mikudagur 1. oktober 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 — 1. OKTOBER 1997
BP- og Shellfólk á skúlabonki í Havn:
— Vit eru
komin fyri
at læra
um landið
og fólkið
Herfyri vórðu umboð fyri oljufeløgini
Shell og BP á vitjan í Fóroyum.
Fyrsta uppgáva teirra var at kunna
seg við fóroysk viðurskifti. Feløgini í
næstum fara undir framleiðslu á
Foinaven-feltinum
JAN MÚLLER
Tvey av heimsins størstu
oljufeløgum, Shell og BP,
eru nú av álvara farin at vísa
Føroyum ans. Feløgini hava
nú í nøkur ár arbeitt við tí
føroyska økinum, men tað
er ikki fyrr enn nú, at fel
øgini eru farin meira mið
víst til verka
Bæði feløgini arbeiða
saman vestan fyri Hetland
og eru við í báðum teimum
fyrstu oljufeltunum, sum
byrja framleiðslu í næstum,
nevniliga Foinaven og
Schiehallion. Hesi feltini
liggja skamt frá føroyska
fiskimarkinum
Herfyri gjørdu feløgini
av, at Shell skal hava leik-
lutin sum operatørur å før-
oyskum øki. Frammanund-
an hevði BP hesa uppgåv-
una.
-Vit eru fegnir um sam-
starvid, og at Shell hevur
operatøruppgåvuna å før-
oyskum øki i sambandi vid
eitt 1. útbjóðingarumfar sig-
ur Brian C. Mitchener, leit-
ingarstjóri hjá BP fyri At-
lantsmótið og Clair. Hann
hevur júst vitjað í Føroyum
saman við umboðum fyri
Shell. Talan var um fleiri
av oddafólkunum hjá BP og
Shell, ið fyrst og fremst
vóru komin til Føroya fyri
at kunna seg við landið og
fólkið her býr.
Útlendsk oljufólk á
skúlabonki í Føroyum
Umboðsmaðurin hjá nýggja
samtakinum í Føroyum er
Hjarnar Djurhuus, stjóri í
Shell. Hann hevði lagt
skránna til rættis fyri vitj-
anina. Har varð eitt sindur
av hverjum. Umframt at
vitja úti um landið og hitta
umboð fyri oljufyrisitingina
varð skipað fyri fleiri fyri-
lestrum. Rólant í Skorini
tosaði um søgu, mentan og
mál, Halgir W. Poulsen
greiddi frá Heimastýrislóg-
ini og undirgrundaravtaluni
við danir, Jógvan Mørkøre
tosaði um føroyskan poli-
tikk, Klaus Rasmussen um
skattalóggávu og oljuskatt
og Martin Heinesen, Her-
ólvur Joensen og Karin
Toftegaard tosaðu um olju-
lóggávuna, føroyskan idn-
að, útbúgving í idnadinum
og um komandi útbjóðing-
arumfarið
Vit eru komnir til Føroya
fyri at hyggja, lurta og læra
og fyri at skilja føroyska
mentan, politikk og søgu -
og ikki fyri at prædikka ella
siga, hvussu tit eiga at gera
sigur Gordon R. Taylor,
geofysikkkari hjá Shell og
við í bólkinum, sum ar-
beiðir við tí føroyska ok
inum
Sjålvur er hann hugtikin
av bæði náttúruni og fólk-
inum her og sigur, at teir
hava fingið ómetaliga nógv
burtur úr hesum fáu døg-
unum.
Hann sigur í sama við-
fangi, at tá hugsað verður
um viðkvæma og vakra um-
hvørvi' her, so hava bæði
Shell og BP sum fremsta
prioritet at fara væl um
umhvervi - tá og um talan
verður um leiting og seinni
framleiðslu á føroyskum
eki.
Sosialurin skilur, at tað er
í sátt og semju, at BP og
Shell hava gjørt av, at Shell
skal vera operatørur í eini
komandi útbjóðingarrundu
á føroyska landgrunninum
Samarbeiðsavtalan mill-
um feløgini letur tá eisini
møgulerkan vera opnan fyrr,
at BP kann verða operatørur
við eitt næsta umfar og
somuleiðis, tá talan verður
um at fara inn í Hvíta ekið.
