hósdagur 2. oktober 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jonhard Hammer
Ábyr kbyrgdarblaðstjór: | Blaðstjórnarfulltrúi:
útler | Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri: |
Krisjan Daht | Blaðfólk:
Lýsingar og sola: | | Aki Bertholdsen,
! Eiríkur Lindenskov,
Dagny Joensen,
yðun Klakkstein,
Edvard Joensen
|
|
| Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Ho uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820 )
Telefax. 14720 |
e-mail:
sosialur & post olivant.fo
j
Ávegis móti kriggi í Kristian
Miðeystri!
Oddagrein
TAÐ var sum at fáa ein váttan vett
frammaná, tá tíðindi bórust um, at
ísraelski leiðarin Natanyahu kortini ikki
ætlar at steðga jødisku búsetingunum í
teimum hersettu økjunum á Vestara Aar-
bakka millum Íracl og Jordan.
HESI tíðindi komu stutt eftir, at amer-
ikanski uttanríkisráðharrin við altjóða
pressuna kundi siga frá teimum gleðiligu
oðunum, at ísraelar og palestinar nú
høvdu gjørt av at taka re
ingarnar uppaftur. Í hesum lá eisini, at
ísraelar fóru at gevast við búsetingunum
í hersettum økjum og i Eysturjerusalem.
MEN gakk. Netanyahu vil heldur brúka
ninsklrnar enn friðarsins dpi. Við
at tvíhalda um framhald av búsetingum
bæði i hersettum økjum og í Jerusalem
ger Netanyahu einki mætari enn at skriva
undir eina krígsavbjóðing til ikki bert
palestinar men so sanniliga til allan tann
arabiska heimin.
TAÐ fyrsta, ið kemur einum til hugs í
slíkari stødu, er, at maðurin er ikki í ord-
an. Hann er ikki rættsiktaður. Ti eingin
hevur loyvi til at per hasard vid
mannalagnum å henda hått, heldur ikki
israelski leiðarin.
NU verdur spennandi at siggja, hvat USA
fer at gera. Um landið torir at siga Netan-
yahu ímóti og leggja trýst á hann fyri at
steðga búsetingunum. Vit hava grund til
at óttast fyri, at USA fer einki at gera, tí
jødiski kapitalurin i USA er so sterkur.
Men tå USA hevur åtikid sær leiklutin
sum meklari og politi um somu tíð, so
hevur landið eisini skyldu til at tvinga
høgravenda ísraelska leiðaran til at lurta
eftir fornufti. Tí tá alt kemur til alt er tað
ikki bert talan um ísraelar kontra pale-
stinum. Netanyahu kann við sínum skila-
leysa politikki seta eld í alt Miðeystur, og
tað kann fáa avleiðingar fyri heimsfriðin.
UM USA íkki fær trýst Netanyahu til at
evast við sínum búsetingarpolitikki, so
er ein so smátt at illgita USA fyri - út frá
onkrum stórpolitiskum málum - at góð-
taka harðrenda politikkin hjá ísraelska
leiðaranum. Hvat skuldi hetta so verið
gott fyri kundi verið spurt! Ja hvor veit,
ein máti fyri at provokera Iran til at leypa
framav, soleiðis at USA og A agilga
eisini Ísrael kunnu steðga iranska
tilbúgvingini! Fantasiur - ja, meguliga,
men tá ein veit, hvat stórpolitikkur snýr
seg um - kanska ikki heilaspuni kortini!
Undir øllum umsteðum hevur Net-
anyahu kúvent frá degi til dags, eftir at
verða komin ásamt við USA um upp-
afturtøku av friðarsamráðingunum.
Sosialurin
Magnussen
og folkapensionin
Aftursvar til landsstýrismannin í almannamálum, Kristian Magnussen, við-
víkjandi fólkapensiónini
Í seinastu viku bar Utvarp-
ið okkum tey tíðindi, at
landsstýrismaðurin í heilsu-
og almannamálum, Kristi-
an Magnussen, heyði hug-
leitt um fólkapensiónina og
um hvussu hann kundi
hugsað sær at hon kom at
virka framyvir
Millum annað nevndi
hann, at nú fakfeløg og onn
ur høvdu eina skipan, har
fólk sjálv rinda sær rætt til
eftirløn så hann sær ein
møguleika at skerja lógar-
bundnu pensiónina hjá hes-
um bólkum fyri harvið at
hækka útgjaldið hjá teim-
um, sum ikki høvdu vunnið
sær rætt til hetta ískoyti
Nærliggjandi er tí eisini
at hugsa sær, at tey, sum fyri
at hjálpa til við at tryggja
síni ellisår hava spart sær
nøkur oyru saman í einum
peningastovni heldur ikki
skulu hava rætt til fólka
pensión
At røkka eftirlønaraldur
kann sammetast vid at strida
seg nidan á ein høgan fjalla-
tind. Tú verður útlúgvaður
av tí, men tú kanst fáa eitt
frálíkt útsýni
At vanligi arbeiðarin
vegna fíggjarligu byrðarnar
ikki hevði hevi at njóta
hetta útsýni í tann mun hann
hevði uppiborið eftir eina
stravna farleið tá hann kom
á 67 ára tindin var eisini
monnum innanveggja í
Havnar Arbeiðsmannafelag
greitt
Asannandi at tess meir!
