týsdagur 4. november 2003síða 1
Tekstur á síðuni
1
Studio Hvid
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
Hondbóltsdøming-
in skal eygleiðast
Norðurbryggjan letur upp:
Portur til
útnorður
síða 8
Ítróttur síðurnar 27-34
Síða 15
Mentan á 800 fermetrum:
Runavíkingar fáa
stórt mentunar-
hús
Blaðfjallmaðurin fór frá húsum
úr Vágum á fjall eystantil á
Borðoynni og var við hús aftur
alt innan fýra tímar. So lætt
kann tað gerast, tá nútímans
akfør verða tikin í nýtslu í
hesum siðbundna yrki.
Flúgvandi
fjallgonga
Protektionisma:
Ein roynd at varðveita vald
Bilar síða 15
Nr. 209 • týsdagur • 4. november 2003 • 77. árgangur • Kr. 12,00
Peugeot 307:
Størstur
í sínum
klassa
Tað er fyri at varðveita
lóggávuvald í Føroyum,
at Gjaldskipanin hjá
Elektron nú verður
steðgað fyri víðari
menning. Tað sigur
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður við lógar-
málum. Bæði hann og
formaðurin í Rættar-
nevndini viðganga, at
talan er um rest av pro-
tektionismu, ið stavar
frá 1994
GJALDSKIPAN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Elektron verður vart, hóast tað
ikki vil verjast. Bæði Høgni
Hoydal, landsstýrismaður við
lógarmálum, og Jógvan á Lakj-
uni, formaður í Rættarnevnd-
ini, viðganga, at talan er um
protektionismu, nú forðað er
Elektron at fara víðari við
Gjaldskipanini.
Dátueftirlitið tók 28. oktober
avgerð um Gjaldskipanina hjá
Elektron og peningastovnun-
um, sum avgreiðir peningaflyt-
ingar fyri fólk umvegis Betal-
ingService hjá PBS. Talan er
ikki um persónsvernd men um
vinnupolitikk, segði forkvinn-
an í Dátueftirlitinum við Sosi-
alin fríggjadagin, og tað helt
hon ikki hoyra heima í lógini
um persónsupplýsingar. Dan-
mark er eitt trygt land og upp-
lýsingarnar, talan er um, eru
ikki viðkvæmar, og sostatt hev-
ur málið einki við trygd hins
einstaka at gera, segði hann.
– Tað er ivaleyst rætt, at talan
er um protektionismu. Tað
hava vit ongantíð fjalt. Men tað
er ein spurningur um, hvørt tað
er rætt at hava vinnuforðingar í
eini lóg um vernd av persóns-
upplýsingum. Tað er tað helst
ikki. Byrjanin til alt málið
stavar heilt aftur frá 1994, tá
vandi var fyri, at peningastovn-
arnir fluttu alt edv-samskifti av
landinum. Tað varð forðað tá,
og hetta við, tá lógin frá 2001
kom fyri tingið, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður við lógarmálum, vil ikki
gera stórvegis viðmerkingar til
rættarmálið, sum er reist ímóti
løgmálaráðnum, men hann við-
gongur, at ásetingarnar um
peningastovnarnar eru ein part-
ur av løgtingsavgerð frá 1994,
sum skuldi forða peninga-
stovnunum at flyta sítt edv-
samskifti av landinum.
– Hetta er ein spurningur um
at varðveita persónsupplýsing-
ar undir føroyskum lóggávu-
valdi. Peningaflytingar millum
føroyingar skulu gerast í Før-
oyum. Um alt spakuliga fer av
landinum, missa vit lóggávu-
valdið á økinum, sigur hann.
síða 9
Reportasja síða 6-7