Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

||| Nr. 186 - 1. OKTOBER 1997 Kór og orkestur hitadu upp, áðrenn talarurnar hon var í bólki við, tók und ir. Hon tagnaði eina løtu, Mist: líkasum“ sambandið Byrjaði so aftur, men tað gjørdist ongantíð ul nakað stórvegis Fyri tann, sum ikki er vanur við slíkt, sá tað ógvu liga legið út. Eg ivadist eina løtu, um hon hoyrdi til eina av samkomunum, sum hava slik møti, ella um hetta var ein, sum var komin av for vitni, og bara flenti býtt at onkrum skemtiligum, síðu maðurin hevði sagt Skemtilig tala Síðan kom ein rættiliga long tala frå amerikumanninum Hann vísti á, at tað var gott at hava eina samkomu at koma til, har tað hendi nakað. Tí mangan vóru tær gomlu kirkjurnar og sam komurnar steindeyðar Tað hevur hann tíverri alt ov rætt í. Men munur er nú á at vera ein deyð kirkja og ein undirhaldssamkoma, sum, fyri summum at vísa seg, bara koyrir upp á eina ókritiska herligheitsteologi Har er lætt hjá ungum fólk um, sum leita eftir onkrum spennandi, at koma til. Tí her hendir sanniliga nakað Men tey mugu bara lata vera við at spyrja. Og ert tú nøgdur við bara at fylgja við uttan at spyrja, so er laga manni at hava tað stuttligt Falarin vildi vita, um fólk vóru glað. Veruliga glað Og samkoman rætti arm arnar í veðrið og rópti > Amen! < Byrjanin av taluni varð um á Heilaga andans. Og væntandi var, at hann fór at halda eina talu, fylta av anda Men eg má ærliga við ganga, at eg varð skuffaður Ég má siga, sum er, at eftir mínum tykki tosaði maður in nógv, men segði líuð Tað mesta gekk út upp á at siga fólki frá, hvussu skemtiligt tað var, tá hann fekk samband við Toronto rørsluna fyrstu ferð. Hvussu tíðindablaðið hann sjálvur flenti, og hvussu hann fekk pápa sín býttan í låtri, tá teir tosaðu saman í telefon. Og hvussu hundurin hjá pápanum gjørdist óður í høvdinum av hesum Eg fann stutt sagt onga fyrnd í hesum, hann tosaði um. Men tað gjørdu ivaleyst onnur, tí tey flentu av og á at tí, hann segði frá Ov lætt umgingið Eg tvist ikki í, at bæði hann, forbidararnir og øll hini sum skipaðu fyri, trúgva Guðs orði og meina tað, tey siga. Men her varð stutt sagt, eftur minm metan, gingið ov lætt um Tá var erðvísi at lurta eftir Bøgesvang, ið hevði guðs tænastuna, sum varð út varpað sunnumorgunin Hann hevði ein boðskap at bera. Og honum líkt, dugdi hann eisini at fáa boð skapin út Og sålmurin, »Takk Guð fyri alt, sum hendi«, sum — Nógv fólk varð komið i ítróttarhellina til metið leygarkveldið = + sungin varð í Klaksvík, tók so dyggiliga aftur í Toronto- metið kveldið fyri. Serliga tá takkað varð >...for rósurnar á vegnum fyri tornar millum tær. « Tí hvat varð í grundini av tornunum hjá Torontofólk- unum? Halda tey, at ongir tornar eru millum rósurnar? Tað kundi verið eitthvert, sum bendir á tað, soleiðis sum meti teirra fór fram. Alt var bara so sera gott Men hvussu verður so við hesum fólkunum, um tað nú vísir seg, at okkurt ikki gongur, sum tey hava hugs að sær tað? Fara tey at minnast Job og vænta, at eins og honum gekk væl at enda, fer eisini teimum sjálvum at ganga? Ella fara kanska onkrar verkar sálir ikki at tola, at ikki gekk, sum tey væntaðu og settu álit á, tá tey góvu seg yvir til rørsluna? Fara tey stutt sagt at vísa Harranum frá sær, tí hann knappliga ikki er við meira, men heldur, at kalla, ímóti? Tað kann gerast vanda- mikið Og tey duttu Tað hevur mangan verið ført fram av teimum, sum ikki eru samd við mátanum, hesar nýmótans rørslurnar bera evangeliid fram uppá, at har henda ymisk ting, sum ikki samsvara skriftun um Eitt, sum flein hava ført fram móti Torontorørsluni er, at fólk detta umkoll og verða liggjandi á gólvinum, tá andin kemur yvir tey Og tað hendi eisini í ítróttarhellini á Nabb leyg arkveldið Rættiliga ódramatiskt tyktist tað, tá fólk, eftir áhei- tan, fóru yvir at pallinum og vórðu sett upp við síðuna av hverjum ødrum eftir síðulinjuni á hondbólts vellinum Og teir væntaðu ivaleyst stórt mannfall, tí biðið varð um, at fimm tey fremstu { Mynd: Jens Kristian Vang) (Mynd: Jens Kristian Vang) stólargðini vórðu ruddað burtur, so betri pláss gjørd- ist á gólvinum har frammi Men so fór at falla. Fyrst ein. Síðan fleiri, og at enda var ein heilur hópur, sum lá á gólvinum. Ungir menn lógu har. Gamlar konur lógu við frakkum og teppum om an yvir sær. Og biðararnir gingu til og frá og høvdu nógv um at vera Tað tyktist, tá komið var higar til, at fleiri av fundar fólkunum høvdu ikki hug at vera við meira Gongdin gjørdist alt meir út úr høllini Sjálvur stóð eg eina løtu í gongini og eygleiddi hetta, sum fyritórst framman fyri pallinum. Undir liðini á mær stóð maður, sum hevur sína dagligu gongd í Brødrasamkomuni. Hann var á veg heim. Men hann helt tó, at hann dugdi ikki at ímynda sær hetta í sali num har heima Eftir at hava roynt at lýst hesa rørsluna, so frægt, sum gjørligt, hesa seinastu viku na, hevdi eg nú havt høvid til at vitja eitt av møtum teirra Eg før avstað aftur við eini kenslu av tómleika Hvat var hetta, eg heyði verið við til? Var hetta veru liga eitt kristiligt meti, ella var hetta reimur og skærur sjónleikur? I øllum fórum var einki sum minti meg á orðatekini um at »sita vid andakt< ella at tað var »sum at sita undir lestri« Og friðin, sum onkur av leiðarunum hevði tosað um at tey upplivdu á Toronto mótunum í Íslandi. kendi eg ongantíð Eg sat alla tíðina við eini kenslu av, at:talan var um undirhald Edvard Joensen