandi hugsjón, tí tað
finnast sera nógvar
meiningar um hetta í
Danmark. Danir hava
ofta sæð seg sjálvar sum
tolsamar og opnar fyri øðrum
fólkasløgum, men henda mynd
er um at detta sundur. Politiski
og mentanarligi veruleikin er
meiri, at danir eru ósamdir og
næstan sundurskræddir í
spurningum um, hvat er danskt
og danskur samleiki. Hetta er
ikki tí, at danir ikki eiga nakra
mentan, men tí at tað finnast
fleiri boð um, hvat donsk mentan
eigur at verða bygd á. Fleiri
útlendskir eygleiðarar halda, at
ytsti høgravongurin í Danmark í
dag er í stórari framgongd. Hetta
er kanska hitt eymasta málið í
danska samfelagnum í dag. Hetta
er ikki eitt mál, ið bert finst í
dagligum politikki í Danmark, tí
hetta stingur, sum so nógv
annað, nógv djúpri enn vanligur
politikkur kann vísa okkum.
Sjálv ríkisrættarsakin ella
Tamilsakin, sum hon varð rópt,
var um hetta sama. Erik Ninn
Hansen hevði sum konservativur
løgmálaráðharri gjørt nakað
ólógligt. Hetta var staðfest og
kostaði skattagjaldarunum
tíggjutals milliónir. Eg haldi, at
øll Tamilsakin innast inni var
bæði um ein konservativan
politikara, ið longu í seksti-
árunum var ímóti lógini um
flóttafólk, og tá hann so fekk
vald, misnýtti hann tað til at
seinka viðgerðini av samanføring
av familjum hjá flóttafólki.
Danska Tamilsakin vísti kanska
mest, at Danmark ikki er til
reiðar at gerast eitt fleirmentað
samfelag. Erik Ninn Hansen var
funnin sekur og dømdur; men av
hesi somu orsøk varð hann eisini
væl lýddur í pørtum av
Konservativa Folkaflokkinum og
høgravenda umhvørvinum í
Danmark. Tamilsakin snúði seg
um flóttafólk og tilflytarar, men
Danmark var og er ikki klárt til
at kjakast um hesi viðurskifti
enn. Nú er hetta ovast á skránni í
danska valstríðnum, har Poul
Nyrup enn einaferð roynir at tosa
øllum populistiskum rákum eftir
munninum. Tað stríðið er um, er
at tilflytarar í Danmark hava tann
sið at gifta seg við onkrum úr
heimlandinum, t. d. Pakistan,
Turkalandi, Iran, Irak, Somalia o.
s. fr. Hesin bólkur gerst altsamt
størri í Danmark, og um eini 20
ár, hevur onkur roknað út, fara
hesi at vera umleið eini fimmti-
túsind í giftingarførum aldri í
senn.
Nationalisma í Danmark
Ein lýggjur vindur blæsir inn á
Langelinie og víðari inn á
Kastellið. Henda vakra heystar-
dag er ikki lætt at ímynda sær, at
gomlu kanónirnar á Kastellinum
hava brakað og skotið eftir
fremmandum krígsflotum, undir
orrustuni á Redini í 1801, har
Nelson Lordur og enski flotin
bumbaðu danska flotan. Fyri
danir er hetta ikki so nógv vert at
minnast, tí teir taptu stórt, og í
1807 kom enski flotin aftur og
bumbaði Keypmannahavn og tók
danska flotan. Danmark var í
parti við Napoleon, og var leitað
saman við tsarinum í Russlandi.
Danir sigldu við krígsflotanum
og vardu donsk handilsskip á
heimsins høvum, mangan við t.
d. hollendskum smuglaravørum,
og hetta var eisini orsøk til, at
heimsins máttmiklasti floti
nærum legði Keypmannahavn í
oyði.
Einaferð førdu danir trý túsund
tons av fínum hollendskum
vørum heim úr Fjareystri, hetta
var t. d. silki, kryddarí, te,
fílabein o. s. fr. Danski kongurin
og kendir handilsmenn sótu væl
um sátt, tí læt hetta seg gera. Við
at taka danska flotan, oyðilegði
Ongland møguleikarnar hjá Dan-
mark at fáa part í ríkidøminum í
Mið- og Fjareystri, og hetta var
tað ringasta, ið henda kundi fyri
Danmark. Stór vanlukka fyri
Danmark var, at danir eisini
mistu Noreg, ið Svøríki fekk.
Tað sæst enn á bygningunum í
Keypmannahavn, at hesin býur
ikki fekk loyvi at fáa so stóran
part í mergsúgvingini og ræn-
ingini av heimsins hjálondum,
sum vit síggja tað í eitt nú
Onglandi og Fraklandi, ið hava
bygt ríkar býir í heimlondunum
fyri henda pening. Danmark helt
við teim skeivu, ta skeivu løtuna
í heimssøguni, og kom at bøta
fyri hetta. Hesar umstøður og
ósigurin í 1864 móti týskarum
sigst hava gjørt danir minni
nationalistiskar, tí stórmakts-
dreymarnir vóru av. Danmark
kundi horvið sum tjóð í 1864 og
endað sum partur av Týsklandi.
Neyðugt var at læra at syngja ein
nýggjan sang.
Fyri nøkrum árum síðani var
eg í London og sá sjálvandi
Trafalgar Square, har ein stór
minnissúla er reist fyri Nelson
lordi, ið er kransaður av fýra
leyvum, ið hvør umboða stórar
bretskar sigrar. Ein av hesum
leyvunum ímyndar sigurin á
Danmark í 1801 og 1807. Nøkur
ár seinni var eg í Berlin. Tætt við
Brandenburger Tor og Unten den
Linden er Grosse Stern. Hetta
tekinið er ein stór gylt gudinna,
ið sæst yvir stóran part av hesum
spennandi býi. Grosse Stern
umboðar eisini sigrar, ið týskarar
hava vunnið, og ein av hesum er
sigurin við Dybbøl í 1864.
Danski sosialstaturin undir broyting
– Donsk ósemja um virði og samleika í dag. Fyrsti partur
Í Danmark í dag eru fólk ikki sum fyrr alt ov lýðin og hava ikki ein alt ov stóra virðing fyri yvirlærarum, stjórum, prestum ella
manninum sum yvirhøvdið í familiuni. Fólk siga tú og ikki tygum. Fólk seta spurningar heima, á arbeiðinum, í skúlum og alment og
fólk vænta eitt virðiligt svar
Savnsmynd
Vit hava skapt eina mentan við at blása lív í aftur alt møguligt tilvildarligt, og tvíhalda síðani um tað. Lyklaorðini í
hesi konstruktión er ein ofta meiningsleys leitan eftir tí upprunaliga og tí reina. Leitanin eftir hesum upprunaliga er
ein longsul aftur í fyrndina
Savnsmynd
Føroyska samfelagið er ótrúliga ávirkað av danskari mentan. Eingin krúnprinskur kann trúlova seg uttan at føroyingar ein heilan dag fylgja við hesi
trúloving
Savnsmynd
C
M
Y
K
31
30