Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 209 - 4. november 2003 Nr. 209 - 4. november 2003 3 Tíðindaskriv frá Føroya Sparikassa Kostnaðurin av einum før- oyskum fíggjareftirliti kann gerast dýrur, heldur stjórnin í Føroya Spari- kassa. Hon undrast á, at fíggjarstovnarnir ikki eru tiknir við upp á ráð, nú av- gerð er tikin um at yvirtaka alt fíggjarøkið – Avgerðin um at yvir- taka peningastovnsøkið er politisk, og vit leggja okk- um ikki út í hana. Kortini undrar tað okkum, at av- gerðin er tikin, uttan at pen- ingastovnarnir eru eftir- spurdir ella tiknir við upp á ráð, sigur stjórnin í Føroya Sparikassa, ið er samansett av Marner Jacobsen, for- stjóra, og Bjarna Olsen, stjóra. Føroysku peningastovn- arnir halda, at teir eru hildnir uttan fyri avgerðina hjá landsstýrinum um at yvirtaka peninga- og kredittmál frá donskum myndugleikum komandi ár. Tað er greitt, hóast yvirtøk- an snýr seg um sjálvt virkisøkið hjá peninga- stovnunum, og hóast pen- ingastovnarnir sjálvir gjalda fyri t.d. at fáa fíggj- areftirlit framt. Dýr loysn Higartil eru eingi nágreini- lig tøl sett á yvirtøkuna av peninga- og kredittmálum, men Sparikassin metir, at hetta kann gerast ein kostn- aðarmikil yvirtøka bæði fyri samfelagið og peninga- stovnarnar. Fíggjareftirlitið, ið er partur av yvirtøkuni, hevur t.d. ikki bert til uppgávu at halda eyguni eftir fíggjar- stovnum. Stovnurin fram- leiðir eisini hagtøl, ger ana- lysur av ymsum viðurskift- um og veitir peningastovn- unum ráðgeving. Lógarvið- gerð og lógarsmíð eru eis- ini økir, sum fíggjareftir- litið er partur av. – Tí er fíggjareftirlitsupp- gávan størri og tyngri, enn fleiri halda, og neyðugt verður uttan iva at keypa dýran serkunnleika uttan fyri landoddarnar, sigur sparikassastjórnin, sum í sama viðfangi vísir á, at fíggjarstovnarnir í landin- um helst fara at fáa øktar útreiðslur orsakað av yvirtøkuni hjá landsstýrin- um. – Føroya Sparikassi rind- ar danska fíggjareftirlitin- um uml. 100.000 krónur árliga. Okkara boð er, at føroyska fíggjareftirlitið verður munandi dýrari. Tess dýrari loysnir, vit velja, tess verri gerst kapp- ingarførið hjá fíggjarstovn- unum, sigur stjórnin í Føroya Sparikassa, ið fegin vil síggja tøl ella útrokning- ar, sum kunnu vísa, hvussu dýr yvirtøkan av fíggjar- økinum kann gerast fíggj- arstovnunum og harvið kundunum í Føroyum. Trúvirði kostar Útreiðslur fara helst eisini at standast av, at trúvirðið hjá einum føroyskum fíggj- areftirliti uttanlands ikki verður eins stórt og ta trú- virði, danska fíggjareftirlit- ið hevur í útlondum. – Peningastovnar í Føroy- um verða helst noyddir at lata seg ’rata’ hjá Moody’s, Standard & Poor’s ella líkn- andi kredittmetingarstovn- um uttanlands, og tað kost- ar nógvan pening. Vit kunnu bert skeita til Íslands fyri at síggja, at rating er neyðug í smáum londum, hóast eitt virkið fíggjar- eftirlit er í landinum, sigur stjórnin í Sparikassanum. Peningastovnsleiðslan spyr eisini, hvussu verður við donsku innskjótara- trygdini, ið er partur av peninga- og kredittmálum - og sum føroysku peninga- stovnarnir eisini hava verið við til at goldið til. Aðrir vansar Stjórarnir í Sparikassanum vísa á, at vansarnir við ein- um føroyskum fíggjareftir- liti eru fleiri. Føroyska fíggjareftirlitið fær eitt nú trupult við at fáa ta venjing og rutinu, sum eftirlit í størri londum fáa. Harnæst kemur, at tess minni samfelagið er, tess meira samantengd verða eftirlit og tann, sum er undir eftirliti. Hinvegin hevur eitt før- oyskt fíggjareftirlit helst tann