Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Randi Jacobsen | | Blaðfólk: | Aki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Blaðstjórnarfulltrúi: Dagny Joensen, | Eyðun Klakkstein, Edvard Joensen Jens Kristian Vang ; Út ri, uppseting og prent: Sosialurin eg Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: | sosialur 8 post olivant.fo Barbara og umheim- urin Oddagrein SÍÐST í hesi vikuni fáa vit at vita, hvat útlendskir ummælarar halda um filmin Barbara. VIT hava annars sæð og hoyrt tey fyrstu foroysku ummælini av filminum, sum varð vístur í Havnar Bio og í Norður- landahúsinum sunnudagin. Hesi um- mæli hava verið ymisk, tó at tey í hov- uðsheitum eru positiv. FÓLK, sum Sosialurin tosaði við eftir sýningina í Norðurlandahúsinum, vóru sum heild sera væl nøgd við filmin, hóast tey hava ymiskt at fýlast at. NU er ikki ætlanin á hesum stað at um- mæla filmin. Men vit kunnu tó siga so mikið, at talan er um ein stórfilm, tann fyrsta nakrantíð, sum vísir Føroyar og foroyingar. Hann er avbera vakur og kensluríkur og hevur uttan iva nógv at bjóða ikki minst einum fremmandum, sum kanska ongantíð hevur sæð ella vitj- að oyggjarnar. TAÐ er helst rætt, sum tað verður fort fram í samreðunum, sum blaðið hevur við fleiri fólk eftir sýningina, at vit eru nærum „inhabil“ at meta um filmin, tá hugsað verður um, hvussu stórar vón- irnar hava verið og ikki minst spenn- ingurin. Tað er sum at skula sanna orðini, at tá vónirnar til eitt ávist eru skrúvaðar so nógv upp, so kanst tú næstan bara gerast vónsvikin. LAT okkum nú síggja og hoyra, hvat út- lendskir ummælarar siga um filmin. Vit fara í blaðnum at fylgja hesum ummæl- um og greiða okkara lesarum frá teimum, tí hetta er nakað, sum føroyingar uttan iva vilja síggja og hoyra um. TAÐ er helst eingin ivi um, at filmurin Barbara kann fáa týdning fyri Foroyar sum ferðamannaland. Og helst kann filmurin eisini vekja áhuga hjá fólki fyri Føroyum, sum tá aftur kann vera við til at knýta tættari bond millum Føroyar og onnur lond. Løgmadur og rikisum- boðsmaðurin hildu fyri í blaðnum í gjár, at møguliga kann filmurin gera, at fleiri danir fara at vísa Føroyum og føroyingum størri ans, og harvid koma at skilja betur støduna hjá fólkinum, sum býr úti í Norðuratlantshavi. Vit vilja við hesum ynskja ollum teimum, sum hava havt nakað við filmin at hjartaliga til- lukku við vón um, at filmurin fer at vekja áhuga fyri Føroyum og annars fáa týdning fyri ikki bert ferðavinnuna men fyri mentanarlívið og alt samfelagiðsum heild. Góða eydnu við filminum Sosialurin »Føroyskt« og føroyskt Vidmerking til grein hjå Dan R. Petersen Dan R. Petersen skrivadi grein i Sosialinum 13. sep- tember, sum hann nevndi »Føroyskt« og føroyskt. Har harmast um, at orða- skiftið, sum tók seg upp um bókmentir og at skriva bøk- ur, var dovisligt og ikki um- røddi tað, sum hann nevnir »Sensur og einrætting« Dan hevur ta fatan, at »å almennum og hålvalmenn- um forløgum valdar ein grótharður sensurur, sum ikki hevur sæð sín líka síð- an Stalintíðina<. Hann sigur rættlesaran avgera, hvussu teksturin kemur at vera, og er høvundurin ikki samdur við rættlesarar, so verður handritið liggjandi, til høv- undurin er blivin moyrur, kanska eftir fleiri ár Dan vónar við hesi grein at traðka onkran á