Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-09-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 — 30. SEPTEMBER 1997 Hogt undirhaldsvirði tá HB koppaði FM vinnarunum Fótbóltur: Gunnar Mohr skoraði sigurs- málið í síðsta dystinum nakr- antíð á besta liðnum hjá HB 1. deild menn: B36-HB 2-3 (1-0) B36 kássameistarin mundi vera nøgdur, tí tað vóru fleiri enn 1.500 áskoðarar, sum høvdu goldið fyri at síggja grannauppgerðina Men tá tað kom til úrslitið á vellinum mundu hverki hann ella hini, sum hoyra til og halda við nýklæktu FM vinnarunum, vera nøgd Tað var nakað av vindi, men tað darvaði ikki spælið storvegis HB hevði lotið meiri ímóti fyrra umfarið sum var tamt og ikki serliga undirhaldandik, sjálvt um spenningurin var stórur B36 var nógv skert, og serliga eyðsýnt var tað, at John Petersen ikki var í á lopinum. B36 álopið var tamt, og tað hevði aftur við sær, at HB verjan ikki tók verjuparun í serliga stórum álvara, men var langt frammi á vellinum Ronnie Samuelsen setti hol á, tá hann eftir gott sam anspæl við John Hera Dam í síðsta minuttinum fyri hálvleik úr heilt spískum sera hegnisliga lyfti upp um Kaj Leo Johannesen Meiri ferð og fleiri mál Seinna umfarið var nógv meiri undirhaldandi, enn fyrra umfarið var HB javnaði út, tá umfarið var 75 sekund gamalt Gunnar Mohr lyfti úr høgru uppum Jens Kristian Han- sen, og toppskjúttin í bestu deildini, Uni Arge, fekk mál við einum næstan heilkiks aðum skoti, sum full- komuliga snýtti Egin Høgn- esen Málið var sum bensin á eldini. Ferðin í spælinum gjørdist hægri, målmøgu- leikarnir vóru nógvir, og tå umfarið var eitt korter gam- ítróttar M r í alt, vóru trý mál skotin aft- urat Jens Erik Rasmsussen varð skrivaður fyri 2-1 mál- ið. HB hevði í alt eini fimt- an hornaspørk, meðan B36 einki hevði. Hesa ferð sendi Jens Erik hornaspark undan vindinum og beinleiðis í málið. Bjarki Mohr var frammi við, men dómarin skrivaði Jens Erik sum mál- skjútta Spenningur kom í aftur, tá Oli Johannesen, sum hesa ferð var í álopinum hjá B36, javnaði bara tveir minuttir seinni. Fyrra málið hjá B36 var skorað úr spískum vinkli, men málið hjá Ola Johannesen var úr uppaftur spískari vinkli. Verjuspæl- arin á landsliðnum smekk- aði til so at siga av bak- linjuni í høgru, og bólturin fór í handara síðunetið aft- anfyri HB málverjan, sum ivaleyst mundi rokna við einum innleggi Góður endabrestur HB hevði yvirvág størsta partin, og hon gjørdist ikki minni, tå aftasti madur hjå B36, Ambjørn Danielsen, fekk næsta gula kortid og tiskil noyddist av vøllinum. Hetta var onnur ferðin, at toftamaðurin í B36 fekk tvey gul kort í sama dysti, og báðu ferðirnar hevur brotið, sum hevur havt seinna gula kortið við sær, verið framt langt úti á vøll- inum og tískil hevur tað ver- ið óneyðugt B36 dovnaði eftir útvís- ingina, sum kom, tá seinna umfarið var hálvrunnið, men sigursmálið hjá HB kom, áðrenn B36 menninir komu í undirtal. Gunnar Mohr hevur boð- að frá, at hann gevst at spæl- a í 1. deild, tá hetta kapp- ingarárið er liðugt. Hann noyddist at fara av vellinum við veddaskaða eitt lítið korter fyri leiklok, og tí er lítið sannlíkt, at hann fer at spæla við, tá fuglfirðingar leygardagin koma í Gunda- dal. Tí mundi tað vera kær- komið og sera hóskiligt fyri veteranin, at seinasta sprell- ið í bestu deildini gjørdi hann ímóti grannunum. Málið kom, tá seinna um- 13 NJ B36 føroya- meistari 1997 Jan Dam og HB vunnu vunnu eisini seinna partin av dystinum um Havnina. Jan spældi væl og fekk heldur ikki hesaferð gult kort. Jan hevur einki leikbann havt i år, og tað er ikki komið fyri í nøkrum kappingarárið áður. Mynd: Alvur Haraldsen farið var eitt korter gamalt Jens Erik Rasmussen, sum saman við Jan Dam stóð fyri stak góðum avriki, spældi veteranin leysan, og so jublaðu tey í HB hús- inum. Seinni um kveldið vóru allir spælararnir hjá B36 og HB bodnir oman á Rio Bra- vo. Teir stríðast á vellinum, men talan er ikki um grannaklandur — í hvussu so er ikki ímillum teirra, sum spæla. (jh) FS Vagar undir stórum trysti men vann 2. deild menn: LIF-FS Vágar 0-1 (0-1) Lorvikingar trystu og trystu, teir komu til nógvar kjansir, men ongantíð eydnaðist teimum at fáa mál. Og tá Mikkjal Danielsen so í fyrra hálvleiki gjørdi fulla nyttu burtur úr brotsparki, fór FS Vágar ovæntað við øllum stigunum úr Lorvík Vágamenn vóru undan dystinum næstniðast í 2 deild, men taptu teir sín dyst samstundis sum B68, sum var aftast vann, so fóru teir niður Uppgávan var tí at fáa stig burtur úr dystinum, og tað eydnaðist ul fulnar, hóast teir vóru undir stórum trysti meginpartin av dystinum og serliga í seinna hálvleiki Lorvíkingar vóru illa nøgdir við démaran, og teir hildu brotssparkið, sum FS Vágar fekk, vera burtur við. LIF-verjumadur og FS Vág- ar spælari fóru um koll í brotsteiginum, og tá linju- verjin veitraði, dømdi dóm- arin brotsspark hóast hend- ingin tóktist vera tilvildar- lig Mikkjal Danielsen livdi upp til álitið, tá hann sendi skotið úr 11 metrum í kass- an. Í seinna hálvleiki trýsti LÍF nógv fyri at javna, og teir høvdu alt spælið. Vága- menn lógu langt afturi og vardu, og við einum væl spælandi málverja, Johan á Mýrini, á odda, og við hjálp frá stong og tvørstong, eydnaðist teimum at halda málið reint hóast LÍF-til- boðini ikki trutu. Tað hevur gingið illa hjá LÍF í seinnu hálvu, og hesin seinasti dysturin var punkt- umið fyri eina vánaliga kapping, tá hugsað verður um hvar LÍF vanliga plagar at vera á stigatalvuni í 2 deild FS Vágar skal spæla um plássið í 2. deild í tveimum dystum móti NSI (ek)