framkomið samfelagið
bleiv, tess stórri gjørdust
krøvini til tann einstaka,
búnaðist av framskygdum
monnum í neynd felagsins
tann hugsan, at møguleiki
átti at kannast fyri at fáa í
lag eina skipan, sum kundi
verða við til at lætta eitt
sindur um fíggjarligu byrð
arnar hjá teimum limum
sum fóru um eftirlønaraldur
Av hesum sá Eftirlønar
grunnur felagsins dagsins
ljós hin 1. aug. 1983 og onki
er at taka seg aftur í, at hesin
stuðul er kærkomin hjá
mongum húski í dag, tí van
liga fólkapenstónin er
hvørki til at liva ella
doyggja av og tað hóast vit
í ríkiligt mát rinda stóran
part av okkara løn í av
gjøldum og skatti, sum eis-
ini skuldi verið grundar
lagið undir fólkapenstónini
At maður, valdur inn á
ting umboðandi verka-
mannafylkingina, skal vera
fyrstur at bróta niður ein
týðandi varða í støðuga bar-
daga arbeiðaranna fyri betri
korum, høvdu neyvan tey ið
valdu hann hugsað sær
Skuldi hesin maður hugs-
að um at spart fyri at hækka
lógarbundnu fólkapenstón-
ina, kundi hann hóskandi
sópað fyri egnum durum,
td. við at hildið aftur við
øllum hasum almennu
stjórastórvunum. Um Krist
ian Magnussen longu er
farin at ganga fjøllini til
komandi val og væntar at
hetta sjónarmið hansara
skal verða við til at savna
honum nakrar atkveður,
skulu vit gera honum greitt,
at her fer hann skeivur
Ringur er tann fuglur, sum
drýtur í egið reiður og hetta
munnu arbeiðsfólk eisini
duga at leggja sær í geyma
Við arbeidarakvødu,
Havnar
Arbeiðsmannafelag
Carl Johansen
Tá sjónvarp Foroya
er allarbest
Vit gera alt ov lítið av at
ummæla okkara fjølmiðlar
Okkurt hissini dulnevnt les-
arabræv er onkuntíð í blað
unum um Útvarpið ella
Sjónvarpið, so er alt sagt
Undirritaði er ein av term
um sum halda, at Sjónvarp
Føroya er ikki tað, tað eina
ferð var. Tann tekniska síð
an í Sjónvarpinum er ment
nógv seinastu árini. mynd
irnar eru vorðnar betri og
klárari, og og teknikararnir
duga sera væl at seta mynd-
irnar saman
Men síðani fleiri av
gomlu garduni av tíðinda-
fólkunum eru farin úr Sjón-
varpinum hevur haltað við
góðskuni í tíðindasending-
unum. Sendingin Dagur og
Vika er stirnað og vorðin
einstáttað, tøvt verður í
sama tilfari ov leingi, og
torført er at koma út um
Havnina
Tá ið tú hevur hoyrt Ut-
varpið um dagin og lisið
blødini, hevur verið torført
hjá Sjónvarpinu mat komið
við nøkrum ødrum um
kveldið. Ein endurtøka fer
fram
Politikarar, fakfeløg og
almennir stovnar fåa alt ov
nógv pláss í Degi og Viku,
og dapra sidan av samfel
agnum fær eisini ov nógv
pláss. Ov langt er ímillum
solskynssøgurnar
Sunnukvøldid
Sjónvarpsstjórin hevur fleiri
ferðir sagt í bløðunum við
víkjandi føroysku sending-
unum, at alt er spurningur
um pening. Hesum eri eg
ikki samdur vid stjóranum
i. Spurningurin er um at
'prioritera"
Havi altíð hildið, at
sunnukveld um átta tíðina
er besta senditíð til føroy
skar sendingar. ein steðgur
er í hjá fólki, áðrenn næsta
vikan byrjar, og tá riggar
væl við einari positivari før-
oyskari sending. Bæði ung
og eldri hyggja sunnukvøld
Plagdi at spyrja næming-
arnar í skúlanum mána-
morgnar, um tey høvdu sæð
føroysku sendingina sunnu-
kvøldid. Tey allarflestu høv-
du hugt og høvdu onkra við-
merking
Sjónvarp Føroya eigur at
hava eina féroyska sending
hvørt sunnukvøld, sum
skiftir millum eina ment-
anarsending, Manna millum
ella okkurt annad åhugavert
evni. Fólk skulu vita, at
klokkan átta sunnukveld er
altíð ein føroysk sending
Sjónvarpsmanningin
dugur væl at gera aðrar
sendingar enn Dag og Viku
Sunnukvøldid var besta
prógvið um hetta
Fyrst ein meistarlig send-
ing frá Zachariasi Hammer
um skipið, sum Tórshavnar
Skipasmidja bygdi fyri
Danida. Tað er bert ein Zac
harias Hammer. Ein sjálv
lærdur = sjónvarpsmaður,
sum eisini hevur sjónvarps
arbeiðið sum fritidaritriv
Hann bæði skrivar tekstin,
tekur myndir og setir sjálvur
saman. Ein sera áhugaverd
sending, sum hevur stóran
hyggjaraskara
Seinni sunnukveldið var
beinleiðis sending úr Norð-
urlandahúsinum um filmin
Barbar:1. Aftur ein áhuga
verd sending. Ein góður
vertur, gott fólk á gólvinum
og góðar myndir
Eftir mínum tykki eitt
sunnukveld, tá ið Sjónvarp
Føroya er allarbest
So hjá mær er eingin ivi
Styttið stirvnu sendingian
Dag og Viku til 3 x 20 min
uttir um vikuna, ella latið
sendingina í ein heilt nýgg
jan búna. Nýtið heldur ar-
beiðsorkuna til aðrar før
oyskar sendingar
Sjónvarp Feroya eigur
sjálvandi at menna barna
og ungdómstilfarið. Men
tað hevur í langa tíð bilað
hjá Sjónvarpinum at fylgja
við, hvat fyriferst millum
manna kring landið, tá talan
er um annað enn fisk og
politikk
Men Gekkapeningurin
fer møguliga at loysa upp
fyri øllum hesum
Vagnur Michelsen
sa