leygardagur 1. november 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 1. november 2003
35
12
Sosialurin Nr. 208 - 1. november 2003
Stivlarnir eru settir eftir eina
drúgva, fiskiliga og buldraliga
arbeiðsøkt. Miðið á hesum
sinni er ein royndarstøð á eini
lítlari oyggj nakað sunnan fyri
miðjuna á Noregi. Eri her í
arbeiðsørindum, saman við
lesandi frá Landbúnaðar-
háskúlanum, umframt nøkrum
øðrum sum eisini fáast við
gransking av aldum fiski.
Kanningin vit fáast við, sigst
hava stóran áhuga fyri norsku
alivinnuna. Hugsaði tí, at eg í
stuttum kundi greiða frá, hvat
hon snýr seg um.
Kanningin, ið er fíggjað av
„Norges Forskningsråd",
røkkur yvir fleiri ár, og hevur
sum høvuðsendamál at greina
góðsku á laksi sum er flaktur
beint eftur tøku, ella pre-rigor
flaktum laksi. Hetta er eitt
evni, sum hevur stóran áhuga,
við tað, at alt fleiri norðmenn
sum fáast við aling, ella
haggreiðing av aldum laksi,
síggja vinning í at flekja laksin
beint eftir tøku, heldur enn at
bíða við flekingini til fiskurin
ikki er deyðstívur longur
(post-rigor) -tvs. einar 4 dagar
eftir tøku. Eventuelt útflyta
fiskin kruvdan.
Pre-rigor fløk gerast
munandi styttri (eini 10-15%)
enn post-rigor fløk, og tey
hava aðrar góðskueginleikar.
Orsøkir til, at pre-rigor fleking
av laksi hevur vakt so stóran
ans, er at tílík fløk kunnu
útflytast beinanvegin eftir
tøku, og harvið koma skjòtari
og feskari á marknaðin. Har-
umframt er liturin á fløkunum
ofta reyðari, og tey hava
nærum ikki spalting. Kann-
ingar hava eisini víst, at
smakkurin á pre-rigor fløkum
er góður.
Pre-rigor fleking krevur, at
laksurin gerst deyðsstívur
drúgva tíð eftir tøku. Tí er
eisini umráðandi at savna
kunnleika um faktorar sum
virka fremjandi og drálandi
uppá útviklingina av deyðs-
stívleikanum. Á hesum sinni
kanna vit um hungring hevur
týdning fyri, hvussu skjótt
fiskurin gerst deyðsstívur.
Harumframt kanna vit, hvørji
árin hungring, og stress undir
tøkuni, hava á góðskuna á pre-
rigor flaktum laksi. Góðsku-
eginleikar, ið verða kannaðir
er m.a. litur, fastleiki og spalt-
ing. Tað er kent, at stressaður
laksur gerst skjótari deyðs-
stívur enn óstressaður laksur.
Tað eru ikki bara norðmenn,
ið ynskja at nema kunnleika
um góðskuna á pre-rigor
flaktum laksi. Millum okkum
eru eisini lesandi úr Chile og
Bosnia. Tey skulu nýta úrslit
frá kanningini til sínar
høvuðsuppgávur. Chilenarin,
Pablo, er ein ungur maður við
ríkum aliroyndum, og hann
fær sín lesnað fíggaðan av
íðnaðinum í heimlandinum.
Hann hevur klárað seg væl,
hóast veðrið ikki hevur verið
til vildar. Verri hevur gingist
hjá bosnisku dámuni, Vildanu.
Hon er uppvaksin í Sarajevo,
og tað er eyðsæð, at har er
kolandi útsynningur við
heglingi og fiskaluktur ikki
gerandiskostur. Hugaligt hevði
sjálvandi verið, um ein
føroyskur lesandi eisini hevði
verið millum okkum.
Nú er seint, og best er at
fara til songar. Í morgin er
aftur ein dagur. Ein pre-rigor
dagur.
Pre-rigor fleking
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Turid Mørkøre, Noreg, turid.morkore@akvaforsk.nlh.no
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Jú, orgul hevur verið fast
innbúgv í húsinum nærum alla
mína tíð. Pápi mín var tann
einasti, sum spældi. Hann spældi
eisini harmoniku og munnharpu.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Nei, eiðasørur.
Syngur tú undir brúsuni?
– Eg kann hava tónleik ella
útvarp frá, men syngi sjáldan
fyri ikki at siga ongantíð undir
brúsuni.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Jú, meira enn so. Var sum
yngri hugtikin av trummuljóðfør-
inum, men havi ongantíð átt ella
tíansheldur spælt upp á trummur.
Ístaðin vóru Omo-trummur og
lok av karamellblikkum riggað
til húsbrúk. Vit høvdu eitt
kjallaraorkestur einaferð. Hinir
dugdu at spæla gittar. Teir vóru
Súni & Páll Danielsen og Bjarki
Thomsen. Eigi framvegis eina
heimaupptøku av okkum fýra.
Vit spæla "Rock and Roll over
the World" hjá Status Que.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Tónlistin er tann fínasta listin
av øllum, haldi eg. Góður tón-
leikur kann vekja sterkan kenslu-
mátt og stimbra hugflog og
ímyndingarkraft. Tá ið tónleikur
er bestur er hann balsam fyri sál
og sinni.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Kanska einar 300 fløgur -
pláturnar eru færri. Havi kortini
arvað fitt av singleplátum frá
elstu systrini.
Hvat er tín yndisfløga?
