týsdagur 30. september 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- tíðindablaðið Nr. 185 — 30. SEPTEMBER 1997
Edmund Joensen, lógmaður um filmin Barbara:
Framúrskarandi
Hetta er ein fantastiskur filmur. Bæði sógan og náttúrumyndirnar vórðu sterk upplivilsi. Filmurin kann fáa umheimin
at seta fokus á Føroyar. Hetta eiga vit at síggja sum nakað positivt sigur Edmund Joensen, lógmaður, sum varð mill-
um tey nærum 600 fólkini, ið sóu filmin Barbara í Norðurlandahúsinum sunnukvøldid. Eftir filmin spurdi Sosialurin
nókur fólk, hvat teimum dámdi filmin.
Jan MULLER
Ji NS K y ANG
Mær dámdi filmin sera væl
g eg haldi, at leikararnir
komu væl frá filminum
Bestur var Lars Simonsen
sum spældi Harra Pál. Nátt
úrumyndirnar vóru framúr
góðar, tó saknaði eg nátt-
nyndir, har sólin skínur
Sum heild vóru myndirnar
var tað annars ein stór
g at kunna vera við
ina slíka premieru
]
ile
Lære
Ikki vonsvikin
Jogvan Adolf Johannesen,
tingmadur: -Hetta var ein
góður filmur, um vit hugsa
um skaldsøguna hjá Jørgen
Frantz Jacobsen. Men ann-
ars var hatta kanska ikki
rættiliga hin gamla Beinta
Mær dåmdi annars nåtturu-
myndirnar ómetaliga væl
Eg eri avgjørt ikki vón-
svikin av filminum og haldi
tey komu væl frá honum
Nú fer hesin filmurin at
verða vistur í ødrum lond-
um, og tað skuldi kunna
gagna okkum sum ferða-
mannaland
Fekk ilt í búkin
Freia Ludvigsen, journa
listur å Billed Bladet: -Eg
havi enn ilt f båkinum, og
havi júst verið úti og turkað
tey seinastu tárini burt
Filmurin er sera sera vakur,
ikki minst náttúrumyndir
nar. Hann er ófatiliga góður
Hann er ómetaliga kenslu-
ríkur og hugtakandi. Ég
ivist ikki í, at hann verður
ein stór succes. Anneke er
undurfull, og Lars spælir
eisini ótrúliga væl. Eisini
statistarnir klára seg væl
Samanumtikið haldi eg, at
hetta er filmurin, sum allir
danir vilja síggja. Hann er
ein stór uppliving
Danir skilja føroyingar
betur
Vibeke Larsen, ríkisum-
boðsmaður: -Hetta er ein
ómetaliga flottur filmur. Ég
havi altíð havt ein ávísan
ótta við filmir, sum vara
longur enn 90 minuttir, men
eg var eitt sindur ovfarin,
tá filmurin varð liðugur, tí
eg helt als ikki, at tað var
gingin so nógv tíð. Tað vísir,
at filmurin var góður. Nátt-
úrmyndirnar vóru tær, sum
raktu best. Tað er eitt sindur
torført við einum filmi, sum
er gjørdur yvir eina bók,
sum tú kennir so væl, tí nak-
að er tikid burtur og nakað
er broytt, men eg haldi tey
hava dugað væl at valt út
og vraka
Eg kundi heldur ikki lata
vera við at hugsa um, at
sama dag sum, tá upp-
tøkurnar vórðu gjørdar av
Harra Pål, ið fór til Havnar
at leita eftir Barbaru, var eg
sjálv á gongutúri í Suðri og
var nærum blást út av trom-
ini. So tað hevur íkki verið
lætt at gera nógvar at hasum
upptøkunum, men teir hava
so rakt í plett kortini
Vibeke Larsen ivast ikki
i, at danir, tå teir siggja
henda filmin, fara at føla
nakað gott og positivt mót-
vegis Føroyum og føroy-
ingum. -Eg haldi, at danir
hava tað nakað uppá sama
máta við Føroyum, sum før-
oyingar hava tað við Dan-
mark. Tað skal líkasum být-
ast í tvey leg. Tú hevur tey
sokallaðu turbulentu við-
urskiftini reint politiskt, og
við síðuna av tí finnur tú
vinsemi og kennskap og tað
at vit eru norðurlendsk fólk
báðar tjóðirnar
Vibeke Larsen, ríkisum
boðsmaður ivast onga løtu
í, at úrslitið av einum slík-
um filmi kann blíva, at danir
kanska betur fara at skilja
føroyingar, sum jú búleikast
undir heilt ødrum umstød-
um enn fólk í Danmark
Hon vil mæla øllum sínum
landsmonnum í Danmark til
at síggja filmin, og sjálv æt-
lar hon sær at síggja hann
einaferð aftrat. Hon við-
gongur, at hon var eitt sind-
ur ørkymlad av, at geo-graf-
isku plåssini í filminum ikki
vóru tey somu sum í veru-
leikanum, men hetta er nak-
að, sum ein kann venja seg
við, um ein sær filmin aftur
Feroyski tónleikurin
væl
A n Black, tónasmiður:
-Hetta var ein frålik løta
Mær dåmdi filmin sum
heild og ikki minst gekk før-
oyski tónleikurin í filminum
sera væl, bæði sålmaløgini
og føroyski dansurin. Har
var tyngd i.
