Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. november 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003 Eg dragi frá Týðingin ognað Regini Dahl 5. nov.03 Eg dragi frá áðrenn eg leggi meg, vil síggja myrkrið livandi tá ið eg vakni, og skógin og himmalin. Veit eina grøv sum ongan hevur gluggan móti stjørnunum. Nú er Orion vestur komin, altíð skundigur – ei er hann komin longri enn eg. Kirsuberjatræið uttanfyri er nakið og svart. Í ta ørandi bláu himmalklokkuna ritar morgunmánin við harðari negl. Olav H. Hauge (1908-94) HMK týddi úr nýnorskum Hálvdeyður hálvblindur hálvlamin – men heilavillur Hetta er myndin, Regin, 82 ára gamal, gevur av sær sjálvum í seinasta savni sínum. Hann gevst ikki so, hugurin er enn vakin og fúsur, um alt annað er farið av lagi. 12 yrkingasøvn hevur hann latið úr hondum umframt eitt greinasavn og savn við hittinorðum. Hann er eitt tað fremsta skaldið, Føroyar eiga og hava átt, og í hansara verki er fjøld av røddum, óttukvæði og tokkaljóð, øll dýpi og allar hæddir. Men so er aftrat tí so nógv annað. Tónleikurin og tey næstan óteljandi løgini hann hevur gjørt, Atlantsløgini, sálmarnir, sangirnir. Hann er av tí merkiliga slagnum, sum fær alt, ið hann nemur við, til at ljóma. Sum árini eru liðin, er tað vorðið okkum greitt, at hann er meira enn yrkjari og meira enn tónasmiður: hann er ljómskald í orðum og tónum, eitt livandi ljóðføri sjálvur. Abba hansara, bakar Hansen, segði William Heinesen vera so musikalskan, at hann dugdi at spæla øll ljóðføri, sum til vóru, umframt heilt nógv av teimum, sum ikki vóru uppfunnin enn. Abbasonurin hevur gjørt føroyskt mál til eitt ljóðføri, sum rúmar øllum tónum, teimum, sum vóru undan, og øllum teimum, sum eingin hevði kunnað funnið uttan bara hann. Tað er sum eitt undur at vita sær, eingin dugir rættiliga at skilja tað, at drongur, sum í 1934, 15 ára gamal fór hiðani til annað land og annað mál og hevur verið burturi síðani, skal kunna eiga ríkari og meira ljómandi føroyskt mál enn nakað annað føroyskt skald. Mangan illa staddur hevur hann varðveitt sín tokka til málið og til lívið og gávumildur givið okkum burtur av hesi gleði. Eg eigi ta varandi gleði ið vermir meg dag undan degi at lívið, sum meinslar, tað fjálgar við og fjølgar í túsunda lið. Rithøvundafelagið heilsar sínum heiðurslimi á degnum, Gunnar Hoydal, form. Regin Dahl 85 Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003 11 BÓKAÚTGÁVA Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Triðja barnaskaldsøgan um Hugo, sum býr í Port Janua, er komin út. Hon nevnist »Kom yvirum, Hugo«, og aftur hesa- ferð hevur høvundurin Rakel Helmsdal leitað sær í heimsbók- mentirnar eftir íblástri. Hugskotið til plottið er komið frá einari stuttsøgu eftir Stefan Zweig, ið nevnist »Uventet bekendtskab med et håndværk«. - Tað er ein fantastisk stutt- søga, sum eg altíð havi elskað. Ein dagin segði tað bara klikk! Hon hóskaði akkurát til Hugo, greiðir Rakel Helmsdal frá. Við lummatjóvi Triðja skaldsøgan um Hugo byrjar við, at Hugo eygleiðir ein lummatjóv, sum stjelur. Nakrar dagar seinni rennir Hugo á sama drongin við súkklu sínari. Drongurin brýtur beinið, og teir báðir gerast góðir vinir. Tað vísir seg, at Stefan, sum drongurin eitur, er eitt misrøkt barn, tí foreldrini ikki hava givið honum umsorgan. Hann heldur seg einki duga uttan at stjala, og tað passar sjálvandi ikki heilt. Teir báðir uppliva sjálvandi ymiskt spennandi saman, og eitt nú avdúka teir gomul loyndarmál í gomlu borgini í bynum. Sum altíð snýr Hugo bókin seg um vinarlag. Fløkta lívið hjá forsømda Stefani skapar trupul- leikar, ið Hugo ikki hevur vitað av fyrr, og dreingirnir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa rættlag á aftur. Gevur víðari Rakel Helmsdal hevur gjørt tað til sítt vørumerki at føra heims- bókmentir inn í sínar barnasøgur. Navnið Hugo stavar frá sjálvum Victor Hugo, sum gav íblásturin til fyrstu bókina í røðini um Hugo og hansara vinir. - Alt gevur íblástur, tá tú skrivar. Tað tú hoyrir, sær