– Torført at taka dagar ímillum
tær bestu. "Abbey Road" hjá The
Beatles, "Unplugged" hjá Eric
Clapton, "Vælferðarvísur" hjá
Kára p., "Terji & Føstufressar",
"Best of Bob Dylan", "Rubber
Soul" hjá The Beatles, "A night
at the opera" hjá Queen,
"Volume one" hjá Traveling
Wilburys, "Money for nothing"
hjá Dire Straits, "Best of Cat
Stevens", "Forklædt som voksen"
hjá Kim Larsen o.s.fr.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar aftur-
fyri?
– Fái ikki komið í tankar um
nakra, sum hevur uppiborið so
vánaligt skoðsmál.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Sama svar sum í undanfarna
spurningi.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Onkur er (minnist ikki, hvussu
tær eru komnar í savnið), sum eg
ongantíð havi hug at lurta eftir.
Um tað er teimum ella mær, ið
tað er galið við, er so spurning-
urin!
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Kanska "I should have known
better" hjá The Beatles - við
einum toluligum vinki væl-
saktans!
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Alt valdast, hvussu hýrurin er á
tær og teimum, ið tú ert saman
við. Nøkur boð:
Joe Cocker, Dubliners, Peter
Cetera, Phil Collins, ABBA,
Barry White, Hermann Jacobsen,
Frændur, o.s.fr. - úrvalið er
endaleyst.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Er friður í húsinum, riggar
lættur, klassiskur tónleikur væl
sunnumorgnar. Spæli tó sjáldan
tónleik sunnumorgnar. Plagi
kortini sum oftast at lurta eftir
Janus Mohr í ÚF.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Talentleysur tónleikur.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Til dømis »Kiss Me Quick« hjá
Elvis.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– »Á mønu hjalsins stari«/Kári
Mouritsen, »Kvøldarsólin"«/
Nikolina á Kamarinum, »Julen
har englelyd« / Aksel Schøitz.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Tað havi eg onga meining um.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Paul McCartney í Parkini mei
2003. Tað var ein serlig løta. Eg
havi annars ikki verið tann heilt
stóri konsertfresarin. Eg kundi
eisini nevnt Shu-bia-dua/
Sebastian/Rugsted & Kreutzfeldt
í Ítróttarparkini august 1981,
Kára P. í Norðurlandahúsinum
februar 1992, Afzelius & Wiehe
í Norðurlandahúsinum august
1993 og Harkaliðið í Lærara-
skúlaauluni mei 1994.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Sir Paul McCartney!
Suni Merkistein,
útvarpsmaður
Søkt verður eftir
framleiðsluleiðara
Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest
framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90
starvsfólkum og einum umsetningi uppá uml. 470
mill.kr árliga.Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi
á Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini. Størri
helmingurin av framleiðsluni fer til útflutnings.
Vit søkja eftir einum framleiðsluleiðara til Mjøl-
deildina, at byrja 1. januar 2004. Vit kunnu bjóða
eitt spennandi arbeiði í einum dynamiskum um-
hvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð.
Arbeiðsuppgávur:
Ábyrgd av framleiðsluni av fiskamjøli og lýsi, her
undir ábyrgdina av:
• operatørum og framleiðslustarvsfólkum
• støðugt at optimera framleiðsluna
• at framleiðslutólini eru í góðum standi
• at góðskukrøvini verða hildin
• at menna framleiðslu og góðsku á lidnu
vørunum
Vit rokna við at tú hevur
• góðan kunnleika til maskinur og teldur
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• góð leiðslu- og samstarvsevni
Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 18.
november 2003.Vil tú vita meiri, ert tú vælkomin
at ringja til okkum ella senda teldupost.
pf Havsbrún
FO-530 Fuglafjørður
Tlf 41 44 00
Fax 41 44 01
E-mail: phs@havsbrun.fo
Randarhús
í Hoyvík til sølu
Niðara hæddin er 70 m2 við stovu, køki, grovkøki,
wc, gongd, trappurúmi og duri.
Á ovaru hæddini er hjúnarúm, 3 kømur, baðirúm
og gongd, íalt uml. 50 m2. Ovastaloftið kann inn-
rættast. Harumframt er bilhús, úthús og hjallur.
Garður er um ognina.
Grundøkið er 200 m2 og liggur Millum Gilja 41,
Hoyvík í barnavinarligum umhvørvi.
Advokatfelagið við Strond 4
Yviri við Strond 4 · Box 359 · FO–110
Tórshavn · Tlf. 311260 · Fax 311261
e-mail: advfelag@post.olivant.fo
Tormóður Djurhuus, adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Ingi Højgaard, adv
Anna Dam, adv.
Hervið verður søkt eftir starvsfólkum til barna-
ansingina hjá Vestmanna Kommunu at seta
1. desember 2003.
Starvsfólkini skulu ansa 40 børnum í vøggu-
stovu- og barnagarðsaldri.
Hesi starvsfólk skulu setast:
1 pedagogur í 30 tímar/viku
1 pedagogur í 35 tímar/viku
4 pedogogar í 40 tímar/viku
2 hjálparfólkum í 40 tímar/viku
Vit vænta:
- at tit kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- at tit eru fleksibul
- at tit eru opin og erlig
- at tit duga at síggja møguleikar fram um
avmarkingar
- at tit hava góð samstarvsevnir
Møguleiki er fyri at gera avtalu um arbeiðs-
tíðirnar.
Hjálparfólk verða sett, um pedagogar ikki søkja.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi og
møguligum viðmæli skal verða Vestmanna
Kommunu í hendi í seinasta lagi 10. november,
kl. 12.00.
Søkt verður eisini eftir 1 vaskifólki í 11 tímar um
vikuna.Vaskifólkið verður lønt sambært sáttmála
ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
og Føroya Arbeiðarafelag.
Skrivlig umsókn skal verða Vestmanna Komm-
unu í hendi í seinasta lagi 10.november,kl.12.00.
Vestmanna Kommuna
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
C
M
Y
K
35
34