tærnar og provokera til debat Undirritaði er leiðari á Bókadeild Føroya Lærara- felags, kanska eitt av teim um hálvalmennu forløgun um, sipað verður ul? Eisini verður Bókadeild Føroya Lærarafelags beinleiðis nevnd: Dan sigur málið í teimum flestu(!) bókunum hjá Bókadeildini vera so tungt og stirvið gamla- mannamál, at foreldur sita fótur í spenni og umseta til »føroyskt«, tå ið tey lesa fyri børnunum. Hetta eru so álvarsamar ákærur móti Bókadeildini, ið gevur út meginpartin av føroyskum barna- og ung- dómsbókum, at eg haldi tað vera rætt at siga eitt sindur um, hvussu samskiftið er millum Bókadeildina og høvundar ella týðarar: Tá ið ein høvundur kem- ur til forlagið við einum handriti, verður fyrst av øllum stóða tíkin til, um tað er nóg gott at geva út. Við hvert hava vit uppskot um broytingar o.t, men vanliga verða flest øll upprunahand- rit givin út. Vit skriva so sáttmála við høvundan, har m.a. stendur, at vit tilskila okkum rætt til at lata hand- ritið málsliga viðgera, men høvundurin hevur rætt til at fáa handritið aftur, tá ið tað er målsliga vidgjørt Hetta merkir i veruleikan- um, at høvundurin tekur stóðu ul rættingarnar og tekur við teimum, hann heldur vera skilagóðar — so einfalt er tað. Flest øll eru fegin um hesa málsligu leið beining, práta við vegleið- aran og koma kanska fram til uppaftur frægari úrslit Tó eru nøkur heilt fá dómi um fólk, ið eru vorðin firtin, hóas tey greitt hava fingið at vita, at tey eiga tekstin og avgerðarrættin, men tey kunnu teljast á einari hond seinasta 10 ára skeiðið Meir enn 500 bøkur og blød hevur Bókadeildin givið út hesi árini. Og alla hesa tíðina er ikki eitt tað einasta handrit forða at koma út av málsligum áðum! Tað undrar ikki meg, at onkur heldur nakrar av fleiri hundrað bókum vera tungar, men tað eru undantøkini Málið í bókunum er ymiskt, alt eftir hver hevur skrivað ella týtt. Og fólk eru eisini ymisk á máli um sama tekst. Eg havi upplivað, at for- eldur hava ringt og takka fyri onkra bók, sum alt húskið stuttleikaði sær Oført við at lurta eftir, meðan lisið varð upp. Júst somu bók hevur onkur annar sagt vera tunga og stirvna at lesa. Vit eru jú øll ymisk. Tað er hugsandi, at målnevndar- limur, sum verður lagdur undir at skriva tekst >tung- an sum betong og fløktan sum ein kisustamp«, tosar ødrvisi við børn síni enn t.d Dan Petersen Sjálvur havi eg drúgvar royndir at lesa upp fyri børnum, eisini tekstir, sum eg sjálvur havi týtt. Men tá ið tað ræður um smábarna- og myndabøkur, so er tað sjáldan, eg lesi júst soleið- is, sum skrivað stendur. Tað veldst um so nógv: Hvussu gamalt er barnið? (tú kanst væl lesa somu bók fyri 2-6 ára gomlum barni. men sjálvandi lagar tú málið eftir aldrinum). Hvussu er barnið ella tú sjálvur fyri? Skal tú skunda tær, ella hevur tú góðar stundir at práta um myndirnar? o.s.fr. Ikki Dan Petersen at siga, men tekur tú eina nýggja bók upp í hondina við opnum sinni, fæst altíð okkurt gott burt- urúr. Lesur tú við bara tí í huganum at sleppa at ilskast um málið, so er lítið vunn- ið... Bókadeild Føroya Lær- arafelags gevur í ár út meira enn tretivu bøkur og tekni- søgur afturat. Skrivað ella týtt hava t.d. Ebba Hentze, Axel 'lorgarð, Jákup í Skemmuni, Birgit Arge, Carl Johan Jensen, Lydia Didriksen, Sonja Schneider, Hildigunn