Tann spurningurin verður
tíkin upp til ta tíð.
Drúgvar royndir á
djúpum vatni
Tað er neyvan nøkur loyna,
at júst BP og Shell teljast
millum tey oljufeløgini í
heiminum, sum hava flestu
tíðindablaðið
royndir á djúpum vatni. Tey
eru undangongufeløgini
vestan fyri Hetland og
aðrastaðni í verðini, eitt nú
í Mexikanska flógvanum
Tað er við hesum drúgvu
royndunum sum barlast, at
tey nú seta kós móti tí djúpa
vatninum á føroyskum eki
eisini. Men Brian Mitche-
ner frá BP er tó ikki bangin
fyri at viðganga, at eisini
onnur oljufeløg og samtøk,
sum teir kappast vid, eru
komin langt vid sinum
kanningum á Atlantsmót-
inum og nevnir her serstak-
liga Statoilbólkin og Ame-
rada Hess-bólkin
Stórar avbjóði
Gordon Taylor frá Shell sig-
ur, at føroyski landgrunn-
urin bjóðar uppá stórar
tøkniligar avbjóðingar. Tað
ber ikki til í dag at siga nak-
að við vissu um møguleikan
at finna olju og gass. Fyri
at kunna koma einum svari
nærri hava feløgini útvegað
sær nógv seismiskt tilfar,
sum tey so tulka. Høvuds-
trupulleikin hjá teimum eins
og ødrum feløgum er at
kunna síggja nóg væl niður
gjøgnum tjúkku basaltfláir-
nar og royna Shell og BP
eisini at brúka sín serstaka
teknikk fyri at koma longur
á hesum eki
Enn eru tað „very early
days“ sum Gordon Taylor
málber seg. Men fyri at
kunna vera við í eini fyrstu
útbjóðingarrundu mugu teir
eisini brúka nógvar kreftir
til kanningarnar.
Brian Mithener frá BP
sígur annars, at teir meta seg
at vera á rættari kós í kann-
ingararbeiðinum. -Eg kann
bert siga, at vit høvdu ikki
verið her, um vit ikki hildu
møguleikar eru fyri, at olju-
og gassberandi løgini eyst-
an fyri halda fram móti Før-
oyum. Hann vísir annars á,
at tað hevur stóran týdning
fyri teir at kunna byggja upp
eitt samstarv við føroyingar,
ið byggir á kunnleika og
sínamillum álit.
Loysið marknatrætu
Vit spurdu tey bæði umboð-
ini fyri Shell og BP, hverja
ávirkan tey meta óloysta
marknatrætan kann hava á
eina komandi leiting við
Føroyar!
Gordon Taylor, Shell
Tað hevði verið gott, um
marknatrætan varð loyst
skjótt, so vit vistu, hvar vit
standa
Brian Mitchener, BP: -Øll
feløgini, sum hava åhuga i
hesum økinum, hava sett
nógv fólk av til kanning-
arnar, og skulu tað so fara
at ganga eini 5 ár við einum
sakarmáli, so kann tað
merkja, at kanningarnar
verða lagdar á hyllina, og
tað ynskja vit helst íkki. Vit
vilja tverturímóti sleppa at
arbeiða víðari og frameftir.
Uppá fyrispurning um
ikki ein óloyst marknatræta
kann seinka ella heilt taka
áhugan frá oljufeløgunum
at gera stórar fløgur í møgu-
ligan infrastruktur, sum
byggir å møguligar goymsl-
ur í øllum økinum tvs. bæði
tí bretska, Hvíta økinum og
komandi føroyskum ski
sigur hann, at tað enn er
óvist, hver skipan fer at vera
í skinum fyri bæði måttøku,
framleiðslu og flutningi av
olju og gassi. Her kann
koma at vera alt frá festum
pallum til framleiðsluskip
og víðari til rørskipanir á
havbotninum (pipe-lines).