og lesur. Hevur tú lisið góðar bøkur, so vilja tær ikki fara úr tær aftur. Tað kennist væl at geva nakrar av hesum upplivingum víðari, so børnini eisini fáa burturav. Hvussu kanst tú lata vera við at lata teg inspirera? Eg havi lisið í eini franskari rithøvundavegleið- ing, at tann absolutti originalitet- urin er ikki til. Av ymsum blóm- um kanst tú gera tín egna hunang, stóð í bókini, og tað taki eg undir við, sigur Rakel Helmsdal. Virðing og vinarlag Trúskapur, vinalag og virðing fyri øðrum menniskjum, ið eru øðrvísi, gongur aftur í bókunum um Hugo. Rakel Helmsdal sigur kortini, at hon ongan ávísan boðskap hevur í huga, tá hon setir seg at skriva. - Eg vil ikki siga børnum nakað ávíst. Mær dámar at for- telja eina søgu, og tað er tað. Sjálvandi taki eg eisini ymiskt úr egnum barmi og havi fingið tankar og hugflog frá mínum egna barndómi. Tá var gott vinalag tað týdningarmesta, sum hjá øllum øðrum børnum. Tað vísir seg, at opinleiki, vinalag og virðing gerast evni, eg komi til at fotelja um, men eg ætli ikki at vísa børnunum á nakran ávísan moral. Tað er í øllum førum ikki við vilja, tí børn duga sjálv at gera sær tankar, sigur Rakal Helmsdal. Sjálvgjørdur býur Allar søgurnar hjá Rakel Helms- dal ganga fyri seg í býnum Port Janua. Tað byrjaði longu við søgusavninum »Søgur úr Port Janua«, tí býurin tók skap. - Tað hevur verið ein long prosess at bygt býin. Eg hevði skrivað fleiri stuttsøgur, áðrenn Port Janua sum hugtak uppstóð. Men eg sá, at tað var ikki eitt ávíst geografiskt øki. Og síðan er tað komið so hvørt. Ein nýggjur býarpartur er uppstaðin og eg havi teknað býin upp, sigur Rakel Helmsdal. Sjálvgjørdi býurin hevur bæði givið rithøvundanum frælsi og avmarkingar. - Eitt óavmarkað frælsi gevur tær ikki fleiri hugskot, enn eitt avmarkað frælsi gevur. Innan fyri ávísar karmar, sum kortini ikki verða avmarkaðir av einum kendum veruleika, kanst tú menna tínar egnu søgur og myndir. Um eg læt hendingarnar fara fram í Havn, so kendu fólk seg aftur, og tað hevði forðað huginum at farið á flog. - Við einum avmarkaðum frælsi eru nakrir karmar fyri hendingunum, men tað eri eg, sum ráði yvir náttúrulógunum eftir mínum egnu reglum. Eg havi bæði lóggevandi og útinn- andi vald, men persónarnir, sum eg skapi, liva sítt egna lív, sigur Rakel Helmsdal. Tann fjórða á veg - Hugo hevur tað annars gott, sigur Rakel. Hann gerst spakuliga eldri. Í fyrstu bókini var hann 11 ára gamal, og í triðju bókini er hann akkurát fyltur 12 ár. Rakel er so smátt farin í gongd við fjórðu bókina, men hvussu nógvar bøkur vera um Hugo, hevur hon ikki sett tal á. Hann verður so ongantíð vaksin. - Tá hann verður tineygjari, so gevist eg. Tá skal hann sleppa at liva sítt egna lív við øllum teim- um gleðum og sorgum, sum tað hevur við sær, sigur Rakel. Rakel Helmsdal hevur brúkt sjey mánaðir til at skriva ta triðju bókina um Hugo. Hon hevur fingið tvær starvslønir frá Mentanargrunninum til arbeiðið, eina á tríggjar og eina á fýra mánaðir. Uttan tær bar illa til. - Tað krevur fulla tíð at skriva, og hevði eg ikki fingið starvs- lønina, so hevði bókin tikið tíggju ár at skriva, sigur Rakel Helmsdal. Rakel Helmsdal: Kom yvirum, Hugo. Perma: Phillip Carré. Kort: Rakel Helmsdal. Umbrotið, prentað og innbundið: Hestprent. Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2003. Avmarkað frælsi í Port Janua Svartaborg, Fensvatn, Kharonsbrekka og St. Bænadikts kirkjugarður. Vegir, vøtn og støð í Port Janua, sum er karmurin um lívið hjá Hugo. Nú er triðja bókin komin út um Hugo, sum er vorðin 12 ár. Karmurin um søgugongdina er aftur býurin, sum Rakel Helmsdal sjálv hevur skapt. Hann gevur eitt avmarkað frælsi, har hon og persónarnir ráða í felag, sigur hon Alt gevur íblástur, tá tú skrivar. Tað tú hoyrir, sær og lesur. Hevur tú lisið góðar bøkur, so vilja tær ikki fara úr tær aftur. Tað kennist væl at geva nakrar av hesum upplivingum víðari, so børnini eisini fáa burturav, sigur Rakel Helmsdal Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 33 32