Niclassen, Niels J. Thomsen, Eyðna Magn- ussen, Heine Petersen, Sjúrður Gullbein, Lena Ja- cobsen, Marianna D. Dahl, Eydun Andreassen, Ola Jåkup Niclasen, Pauli Niel- sen 0.0 Heldur Dan Petersen veruliga, at øll hesi fólk høvdu funnið seg í, at málið verður broytt, stílur og týdn- ingur avlagaður? Ella er tað so livandi galið, at hann bara endurtekur okkurt sum onkur onkuntíð hevur sagt - og hevur ikki lisið bøkur- nar, sum hann niðurgerð „flest allar«? Er tað so, nyttar lítið at kjakast. Tó vænti eg, at tá ið Dan Peter- sen hevur lisið tað, sum Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út í síðst- uni, man hann fara at taka undir við Maluni Poulsen, sum skrivar: >Bókin er á- hugaverd og vælskrivað, og tað sera livandi mynda- málið er ein styrki. ..< (brot úr ummæli av Søgum úr Port Janua eftir Rakel Helmsdal, Feringurin nr. 20) — ella Hugin Eide: „Málið er so nátúrligt og likatil, at tú heilt gloymir, at hetta er ein umseting...< (brot úr ummæli av Dikku hjá okkum eftir Astrid Lind- gren. Ebba Hentze týddi, Feringurin nr. 15) Niels Jákup Thomsen KEE Kristnikunnleiki i kvøldskålanum Góður møguleiki at seta seg inn í ymisk evnir um kristnu trúnna, lívið 0.a. Aftur í vetur verður farið undir at undirvísa í kvøld- skúlanum um ymisk evnir, sum hava við kristna trúar- lívið at gera. Í fjør varð roynt við einum bibliu kvøldskula undir kvøld- skúlaskipanini í Gøtu og í Havn. Hetta fekk góða und- irtøku, og nú verður ikki bara undirsíng í Havn og í Gøtu, men eisini i kvøld- skúlanum í Klaksvík. Hugsanin er ikki at hava eina „breiða“ gjøgnum- gongd av bíbliuni, men heldur at viðgera nøkur ávís evnir, sum hava við trúgv og lív hjá tí kristna at gera. Bara try evnir verða við- gjørd í vetur, og so mikið betri verða stundirnar at seta seg inn í hesi evni. Tað størsta evnid er trúarlæra, sum út frå bókini hjá Carl Fr. Wisløff - jeg ved pá hvem jeg trir, gevur eina bíbilska gjøgnumgongd av, hvat og hvønn kristna trúgv okkara byggir á. Hetta evn- ið varð eisini gjøgnumging- ið í fjør. Annað evnid er um kristanar kirkjur og trúar- samfeløg so sum hvítu- sunnusamkomur, katólsku kirkjuna, baptistar, adven- tistar 0.4., um sereyðkenni teirra i læru og bygnadi, mótvegis okkara luthersku- evnagilisku kirkju. Triðja evnid er um gudstænastuna, ippruna, um form og liturgi. Kveldskúlin í vetur varar 24 vikur. Undirvíst verður tveir tímar hvert mána- kveld. Tað ber til at tekna seg á tlf. 22533. Frálæran í Havn Trúarlæra 24 tímar við Sverra Steinhólm. Aðrar kirkjur og tuarsamfeløg 16 tímar við Peter O. K. Olof- son. Gudstænastan - sega, innihaald og liturgi 8 tímar við Emil Olsen. Undirvisingin verður í Kommunuskúlanum mána- kveld kl. 19-21 Frálæran í Getu Aðrar kirkjur og trúarsam- feløg 16 tímar við Peter O K. Olofson. Gudstænastan - søga, innihald og liturgi 8 tímar við Emil Olsen. Trú- arlæra 24 tímar við Thomas Dam. Undirvísingin verður í skúlanum við Getugjógv månakvøld kl. 19-21. Frålæran i Klaksvik Trúarlæra 24 tímar við Ólavi Christiansen. Aðrar kirkjur og trúarsamfelgg 16 tímar við Hjørleif Pouisen Gudstænastan - søga, inni- hald og liturgi 8 tímar við Niels Paula Danielsen. Undirvdisingin verður í skúlanum á Ziskatreð månakvøld kl. 19-21. Allastaðni verður fyrsta kveldið mánakveldið 6. oktober. si