Hann viðgongur tó, at
tess betri vitan teir hava um
meguligar kolvetnis-
goymslur í øllum økinum,
tess lættari er at gera sær
eina meining um, hvussu tú
skal menna infrastrukturin
í øllum økinum. Við øðrum
orðum kann ein markna-
ósemja, sum leggur hald á
stór øki við møguligum
olju- og gassgoymslum,
seta forðingar í vegin fyri,
hvat slag av infrastrukturi
ein ynskir at gera fløgur.
-Um so er, at tú nýtist at
hava stórri goymslur fyri at
kunna forsvara bygging av
infrastrukturi, og har hvørki
Hvita økid ella føroyska
økid eru vid, so kann tad
vera ein fording, at markna-
trætan ikki er loyst sigur
Brian C. Mitchener.
Gordon Taylor frá Shell
heldur annars, at uttan mun
til um tíðarætlanin við 1.
útbjóðing heldur ella ikki,
so verður neyvan talan um
at bora fyrr enn eftir ár
2000. Neyðugt verður við
fleiri seismiskum kanning-
um, áðrenn ein kann fara
undir veruliga boring
Byrja vestan fyri
Hetland
BP og Shell eru vid i bådum
feltunum vestan fyri Het-
land, sum eru undir útbygg-
ing. Foinaven-feltið, har BP
er operatørur, er seinkað
meira enn eitt ár. Fyrsta
oljar kemur tó upp í hesum
árinum. Teir hava havt nógv
fleiri trupulleikar enn rokn-
að varð við eitt nú við tí
harða streyminum, sum er í
økinum. Hetta hava teir nú
fingið bilbukt við. Schie-
hallion, sum Shell er opera-
tørur fyri, fer undir fram-
leiðslu miðskeiðis í 98. Har
gongur alt sum ætlað.
Eitt annað áhugavert felt
er Suilven, sum liggur nær
hendis Foinaven og Schie-
hallion, men longur út móti
Hvíta økinum. Hetta feltið
gongur út í Hvíta økid, og
gjørdi bretska stjórnin tí
herfyri av at designera ein
part av Hvíta økinum og er
ætlanin, at fleiri blokkar har
verða bodnir út í oktober
mánað. Freistin at bjóða
uppá blokkarnar er úti 3
okt. Umframt BP og Shell
eru eisini fleiri onnur olju-
feløg, sum helst vilja hava
hesar nyggju blokkarnar.
Eitt teirra er Total, sum hev-
ur fleiri av lisensunum nær-
hendis.
Conival møguliga fram
i ljósið skjótt
Vit spurdu Brian Mitchener,
nær BP fer at koma við upp-
lýsingum um eitt annað felt
teir hava funnið og sum er
»tight hole“, nevniliga
Conival, sum eisini liggur
heilt tætt upp at Hvíta øki-
num!
-Vit hava tosad um at
sleppa upplýsingum út um
Conival, men hava íkki
avgjørt nær.
-Er nakað í tíðindunum
um, at:tit hava funnið eina
stóra kolvetnisgoymslu, ið
heldur fram inn á tað
Hvíta økid?
-Eg kann bert siga til tað,
at møguleikin fyri, at ein
goymsla heldur fram inn á
eitt annað eki, í hesum føri-
num Hvíta gkið, sjálvandi
altíð er til steðar
Sosialurin skilur annars,
Shell- og BP umboðini
sum vórðu á
kunningarvitjan í
Føroyum herfyri saman
vid fóroyska Shell
stjóranum. Fv. Brian
Darracott, Shell, Stewart
Petri, BP, Hjarnar
Djurhuus, stjóri i Shell,
Gordon Taylor, Shell, Bob
Hartstra, Shell, Brian
Mitchener, BP og Bob
Kelley, Shell
at BP og Shell fara at leggja
stóra orku í fyrireikingarnar
til tað fyrsta útbjóðing-
arumfarið á føroyskum eki
Í hesum sambandi hevur
Shell júst fingið eitt for-
kanningarloyvi á føroysk-
um øki. Tað hevur ikki
eydnast okkum at fáa at
vita, hvat slag av kann-
ingum hetta loyvið snýr seg
um.