fyrimun, at tað hevur góðan kunnleika til føroysk viðurskifti. – Saman um tikið verður tungt og kostnaðarmikið fyri samfelag og peninga- stovnar, at eitt føroyskt fíggjareftirlit skal setast á stovn og rekast - um nakar dugur skal vera í tí. Stjórnin í Sparikassanum mælir til, at nágreiniligur kostnaður verður settur á yvirtøkuna - bæði fyri tað almenna og fyri peninga- stovnarnar, og harvið kund- ar teirra, og Sparikassin metir tað hava stóran týdn- ing, at allir partar í málin- um verða hoyrdir og tiknir við upp á ráð, áðrenn enda- ligar avgerðir verða tiknar um peninga- og kredittmál- ini. Føroyskt fíggjareftirlit er dýr loysn Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum Í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Oslo hevur Bill Justinus- sen, landsstýrismaður, sum umsitur bústaðarmál, lut- tikið á fundi millum norð- urlendsku bústaðarmála- ráðharrarnar. Á fundinum varð avgjørt at økja tað bú- staðarpolitiska samstarvið millum norðurlond øðru- megin og baltisku londini og Pólland hinumegin. Hetta samstarvið miðjar millum annað ímóti at bróta niður handilsforðing- ar innan byggivinnuna, og at økja um bústaðarpolit- iska samstarvið til tess at skapa betri bústaðir fyri fólk, ið hava serligan tørv til bústaðin. Landsstýrismaðurin hev- ur longu sett í verk arbeiðið at gera bústaðarpolitiskar broytingar í Føroyum, við at seta gongd á lógararbeið- ið í sambandi við alterna- tiva bústaðarbygging. Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at bøta um sam- starvið við Ísland og Noreg fyri at læra av teirra bústað- arpolitisku royndum, tí bú- staðarmarknaðurin í hesum londum er mest átøkur tí føroyska. Í hesum sambandi varð vitjað í norska Husbank- anum, sum fíggjar umleið helvtina av tí norska bú- staðarmarknaðinum. Hetta var ein sera lærurík vitjan. Eisini varð høvið nýtt at tingast við íslendska heilsumálaráðharran og formansskapin í Útnorður- ráðnum um at økja um samstarvið á sjúkrahús- økinum. Á einum fundi millum grønlendsku, ísl- endsku og føroysku heilsu- málaráðharrarnar fyrr í ár varð avgjørt at kanna møguleikarnar fyri hesum heilsupolitiska samstarvi. Nú er staðfest, at áhugi er fyri samstarvinum. Tí verð- ur nú kannað, um íslendska heilsuverkið hevur nøkur tilboð, ið kunnu verða alt- ernativ til ávísar viðgerðir, sum føroyskir sjúklingar í løtuni fáa í Danmark. Bústaðarpolitikkur í samstarvi við norðurlond C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Farið verður úr Føroyum 1. mars 2004 og vit verða aftur í Føroyum 11. mars 2004. Stað kendur før - oyingur er ferðaleiðari. Møguleiki verður eisini fyri at gera útferðir í øki num. Gist verður í 4 koyggjukamari við wc/bað og sjónvarpi umborð á Norrönu. Úr Bergen verður farið við bussi til Voss, har gist verður í 7 nætur á HOTEL JARL, sum liggur mið- skeið is í Voss. SKÍÐFERÐ til Noregs Prísur fyri hvønn Íroknað prísin er: 1/2 pensjón á hotelli num, 7 daga skíðpass og bussferð Bergen-Voss, fram og aftur. 5.995,- Eyka fyri einakamar: ........................................................... 805,- kr. Eyka fyri 2 koyggjukamar umborð á Norrönu: ....... 560,- kr. Eyka fyri ferðatrygging: ...................................................... 138,- kr. Komið við á bólkaferð til Noregs! RIMMARTILBOÐ skips- og bussferð + skíðpass + hotelgisting + ferðaleiðari 5.995,- alt hetta fyri einans Á hotellinum er m.a. biljard, vínstova, pubb, diskotek, svimjihylur og borðtennis. Kømurini hava m.a. minibarr, sjónvarp og telefon. Meir fæst at vita á www.jarlvoss.no