Bíði eftir útlendsku
ummælunum
Einnbogi Isakson, ting-
maður: -Eg haldi tað er eitt
sindur ringt hjá okkum før-
oyingum at meta um filmin.
Eg bíði meira eftir teimum
útlendsku ummælunum
Nú hugdi eg ikki so nógv
eftir landslagsmyndum ella
eftir statistunum, men tað
órógvaði meg eitt sindur at
vita, at tá eg skuldi vera í
Miðvági, so var eg í Saksun
og sá Eiðiskoll og Kalls
oynna osfr. Eg haldi annars,
at sjónleikararnir vóru góð-
ir, serstakliga spældi prestur
væl og somuleiðis Barbara
Men eg skal annars við-
ganga, at fyri mær tóktist
hann dekan ov langrøkjutur
vidhvørt. Tað er kanska
heldur ov sterkt at briika
orðið keðiligt, men tað ligg-
ur harum. Annars tyktist tað
fyri mær sum um ein nokk
so stórur partur av filminum
varð settur saman í smá-
pettum. Tað virkaði ikki
altíð sum ein framhaldandi
filmur. Heldur vórðu tað
smápetti, sum vórðu sett
saman sum smáar stuttsøgur
í eina heild. Tað var kanska
ein veikleiki. Men sjálvur
haldi eg, at ummælini uttan-
lands eru meira áhugaverd
enn ummælini í Føroyum.
Má sodnast
ors on, forn-
rødingur: -Mitt inntrykk er
eitt sindur ørkymlandi. T:.0
er kanska min egni feilur
Tað skal nokk sodnast og
sorterast eitt sindur, áðrenn
eg kann gera ein neyva met-
ing. Annars dámdi mær væl
filmin. Men tú situr alla tíð-
ina og relaterar til bókina
og til stød tú kennir, og tå
hetta ikki heilt samsvarar
við upprunan, so gerst tað
eitt sindur ørkymlandi. Og
sjálv lýsingin av kvinnuper
sóninum Barbaru sæð í
relatión til bókina er ikki
heilt tann sama sum tann
kvinnan vit kenna frá bók
ini
Eitt veldugt upplivilsi
Hanus Samuelsen, lærari: -
Tað skal ein tíð til at fáa
hetta at sodna. Men hetta
var eitt veldugt upplivilsi
Eg havi bíðað spentur i
fleiri ár, síðani tað kom
fram, at bókin skuldi film
atiserast. Eg má siga, at eg
eri ikki vónsvíkin av nøkr-
um
Hanus Samuelsen hevur
í síni tíð sum lærari oftani
havt bókina Barbaru við í
undirvísingini, og ætlanin er
nú eisini, at skúlaflokkar
fara at síggja filmin, soleiðis
at hann kann verða brúktur
sum partur av undirvísing-
ini.
-Annars haldi eg, at endin
á filminum var rímuligur, tí
hon skal enda úti í tí Óvissa.
Nú tá útlendingar fara at
síggja henda filmin fara teir
eisini at síggja, at her er
talan um eitt fólk, sum er
ógvuliga bundið at eini
veldugari náttúru. Bara løt-
an, tá tann gamli er við at
doyggja og prestur vitjar og
at síggja, hvussu hini liva í
síni egnu verð. Tað sigur
eisini nakað um hetta landið
og fólkið
Hanus Samuelsen dámar
væl, at sorinskrivarin verður
tikin fram sum ein týðandi
persónur í filminum. Men
hann er kanska íkki so
nøgdur við málið í filmin-
um. Tað er kanska eitt sind
Malmros verður fagnaður
av 600 fólkum í
Norðurlandahúsinumsaman
við Anneke von der Í ippe
og Lars Simonsen
ur fløkjasligt fyri okkum
Men Barbara lærdi nakað
av føroyskum, og heldur
hann, at hon kom rættiliga
væl frá tí, hóast tað er ringt
hjá norðmanni at leggja um
-Samanumtikið eitt óg vu-
liga stórt upplivilsi og eg
vænti, at filmurin kemur at
gera okkum æru úti í heimi
Babara er sum náttúran og
havid, sum Mykines. Hon
er ógvuliga dragandi men
samstundis ógvuliga vanda-
mikil og er kanska ein hug-
mynd hjá monnum sum
Jørgen Franz. Hann droym-
di um eina kvinnu, sum
kanska bara livdi í hansara
hugaheimi. Hann umsetti so
tann stóra kærleikan, ið
hann ikki fekk, til skald-
skap
Ein fantastiskur
filmur
E imund Joensen løgmad-
ur: -Hatta var ein fantas-
tiskur filmur. Tað vóru sterk
upplivilsi, bæði søgan og
náttúrumyndirnar. Hetta var
ein sera góð mynd av Fer
oyum. Eisini søgan sjål
upphevjadi føroyingar
Filmurin vardi í nærum
hálvan triðjan tíma, men
tíðin gekk uttan at tú vardi
tað, og tað sigur kanska alt
um filmin. Tú upplivdi Før
oyar, sum tær vóru tá, og
vit, sunr hava lisið bókina,
sluppu at uppliva hetta í
livandi myndum, so á ein
AURAR